Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Kunngerð nr. 63 frá 11. desember 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við kunngerð nr. 46 frá 12. mai 2010
Sambært løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing (niðanfyri nevnd T.L.) § 50, smbr. §§ 7, 8, 9, 14, 17 og 23 ásetir landsstýrið:
I. Atgongdin til tinglýsingarinnar bøkur og aktir.
§ 1. 1) Almenningurin hevur atgongd til tinglýsingarinnar bøkur og skjøl.
Stk. 2. Fyri eitt ásett gjald hava øll rætt at fáa úrrit úr nevndu bókum og aktum. Úrritini skulu helst avgreiðast innan eina viku.
Stk. 3. 1 Tinglýsingarinnar bøkur og aktir mugu ikki verða latin til láns út av skrivstovuni hjá tinglýsingarmyndugleikanum.
Stk. 4. Vil onkur kanna skjøl í akt, skal umsjón vera við, so einki skjal verður tikið úr aktini.
Stk. 5.1 Kanning í tinglýsingarinnar bókum og aktum skal fara fram, meðan skrivstovan hjá tinglýsingarmyndugleikanum heldur opið.
II. Innlating og afturflýgging av skjølum.
§ 2. 1 Skjøl til tinglýsingar verða latin inn gerandisdagar í seinasta lagi kl. 12.
Stk. 2. Skjøl, ið eru latin inn á skrivstovuna, áðrenn nevnda innlatingartíð er farin, koma sama dag í dagbókina, meðan skjøl, ið koma seinri á skrivstovuna, koma í dagbókina gerandisdagin eftir. Skrivstovan hevur skyldu eftir áheitan at undirskriva kvittan gjørd av innlataranum, at skjølini eru innlatin.
Stk. 3. Verða innlatin skjøl ikki heintað, skal skrivstovan senda tey aftur skjótast gjørligt, tá tey eru innførd í tingbókina, ella persónbókina, ella eru víst burtur, smbr. tó § 18 stk. 2.
III. Oyðublaðsskjøl.
§ 3. Stk. 1. Pantibrøv, ið verða meldað til tinglýsingar, skulu vera skrivað á góðkend oyðubløð. Statsstovnar, stovnar undir landsstýri og løgtingi, føroyskir bankar og sparikassar og realkreditstovnar góðkendir av stati ella landsstýri kunna fáa serlig oyðubløð góðkend.
Stk. 2. Hesi góðkendu oyðubløð skulu vera gjørd soleiðis, at skjalsins sertekstur kann verða settur á fyrstu og aðru síðu á oyðublaðnum, meðan tær ásetanir, ið eru felags fyri øll av tí slagnum (tann fasti teksturin), skal standa á 3. og 4. síðu í skjalinum. Beint oman fyri útgevarans undirskrift skal skjalsins sertekstur hava eina váttan um, at hann gevur seg undir tær ásetanir, sum standa í vanliga (prentaða) tekstinum. Serteksturin endar við undirskrift útgevarans og um neyðugt við áriti til vitnis. Í pantibrøvunum og skaðaloysisbrøvum skal í sertekstinum skuldin vera sett fyrst (í pantibrøvum eisini rentu-, gjalds- og uppsagnartreytir), og síðani kemur tað, ið pantsett er, prioritetsstøðan og møgulig frammanfyri standandi heftingar, servituttir og onnur tyngsl.
Stk. 3. Er sumt av sertekstinum (s. 1-2) í einum góðkendum oyðublaði prentað, so er hetta bert vegleiðandi, men tann í stk. 3 nevnda manngongd viðvíkjandi sertekstinum má ikki verða broytt. Um so er, at skoytt verður uppí, strikað verður út ella rættingar gjørdar í tí fasta tekstinum (s. 3-4), mega hesar broytingar eisini vera tiknar við í skjalsins serteksti (s. 1-2).
Stk. 4. 1 Verður eitt pantibræv áteknað, skal síðutalsmerkingin halda fram, og talið á síðum skrivast beint áðrenn hvørja undirskrift. Er pantibrævið á forprentaðum oyðublaði, skal síðutalsmerkingin halda fram á viðheftum ørkum.
Stk. 5. 1 Úttøkuváttanir frá fútarættinum, smbr. T.L. § 12, og tær í T.L. § 13 nevndu almennu frásagnir verða givnar av viðkomandi myndugleikum á serligum oyðubløðum, og koma reglurnar í stk. 2-3 ikki í nýtslu í hesum førum.
Stk. 6. 1 Til skeyti, lutaseðlar, gávubrøv, festibrøv, traðarleigusáttmálar og onnur meira vanlig skjøl kunna verða góðkend serlig oyðubløð við vegleiðandi prentaðum teksti. Reglurnar í stk. 2-3 koma ikki í nýtslu hesum oyðubløðumm viðvíkjandi.
Stk. 7. 1 Eftir ummæli frá tinglýsingarmyndugleikanum góðkennir landsstýrismaðurin tey í stk. 1 og 4-5 nevndu oyðubløð.
Stk. 8. 1 Landsstýrismaðurin avger, hvør ið loyvi skal hava at selja tey í hesi grein nevndu oyðubløð og ásetir søluprísin á teimum. Øll oyðubløð, sum ikki serliga viðvíkja teimum í stk. 1, pkt. 2, nevndu stovnum o.ø. skula kunna fáast til keyps frá tinglýsingarmyndugleikanum.
IV. Endurrit og legitimatiónsskjøl o.a.
§ 4. Stk. 1. 1 Endurrit av teimum skjølum, sum verða latin til tinglesingar, skulu vera skrivað á endurritspappír góðkent av landsstýrismanninum. Endurritið skal vera týðuligt og gott at lesa. Er endurritið maskinskrivað, skal tað vera tað fyrsta eintakið ella tað fyrsta avritið úr maskinuni; endurritið av heimildarbrævi skal tó altíð vera tað fyrsta eintakið. Endurritið skal endurgeva tekstin, og ikki má vera longur millum linjurnar enn nýtist, eins og oyðusíður ikki mega kuta tekstin sundur.
