Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2012Nr. 72
Kunngerð um taðing, sum broytt við kunngerð nr. 11 frá 18. februar 2020
Við heimild í § 4, stk. 1, § 6, stk. 2, § 7, § 13, § 35, stk. 2, § 35 a, § 37, stk. 3, § 39, stk. 2 og § 72, stk. 3 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 25. frá 14. mai 2008 og nr. 128 frá 22. desember 2008, verður ásett:
Endamál og virkisøki
§ 1. Endamálið við kunngerðini er:
1) at tryggja, at taðing ikki elvir til dálking av umhvørvinum, heilsuvanda ella ampa í nærumhvørvinum,
2) at tryggja, at tøð o.a. verða goymd undir tryggum viðurskiftum,
3) at fremja nýtsluna av tøðum sum tilfeingi.
§ 2. Kunngerðin fevnir um goymslu og útbreiðslu av neytatøðum, súrhoyggjaevju o.a.
Allýsingar
§ 3. Í hesi kunngerð skilst við:
1) Ábyrgdarin: festarin, leigarin ella eigarin av jarðarlendinum.
2) Vatnveitingarlendi: lendi, har drekkivatn verður savnað sambært lógini.
3) Taðing: útbreiðsla av tøðum, sum jørðin kann taka ímóti.
4) Taðingarlendi: lendi, har taðingin lógliga kann fara fram.
5) Djóraeind: ein mjólkikúgv uttan viðsetu, sum er inni alt árið, ella 3 ungneyt, sum eru inni alt árið.
Fyrisiting og eftirlit
§ 4. Kommunan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða fylgdar. Eftirlitið verður útint sambært kapitli 7 í lógini.
Taðingarætlan
§ 5. Kommunan skal krevja, at ábyrgdarin ger eina taðingarætlan, sum lýsir, hvussu taðingin verður skipað, og hvar tøðini verða sprænd. Ætlanin skal sendast kommununi til góðkenningar.
Stk. 2. Tíðarskeið, nøgd og hvar taðað er, skal skrásetast. Upplýsingarnar skula latast kommununi eftir umbøn.
Avmarkingar
§ 6. Taðing má bara fara fram í tíðarskeiðinum 15. mars til 15. oktober. Taðingin skal í mest møguligan mun fara fram í byrjanini av hesum tíðarskeiði.
Stk. 2. Ikki er loyvt at taða sunnu- og halgidagar.
Stk. 3.1) Kommunan kann í serligum førum geva einum ábyrgdara tíðaravmarkað undantaksloyvi til undir nærri tilskilaðum treytum at taða uttan fyri tað í stk. 1 ásetta tíðarskeiðið, um týðandi fyrilit fyri øðrum virksemi tala fyri tí. Ábyrgdarin skal í skrivligari umsókn um undantaksloyvi lýsa tørvin, ætlanina, nøgdina og slagið av tøðum, staðsetingina og støddina á lendinum, har ið ætlanin er at spræna tøðini.
Stk. 4. 1) Kommunan skal beinanvegin við almennari lýsing í svørtu talvu, á heimasíðu ella aðrastaðni kunna sínar borgarar um eitt undantaksloyvi sambært stk. 3 og treytirnar fyri loyvinum.
Stk. 5. 1) (Strikað).
Stk. 6. 1) (Strikað).
§ 7. Loyvt er ikki at taða á vatnveitingarlendum nærri enn 50 metrar frá vatnbrunnum og áum, løkum o.ø., sum leiða vatn í vatnbrunn.
Stk. 2. Ikki er loyvt at taða á økjum, sum eru lýst sum verndarøki fyri drekkivatn sambært § 10 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, sum broytt við kunngerð nr. 111 frá 7. sept. 2009.
§ 8. Loyvt er ikki at taða soleiðis, at tøðini beinleiðis seta í áir, løkir, vøtn, tjarnir, á strondina ella á sjógv.
Stk. 2. Loyvt er ikki at taða í regni, tó er loyvt at taða í sirmi.
Stk. 3. Loyvt er ikki at taða, tá lendið er fryst ella tá kavi liggur.
Stk. 4. Loyvt er ikki at taða í økjum, sum liggja oman fyri 250 metra hæddarkurvina, 2) sí fylgiskjal.
Stk. 5. Umhvørvisstovan kann í serligum førum, eftir umsókn, geva undantaksloyvi til taðing oman fyri 250 metra hæddarkurvina.
