Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 07-05-1992
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 61 frá 7. mai 1992 um reglur fyri skeinkingarloyvisnevndina, sum broytt við kunngerð nr. 76 frá 17. juni 2010.

Við heimild í § 9, stk. 4 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka hevur landsstýrið fyrisett:

 § 1. Høvuðsuppgávan hjá loyvisnevndini er at veita og endurnýggja skeinkingarloyvi til rúsdrekka og at taka aftur loyvi eftir § 14 í lógini.

 § 2. Áðrenn mál verða løgd fyri loyvisnevndina til endaliga støðutakan, skulu tey vera fyrireikað av løgregluni, soleiðis at umsóknartilfarið er greitt hjá loyvisnevndini at taka støðu til.

 § 3. Formaðurin boðar til fundar við hóskandi freist so ofta tørvur er á tí, ella um tveir av limunum krevja tað, við upplýsing um dagsskrá.

 Stk. 2. Fundurin er viðtøkuførur, tá meirilutin av nevndarlimunum er á fundi. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Standa atkvørðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.

 Stk. 3. Fundarfrágreiðing verður skrivað frá hvørjum fundi. Ein minniluti kann krevja sína støðu tikna við í fundarfrágreiðingina. Fundarfrágreiðingin verður undirskrivað av teimum limunum, sum vóru á fundi.

 § 4. 1) Loyvisnevndin kann útvega sær hjálp til skrivaraarbeiði o.a. Samsýning til nevndarlimirnar skal landsstýrið góðkenna.

 § 5. Formaðurin skal ansa eftir, at avgerðir hjá nevndini verða framdar. Avgerðirnar hjá nevndini skulu undirskrivast av formanninum ella øðrum, sum fær heimild til tess.

 § 6. Limirnir í nevndini hava tagnarskyldu eftir § 152 í revsilógini.

 § 7. Henda kunngerð fær gildi 1. juni 1992.



1) Broytt við kunngerð nr. 76 frá 17. funi 2010.