Stk. 2. 1 Til endurrit av kortum verður nýtt endurritstilfar góðkent av landsstýrismanninum.
Stk. 3. 1 Er skjalið skrivað á tey í § 3 nevndu og av landsstýrismanninum góðkendu oyðubløð, skal endurritið eisini vera skrivað á oyðublað, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent, smbr. § 3, stk. 6. Er oyðublaðið orðað samsvarandi reglurnar í § 3, stk. 2, skal bert serteksturin vera endurgivin í endurritinum.
Stk. 4. Til fútarættar- og uppboðssøluskeyti skal bert vera latið endurrit av sjálvum skeytinum og møguligum flutningum.
Stk. 5. Reglan í § 3, stk. 7, kemur á sama hátt í nýtslu viðvíkjandi endurritspappíri.
§ 5. Stk. 1. Stovnar skjal rættindi bæði í føstum eigindómi og leysafæ (t.d. tinglýstur skiftiúrdráttur), er nóg mikið at lata bert eitt endurrit, og skal hetta vera lagt í aktina hjá tí fasta eigindóminum, hagar víst verður í persónbókini. Viðvíkur hjúnasáttmáli, ómynduggerð ella fyriskipað lógverjumál bæði føstum eigindómi og leysafæ, skal bert vera latið eitt endurrit, og skal hetta vera goymt í persónbóksaktunum, hagar víst verður í tingbókini.
Stk. 2. Verður biðið um at fáa sama skjal tinglýst á fleiri eigindómum (t.d. grannastevnuviðtøkur, landbúnaðarstevnuúrskurðir o.tl.) er nóg mikið, at latið verður eitt endurrit, sum verður lagt í aktina hjá einum av eigindómunum. Til hesa aktina skal so vera víst á tingbóksbløðunum hjá hinum eigindómunum.
Stk. 3. Tá ið biðið verður um at fáa skeyti (ognarskjal) eisini tinglýst servituttstovnandi, skal tilmeldarin umframt endurrit av skeytinum eisini lata úrdráttarendurrit av tí, og skal har standa tað, sum nevnt er í skeytinum um servituttir, og hvørja prioritetsstøðu teir hava. Er einki úrdráttarendurrit latið, kann skeytið ikki verða lýst servituttstovnandi. Sama gildir eisini, um skeytið verður biðið um at fáa tinglýst eisini pantstovnandi ella sum annað skjal eisini.
Stk. 4. Tá ið tað av skjalinum sæst, at ein servituttur eftir sínum innihaldi bert viðvíkur einum matr. nr. av einum heilum føstum eigindómi, skal hann bert verða førdur á eigindómsblaðið hjá tí matr. nr., hann viðvíkur.
Stk. 5. Tá ið tað av skjalinum sæst, at ein servituttur eftir sínum innihaldi bert viðvíkur einum felagseigindómi, skal hann bert verða innførdur á blaðið hjá felagseigindóminum.
§ 6. Stk. 1. 1 Tá ið skjal verður tinglýst ella avlýst, skal tó eingin tinglýsing vera av legitimatiónsskjølum (útskrift úr handils- ella partafelagsskrá, útskrift úr nevndar- ella aðalfundarbók, eksekutorloyvi, verjumálsfyriskipan, fulltrú o.tl.). Tað sama er við skiftiútskrift, uttan so hon skal nýtast sum prógv fyri ognarrætti í føstum eigindómi. Tí skulu hesi skjøl ikki verða innførd í dagbók, tingbók ella persónbók, og heldur ikki skal endurrit vera latið av teimum, smbr. tó stk. 2. Afturímóti skal tinglýsingarmyndugleikin ansa eftir, at tørvandi legitimatiónsskjøl eru víst fram, áðrenn skjalið verður lýst ella avlýst, og skal á skjalið og endurritið viðmerkja, hvørji legitimatiónsskjøl eru víst fram. Legitimatiónsskjøl verða latin tilmeldaranum aftur samstundis við skjalinum.
Stk. 2. Til avlýsing – eisini lutvísa avlýsing – skal vera latin endurrit av kvittanini og endurrit av fulltrú, um kvittað er sambært eina tílíka.
§ 7. Tá ið áritið á áður lýstum skjali skal tinglýsast, skal tilmeldarans navn og bústaður vera sett í áritið. Á endurritinum skulu teir í T.L. § 9, stk. 3, kravdu upplýsingar standa og viðmerkt skal vera, hvørjum skjali áritið viðvíkur.
V. Frámerkið á føstum eigindómum. Samvirki millum matrikul- og tinglýsingarmyndugleikarnar.
§ 8. Í tinglýsingarlista, dagbók og persónbók skal matrikuleraður fastur eigindómur vera nevndur við sínum matrikulheiti og navninum á bygdini.
§ 9. 1 Tá sundurbýti verður loyvt, førir tinglýsingarmyndugleikin á blaðið í tingbókini hjá tí sundurbýtta eigindóminum tær broytingar, sum staðist hava av sundurbýtinum, haruppií matrikulfrámerki, stødd og tær serligu skyldur, sum sundurbýtisgóðkenningin møguliga hevur álagt einstøku lutum eigindómsins. Somu reglur eru galdandi, um sundurbýti ikki er farið fram, men matrikulfrámerki ella stødd eigindómsins eru broytt, ella um matrikulmyndugleikin áleggur eigindóminum serligar skyldur.
§ 10. 1 Tá ið skeytini til teir lutir, ið frábýttir eru eigindómum, skulu tinglýsast, verða nýggj eigindómsbløð ísett til lutirnar, sum nú skulu vera sjálvstøðugir eigindómar (T.L. § 22, stk. 3).
