Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. august 1979Nr. 60
Kunngerð um neyðsendarakoyring, sum broytt við kunngerð nr. 75 frá 6. juli 1989
Við heimild í § 25, 1. stk., í lógarkunngerð um ferðslu nr. 10 frá 18. mars 1966 við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett fylgjandi um neyðsendarkoyring:
§ 1. Motorakfari er bert loyvt at koyra eftir reglunum um neyðsendarkoyring, tá ið
1) tað er hildið neyðugt til at útinna løgregluørindi, til at bjarga fólki, vegna eld, ferðsluóhapp ella til at byrgja fyri stórum skaða og
2) motorakfarið er skrásett sum neyðsendarakfar, sbr. tó 2. stk.
2. stk. Kravið um skráseting sum neyðsendarakfar hevur ikki gildi fyri
1) motorakfør, sum hoyra løgregluni til og vanliga verða nýtt til eftirlitskoyring og tílíkt og bert hendinga ferð til neyðsendarkoyring, og
2) motorakfør, sum í einstøkum føri verða nýtt til at koyra ógvuliga sjúk ella illa meidd fólk ella til onnur tílík ørindi, sum ikki tola at bíða, sbr. § 25, 4. stk. í ferðslulógini.
§ 2. Motorakfør kunnu bert verða skrásett sum neyðsendarakfør, um bileftirlitið frammanundan hevur góðkent tey til neyðsendarkoyring.
§ 3.1) Motorakfar sum hoyrir løgreglu, sløkkiliði, sjúkrahúsverki ella bjargingarfelag til, kann verða skrásett sum neyðsendarakfar.
§ 4. Motorakfar, ið er skrásett sum neyðsendarakfar, skal hava eina ella fleiri lyktir, sum eru góðkendar av bileftirlitinum, og sum hvør sær ella saman vísa blátt skyggjandi ljós sjónligt frá øllum síðum. Motorsúklur skulu tó fyri framman og aftan hava eina ella tvær lyktir, sum eru sjónligar 80° út eftir til báðar síður.
2. stk. Neyðsendarakfar skal haraftrat hava eitt týðuliga ljóðandi, sjálvvirkandi tvítónað horn. Neyðsendarakfarið kann haraftrat hava eitt samsvarandi serliga hvølt horn at nýta á bygdavegi ella aðrastaðni, har umstøðurnar gera hetta neyðugt. Bileftirlitið kann loyva, at neyðsendarakfør, sum koma undir § 3, 2. stk., verða góðkend og skrásett uttan at hava horn.
§ 5. Motorakfar, sum løgreglan nýtir til eftirlitskoyring og tílík endamál og bert hendinga ferð til neyðsendarkoyring, kann verða útgjørt við neyðsendarsignalum.
§ 6. Lykt skal nýtast í neyðsendarkoyring. Lykt kann eisini nýtast, tá ið steðgað verður, har óhapp hevur borist til ella tílíkt.
2. stk. Horn skal nýtast í neyðsendarkoyring, uttan so at tað eftir umstøðunum verður hildið nóg mikið at nýta lykt til at ávara aðrar vegfarandi. Tey horn, ið nevnd eru í § 4, 2. stk., mugu ikki verða nýtt í senn.
3. stk. Í neyðsendarkoyring við motorakfari, sum løgreglan eigur, er tó loyvt ikki at nýta lykt og horn, um so er, at hetta verður hildið neyðugt at umhugsni fyri endamálinum við neyðsendarkoyringini, og umstøðurnar annars ikki tala ímóti. Tá ið koyrt verður við slíkum akførum, kann horn eisini nýtast heilt stutt uttan at nýta lykt samstundis, t.d. í sambandi við steðg av øðrum akfari.
4. stk. Aðramáta er ikki loyvt at nýta neyðsendarsignal.
§ 7. Í neyðsendarkoyring kann hann, sum koyrir, í førum har ið tað er mett at vera bráðneyðugt, og hann samstundis vísir serstakliga stórt varsemi, lata vera við at fylgja reglunum í ferðslulógini:
1) § 24, 1. stk., um at gera eftir ávísingum fyri ferðsluna, sum givnar eru við ferðslutalvum, merking á koyribreyt ella súklurás, signalljósum v.m.
2) kapitul IV § C um ferðslureglur fyri koyrandi.
2. stk. Tann, ið koyrir, skal kortini altíð gera eftir boðum viðvíkjandi ferðsluni, sum løgreglan gevur.
3. stk. Tá ið koyrt verður fram í ljósskipað vegamót móti reyðum ella gulum ljósi, skal ferðin minkast so mikið, at til ber at stegða beinanvegin fyri møguligari ferðslu tvørvegin.
4. stk. Nýtsla av neyðsendarsignal sleppur ikki tí, ið koyrir, undan skylduni at hava fyrilit og ansa væl eftir øðrum vegfarandi.
§ 8. Kunngerðin kemur í gildi beinanvegin.
2. stk. Motorakfar, sum skal skrásetast sum neyðsendarakfar og ikki áður hevur verið skrásett sum neyðsendarakfar, skal kortini fyrst vera skrásett innan tann 1. oktober 1979.