Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 18-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 76 frá 15. mai 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

15. mai 2018Nr. 76

Kunngerð um stuðul til landbúnaðin

Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 18 frá 4. mai 1961 um studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið v.m., og § 1, stk. 3 í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul, verður ásett:

Stuðulsøki

§ 1. Studningur kann latast til mjólk, neytakjøt, seyðakjøt, stráfóður, súrhoysbrunnar, velting o.a., djórahald, avloysaraskipan og føroysk húsdjórasløg.

Stk. 2. Studningur, sambært stk. 1, er treytaður av, at umsøkjari er bókhaldsskyldugur og meirvirðisgjaldsskrásettur sambært galdandi lóggávu. Studningur til føroysk húsdjórasløg er undantikin ásetingunum um bókhaldsskyldu og MVG-skráseting.

Mjólk

§ 2. Studningur verður latin til mjólk, sum er í 1. flokki, og til flutnings av henni til løggilt mjólkarvirki.

Stk. 2. Studningurin verður útgoldin mjólkarvirki sambært váttaðum innvigingarlista.

Stk. 3. Flutningsstudningur verður veittur mjólkarvirki eftir somu treytum sum mjólkarstudningurin, bæði hvat viðvíkur góðsku og mongd.

Neytakjøt

§ 3. Studningur verður latin til neytakjøt, um neytið er 1-16 mánaðir.

Stk. 2. Studningur verður latin til neytakjøt, um neytið er eldri enn 16 mánaðir.

Stk. 3. Hægri studningur kann latast til neytakjøt av útoyggj, sum er Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Nólsoy, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Seyðakjøt

§ 4. Studningur til seyðakjøt er ein heilt ella lutvís afturbering av goldnum MVG fyri selt seyðakjøt.

Stk. 2. Søkjast skal um studning fyri hvønn ársfjórðing sær, og freistin at søkja er 10 dagar aftaná, at avrokningarfreistin til TAKS er úti.

Stk. 3. Búnaðarstovan ger eina meting av játtanini í mun til væntaðar umsóknir í árinum. Endalig uppgerð verður gjørd, tá seinasti ársfjórðingur er uppgjørdur. Krevjast kann váttan fyri, at kjøtið er av tí garði, sum umsøkjarin situr við.

Stráfóður

§ 5. Studningur verður latin til føroyskt framleitt stráfóður, sum verður brúkt í neytahaldinum og seyðahaldinum. Stráfóður er súrhoyggj í brunni ella rullubyrðu og hoyggj.

Stk. 2. Studningur kann vera treytaður av, at fóðrið lýkur ásett góðskukrøv frá Búnaðarstovuni.

Súrhoysbrunnar

§ 6. Studningur kann veitast til súrhoysbrunnar. Studningur til súrhoysbrunnar er treytaður av, at umsóknin er viðgjørd og játtað, áðrenn arbeiðið byrjar. Studningurin verður avgreiddur, tá brunnurin er liðugur, sýnaður og góðkendur. Krevjast kann prógv fyri, at ætlaða íløgan bøtur munandi um raksturin, og at hon veksur um úrtøku garðsins.

Velting, uppdyrkingarvegir og køstar

§ 7. Studningur kann veitast til velting úr nýggjum, til dagføring og ábøtur av áður veltum lendi, til uppdyrkingarvegir og traktorvegir og til køstar. Fyri at fáa studning, skulu ætlanirnar vera góðkendar, og studningur játtaður, áðrenn arbeiðið byrjar. Studningur verður útgoldin, tá staðfest er, at treytir, sambært góðkendu umsóknini, eru hildnar. Krevjast kann prógv fyri, at ætlaða íløgan bøtur munandi um raksturin, og at hon veksur um úrtøku garðsins. Veltistudningur kann vera treytaður av, at nývelt lendi verður friðað fyri biti alt árið.

Djórahald, húsdjóraaling og húsdjórahald

§ 8. Studningur kann veitast til keyp og hald av góðum alidjórum og til ísáðing, kynbøtur, skráseting og annað mennandi virksemi húsdjórahaldinum at frama.

Stk. 2. Studningur kann veitast til at skipa viðurkendar húsdjórasýningar.

Stk. 3. Studningur kann veitast til verkætlanir, royndir og kanningar húsdjórahaldinum at frama.

Føroysk húsdjórasløg

§ 9. Studningur kann latast til alidjór og til verkætlanir, sum eru góðkend ella góðkendar av Búnaðarstovuni.

Avloysaraskipan

§ 10. Studningur verður veittur sum eitt ískoyti til skipanina, við at mjólkarframleiðarar og mjólkarvirki rinda eina nærri ásetta upphædd fyri liturin av innvigaðari mjólk í grunn til at gjalda avloysing fyri. Studningurin verður goldin framleiðarum 1. mai, samsvarandi tí mjólk, sum er latin mjólkarvirkinum árið fyri. Hesin studningur kann ikki avhendast ella veðsetast.

Umsiting, umsókn og eftirlit

§ 11. Búnaðarstovan umsitur studning sambært hesi kunngerð.

Stk. 2. Studningur verður veittur eftir umsókn. Umsókn um stuðul skal latast Búnaðarstovuni á serligum umsóknarblaði.

Stk. 3. Búnaðarstovan hevur eftirlit við, at treytirnar fyri studningi sambært hesi kunngerð verða hildnar.

Gildiskoma

§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 99 frá 4. november 2010 um stuðul til landbúnaðin.

 

 

Fiskimálaráðið, 15. mai 2018

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)