Kap. V .A. Eigaraíbúðir og lutaíbúðir 12)
§ 10 a. Áðrenn ella samstundis sum fyrsta skeytið upp á íbúð verður tinglýst, skal tilmelding um sundurlegging av eigindóminum í eigaraíbúðir ella lutaíbúðir latast inn.
Stk. 2. Við tilmeldingini skal liggja yvirlit yvir íbúðirnar og kort yvir hvørja íbúð og avrit av hesum. Í yvirlitinum skal tilskilast:
a) Hvar íbúðirnar liggja, tilskilað við matr. nr., gøtunavni, húsanr., hædd v.m.
b) Nummar á íbúðunum.
c) Vídd á íbúðunum.
d) Býtistalið hjá eigaraíbúðunum, um so er, at tílíkt er ásett.
e) Áljóðandi virði á lutum í vanligum lutaíbúðafeløgum.
f) Ognarbrøkin fyri lutir í serstøkum lutaíbúðum.
Stk. 3. Bæði kortini yvir tær einstøku íbúðirnar og tær í stk. 2, litra a-c nevndu upplýsingar, skulu verða váttað av matrikulmyndugleikanum.
Stk. 4. Tær í stk. 2, litra e-f nevndu upplýsingar skulu verða váttaðar av skrásetingarmyndugleikanum.
Stk. 5. Tilmeldingin skal burturvísast, um so er, at tey fyriskrivaðu skjølini og váttanir ikki fylgja við ella eru ógreið.
§ 10 b. Á blað eigindómsins í tingbókini verður viðmerkt, at eigindómurin er býttur sundur í eigaraíbúðir ella lutaíbúðir, við tilskilan av tilmeldingardegi og íbúðatali. Avritið av yvirlitinum og avritini av kortunum verða løgd í aktina.
§ 10 c. Tá ið eitt skeyti upp á eigaraíbúð ella lutaíbúð verður tinglýst, fær íbúðin eitt serstakt blað í tingbókini (eigaraíbúðarblað ella lutaíbúðarblað), har tilskilað verður matr. nr. á eigindóminum, nummar á eigaraíbúðini ella lutaíbúðini, lega, stødd og býtistal, um tílíkt er ásett. Samstundis verður avritið av kortinum yvir eigaraíbúðina ella lutaíbúðini flutt til aktina hjá íbúðini.
Stk. 2. Servituttir, tyngsl, pantirættindi v.m., sum eru tilskilað á eigindómsblaðnum, verða flutt til eigaraíbúðarblaðið ella lutaíbúðarblaðið. Flytingin kann fara fram við einari stuttari ávísing til eigindómsblaðið.
§ 10 d. Eigaraíbúðarbløðini og lutaíbúðarbløðini verða sett í tingbókina í nummarrøð, annaðhvørt aftan á blað eigindómsins í tingbókini, ella í eina serstaka deild av hesi. Tær vanligu reglurnar um eigindómsbløð verða samsvarandi nýttar um eigaraíbúðarbløð og lutaíbúðarbløð.
§ 10 e. Tá ið broytingar verða tinglýstar, sum viðvíkja teimum í § 10 a, stk. 2 nevndu viðurskiftum, verða reglurnar í § 10 a, stk. 2-5 nýttar samsvarandi. Verða støddirnar á eigaraíbúðunum ella lutaíbúðunum broyttar, verða ásetingarnar í §§ 21-24. í tinglýsingarlógini samsvarandi nýttar.
VI. Burturvísing frá dagbókini.
§ 11. Stk. 1. 1 Áðrenn skjal kann verða innført í dagbókina, skulu hesar treytir verða loknar:
1) Tað innlatna skjalið skal vera skrivað á góðkent oyðublað, um so er ásett sambært § 3. Við skjalinum skal fylgja endurrit skrivað á tað góðkenda endurritspappírið, og um tað í skjalinum verður víst til kort, ið ger tað lættari at skilja skjalið, skal endurrit av kortinum eisini fylgja við og vera skrivað á tað góðkenda endurritspappírið. Skjal og endurrit skulu vera skrivað samsvarandi ásetingarnar í §§ 3, 4 og 7 og hava við tørvandi upplýsingar fyri at kunna áseta gjaldið.
2) Skjal og endurrit skulu ovast á fyrstu síðu siga frá navni, bústaði (skrivstovu) og telefonnummari tilmeldarans. Viðvíkur skjalið føstum eigindómi, skal eisini eigindómsins møguliga matr. nr. vera tilskilað, og á heimildarbrøvum og pantibrøvum (eisini skaðaloysisbrøvum) skulu eisini standa gøta og húsa-nr., har tílík eru.
3) Á heimildarbrøvum og pantibrøvum (eisini skaðaloysisbrøvum), ið ikki eru útgivin av tí almenna, skal undirskrift útgevarans vera váttað av einum advokati ella tveimum øðrum sannvitnum. Starv og bústaður hjá vitnunum skal tilskilast, og skulu tey í orðum vátta, at undirskriftin er sonn, dagsetingin bein, og at útgevarin er myndigur.
4) Í pantibrøvum (eisini skaðaloysisbrøvum) og flutningum og úttøkuáritum á tílíkum skal standa annaðhvørt kreditors bústaður ella bústaðurin hjá øðrum persóni ella stovni, ið hevur rætt at taka ímóti tilsøgnum ella frásøgnum kreditors vegna. Tílík tilskilan tørvar ikki, um bústaðurin er almannakunnigur.
5) Tá ið pantibrøv (eisini skaðaloysisbrøv) í føstum eigindómi verða tinglýst, men heimild útgevarans verður ikki lýst samstundis, skal seinast tinglýsta heimildarbræv fylgja við, uttan so tilmeldarin leggur fram skrivliga váttan, ið sigur, at tað er blivið burtur, ella tað av aðrari gildari grund ikki fæst til vega. Í hesum føri má onnur legitimatión eftir nærri avgerð tinglýsingarmyndugleikans fylgja við, sum t.d. útgevarans handilsloyvi, starvsbræv, uppnevning, sveinabræv, fakfelagsbók, sjúkrakassabók, pass, koyrikort ella tílíkt ella fleiri skjøl av øðrum slagi, t.d. vígsluváttan, dópsváttan, brøv, kvittanir, limakort o.tl.
