Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mai 2007Nr. 54
Kunngerð um íløt, úrdráttir og pant, sum broytt við kunngerð nr. 39 frá 16. mai 2011
Við heimild § 2, stk. 2 og § 4, stk. 4 í løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 15. mai 2007, verður ásett:
Íløt
§ 1. Framleiðsla, innflutningur og søla av øli, mineralvatni og lidnum leskidrykkjum í íløtum úr glasi, plasti og metalli, eru fevnd av lógini.
Úrdráttir
§ 2. Framleiðsla, innflutningur og søla av hesum úrdráttum í teimum í § 1 nevndu íløtum, eru fevnd av lógini:
1) øl
2) mineralvatn
3) kelduvatn
4) vatn
5) sodavatn
6) liðugt blandað saft
7) cider
8) orkudrykkir
9) ítróttadrykkir
10) íste
11) ískaffi
12) punch
Pant
§ 3. Við sølu og móttøku av íløtum skal verða kravt og latið pant áljóðandi hesar upphæddir:
1) 1) Kr. 2,00 við MVG fyri endurfyllingaríløt, sum rúma 0,5 litrum ella minni.
2) 1) Kr. 4,00 við MVG fyri endurfyllingaríløt, sum rúma meira enn 0,5 litrum
3) Kr. 2,00 við MVG fyri einnýtsluíløt, sum rúma 0,5 litrum ella minni.
4) Kr. 4,00 við MVG fyri einnýtsluíløt, sum rúma meira enn 0,5 litrum
Stk. 2. Upphæddirnar í stk. 1 eru minstu upphæddir. Tó skal verða kravd og latin sama upphædd við sølu sum við móttøku av íløtum.
Proviantering
§ 4. Í sambandi við proviantering til toll- og avgjaldsfría nýtslu og sølu kann pant verða kravt og latið. Í teimum førum, har pant verður kravt og latið, skal tað gerast samsvarandi ásetingunum í § 3.
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Innlendismálaráðið, 31. mai 2007
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign)