Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. juni 2008Nr. 66
Kunngerð um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum
Við heimild í §§ 5, 9 og § 9 a í løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT), sum broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 19. mai 2008, verður ásett:
§ 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum góðkendum bjargingar-vesti, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir vera í bátinum. Høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum kunnu tó áleggja manningini at vera í vestinum undir róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.
Stk. 3. Felagið, ið báturin rør fyri, skal ansa eftir, at manning, sum ikki er fylt 15 ár, nýtir bjargingarvest sbrt. stk. 1 og 2.
§ 2. Harumframt skal kappróðrarbátur í minsta lagi hava hesa útgerð umborð undir venjing:
1) kumpass,
2) pøs ella eyskar at oysa við,
3) radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, og
4) floytu ella blásilúður.
§ 3. Við bót verður tann revsaður, sum ikki er í góðkendum bjargingarvesti sbrt. § 1, stk. 1 og stk. 2, 2. pkt.
Stk. 2. Felagið, ið báturin rør fyri, verður revsað við bót fyri brot á § 1, stk. 2, 1. pkt., § 1, stk. 3 og § 2.
Stk. 3. Fiskiveiðieftirlitið kann avgera revsimálið við sektaruppskoti eftir reglunum í grein 9 a í lógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 64 frá 17. mai 2006 um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum.
Fiski- og Tilfeingismálaráðið, 12. juni 2008
Tórbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)