6) Til avlýsing og eisini lutvísa avlýsing skal fylgja við endurrit av kvittanini og fulltrú og endurrit av henni, um kvittað verður sambært fulltrú.
7) Tá ið flutningur av pantibrævi, ið er umfarsskjal, smbr. § 11 í lóg nr. 146 frá 13. apríl 1938 um skuldarbrøv, verður boðaður til tinglýsingar, skal flutningurin annaðhvørt verða skrivaður á skjalið ella fylgja við til at vísa fram fyri tinglýsingarmyndugleikanum. Tá tinglýst verður, fær skjalið átekning um, at flutningurin er lýstur. Sama er galdandi við øðrum átekningum um broytingar.
8) Tá pantibræv (eisini skaðaloysisbræv) í leysafæ verur meldað til tinglýsingar, skal útgevarans fulla navn og føðingardagur standa í skjalinum Dópsváttan (navnaváttan), prógv fyri navnabroyting ella aðrar sannanir fyri navni og føðingardegi skulu fylgja við. Við hjúnasáttmálum skulu tær somu váttanir hjá báðum hjúnum fylgja við.
9) Tá ið listi hoyrir við til skjalið, og hann hevur teir lutir við, sum skjalið viðvíkur, skal eisini listin vera undirskrivaður av pørtunum.
10) Verður tað ikki í servitutbrævi um staðbundnan vegrætt víst til matrikulkortið, hvar vegurin gongur, skal við tilmeldanini av skjalinum til tinglýsingar fylgja við avrit av matrikulkortinum, sum vísir, hvar matrikulmyndugleikin hevur teknað vegin, og eitt endurrit av kortinum.
Stk. 2. Eru tey frá nr. 1)-11) settu krøv ikki gjørd fulnað, verður skjalið burturvíst frá dagbókini.
Stk. 3. Letur tilmeldarin sjálvur skjalið til tinglýsingar, skal hann helst beinanvegin verða biðin um at rætta skeivleikan. Tekur tilmeldarin, hóast biðin um at rætta tað, skjalið ikki aftur, ella tað má verða aftursent, verður tað innført í dagbókina við einari lítlari viðmerking um orsøkina til, at tað er víst burtur, og fær tilmeldarin orsøkina at vita, møguligt við áriti á skjalið.
VII. Um hvussu dagbók og tinglýsingarlisti skulu verða gjørd og førd.
§ 12. 1 Dagbókin verður førd av starvsfólkum hjá tinglýsingarmyndugleikanum.
Stk. 2. Í dagbókina verða tey skjøl førd, ið koma til tinglýsingar, men ikki samleikaprógv, ið bert skulu vísast fram, smbr. § 6.
Stk. 3. Dagbókin verður førd og endað hvønn gerandisdag.
Stk. 4. Dagbókin skal siga frá skjalsins slagi og navni og bústaði tilmeldarans, og skal harumframt innihalda hesar upplýsingar:
a) Skeyti (heimildarbrøv):
1. Eigindómsins matr. nr.
2. Møguligt nummar á eigaraíbúð ella lutaíbúð
3. Adressan hjá matr.nr. (gøtunavn og húsanr.).
4. Keypspeningur ella annað gjald.
5. Keyparans og seljarans navn, og keyparans bústaður (um hesin ikki er almannakunnigur).
b) Pantibrøv, heruppií eisini skaðaloysisbrøv, í føstum eigindómi:
1. Matr. nr. á eigindóminum
2. Møguligt nummar á eigaraíbúð ella lutaíbúð.
3. Adressan hjá matr.nr. (gøtunavn og húsanr.).
4. Pantiupphæddin.
5. Panthavarans navn og bústaður, um hesin ikki er almannakunnugur. Pantsetarans navn og bústaður.
c) Onnur skjøl viðvíkjandi føstum eigindómi:
1. Matr. nr. á eigindóminum.
2. Møguligt nummar á eigaraíbúð ella lutaíbúð.
3. Møgulig peningaupphædd.
4. Navn og føðingardagur hjá pørtunum.
d) Pantibrøv, herundir eisini skaðaloysisbrøv í leysafæ:
1. Matr. nr. á eigindóminum.
2. Møguligt nummar á eigaraíbúð ella lutaíbúð.
3. Møgulig peningaupphædd.
4. Navn hjá pørtunum.
e) Hjúnasáttmálar:
1. Navn og bústaður partanna.
f) Onnur skjøl:
1. Navn og bústaður partanna
2. Møgulig peningaupphædd.
Stk. 5. Møguligar viðmerkingar verða førdar á serligum teigi.
Stk. 6. Beint verður fyri fullum dagbókum, tá 5 ár eru umliðin.”
§ 13. 1 (Strikað).
VIII. Frásøgn til eigaran.
§ 14. 1 Fær tinglýsingarmyndugleikin illgruna um, at skjal, ið latið er til tinglýsingar, er falskt ella falskað, skal hann beinanvegin lata eigarin á viðkomandi eigindómi fáa at vita um ta umbidnu tinglýsing.
IX. Burturvísing frá tingbókini og persónbókini. Freist at bøta um brek. Rættarviðmerking. Seinasta avgreiðsla.
§ 15. Stk. 1. Burturvíst frá tingbókini ella persónbókini eiga í øllum førum hesi skjøl at verða, ið verða biðin um at fáa tinglýst, um so er, at tey ikki longu eru burturvíst frá dagbókini:
1) Tey í T.L. § 4, stk. 2 og 4, nevndu skjøl um árlig gjøld og onnur skjøl, ið eru galdandi ímóti einum og hvørjum uttan tinglýsing t.d. leigusáttmálar við hálvárs og styttri uppsagnarfreist.
