Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. juni 2012Nr. 75
Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2012
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 2, 3, 4 og 7, § 9, stk. 2, § 10, stk. 6, § 32, stk. 1 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997 og løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, og við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 73 frá 7. juni 2012 um gjøld í sambandi við fiskiskap eftir makreli í 2012 verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um skipan av fiskiskapinum eftir makreli (Scomber scombrus) við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2012 og treytir um umskiping, lating og móttøku av veiðu í tí sambandi.
Heildarkvota og býti
§ 2. Føroyska heildarkvotan av makreli í 2012 verður sett til 148.375 tons.
§ 3. Av heildarkvotuni, sbrt. § 2, kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2012 fiska 134.075 tons av makreli. Harumframt eru 6.075 tons av makreli, sum ikki vórðu fiskað í 2011, flutt til 2012.
Stk. 2. Av kvotuni, sbrt. stk.1, verða 55.000 tons latin fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum í 2009 høvdu rætt til fiskiloyvi, sbrt. § 5, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Kvotan verður latin sum egin árskvota. Heimilað er at flyta upp til 10% av eginkvotuni fyri 2012 fram til 2013. Á sama hátt verður heimilað at fiska upp til 10% upp um tillutaða eginkvotu fyri 2012. Ov nógv fiskað í 2012 verður mótroknað av tillutaðari eginkvotu í 2013.
Stk. 3. Av kvotuni, sbrt. stk.1, verða 9.000 tons latin øðrum enn teimum í stk. 2 nevndu fiskiførum, sum í 2009 høvdu rætt til fiskiloyvi til uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið verður sett eftir, hvussu nógv fiskifør hava rætt til og hava søkt um fiskiloyvi sbrt. § 6. Hámarkið verður sett eins í tonsum fyri øll fiskifør í bólkinum.
Stk. 4. Av kvotuni, sbrt. stk.1, verða 4.000 tons latin fiskiførum, sum í 2012 hava rætt til fiskiloyvi til botnfisk sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið verður sett eftir, hvussu nógv fiskifør hava rætt til og hava søkt um fiskiloyvi sbrt. § 6. Hámarkið verður sett eins í tonsum fyri øll fiskifør í bólkinum.
Stk. 5. Av kvotuni, sbrt. stk.1, verða 6.000 tons latin hesum fiskiførum, sum hava rætt til og hava søkt um fiskiloyvi sbrt. § 6:
1) Trolarum, sum hava veiðiloyvi til fiskiskap í altjóða sjógvi, sbrt. § 1, II, i í kunngerð um veiðiloyvi til føroysk fiskiskip.
2) Trolarum, hvørs fiskirættindi eru avmarkað til fiskiskap í altjóða sjógvi.
Tey 6.000 tonsini verða latin fiskiførum sum felagskvota við hámarki, har hámarkið í tonsum verður sett eins fyri øll fiskifør.
Stk. 6. Av kvotuni, sbrt. stk.1, verða 8.000 tons latin fiskiførum, sum í 2012 hava rætt til fiskiloyvi til rækjur við Svalbard og í NAFO-økinum, undantikin fiskifør, ið hava fiskiloyvi sbrt. § 5, stk. 4, 3. punktum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið verður sett eftir, hvussu nógv fiskifør hava rætt til og hava søkt um fiskiloyvi sbrt. § 6. Hámarkið verður sett eins í tonsum fyri øll fiskifør í bólkinum.
Stk. 7. Av kvotuni, sbrt. stk.1, verða 30.000 tons latin fiskiførum í bólki 2, sbrt. § 28, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið verður sett eftir, hvussu nógv fiskifør hava rætt til og hava søkt um fiskiloyvi sbrt. § 6. Hámarkið verður sett eins í tonsum fyri øll fiskifør í bólkinum.
Stk. 8. Av kvotuni, sbrt. stk.1, verða 5.000 tons latin fiskiførum í bólki 3, sbrt. § 28, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki, har hámarkið verður sett soleiðis, at einki fiskifar kann fiska meira enn 10% av felagskvotuni.
