Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juni 2010Nr. 69
Kunngerð um skúlavegleiðing
Við heimild í § 24 stk. 2 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 28. apríl 2009, verður ásett:
§ 1. Skúlaleiðarin setur ein av lærarum skúlans sum skúlavegleiðara.
Stk. 2. Skúlar kunnu hava felags skúlavegleiðara og tilfarssavn.
§ 2. Skúlavegleiðarin skal hava staðið skúlavegleiðaraútbúgving.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingini um útbúgving smbrt. stk.1.
§ 3. Skúlavegleiðarin skipar fyri ráðgevingini og leiðbeiningini í samstarvi við leiðsluna og flokslæraran.
Stk. 2. Skúlavegleiðarin skal eisini samstarva við
1) aðrar útbúgvingar- og skúlavegleiðingarskipanir,
2) partarnar á arbeiðsmarknaðinum,
3) sernámsfrøðiligu skipanina og
4) foreldrini.
§ 4. Skúlavegleiðarin skal skipa fyri og hava um hendi tilfarssavn á hóskandi staði.
Stk. 2. Ásetingarnar um tilfarssavn, sbrt. stk. 1, kunnu lúkast við avtalu við skúlabókasavn ella annað bókasavn.
Stk. 3. Skúlavegleiðarin skal hava hóskandi skrivstovuhøli og amboð til taks innan arbeiðsøki sítt.
§ 5. Í hvørjum sjálvstøðugum skúla, sum hevur næmingar í 6. skúlaári ella eldri, verður skipað fyri skúlavegleiðing.
§ 6. Skúlavegleiðingin skal ráðgeva og leiðbeina næmingar í sambandi við útbúgvingar- og starvsval teirra og skipa arbeiðið í tráð við læruætlanir og ásetingar, sum hava heimild í § 8, stk. 1 nr. 3 í fólkaskúlalógini í kravda undirvísingarevninum útbúgvingar- og vinnulívskunning.
§ 7. Næmingar hava rætt til ráðgeving og leiðbeining í sambandi við útbúgvingar- og starvsval teirra.
Stk. 2. Næmingar, ið fara í starvsvenjing, skulu frammanundan hava kunning um arbeiðsmarknaðin og persónliga eftirmeting eftir starvsvenjingina.
§ 8. Ráðgevingin og leiðbeiningin fyri næmingar í 6. til 10. árgangi um útbúgvingar- og starvsval verður skipað sum felags undirvísing, ráðgeving og leiðbeining fyri bólkar og sum einstaklingaráðgeving og leiðbeining.
Stk. 2. Felagsráðgevingin og leiðbeiningin fatar um hesi evni:
1) Valgreina- og breytatilboð skúlans.
2) Onnur undirvísingartilboð enn fólkaskúlin.
3) Møguleikar at lúka undirvísingarskylduna.
4) Skipan, upptøkukrøv, møguleikar o.a. í útbúgvingarverkinum.
5) Vinnu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti.
Stk. 3. Einstaklingaráðgevingin og leiðbeiningin fatar um hesi evni:
1) Vegleiðaraarbeiði í skúlanum.
2) Útbúgvingar- og virkisætlan fyri tann einstaka.
3) Vegleiðing í sambandi við at velja vallærugrein og breyt.
4) Vegleiðing til næmingar við serligum tørvi.
5) Vegleiðing í sambandi við, at næmingur fer úr skúlanum í ótíð.
§ 9. Starvsvenjingin skal m.a. geva næmingum:
1) kunning um arbeiðsmarknaðin,
2) møguleika at royna ymisk arbeiði,
3) møguleika at taka lut í dagliga virkseminum á einum arbeiðsplássi og
4) betri førleika at velja útbúgving ella starv.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 9. juni 2010
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýrismaður
/ Leivur Harryson (sign.)