Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Kunngerð nr. 65 frá 20. november 1964 av reglugerð fyri metingarnevndina eftir løgtingslógini um býarskipanir og byggisamtyktir.
Við heimild í § 18, stk. 1, í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Metingarnevndin setir støddina av endurgjaldinum, sum ognarmaður ella annar rættindahavari eigur orsakað av ognartøku ella avhending eftir løgtingslóg nr. 13 frá 21. mei 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir og tekur tær avgerðir, ið serliga eru nevndar í lógini.
§ 2. Metingarnevndin skal seta endurgjaldið eftir virðinum á ognini í vanligum handli.
Stk. 2. Tá ið mett verður skal takast við:
a. tann virðisøkingin, sum tað, ið eftir er av ognini, verður mett at fáa av teimum gjørdu tiltøkum. Av hesum kann endurgjaldið heilt falla burtur, tá tey gjørdu tiltøk verða mett at geva størri fyrimun enn virði er av tí latna ella rættindunum.
b. tær skerjingar, fyrivarni ella treytir, sum galdandi eru fyri góðkenning av bygging á ognini.
d. um tað, ið latið verður, fyrst kann nýtast seinri ella undir vissum treytum.
e. um eitt øki, ið tikið verður til vegvíðkan, skal vera óbygt eftir byggilóggávuni ella longu hevur verið nýtt til veg.
f. um avhending ikki ger, at ognin fer at liggja verri fyri við veg, ella møguleikarnir at nýta tað, ið eftir verður av ognini, eru teir somu, og skal í hesum føri økið metast sum økið aftanfyri.
g. um viðlíkahaldsskylda eftir byggisamtykt er lokin.
h. um leiguinntøkur av ognini eru rímiligar sammett við brúksvirðið.
Stk. 3. Tá avhending av einum parti av eini ogn ella rættindum, knýttar til hennara ger, at ognin aftaná ta kravdu avhendingina fær eina slíka stødd, snið ella legu ella á annan hátt soleiðis vorðin, at hon ikki kann nýtast til sjálvstøðuga bygging ella nýtast soleiðis sum fyrr, og ognarmaður tí kann krevja alla ognina tikna, skal nevndin royna at fáa í lag býti annaðhvørt við peningagjaldi ella við ognarbýti. Verður ikki semja um málið á vanligan hátt, kann metingarnevndin, tá ið staðarumstøðurnar tala fyri tí, krevja, at lendi, ið nevndin virðismetir til sama virði, skulu verða ognarbýtt.
Stk. 4. Nevndin skal við almennari kunngerð tilsiga møguligum rættindishavarum í viðkomandi ogn. Eigarar av tinglýstum (tinglisnum) rættindum skulu tilsigast í innskrivaðum brævi, um bústaður teirra er kendur. Tann, sum ikki møtir, missir síni rættindir, um tey ikki eru tinglýst (tinglisin) ella lógarbundin.
§ 3. Mál, sum verða løgd fyri nevndina, verða viðgjørd á fundum.
Stk. 2. Formaðurin ella varamaður hansara leiðir fundin og leggur málini fram.
Stk. 3. Formaðurin boðar til fundar við tilskilan um dagsskrá og við í minsta lagi 8 daga freist. Freistin kann tó styttast ella fráfallast, um allir partar samtykkja.
Stk. 4. Boðast skal til fundar í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at eitt mál er lagt fyri nevndina.
Stk. 5. Øll mál skulu verða avgreidd 1/2 ár aftaná, at málið er lagt fyri nevndina.
§ 4. Nevndin er bert viðtøkufør at kunna taka avgerð í einum máli um endurgjald, tá hon er fullmannað.
Til fyrireikandi fundir er tað tó nóg mikið, at 2 limir umframt formannin eru møttir.
§ 5. Hvør nevndarlimur, sum kann ikki møta til ein ella fleiri fundir, skal beinanvegin boða nevndarformanninum frá hesum, sum síðan beinan vegin gevur varamanni hansara boð at møta.
§ 6. Viðvíkjandi fundum verður førd gerðabók, sum, tá fundurin er at enda komin, verður undirskrivað av øllum teim møttu limunum.
§ 7. Í øllum endurgjaldsmálum skal nevndin taka afturat sær serkøna hjálp, ið skal vera við í øllum samráðingum, um tey endurgjøldsmál, ið liggja fyri og leiðbeina nevndina í øllum tekniskum spurningum, ið koma fyri í málinum, men atkvøðurætt eiga teir ongan. Landsstýrið skjýtur upp 4 serfrøðingar at velja ímillum.
§ 8. Nevndin skal avgera á hvønn hátt, útreiðslur fyri viðgerð av máli skulu verða goldnar, eisini samsýning til nevndarlimirnar og til serfrøðingar og kann krevja, at hann, ið reisti kærumálið, sum trygging frammanundan skal seta í veð vissa peninganøgd til hesar útreiðslur.
Tær útreiðslur, ið nevndin ásetir, kunnu verða pantaðar.