Stk. 9. Av kvotuni, sbrt. stk. 1, verða 3.000 tons latin hesum fiskiførum, ið hava rætt til og hava søkt um fiskiloyvi sbrt. § 6:
1) Fiskifør í bólki 4A, bólki 4B og bólki 5, sbrt. § 29, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
2) Fiskifør, sum hava fiskiloyvi sbrt. kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum, tó ikki fiskifør, sum eisini hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sbrt. § 28, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
3) Fiskifør, sum hava fiskiloyvi til skeljadjór í føroyskum sjógvi, undantikin fiskifør, sum í 2012 hava rætt til fiskiloyvi til rækjur, sbrt. § 5, stk.1, 1. og 2. punktum.
Tey 3.000 tonsini verða latin nevndu fiskiførum sum felagskvota við hámarki, har hámarkið verður sett soleiðis, at einki fiskifar kann fiska meira enn 10 prosent av felagskvotuni.
Stk. 10. Av kvotuni, sbrt. stk. 1, verða 2.000 tons latin fiskiførum í bólki 4T, sbrt. § 29, stk.1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Kvotan verður latin sum felagskvota.
Stk. 11. Av kvotuni til fiskifør undir føroyskum flaggi, sbrt. stk. 1, verða 4.000 tons sett av til vísindaligar fiskirannsóknir eftir tilmæli frá Havstovuni. Kvotan verður latin sum egin árskvota, sbrt. § 20, stk.1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Stk. 12. Av kvotuni til fiskifør undir føroyskum flaggi, sbrt. stk. 1, verða 8.075 tons sett av til vinnuligar makrelroyndir og verkætlanir, sbrt. § 4, og at nýta í samráðingum um fiskirættindini við onnur lond. Kvotan til vinnuligar makrelroyndir verður latin skipum sum felagskvota.
Stk. 13. Um líkindi eru fyri, at felagskvotan við hámarki í stk. 3-10, ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin hækka ella taka burtur ásetta hámarkið. Landsstýrismaðurin skal í góðari tíð, og í seinasta lagi 10 dagar áðrenn, boða frá avgerð um broytingar.
Stk. 14. Um líkindi eru fyri, at kvoturnar í stk. 3-10 ikki verða fullnýttar, kann landsstýrismaðurin loyva fiskiførum við loyvi sbrt. stk. 2-10 at fiska av hesum kvotum. Landsstýrismaðurin skal í góðari tíð, og í seinasta lagi 10 dagar áðrenn, boða frá avgerð um broytingar.
Stk. 15. Um kvoturnar, sbrt. stk. 11-12 ikki eru latnar, ella líkindi eru fyri, at latnar kvotur ikki verða fiskaðar, kann landsstýrismaðurin loyva fiskiførum við loyvi sbrt. stk. 2-10 at fiska av hesum kvotum.
Vinnuligar fiskiveiðiroyndir
§ 4. Fiskifør undir føroyskum flaggi, sum ætla at fáa lut í makrelkvotu, ið er sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir, sbrt. § 3, stk. 12, skulu skrivliga søkja Fiskimálaráðið um hetta. Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi innan 22. juni 2012 kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um reiðskap, útgerð og leiðir.
Stk. 2. Fiskimálaráðið skal senda umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk.1, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum gera ummæli til Fiskimálaráðið.
Stk. 3. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningar- og nýskapanarvirði í royndunum.
Gjøld
§ 5. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt, í sambandi við avgjøld sbrt. løgtingslóg um gjald á makrelveiðu í 2012, skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri makrel og hjáveiðu av uppsjóvarfiski:
Kruvdur, við høvdi | 1,15 |
Kruvdur, avhøvdaður | 1,3 |
Flak við skræðu og beini | 2,6 |
Flak, uttan skræðu, við beini | 2,6 |
Flak uttan skræðu og bein | 2,6 |
Fiskamjøl | 5,216 |
Fiskiloyvi
§ 6. Fiskiskapur eftir makreli kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Fiskimálaráðnum til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Fiskifør, sum hava rætt til fiskiloyvi sambært hesi kunngerð, skulu skrivliga søkja Fiskimálaráðið um hetta.
