Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 1999Nr. 55
Kunngerð um leiðbeining av nýmynstraðum sjófólki
Við heimild í § 17, stk. 2 og § 25, stk. 4 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verður ásett:
Grundleggjandi trygdarútbúgving og -leiðbeining av øllum sjófólki
§ 1. Áðrenn arbeiðsuppgávur verða tillutaðar umborð, skal skiparin á einum og hvørjum skipi tryggja sær, at øll fólk, ið verða sett í starv ella mynstraði umborð, skulu við atliti at teirra sjóvinnuútbúgving fáa kunning og leiðbeining um:
1) hvat gerast skal, um eitt fólk fer fyri borð, um komið verður fram á eld ella royk, ella um eldávaring ella ávaring um at rýma av skipinum ljóðar,
2) hvussu burturkast umborð á skipum skal handfarast fyri at sleppa undan umhvørvisdálking, og hvussu ein ber seg at, um komið verður fram á umhvørvisdálking,
3) hvat beinanvegin skal gerast, um rakt verður við vanlukkutilburð,
4) at kenna savningarstøð, útskipingarstøð og neyðútgongdir,
5) at finna bjargingarvestar og at lata seg í ein slíkan á rættan hátt,
6) at geva eldávaring og grundleggjandi nýtslu av flytbarum eldsløkkjarum, og
7) aftur- og upplating av brandhurðum og veður- og vatntættum hurðum, ið finnast umborð á tí ávísa skipinum, undantikið op í skrokki.
Kunning um serstakar uppgávur
§ 2. Umframt kunning og leiðbeining, sum umtalað er í § 1, skulu øll nýmynstraði sjófólk áðrenn tænastan byrjar, verða gjølla upplýst um teirra serligu uppávur við atliti at tí starvi, ið tey skulu hava umborð, herundir um útgerð, innleggingar og tilbúgvingarætlanir og um serlig viðurskifti, ið hava týdning fyri bæði teirra vanligu uppgávur og teirra uppgávur í einari neyðstøðu.
Reiðaraábyrgd í samband við kunning um serligar uppgávur
§ 3. Reiðarin skal veita skipara á einum og hvørjum handilsskipi, undantikið farmaskipum undir 500 bruttotons í strandasigling, skrivliga leiðbeining um tær mannagongdir, sum skulu fylgjast av skipara og manning skipsins fyri at lúka treytirnar í § 2 um kunning av øllum nýmynstraðum viðvíkjandi teirra serstøku uppgávum. Hesar mannagongdir skulu millum annað tryggja:
1) at eitt og hvørt nýmynstrað sjófólk fær tillutað neyðuga tíð til at kunna seg um ta serligu útgerð, ið avvarðandi skal passa og við tær serligu mannagongdir og skipanir viðvíkjandi vaktarhaldi, trygd, umhvørvisvernd og fyriskipanum í neyðstøðum, ið krevjast til at avvarðandi nøktandi kann útinna sínar tillutaðu uppgávur, og
2) at ein av manningini verður tilnevndur at hava serliga ábyrgd av, at tann nýmynstraði fær neyðugar upplýsingar á einum máli, ið viðkomandi skilir.
Revsifyriskipan
§ 4. Brot reiðarans ella skiparans á §§ 1 ella 2, ella brot reiðarans á § 3 verður revsað við bót, hefti ella fongsli í upp til 1 ár.
Stk. 2. Revsingin kann økjast til hefti ella fongsul í upp til 2 ár, um brotið er gjørt við vilja ella orsakað av grovum ósketni, og um tað í samband við brotið er
1) hendur skaði á ungfólki undir 18 ár ella vandi hevur verið fyri tí, ella
2) fingin fíggjarligur vinningur, íroknaður sparingar til viðkomandi sjálvan ella onnur, ella hetta hevur verið ætlanin.
Stk. 3. Verður ikki hald lagt á vinningin, ið fingin er í sambandi við brotið, skal serligt atlit havast til støddina á tí fingna ella ætlaða vinninginum, tá ið sektin, herundir ískoytissektin, verður ásett, smb. stk. 2, nr. 2.
Stk. 4. Fyri brot á hesa kunngerð, ið verður framd av partafelagi ella øðrum løgfrøðiligum persóni, kann bótábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum.
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálastýrið, 25. mai 1999
Høgni Hoydal (sign.)
varaløgmaður
/ Andras Kristiansen (sign.)