Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. apríl 1993Nr. 62
Kunngerð um dagstovnar, dagrøkt og døgnstovnar fyri børn og ung
Við heimild í § 32, stk. 1, 2. pkt. í “Lov for Færøerne om børneforsorg” (barnaforsorgarlógini), smb. lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988, sum broytt við lóg nr. 154 frá 15. mars 1989 og lóg nr. 393 frá 20. mai 1992 hevur Landsstýrið fyrisett:
Dagstovnar.
§ 1. Dagstovnar eru serligir stovnar, ið ætlaðir eru til ansan av børnum í ávísum aldri, so sum:
1) vøggustovur, serliga ætlaðar børnum í aldrinum frá umleið 5 mánaðir til 3 ár,
2) barnagarðar, serliga ætlaðir børnum í aldrinum 3 til 6 ár,
3) frítíðarheim, serliga ætlaði børnum í aldrinum frá 6 ár til umleið 14 ár, og
4) ungdómstiltøk fyri børn umleið 14 til 16 ár.
Stk. 2. Dagstovnurin skal í størst møguligan mun kunna tillagast tørvinum á staðnum. Dagstovnurin kann sostatt góðkennast til ansan av einum ávísum bólki av børnum, antin 1, 2, 3 ella 4, ella sum ein samanseting av fleiri av hesum bólkum.
§ 2. Dagstovnar kunnu vera kommunalir ella sjálveigandi stovnar, sum kommunan hevur gjørt sáttmála við. Kommunan kann eisini gera sáttmála við stovnar, sum leiðarin sjálvur eigur ella sum ein felagsskapur eigur. Hesir sáttmálar skulu góðkennast av Føroya landsstýri.
Stk. 2. Ein dagstovnur skal hava pláss fyri í minsta lagi 6 børnum.
Stk. 3. Ein kommuna kann gera sáttmála við aðra kommunu um nýtslu av plássum í dagstovni í komununi, og skal býtið av útreiðslunum vera ásett í sáttmálanum.
§ 3. Dagstovnar skulu hava viðtøkur, ið eru góðkendar av Føroya landsstýri.
Stk. 2. Í viðtøkunum skal standa navn, heimstaður og endamál stovnsins. Eisini skal í viðtøkunum verða ásettar nærri reglur viðvíkjandi:
1) leiðslu,
2) fíggjarætlan, rokniskap og grannskoðan,
3) upptøku á stovninum,
4) setan í starv og loysan úr starvi av leiðaranum og øðrum starvsfólki,
5) hvør, ið hevur heimild at avgera upplatingartíð og annað viðvíkjandi dagliga rakstrinum av stovninum,
6) heimildir og mannagongd í samband við sølu og veðseting av føstu ogn stovnsins,
7) nýtslu av ognum stovnsins, um hesin verður avtikin, og
8) mannagongd viðvíkjandi broyting av viðtøkunum.
Stk. 3. Fyri sjálvsognarstovnar o.l., sum kommunan sambært § 3 kann gera sáttmála við, skal umframt tað í stk. 2 nevnda, verða ásett í viðtøkunum, at øll plássini á stovninum eru tøk til nýtslu hjá kommununi. Eisini skulu verða ásettar reglur viðvíkjandi uppsøgn av sáttmálanum.
§ 4. Almannastovan hevur eftirlit við góðkendu dagstovnunum. Rokniskaparárið hjá dagstovnunum er almannakkaárið, og fíggjarætlan fyri komandi árið og rokniskapur fyri farna árið skal hvørt ár sendast viðkomandi kommunu og Almannastovuni til góðkenningar.
Stk. 2. Ger Almannastovan broytingar í teirri av kommuni góðkendu fíggjarætlan fyri eina dagstovn, skal Almannastovan boða kommununi frá hesum beinanvegin, soleiðis at kommunan fær tikið hædd fyri broytingini í fíggjarætlan kommununnar fyri komandi árið.
§ 5. Landsstýrið góðkennir eftir umsókn dagstovnar. Áðrenn ein dagstovnur verður góðkendur skal ummæli vera fingið frá Almannastovuni, landslæknanum, arbeiðseftirlitinum og brunaumsjón landsins.
Stk. 2. Um ein sjálveigandi stovnur ella felagskapur søkir um loyvi til at reka dagstovn, skal ummæli eisini fáast frá viðkomandi kommunu/kommunum.
Stk. 3. Í góðkenningini skal vera ásett slagi av stovni, og hvussu nógv børn, umframt aldursbýti, stovnurin er ætlaður til.
Dagrøkt.
§ 6. Sum dagrøkt er at rokna skipað ansing fyri gjald av børnum í heimi dagrøktarans.
Stk. 2. Ein dagrøktari kann í mesta lagi ansa 5 børnum undir 14 ár.
§ 7. Dagrøkt kann verða skipað kommunalt, ella tað kann við góðkenning kommununnar verða givið loyvi til ein sjálveigandi stovn ella felagsskap o.l. at skipa fyri dagrøkt.