Stk. 3. Umsókn um fiskiloyvi, sbrt. § 3, stk. 3-9, skulu vera Fiskimálaráðnum í hendi innan 18. juni 2012 kl.12.00.
Umskiping o.a.
§ 7. Sbrt. § 10, stk. 3, 5 og 6 er bert loyvt fiskiførum, og øðrum førum undir føroyskum ella fremmandum flaggi, at umskipa, lata og taka ímóti veiðu, sum er fiskað sambært hesi kunngerð eftir umsókn og við loyvi frá Fiskimálaráðnum.
Stk. 2. Umskiping frá skipum, sum taka ímóti og frysta makrel og hjáveiðu, til annað far, kann bert fara fram við bryggju í føroyskari havn og við loyvi frá Fiskiveiðieftirlitinum. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá hesum kravi treytað av, at eftirlitið í sambandi við umskiping verður mett nøktandi.
Stk. 3. Fiskiveiðieftirlitið kann áleggja skipum, sum taka ímóti og frysta makrel og hjáveiðu í fiskiskapinum eftir makreli, at koma í føroyska havn til eftirlit, áðrenn tey fara úr føroyskum sjógvi.
Stk. 4. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Fiskiveiðieftirlitið eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum og flyta veiðuna til innvigingarstað, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Partroling
§ 8. Partroling er bert loyvd millum fiskifør innan fyri hesar bólkar:
1) Fiskifør, sum fiska av kvotu sbrt. § 3, stk. 2,
2) fiskifør, sum fiska av kvotu sbrt. § 3, stk. 3-9,
3) fiskifør, sum fiska av kvotu sbrt. § 3, stk. 10.
Stk. 2. Áðrenn fiskifar byrjar at partrola saman við einum øðrum fiskifari, skal fráboðan sendast Fiskiveiðieftirlitinum um, hvørjum partrolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Fiskiveiðieftirlitinum, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.
Stk. 3. Hjá fiskiførum, ið fiska av kvotu sbrt. § 3, stk. 3-9 er bert loyvt at skifta makkara, eftir at veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum, og fráboðan er send Fiskiveiðieftirlitinum um veiðu flokkað á fiskasløg.
Hjáveiða
§ 9. Hjá fiskiførum, sum í 2012 hava loyvi at fiska annan uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum fiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir makreli. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felagskvotuni hjá viðkomandi fiskiførum.
Stk. 2. Hjá fiskiførum, sbrt. stk. 1, har kvota av øðrum uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk.1, kann hjáveiða av øðrum uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping.
Stk. 3. Hjá fiskiførum, sum eru fevnd av stk. 2, og sum lata hvørt hál til móttøkuskip ella til flutningsskip á feltinum, verður hjáveiðan, sbrt. stk. 2, roknað av í mesta lagi 5 fylgjandi hálum.
Stk. 4. Hjá fiskiførum, sum eru fevnd av stk. 2, og sum framleiða ella frysta veiðuna umborð, kann hjáveiðan, hóast ásetingina í stk. 2, tó ongantíð vera meir enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri eitt tíðarskeið upp á 5 døgn.
Stk. 5. Skiparin hevur skyldu at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, um íblanding av øðrum uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, er størri enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni í hvørjum háli.
§ 10. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur má hvørki fyri hvørt hál ella fyri túrin vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er størri enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
§ 11. Fiskiveiðieftirlitið kann, við heimild í § 35, stk. 3 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, áseta bráðfeingis veiðibann, har hjáveiðan er meira enn ásetta hámarkið sbrt. §§ 9 ella 10.
