Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. oktober 2004Nr. 69
Kunngerð um adressur, sum broytt við kunngerð nr. 17 frá 21. februar 2012
Eftir §§ 8 og 9 í løgtingslóg nr. 17 frá 6. mars 2002 verður ásett:
§ 1.1) Við adressu skilst eitt navn og eitt nummar við møguligum tilhoyrandi bókstavi, sum eintýtt sigur, hvar adressueindin sbrt. stk. 2 er, í býnum ella bygdini.
Stk. 2. Við adressueind skilst tað økið, bygningurin ella partur av bygningi, sum adressan vísir til.
Stk. 3. 1) Tá fleiri adressueindir hava somu inngongd, verður uppískoytið, ásett í § 4, stk 3, brúkt afturat ásetingunum í stk. 1.
§ 2. Kommunustýrið skal býta bygdina upp í hóskandi adressuøki, hvørt við sínum eintýdda staðfesta navni. Adressuøkið kann vera ein vegur, gøta, býlingur ella tún ella eitt annars natúrliga avmarkað øki. Er talan um heilt lítla bygd, kann øll bygdin verða mett sum eitt adressuøki.
Stk. 2. Sama heiti á adressuøki skal ikki nýtast fleiri ferðir í somu bygd.
§ 3. 1) Adressa skal tillutast øllum bygningum, sum verða nýttir til:
1) bústaðarendamál,
2) frítíðarendamál,
3) vinnuendamál, og
4) virksemi hjá tí almenna.
Stk. 2. Somuleiðis kann adressa tillutast til annað virksemi, har nógv fólk kemur saman, t.d. ítróttaøki, parkeringsøki, kirkjugarðar o.a.
Stk. 3. Óbygdir eigindómar, har ætlanin er at byggja bygningar til endamál sbrt. stk. 1, skulu sum meginregla tillutast adressur.
§ 4. Allar adressueindir í einum adressuøki skulu hava serstakt nummar. Í bygningum við fleiri adressueindum, sum hava hvør sína inngongd út á veg ella tún, skal hvør einstøk inngongd hava egna adressu.
Stk 2. 1) Bókstavur afturat nummari skal nýtast, so sleppast kann undan umnummerering.
Hesir bókstavir kunnu brúkast: A,B,C,D,E,F,G,H,K,L,M,N,P,R,S,T,U,V,X,Z.
Har bókstavur verður nýttur afturat nummarinum, skulu allar adressur við sama nummari hava bókstav.
Stk. 3. 1) 2) Uppískoyti til adressueindir eftir § 1, stk. 3, verða skipað soleiðis:
1) Hava adressueindirnar somu inngongd, skrásetur uppískoytið hæddirnar við tølunum: 0, 1, 2, 3 o.s.fr. Er kjallarahædd ikki undir jørð, verður henda skrásett sum hædd 0. Veghædd verður skrásett sum hædd 0.
2) Eru adressueindirnar undir jørð, skrásetur uppískoytið hesar við tølunum: -1, -2 o.s.fr.
3) Eru adressueindirnar á somu hædd, skrásetur uppískoytið hesar antin við frámerkjunum hm, mi, vm, ella við talmerkingunum: 1, 2, 3, 4 o.s.fr. Talmerkt verður við klokkuni.
§ 5. Við nummerering skal líka nummar nýtast í høgru síðu og ólíka nummar í vinstru síðu, frá vegbyrjan.
Stk. 2. 1 Við nummerering av adressum skulu, í tann mun tað ber til, nýtast heil tøl. Bókstavir mugu bert nýtast, tá ið nýggjar inngongdir verða gjørdar í verandi adressuøki.
§ 6. Tá bygningur liggur á horni, skal hann hava sjónliga adressu til tann vegin, har ið inngongdin er, og goymda adressu til hin vegin, soleiðis at um hornið er byrjanin av vegi, fær fyrsta inngongdin (næsti bygningur) nr. 3 ella 4.
§ 7. Til óbygd grundstykki ella lendi millum bygningar, skal nummarið ásetast, sum um lendið var bygt. 20 m er hóskandi longd millum nummurini.
§ 8. 1) Tá kommuna viðmælir sundurbýti ella játtar byggiloyvi, skal hon áseta adressu, um hetta ikki longu er gjørt samb. § 3, stk. 3.
§ 9. 1) Landsadressuskráin verður umsitin av Umhvørvisstovuni.
§ 10. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn 13. oktober 2004
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)