2) Skeyti frá persónum, sum ikki hava tinglisna heimild, uttan so hin tinglýsti eigarin hevur givið sítt samtykki (T.L. § 10, stk. 1).
3) Skaðaloysisbrøv, ið ikki hava tilskilað hægstamark á skuldini (T.L. § 10, stk. 3).
4) Servituttskjøl, ið einki siga um, hvør ella hvørji hava rætt at átala (T.L. § 10, stk. 5).
5) Skjøl, sum ganga ímóti serligum lógum, sum skerja sáttmálafrælsi ávísum eigindómum viðvíkjandi, ella sum skerja rættin til rættarsókn móti einum ávísum parti av eigindómum, tá ið henda skerjan sæst at vera innførd ella bókað á blaðnum í tingbókini hjá viðkomandi eigindómi.
6) 1 Skjøl, sum persónur gevur út, hóast hann bert hevur treytaða heimild, og einki er nevnt um treytina.
Stk. 2. Til avlýsing av pantibrøvum, ið eru umfarskjøl, smbr. lóg nr. 146 frá 13. apríl 1938 um skuldarbrøv § 11, skal annaðhvørt pantibrævið sjálvt leggjast fram kvittað ella prógv fyri, at tað er ógildað sambært rættaravgerð (mortifikatión eftir lóg nr. 145 frá 13. apríl 1938 um mortifikatión av virðisskjølum § 2, stk. 2, tvingsilssølu o.tl.); annars verður avlýsing noktað. Pantibrøv til statskassan, landskassan, Føroya Jarðagrunn, Føroya yvirformyndarastovn, Føroya Vanlukkutryggingarráð (peningaogn hjá tí føroysku avlamistryggingini), Tryggingarsambandið Føroyar, føroyskar sparikassar og teir realkreditstovnar, sum eru góðkendir av stati ella løgtingi, kunnu tó eftir avgerð sorinskrivarans verða avlýst móti kvittan frá honum, sum rættindi hevur eftir tingbókini. Onnur pantiskjøl kunnu bert verða avlýst eftir serligari kvittan, uttan so annað er tinglýst. Sáttmálar um hald, sum eru tryggjaðir við panti, kunnu verða avlýstir eftir deyðaváttan ella møguliga við samtykki frá búnum ella haldtakarans arvingum. Avlýsing av úttøku, lóghaldi o. tl. kann fara fram eftir serligari kvittan frá kreditor, ið rættarsókn hevur havt, uttan so annað er tinglýst, ella eftir útskrift ella frásøgn frá fútarættinum.
Stk. 3. Burturvísingin verður viðmerkt í dagbókini.
§ 16. Stk. 1. 1 Víst burtur frá tingbókini ella persónbókini verða eisini niðanfyri nevndu skjøl, sum biðin verða um at fáa tinglýst, tá ið neyðturviligar sannanir ikki fáast til vega ella neyðturviligt sundurbýti ikki verður framt, áðrenn tann av tinglýsingarmyndugleikanum ásetta freist er farin sambært T.L. § 13, stk. 3, smbr. § 16, stk. 4, og § 43, stk. 5:
1) Skjøl, har útgevarin letst at hava rætt at ráða, men hevur ikki víst tørvandi prógv fyri tí (t. d. eksekutorloyvi, fulltrú, skiftiútskrift, útskrift úr handils- ella partafelagsskrá, bygdar- ella hagaviðtøkubók o. tl.).
2) Heimildarbrøv viðvíkjandi einum parti av einum samlaðum føstum eigindómi ella av einum ómatrikuleraðum luti (T.L. § 10, stk. 1, og løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v. m. § 21).
3) Pantibrøv (eisini skaðaloysisbrøv) viðvíkjandi parti av einum samlaðum føstum eigindómi ella av einum ómatrikuleraðum luti (T.L. § 10, stk. 1, og løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v. m. § 22).
4) Brúkssáttmálar – undantiknir eru sáttmálar um hald og sáttmálar viðvíkjandi torvskurði, eyr- og sandtøku, kolahøgging, veiðing, fisking, fuglaveiði, grasning ella onnur avmarkað nýtsla – har latin verður til brúks partur av samlaðum føstum eigindómi ella matrikuleraðum luti fyri meira enn 10 ár (løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v. m. § 22).
5) Skjøl viðvíkjandi eigindómshevd, tá ið tað við hevd vunna økið ikki er serliga matrikulerað ella í matriklinum er lagt til tann eigindóm, sum tað í veruleikanum hoyrir til (T.L. § 53 og løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v. m. § 36, stk. 2).
6) 1 Avtalur, sum leggja fast ella broyta mark millum eigindómar, og matrikulmyndugleikin ikki hevur givið sína góðkenning (løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v. m. § 36, stk. 1).
7) Skjøl, sum til tinglýsingina tróta tær í § 17 nevndu váttanir.
Stk. 2. Um burturvísingina verður viðmerking gjørd í dagbókina.
§ 17. 1 Áðrenn skeyti (heimildarbræv) aftaná sundurbýti verður ført í tingbókina, skulu hesar váttanir, árit og skjøl fyriliggja:
a) Váttan sambært § 22, stk. 1 í tinglýsingarlógini.
b) Skrivlig ella elektronisk kunning um sundurbýtisgóðkenningina og dagfesting hennara, um vídd ella markatal á tí frábýtta lutinum og serligar treytir, sum góðkenningin møguliga er gjørd við, smbr. løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m. § 21. Tinglýsingarmyndugleikin tryggjar, at samsvar er ímillum nevndu kunning og tingbók.
