Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 16-05-1986
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 60 frá 16. mai 1986 um ræning av lomvigaeggum.

Við heimild í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 16. apríl 1986, § 18, stk. 2, hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Føroya Náttúrugripasavn kann veita loyvi til at ræna lomvigaegg í fuglabjørgunum á Sandoynni, Skúvoynni, Stóru Dímun og Suðuroynni til og við 8. juni á hvørjum ári.

§ 2. Treytirnar, fyri at loyvi kann veitast eftir § 1, eru:

1)   at umsókn verður send náttúrugripasavninum innan 20. mai, á hvørjum ári, í 1986 tó 1. juni,

2)   at upplýst verður, hvørji fara til ræningar, nær og hvar,

3)   at náttúrugripasavnið metir, at ræningin ikki skaðar stovnin munandi,

4)   at ræningin ikki forðar vísundaligum kanningum, og

5)   at fráboðað verður náttúrugripasavninum, tá ræningin er at enda og talið av rændum eggum.

§ 3. Avgerðin hjá náttúrugripasavninum kann kærast til landsstýrið innan eina viku eftir, at hon er umsøkjaranum kunnug.

§ 4. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.