Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. juni 2016Nr. 66
Kunngerð um viðurkenning av útlendskum sjóvinnubrøvum til tænastu umborð á føroyskum fiskiskipum
Við heimild í § 12, stk. 5 og § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015, verður ásett:
§ 1. Viðurkenningarprógv sbrt. hesi kunngerð merkir sjóvinnubræv, útskrivað av Sjóvinnustýrinum við STCW-F-átekning samsvarandi ásetingunum í STCW-F-sáttmálanum.
Stk. 2. Eitt útlendskt sjóvinnubræv sbrt. hesi kunngerð merkir eitt galdandi sjóvinnubræv, útgivið av einum heimilaðum útlendskum myndugleika í einum landi, sum hevur undirskrivað STCW-F–sáttmálan, og
1) sum gevur rætt til tænastu sum yvirmaður umborð á einum fiskiskipi í tí landinum, og
2) sum er útgivið sambært reglugerð II/I, II/2, II/3, II/4, II/5 ella II/6 í tí STCW-F–sáttmálanum, sum er í gildi.
§ 2. Á fiskiskipum, á 15 metrar ella longri, skulu yvirmenn, sum ikki hava føroyskt sjóvinnubræv, hava eitt galdandi útlendskt sjóvinnubræv, sum er í gildi við STCW-F-átekning frá Sjóvinnustýrinum.
§ 3. Avvarðandi reiðarí søkir, á serligum umsóknarblaði, um viðurkenningarprógv frá Sjóvinnustýrinum.
Stk. 2. Reiðaríið skal vátta, at viðkomandi sjófólk, ið søkt verður um viðurkenningarprógv til, er sett í starv til tænastu umborð á fiskiskipi, skrásett í Føroyum.
§ 4. Útgáva av viðurkenningarprógvi er treytað av, at viðkomandi sjófólk í minsta lagi hevur:
1) galdandi útlendskt sjóvinnubræv, sum ikki gongur út innan fyri teir komandi 6 mánaðirnar,
2) prógvað samleika sín fyri Sjóvinnustýrinum við avriti av passi,
3) heilsuprógv fyri sjófólk, sum er galdandi fyri ta tænastu, ið viðurkenningarprógvið gevur rætt til,
4) galdandi radiopróvbræv innan GMDSS, GOC ella ROC, við útgávu av viðurkenningarprógvi, sum gevur rættindi sum brúgvayvirmaður, og
5) staðið góðkent skeið í føroyskari sjóvinnulóggávu.
Stk. 2. Í serligum føri kann Sjóvinnustýrið áseta eyka krøv til sjófólk fyri at tryggja, at viðkomandi sjófólk lýkur ásett krøv til útbúgving og førleikar sbrt. STCW-F sáttmálanum.
Stk. 3. Krav um roynd ella lokið skeið, sbrt. stk. 1, nr. 5, kann í serligum føri víkja frá, tá ið kunnleiki um føroyska sjóvinnulóggávu á annan hátt kann skjalprógvast.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann loyva, at galdandi heilsuprógv frá umsøkjara er útskrivað av góðkendum sjóvinnulækna í norðurlondum.
§ 5. Eitt viðurkenningarprógv verður givið fyri í mesta lagi eitt 5 ára tíðarskeið. Gildistíðin kann tó ikki verða longri enn tíðarskeiðið, útlendska sjóvinnubrævið er galdandi.
Stk. 2. Eitt útlendskt viðurkenningarprógv kann ikki nýtast sum grundarlag fyri at geva út eitt føroyskt viðurkenningarprógv.
Stk. 3. Viðurkenningarprógvið kann útgevast fyri eitt avmarkað tíðarskeið ella bara sum galdandi fyri tænastu á einum ella fleiri ávísum skipum.
Stk. 4. Reiðarí og skipari hava skyldu til at eftirkanna gildistíðina á viðurkenningarprógvinum hjá sjófólkinum við ámynstring og avmynstring.
§ 6. Sjóvinnustýrið viðger umsóknina, tá ið gjaldið sbrt. kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum, er goldið.
§ 7. Tænasta í einum starvi, sum krevur viðurkenningarprógv, er loyvd uttan viðurkenningarprógv í einum tíðarskeiði upp á í mesta lagi 3 mánaðir, um
1) avvarðandi sjófólk hevur eitt galdandi útlendskt sjóvinnubræv frá einum heimilaðum útlendskum myndugleika við einari STCW-F-átekning til ta tænastu, sum avvarðandi hevur,
2) reiðaríið hevur tryggjað sær, at avvarðandi sjófólk fer at lúka treytirnar í § 4, stk. 1, nr. 5, um talan er um tænastu sum skipari, yvirstýrimaður, maskinstjóri ella 1. Maskinmeistari,
3) umsókn um viðurkenningarprógv er latin inn til Sjóvinnustýrið samsvarandi galdandi vegleiðing áðrenn tænastan byrjar, og
4) frumritið av sjóvinnubrævinum er umborð saman við fullfíggjaðari skjalfestan fyri, at umsóknin er latin inn til Sjóvinnustýrið.
Stk. 2. Fyri tænastu sum radiopassari krevst, umframt treytirnar í stk. 1, at viðkomandi radioprógv lýkur ásetingarnar í reglugerð um treytir at nýta radioútbúnað í radiotænastu á sjónum (siglingaradiopróvbrøv).
§ 8. Brot á § 2 og § 5, stk. 4 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Stk. 3. Tá ið revsiábyrgd verður áløgd verða persónar, sum onnur enn reiðarin hava sett umborð á skipið at arbeiða, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. juni 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)