§ 18. Stk. 1. Í teimum í § 16 nevndu førum, skal tilmeldarin, tá ið hann sjálvur letur skjalið inn til tinglýsingar, helst beinanvegin við tilmeldanini verða biðin um at rætta brekið. Verður tað, ið skeivt er, ikki rættað á henda hátt, verður skjalið ført í tingbókina, ella persónbókina, við tilskiling av orðinum _fyribils“, smbr. T.L. § 16, stk. 3 og 4, umframt §§ 43, stk. 5, og 44, stk. 2, og skjalið fær árit um fyribils innførsluna, og sett verður freist til rættingina. Er skjalið eitt av teimum, sum nevnd eru í § 16, stk. 1, pkt. 2-6, verður henda fyribils innførsla gjørd á blaðnum hjá tí samlaða eigindóminum undir tyngsl.
Stk. 2. 1 Er brekið, sum er til hindurs fyri fullfíggjaðari lýsin av skjalinum, eitt av teimum, sum eru nevnd omanfyri í § 15, stk. 1, pkt. 2-6, verður skjalið latið tilmeldaranum aftur, tá ið henda fyribils lýsing er gjørd..
Stk. 3. 1 Er rættingin ikki gjørd, áðrenn tann setta freistin er farin, og hon ikki verður framlongd, verður skjalið strikað úr tingbókini ella persónbókini.
Stk. 4. 1 Hjá tinglýsingarmyndugleikanum verður førdur ein listi við fyribilslýstum skjølum við tilskilan av tilhoyrandi freistini.
§ 19. Umframt í teimum í T.L. § 15, stk. 4 og 5, nevndu førum skal rættarviðmerking verða givin í líknandi førum, serliga tá ið ov lítið er tilskilað um servitutt í mun til tað, sum í tingbókini stendur, ella tá ið broytingar í treytunum á pantirætti krevja samtykki frá aftanfyri standandi ella javnbjóðis panthavara sambært T.L. §§ 40 og 41, og tílíkt samtykki ikki fyriliggur áðrenn tinglýsingina, ella har ein eigindómur áðrenn tinglýsingina av skeyti ikki er gjørdur leysur fyri pantiskuld, og henda ikki sambært skeyti skal verða yvirtikin av keyparanum.
§ 20. Stk. 1. 3) Tá ið skjal er innført í tingbókina ella persónbókina, fær tað og endurritið árit um, at tað er tinglýst.
Stk. 2. Verður skjal víst burtur frá tingbókini ella persónbókini, fær tað árit um burturvísingina og orsøkina til tess.
Stk. 3. Avgreiðslan av teimum til tinglýsingar innlatnu skjølum skal verða løgd soleiðis til rættis, at eftirkannan av skjølunum og fyribils ella fullfíggjað innførsla í tingbókina ella persónbókina ella burturvísing verða framd í tí í T.L. §§ 16, stk. 5, og 44, stk. 2, nevndu freist.
X. Um hvussu tingbókin er innrættað og verður førd. Tingbóksaktirnar.
§ 21. 1 Tingbókin verður førd av starvsfólkum hjá tinglýsingarmyndugleikanum.
§ 22. Stk. 1. Tingbóksbløðini verða savnað í bind og býtt sundur eftir sýslunum, og hvør sýslan aftur býtt sundur í tey matrikuleringsumráði, sum til hennara hoyra. Í hvørjum bindi verða eigindómsbløðini løgd í matr. nr. røð.
Stk. 2. Eigindómsbløðini hjá ikki matrikuleraðum eigindómum t.d. bygningingar settir á leigað lendi ella á sjóøki verða savnað í tey bind, sum hoyra til tað plássið.
Stk. 3. Fremst í hvørjari tingbók verður sett eitt blað fyri hvørja markatalsbygd, sum bókin fevnir um. Eisini kunnu verða sett eitt ella fleiri ávísanarbløð til felagseigindómar. Á hesi bløð verða førd fyri hvørt matrikuleringsumráði allir felagseigindómar á umráðnum við tilskilan um slag og – um tílík eru – navn og matr. nr. Aftanfyri hesi ávísanarbløð verða sett eitt ella fleiri onnur ávísanarbløð, sum innihalda lista við ølum matr. nr., ið hoyra til viðkomandi tingbók. Til tey matr. nr., sum ikki hava blað sjálvi, ella sum ikki longur eru í matriklinum, verður tað matr. nr. at tilskila, á hvørjum blaði hetta matr. nr. verður ført, ella á hvørjum tað er tikið burtur.
§ 23. Stk. 1. Ovast á fyrstu síðu á hvørjum eigindómsblaði skal standa eigindómsins matrikulheiti og navn hansara, um hann hevur eitt. Síðani kemur eigindómsins stødd (vídd, markatal ella tílíkt) umframt teir partar, eigindómurin eigur í felagseigindómum. Tá ið til- og fráskriving fer fram, skal støddin á tí tilskrivaða ella fráskrivaða lutinum verða tilskilað. Aftaná støddardeildina verður at seta í eini serligari viðmerkingardeild hvat slag av eigindómi talan er um, eginleiki o. tl. umframt tær serligu skyldur, honum kunnu vera álagdar við lóg ella av matrikulvaldinum.
Stk. 2. Síðani koma í 3 deildum tey rættindi, sum havast til eigindómin. Í 1. deild standa heimildir, smbr. T.L. § 10, stk. 4. Áraka skeyti verður keypslupeningurin settur, og áraka onnum heimildarbrøv tað í skjalinum skrivaða eigindómsvirði. Í somu deild verða eisini førdar frásagnir um ómynduggerð, bandleggjan, trotabúgv, deyðabússkifti, uppboð og tílíkar frásagnir, ið viðvíkja rættinum at ráða sum eigari.
Stk. 3. Í 2. deild verða førd brúksrættindi, forkeyps- og afturkeypsrættur, servituttir o. tl. umframt avhendingarbrøv viðvíkjandi økjum, sum ikki enn eru sundurbýtt, og í 3. deild øll pantirættindi, her íroknað fíggjarúttøkur og lóghald. Í hesum deildum verður serligt pláss sett av til broytingar og strikingar. Tá ið pantirættur verður avhendaður annaðhvørt til ognar ella hondpant, verður bæði avhendingin og rættindahavarans bústaður at viðmerkja í síðstnevnda teigi.
