Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 07-06-2013
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2013 A - Kunngerð 72 frá 3. juni 2013
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. juni 2013Nr. 72

Kunngerð um góðkenning av virkjum, sum framleiða, umvæla og endurnýggja pakkitilfar, plattar o.a. úr viði

Við heimild í § 1, stk. 1 í lov nr. 370 frá 21. desember 1938 for Færøerne om bekæmpelse af smitsomme plantesygdomme og skadedyr, verður ásett:

§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri virki, sum:

1)   Framleiða, umvæla ella endurnýggja pakkitilfar, plattar o.a. úr viði.

2)   Viðgera við, sum verður nýttur til framleiðslu av pakkitilfari, plattum o.ø.

§ 2. Umhvørvisstovan góðkennir virki, sum eru fevnd av § 1.

Stk. 2. Umsókn um góðkenning ella endurnýggjan av góðkenning skal latast Umhvørvisstovuni á umsóknarblaði, sum Umhvørvisstovan evnar til.

Stk. 3. Góðkenningar kunnu vera tíðaravmarkaðar, tó ikki styttri enn 1 ár.

Stk. 4. Góðkend virki fáa eitt góðkenningarnummar.

Stk. 5. Umhvørvisstovan almannakunnger yvirlit yvir góðkend virki.

§ 3. Umhvørvisstovan ásetur í góðkenningini treytir um, hvussu virkini skulu hitaviðgera, framleiða, umvæla, endurnýggja og merkja pakkitilfar, plattar, við o.a.

Stk. 2. Umhvørvisstovan ásetur í góðkenningini treytir um góðskustýring, innaneftirlit, skjalprógv o.a.

Stk. 3. Treytir sambært stk. 1 og 2 verða m.a. settar sambært International Plant Protection Convention (IPPC) og Regulation of Wood Packaging Material in International Trade (ISPM No.15), sum sæst á heimasíðuni www.us.fo.

§ 4. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð og góðkenningartreytirnar verða hildnar.

§ 5. Umhvørvisstovan kann taka góðkenningina aftur, um virkið ikki lýkur treytirnar í góðkenningini.

§ 6. Avgerðir, tiknar av Umhvørvisstovuni eftir hesi kunngerð, kunnu kærast til Innlendismálaráðið innan fýra vikur eftir, at avgerðin er móttikin.

Stk. 2. Kæra verður send til Umhvørvisstovuna, sum sendur hana víðari til Innlendismálaráðið við neyðugum skjølum.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 55 frá 2. september 2004 um góðkenning av virkjum, sum framleiða pakning úr viði og tílíkum.

 

Innlendismálaráðið, 3. juni 2013

 

Kári P. Højgaard (sign.)
landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)