Stk. 2. Um loyvi til at skipa fyri dagrøkt verður givið einum sjálveigandi stovni ella felagsskapi o.l., skal tað í loyvinum ásetast, at fráboðan skal sendast til avvarandi kommunu um, hvørji dagrøktarheim av sjálvsognarstovninum ella felagsskapinum verða góðkend til dagrøkt.
§ 8. Dagrøktarskipanir skulu hava viðtøkur, ið eru góðkendar av Føroya landsstýri.
Stk. 2. Í viðtøkunum skal standa navn, heimstaður og endamál dagrøktarskipaninnar. Eisini skal í viðtøkunum verða ásettar nærri reglur viðvíkjandi:
1) leiðslu,
2) fíggjarætlan, rokniskap og grannskoðan,
3) upptøku í dagrøktarskipanini,
4) setan í starv og loysan úr starvi av leiðaranum og øðrum starvsfólki, umframt dagrøktarum,
5) hvør, ið hevur heimild at avgera ansingartíðina og annað viðvíkjandi dagliga rakstrinum av skipanini,
6) mannagongd viðvíkjandi broyting av viðtøkunum.
§ 9. Kommunan, sjálveigandi stovnurin ella felagsskapurin, góðkennir tey heim, har børn í dagrøktarskipanini skulu ansast.
Stk. 2. Áðrenn eitt heim verður góðkent sum dagrøktarheim, skal at eitt fólk, so vítt gjørligt við serligum kunnleiki, vitja í heiminum og kunna seg við umstøðurnar. Ansast skal eftir, at heimið og tann ella tey, ið skulu ansa børnunum, mugu metast at vera egnaði til hetta arbeiðið. Serstakliga skal tryggjast, at rúmini, har børnini skulu vera, tey heilsuligu viðurskiftini og uttandura spælimøguleikarnir, eru trygg og hóskandi til ansan av børnum.
§ 10. Almannastovan hevur eftirlit við góðkendum dagrøktarskipanum. Rokniskaparárið hjá eini dagrøktarskipan er almannakkaárið, og fíggjarætlan fyri komandi árið og rokniskapur fyri farna árið skal hvørt ár sendast viðkomandi kommunu og Almannastovuni til góðkenningar.
Stk. 2. Ger Almannastovan broytingar í teirri av viðkomandi kommuni góðkendu fíggjarætlan fyri eina dagrøktarskipan, skal Almannastovan boða kommununi frá hesum beinanvegin, soleiðis at kommunan fær tikið hædd fyri broytingini í fíggjarætlan kommununnar fyri komandi árið.
§ 11. Dagrøktarskipan verður eftir umsókn góðkend av Føroya landsstýri, eftir at ummæli er fingið frá Almannastovuni.
Stk. 2. Tá sjálveignadi stovnur ella felagsskapur søkir um loyvi til at skipa fyri dagrøkt, skal ummæli eisini fáast frá viðkomandi kommunu/kommunum.
Stk. 3. Í góðkenningini skal ásetast, hvussu nógv børn skipanin umfatar, í hvørjum aldursbólki, og hvussu upptøka og býti av børnum í dagrøktarskipanini fer fram.
§ 12. Avtøka av dagrøktarskipan skal góðkennast av landsstýrinum.
Døgnstovnar.
§ 13. Døgnstovnar sambært barnaforsorgarlógini eru stovnar, ið ætlaðir eru til bústað í styttri ella longri tíð hjá børnum og ungum, ið eru flutt úr egnum heimi, ella sum orsakað av víðgongdum likamligum ella sálarligum breki hava serligan tørv fyri røkt og viðgerð v.m.
§ 14. Døgnstovnar kunnu vera almennir ella sjálveigandi stovnar, sum landsstýrið hevur gjørt sáttmála við.
§ 15. Allir døgnstovnar skulu hava viðtøkur, ið eru góðkendar av Føroya landsstýri. Fyri viðtøkurnar eru somu reglur galdandi, sum ásett í § 4, stk. 2 og 3.
§ 16. Almannastovan hevur eftirlit við døgnstovnunum. Rokniskaparárið hjá eini døgnstovni er almannakkaárið, og fíggjarætlan fyri komandi árið og rokniskapur fyri farna árið skal hvørt ár sendast Almannastovuni til góðkenningar.
§ 17. Landsstýrið góðkennir døgnstovnar. Áðrenn ein døgnstovnur verður góðkendur skal ummæli vera fingið frá Almannastovuni, landslæknanum, arbeiðseftirlitinum og brunaumsjón landsins.
Stk. 2. Í góðkenningini skal ásetast slagi av stovni, umframt talið av børnum og ungum, sum stovnurin er ætlaður til.
Gildiskoma o.a.
§ 18. Hendan kunngerð fær gildi tann 1. apríl 1993.
Stk. 2. Dagstovnur, dagrøktarskipan ella døgnstovnur, ið ikki lýkur ásetingarnar í hesi kunngerð, skal innan 1. januar 1994 hava søkt um góðkenning sambært ásetingunum í hesi kunngerð.