Stk. 4. Av hvørjum skjali verða tær í T.L. § 17 nevndu ásetanir førdar.
§ 24. Stk. 1. Bløð til felagseigindómar verða innrættað eftir somu meginreglu sum onnur eigindómsbløð, smbr. § 23. Í 1. deild verða tey matr. nr. førd, sum hava part í felagseigindómum við tilskilan av støddini á partinum, sagt í markatali ella á annan hátt. Í 2. og 3. deild verða sett tey tyngsl og heftingar, sum liggja á felagseigindóminum sjálvum. Hesi tyngsl og heftingar verða bert sett á eigindómsbløðini hjá teimum eigindómum, sum eiga part í felagseigindóminum, tá ið biðið er um tað við áriti á skjali, og tyngslið ella heftingin eisini viðvíkur viðkomandi eigindómi.
Stk. 2. Á bygdabløðini verður fyrst sett navn og markatal. Síðani kemur í 1. deild tey matr. nr., sum eiga í markatalinum í bygdini, og tilskilað verður, hvussu nógv hetta er. Í 2. deild verða sett grannastevnuviðtøkur, útskiftingar- og búnaðarstevnuúrskurðir og aðrar lógligar viðtøkur og avgerðir, ið sum heild viðvíkja øllum markatalinum í bygdini, men verður bert sett á bløðini hjá teimum einstøku eigindómunum ella felagseigindómum, um tær í stk. 1, seinasta punktum, settu treytir eru loknar.
§ 25. Tá ið tingbóksbløðini eru full, verða tey tikin úr tingbókini og verða goymd í tí røð, tey høvdu í henni. Soleiðis savnað verða tey latin landsskjalasavninum eftir avtalu við tað.
§ 26. Í aktunum verða bert varðveitt endurrit av teimum tinglisnu skjølunum. Saman við skjølum, ið eru lutvíst avlýst eftir fulltrú, verða tó eisini varðveitt endurrit av viðkomandi fulltrúum.
§ 27. Í hvørjari akt verður fremst sett endurritið av heimildarskjalinum, síðani endurrit av pantiskjølum og seinast av servituttskjølum o. tl.
§ 28. Stk. 1. Á forpermuni til aktina skal standa eigindómsins matrikulheiti, og á blaðnum hjá eigindóminum í tingbókini verður sett frámerki, eigindómsins akt hevur. Tá ið skjal verður innført í tingbókina, fær tess endurrit aktarinnar frámerki.
Stk. 2. Aktirnar verða savnaðar í serlig stálskáp og verða settar í nummarrøð í hvørjum skápi.
§ 29. Stk. 1. Tá ið skjal verður avlýst, verður endurritið á tí goymt í skjalasavninum saman við kvittanini og møguligari fulltrú. Verður eigarapant noterað samstundis sum pantiskjal verður avlýst, verður endurritið av kvittanini og av møguligari fulltrú tó lagt í aktina og verður verandi har saman við endurritinum av skjalinum, til noteringin er strikað. Tá ið heimildarbræv verður tinglýst treytaleyst, verður endurritið av tí eldra heimildarbrævinum eisini lagt í skjalasavnið.
Stk. 2. 1 Endurritini verða løgd soleiðis í skjalasavnið, at endurrit av heimildar- og servituttskjølum verða løgd í einum parti fyri seg og hini endurritini fyri seg. Í hvørjum av hesum pørtunum verða endurritini løgd í tíðarrøð og savnað fyri hvørt fjórðingsár. Eina ferð um árið verður heimildar- og servituttendurrit, ið eru tikin frá fyri meira enn 3 árum síðani, send landsskjalasavninum, løgd eftir sýslu, bygd og matr. nr., meðan hini endurritini, ið eru meira enn 3 ára gomul, verða fyribeind við tørvandi eftirliti av skrivstovuni hjá tinglýsingarmyndugleikanum.
XI. Um hvussu persónbókin er innrættað og verður førd. Persónbóksaktirnar.
§ 30. Stk. 1. Persónbókin verður býtt sundur í fýra deildir, hesar eru:
1) Pantibrøv (eisini skaðaloysisbrøv) í leysafæ og tinglýstir skiftiúrdráttir,
2) hjúnasáttmálar, búsbýti og ræðisskerjan sambært lóg nr. 56 frá 18. mars 1925 um hjúnabands rættarfylgju § 12,
3) ómynduggerð og lógverjumál, og
4) pantibrøv (eisini skaðaloysisbrøv) við panti í veiði, smbr. núgaldandi lóg nr. 189 frá 7. juni 1958.
Stk. 2. 1 Persónsbókin verður førd av starvsfólkum hjá tinglýsingarmyndugleikanum.
Stk. 3. Til hvørt tinglýst skjal verður gjørt eitt blað, og á hetta blaðið verður sett, hvat slag skjalið er, dagurin tað er tilmeldað og partanna navn og bústaður; pantibrøvum (eisini skaðaloysisbrøvum) viðvíkjandi og hjúnasáttmálum skal eisini standa ávikavist pantiskuldarans og hjúnanna føðingardagur.
Stk. 4. Bløðini verða sett í hvørjari av teimum 4 persónbóksdeildunum eftir røð á nøvnunum á viðkomandi høvuðspersónum; pantibrøvum (eisini skaðaloysisbrøvum) viðvíkjandi og hjúnasáttmálum eisini eftir føðingardegi.
§ 31. Endurritini av tinglýstum skjølum verða sett í aktirnar eftir teimum 4 persónbóksdeildunum og í hvørji deild eftir persónbóksins bókstavum ella eftir teirri røð, tey eru tinglýst. Ásetaninar í § 26 koma somuleiðis her í nýtslu. Aktirnar verða savnaðar í serligum stálskápum ella -køssum.