Undirmátsmakrelur
§ 12. Veiðan av undirmátsmakreli má ikki vera meira enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Makrelur, ið er undir 30 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hann er strektur, er undirmátsmakrelur.
Meskar í uppsjóvartroli
§ 13. Tá makrelur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.
Makrelgørn
§ 14. Beinleiðis veiða eftir makreli við gørnum er ikki loyvd innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 62°24´7090 N 006°33´3655 V
2) 62°22´7108 N 006°17´1607 V
3) 62°21´5780 N 006°12´9309 V
4) 62°20´6219 N 006°11´8598 V
5) 62°16´4800 N 006°13´9060 V
6) 62°13´7883 N 006°16´6000 V
7) 62°11´2594 N 006°21´5132 V
8) 62°07´2027 N 006°31´4429 V
9) 61°58´5259 N 006°35´0994 V
10) 61°37´8020 N 006°38´5500 V
11) 61°28´2366 N 006°38´3683 V
12) 61°24´9380 N 006°34´0792 V
13) 61°24´9380 N 006°34´0792 V
14) 61°21´6976 N 006°44´9684 V
15) 61°23´9291 N 006°51´6311 V
16) 61°28´7341 N 006°57´2607 V
17) 61°37´3000 N 007°03´6000 V
18) 61°46´0000 N 006°54´4180 V
19) 61°54´7500 N 007°00´9000 V
20) 61°59´2200 N 007°03´5000 V
21) 61°59´7498 N 007°14´5000 V
22) 62°04´5000 N 007°43´5000 V
23) 62°05´5000 N 007°44´7766 V
24) 62°06´3000 N 007°44´5005 V
25) 62°06´8998 N 007°43´7879 V
26) 62°08´3500 N 007°39´5000 V
27) 62°10´2000 N 007°28´0000 V
28) 62°15´6000 N 007°17´6600 V
29) 62°19´1298 N 007°13´6356 V
30) 62°22´7411 N 006°50´4492 V
31) 62°24´7090 N 006°33´3655 V
Stk. 2. Veiðibannið í stk. 1 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri, og fiskifør, sum hava fingið royndarloyvi frá Fiskimálaráðnum.
Útblaking
§ 15. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa fiski útaftur.
Ymiskar ásetingar um útgerð umborð
§ 16. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, mugu ikki vera meira enn 15 mm í tvørmát.
§ 17. Skip mugu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum fyri borð undir vatnganginum. Harafturat er ikki loyvt at hava skipanir umborð, har gjørligt er at mala heilan fisk og fiskaúrdrátt og síðani spræna yvir borð.
§ 18. Fiskiveiðieftirlitið kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til eina og hvørja tíð hava avrit av hesum tekningum.
§ 19. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.
Eygleiðari
§ 20. Sbrt. § 36, stk.1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap kann landsstýrismaðurin krevja, at eygleiðari er umborð á fiskiførum og førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu. Fiskiveiðieftirlitið ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð og førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu. Útreiðslur til løn, kost og uppihald hjá eygleiðara ber farið. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Fiskiveiðieftirlitið og við aðrar myndugleikar.
Sýni
§ 21. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 22. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.
Revsing
§ 23. Brot á § 6, stk. 1, § 8, § 9, stk. 2-5, § 10, § 12, stk. 1, §§ 13 – 17, § 18, 2. pkt. og § 19 verða revsað við bót, um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sbrt. § 7, stk. 3 ella §§ 21 og 22, umskipar o.a. uttan loyvi, sbrt. § 7, stk. 1 ella stk. 2. Um brot er framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt, sbrt. § 40, stk. 3 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, verða revsað við bót.
Stk. 2. Sbrt. § 45 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap kann Fiskiveiðieftirlitið beinanvegin taka inn fiskiloyvi, um skipari á fiskifari er skuldsettur fyri brot á hesa kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært hesi kunngerð. Fiskiloyvi kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2012.
Fiskimálaráðið, 8. juni 2012
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)