Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juni 2008Nr. 69
Kunngerð um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum
Við heimild í § 4, stk. 3, § 10, stk. 2 og § 24, stk. 2 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verður ásett:
§ 1. Á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum verða nýtt til vinnuliga ferðamannasigling, og sum sigla við fleiri enn 5, men ikki fleiri enn 12 ferðafólkum, skal manningin telja minst tveir persónar.
Stk. 2. Á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum verða nýtt til vinnuliga ferðamannasigling, og sum sigla við upp til 5 ferðafólkum, er bert tann í § 2, stk. 1 nevndi persónur kravdur, sbr. § 4.
§ 2. Skiparin á einum fari sbrt. § 1 skal hava
1) Dugnaskaparroynd í sigling,
2) góðkent trygdarskeið fyri sjófólk og
3) fullgilt heilsuprógv fyri sjófólk.
Stk. 2. Hin persónurin, sbrt. § 1, stk. 1, skal
1) vera myndugur,
2) hava fullgilt heilsuprógv fyri sjófólk,
3) góðkendt trygdarskeið fyri sjófólk og
4) hava fingið upplæring í handfaring av farinum.
§ 3. Verður farið bert nýtt í áum og á vøtnum, er tann í § 2, stk. 2 nevndi persónur ikki kravdur.
§ 4. Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 749 kW, skal ein persónur, sum hevur dugnaskaparroynd í motorpassing vera umborð. Tann persónurin kann vera annar av persónunum nevndur í § 2. Er framtøkumegin á farinum meira enn 749 kW, verður manningin ásett sambært manningarlógini.
§ 5. Brot á §§ 1, 2 og 4 verður sektað við bót.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Til 1. mai 2009 kunnu persónar, sum ikki lúka treytirnar í § 2, stk. 1 og § 4 um dugnaskaparroynd, men sum kunnu skjalprógva at hava ført ella ansað motori á førum nevnd í § 1 í minsta lagi í 1 ár tey seinastu 5 árini, halda áfram í hesi tænastu.
Fiski- og tilfeingismálaráðið, 23. juni 2008
Tórbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)