§ 32. Stk. 1. Endurritið hjá viðkomandi skjali og persónbóksblaðið verða løgd í skjalasavnið
1) tá ið tey viðvíkja teimum í § 30, stk. 1, nr. 4, nevndu skjølum og pantirætturin eftir lógini um veð í veiði er hildin uppat,
2) tá ið tey viðvíkja pantibrøvum (eisini skaðaloysisbrøvum), sum geva undirpant í ávísum leysafælutum, og tað eru farin meira enn 10 ár síðani tinglýsingina, og áðrenn henda tíð er farin, ikki er tilmeldað tinglýsing av nýggjum,
3) tá ið tað eru onnur skjøl, og hesi verða avlýst, ella tann í § 33 nevnda frásøgn kemur fram.
Stk. 2. 1 Einaferð um árið verða tey bløð og endurrit, sum eru tikin úr fyri meira enn 3 árum síðani, fyribeind, og verður hetta gjørt við tørvandi eftirliti av skrivstovuni hjá tinglýsingarmyndugleikanum. Í minsta lagi einaferð um árið verður persónbókin hugd ígjøgnum, so burturoldaði skjøl verða úrtikin.
§ 33. Verður deyðabúgv viðgjørt av skiftirættinum (ella executor testamenti) og í búnum finst hjúnasáttmáli millum hin deyða og tann fyrr deyða hjúnafelagan, ella um hin deyði var ómynduggjørdur, ella fyri hann var fyriskipað lógverjumál ella skerdur at ráða eftir tinglýstum skiftiúrdrátti, sendir skiftirætturin (ella executor), tá ið skiftið er liðugt, tinglýsingarskrivstovuni frásøgn um tað.
§ 34. 1 Øll hava rætt til eftir teimum reglum, sum ásettar eru, við skrivligari umsókn, har øll nøvn partanna og starv eru tilskilað, at fáa at vita, um hjúnasáttmáli er gjørdur, og um so er, nær og hvar hann er tinglýstur.
§ 35. Reglurnar í § 34 koma á sama hátt í nýtslu viðvíkjandi búsbýtum og ræðisskerjingum eftir lóg nr. 56 frá 18. mars 1925 um hjúnabands rættarfylgju § 12.
XII. Um at koyra tað burtur úr tingbókunum, sum mist hevur sín týdning.
§ 36. Stk. 1. 1 Tá ið eigindómsbløð verða skrivað av nýggjum, skal tinglýsingarmyndugleikin strika tey rættindi, sum eyðsæð ikki eru til longur, smbr. T.L. § 20, stk. 1. Sum dømi kunnu serliga vera nevnd tílík, har rætturin sjálvur er avmarkaður í tíð, t.d. leigurættur, og tann fyri rættin ásetta tíð er farin, og einki er meldað til tinglýsingar um endurnýgging av rættinum, har rættindi eru stovnað til frama fyri ávísan persón fyri lívið, og persónurin er deyður, har tað annars er sett ávís treyt fyri, at rættindi kunnu vera, og henda treytin ikki er til longur, og har tað er púra greitt, soleiðis sum rætturin er, at hann als ikki longur kann vera framdur á viðkomandi eigindómi, t.d. tá ið rætturin til grasning, veiði o. tl. liggur á einum eigindómi, sum nú er lendi, har nógv er bygt.
Stk. 2. Er ivi um, um ein rættur er fallin burtur, men kortini má ætlast at hava mist sín týdning, ella tað er mest líkt til, at so er, skal vera farið fram eftir tí í T.L. § 20, stk. 2, nevndu mannagongd.
Stk. 3. 1 Tó skal tinglýsingarmyndugleikin, í staðin fyri at fara soleiðis fram, venda sær til rættindahavaran, um tað á henda hátt fæst lættari at vita, um rættindi enn eru til.
XIII. Kærumál.
§ 37. Stk. 1. 1 Verður tinglýsingarmyndugleikans tinglýsingaravgerð kærd, skal viðmerking beinanvegin verða gjørd um hetta í dagbók, tingbók ella persónbók.
Stk. 2. Er tinglýsingaravgjald goldið fyri skjal, sum verður víst burtur frá dagbók, tingbók ella persónbók, verður avgjaldið afturgoldið, og verður tað ført sum útreiðsla í avgjaldskassabókini við viðmerking í viðmerkingardeildina í dagbókini.
XIV. Váttanir eftir T.L. § 23, stk. 2.
§ 38. 1 Tinglýsingarmyndugleikin kann biðja ein landmátara ella landmátteknikara frá matrikulmyndugleikanum um at gera metingina sambært § 23, stk. 2 í tinglýsingarlógini.
Stk. 2. Tann, ið ger metingina eftir stk. 1, skal tryggja sær, at panthavari ikki mótmælir henni. Hetta kann gerast skrivliga, umvegis teldupost ella telefon.
Stk. 3. Tílíkar váttanir mugu bert verða givnar, tá talan er um eitt, í mun til eigindómsins virði, lítið jarðarstykki.
XV. Fyribilsreglur.
§ 39. Í aktirnar verða bert tey endurrit av skjølum løgd, ið verða meldað til tinglýsingar, tá ið T.L. er komin í gildi, meðan tað vanliga ikki verða gjørd endurrit av teimum skjølum, sum eru í skeyta- og pantibrævabókunum. Hetta kann tó verða gjørt, tá tað bert eru nøkur fá skjøl í gomlum tinglesingarbókum, ið enn eru galdandi, meðan hini øll eru strikað.
§ 40. Tey pantibrævaoyðubløð og onnur oyðubløð, ið góðkend eru av løgmálaráðnum, fara at verða nýtt, til tey verða avloyst av øðrum, landsstýrið hevur góðkent, smbr. § 3. Sama er galdandi viðvíkjandi endurritstilfari.
§ 41. Henda kunngerð kemur í gildi sambært reglurnar í T.L. § 54. Aftaná ta tíð, sum nevnd er í § 54, stk. 1, 1. pkt., fer kunngerð frá 28. november 1925 um innskriving av hjúnasáttmálum v. m. úr gildi.