§ 9. Í sambandi við spræning av tøðum nærhendis bústøðum, skulu atlit takast at ampum av lukti, taðsprutti, o.ø.
Stk. 2. Í tann mun tað letur seg gera, skal tað ikki taðast, tá ættin liggur ímóti bygdum øki sambært góðkendari byggisamtykt.
Stk. 3. Í bý- ella bygdarøkjum er ikki loyvt at taða nærri enn 50 metrar frá bústøðum.
Stk. 4. Kommunan kann eftir umsókn veita undantak frá stk. 3 og áseta treytir fyri undantaksloyvinum.
Stk. 5. Fyri at verja serliga viðkvom náttúruøkir, eitt nú fuglabøli, lyngheiðar o.tíl., kann Umhvørvisstovan banna taðing í hesum økjum.
Stk. 6. Fyri at verja skónir og annan vøkstur skal tað, í tann mun tað letur seg gera, taðast soleiðis, at taðingin ikki rakar bøgarðar og hagagrót.
Stk. 7. Um dálking ella ampar standast av taðingini, skal kommunan geva boð um bøtandi atgerðir innan nærri ásetta freist. Verður ikki bøtt um dálkingina ella amparnar, kann kommunan gera av at banna taðing í økinum.
Goymslur o.tíl.
§ 10. Mykjubrunnar, køstar, súrhoyggjabrunnar o.tíl. skulu í minsta lagi rúma tí, sum svarar til 6 mánaða framleiðslu av tøðum.
§ 11. Goymslan av tøðum skal staðsetast soleiðis, at minst møguligur vandi er fyri dálkingaróhappum.
Stk. 2. Ábyrgdarin skal gera eina tilbúgvingarætlan, sum skal fevna um fyribyrging av dálkingaróhappum, og hvussu farast skal fram, um eitt slíkt óhapp hendir.
§ 12. Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar o.tíl. skulu verða vatntættir bæði í botninum og í vegginum. Teir skulu hava lok og girðing rundanum.
Taðingarlendi
§ 13. Ábyrgdarin skal hava atgongd til nóg mikið av taðingarlendi til at spræna tøðini á. Í minsta lagi 0,4 ha. av lendi skulu vera tøk fyri hvørja djóraeind.
Stk. 2. Um tøð skulu spjaðast á øki, sum ábyrgdarin ikki hevur ræðisrættindini á, skal ein skrivlig avtala fyriliggja, áðrenn taðingin fer fram.
Stk. 3. Kommunan kann geva frávik í stødd av taðingarlendi, um undirskot er av føðsluevnum í jørðini.
Gjøld
§ 14. Avvarðandi fyrisitingar- og eftirlitsmyndugleiki kann áseta gjøld fyri góðkenningar og eftirlit eftir hesi kunngerð. Gjøldini mugu ikki vera hægri enn umsitingarkostnaðurin av tænastuni.
Kæra
§ 15. Avgerðir hjá kommununi kunnu, innan 4 vikur frá tí degi avgerðin er fráboðað, kærast til Umhvørvisstovuna.
Stk. 2. Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni kunnu, innan 4 vikur frá tí degi avgerðin er fráboðað, kærast til Innlendismálaráðið.
Stk. 3. Kæran skal sendast tí myndugleika, sum hevur tikið avgerðina. Hesin sendir kæruna til kærumyndugleikan saman við tilfarinum, sum hevur ligið til grund fyri málsviðgerðini.
Revsing
§ 16. Tann, ið brýtur ásetingarnar í §§ 5-13 í hesi kunngerð, ella ikki aktar boð, givin við heimild í henni, verður, um ikki strangari revsing er ásett í aðrari lóggávu, revsaður við bót.
Stk. 2. Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 1 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um tað við brotinum er:
1) voldur skaði á umhvørvið ella elvdur vandi fyri hesum, ella
2) fingin ella ætlaður peningaligur fyrimunur fyri viðkomandi ella onnur, her uppi í við sparing.
Stk. 3. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 4. Fyri brot o.a., sum eru nevnd í stk. 1, er fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd 5 ár.
Stk. 5. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál. Rættartiltøkini í rættargangslógini kapitli 72 og kapitli 73 eru tó galdandi í sama mun sum í málum, sum verða viðgjørd av statsadvokatinum.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2012.
Stk. 2. Ásetingin í § 10 um goymsluviðurskifti, kemur í gildi 1. januar 2017.
Innlendismálaráðið, 29. mai 2012
Kári P. Højgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)