Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juni 2013Nr. 82
Kunngerð um læknakanning fyri sjófólk
Við heimild í § 4, stk. 2 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, og við heimild í § 11, stk. 1 og § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verður ásett:
Kapittul 1
Øki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri sjófólk, sum eru fevnd av § 1 og § 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, sum røkja skipsarbeiði umborð á skipum til støddar 20 BT ella meira, uttan mun til farleið.
Stk. 2. Er ivi um, hvørt viðkomandi er fevndur av kunngerðini, tekur Sjóvinnustýrið avgerð í málinum aftaná, at málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.
Stk. 3. Kunngerðin er á sama hátt galdandi fyri eigaran av skipinum, um viðkomandi starvast umborð á skipinum.
§ 2. Kunngerðin er eisini galdandi fyri persónar, sum skulu hava galdandi heilsuprógv í sambandi við:
1) Útgáva og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum sbrt. § 10, stk. 1, § 11, stk. 1 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg um manning av skipum.
2) Góðkend trygdarskeið fyri sjófólk og bátføraraskeið sbrt. § 10, stk. 1, § 11, stk. 1 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg um manning av skipum.
Stk. 2. Fyri persónar fevndir av stk. 1 útgevur ella áteknar Sjóvinnustýrið heilsuprógvið, um læknakanningin sbrt. § 4 er gjørd í útlandinum.
Kapittul 2
Læknakanningin
§ 3. Sjófólk, sum røkja skipsarbeiði umborð á skipi, skulu hava gildugt heilsuprógv, sum staðfestur, at viðkomandi hevur verið gjøgnum læknakanning fyri sjófólk eftir ásetingum í hesi kunngerð, og er mettur skikkaður til arbeiði umborð á skipi, møguliga við avmarkingum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri eigaran av skipinum, um viðkomandi starvast umborð á skipinum.
§ 4. Tá læknakanningar verða gjørdar, verður mett um, hvørt tann likamliga og sálarliga støðan er soleiðis, at viðkomandi er skikkaður til arbeiði umborð á skipi, sbr. fylgiskjal 1. Um tað í fylgiskjali 1 nágreiniliga er ásett, hvør fylgjan av sjúku ella breki er, skal læknin fylgja hesum, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Læknin kann geva út og átekna heilsuprógvið við hesum avmarkingum:
1) Gildistíð fyri heilsuprógvið.
2) Arbeiðsøki umborð.
3) Siglingarøki. Í fylgiskjali 2 er ásett, hvørjar avmarkingar í siglingarøkjum, vanliga skulu verða brúktar.
Stk. 3. Um læknin í serligum førum metir, at tað við atliti til inngangin í fylgiskjali 1 er orsøk til at víkja frá ásetingunum í fylgiskjalinum um fylgjur av sjúku ella breki, skal læknin skrivliga grundgeva fyri frávikinum. Hetta undantak er ikki galdandi fyri teig V-1, 4 og 7 í fylgiskjalinum.
§ 5. Læknin skal í sambandi við læknakanningina av sjófólki brúka oyðublað, sum Sjóvinnustýrið útgevur.
Stk. 2. Læknar uttan fyri Føroyar skulu nýta ensku útgávuna av oyðublaðnum, umframt tilhoyrandi vegleiðing, ið kann útvegast á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum, www.fma.fo.
Stk. 3. Sjóvinnulæknar og útlendskir læknar, sum fremja læknakanningar av sjófólki sbrt. hesi kunngerð, skulu yrkisliga vera púra óheftir í sambandi við útinnan av læknakanning av sjófólki.
§ 6. Læknakanning sbr. § 4 skal so vítt gjørligt fara fram í Føroyum, og kann í Føroyum bert fara fram hjá einum kommunulækna, sum Sjóvinnustýrið hevur góðkent til at fyrsikipa læknakanning av sjófólki. Sjóvinnustýrið góðkennir sjóvinnulæknar aftaná, at serligt skeið í sjóvinnulæknafrøði er lokið, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fyriskipar.
Stk. 2. Sjófólk, sum skulu til læknakanning eftir hesi kunngerð, kunnu sjálvi velja hvør sjóvinnulækni skal gera kanningina, tó ikki í førum har Sjóvinnustýrið hevur sett krav um, at kanningin skal fara fram á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sbr. § 9, stk. 2 og § 10.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann eisini útnevna læknar uttanlands at fyriskipa læknakanningar av sjófólki eftir hesi kunngerð.
Stk. 4. Um læknakanningin verður framd av einum lækna uttan fyri Føroyar, skal læknin vera neyðuga skikkaður til at gera læknakanning av sjófólki eftir lóggávuni í tí landinum, har viðkomandi hevur sítt virksemi.
§ 7. Tann, sum fyrstu ferð fer í starv umborð á skipi ella ikki lógliga hevur starvast umborð á skipi innanfyri tey seinastu 5 árini, skal við læknakanningini verða mettur skikkaður, møguliga við avmarkingum, eftir fylgiskjali 1, teigi A.
§ 8. Persónar yngri enn 18 ár skulu við hægst 1 ára millumbili verða mettir skikkaðir, møguliga við avmarkingum, eftir fylgiskjali 1, teigi A.
Stk. 2. Persónar eldri enn 18 ár skulu við hægst 2 ára millumbili verða mettir skikkaðir, møguliga við avmarkingum, eftir fylgiskjali 1, teigi B.
§ 9. Verður ein persónur mettur óskikkaður til skipstænastu, kann ein nýggj læknakanning eftir hesi kunngerð bert verða framd, um Sjóvinnustýrið gevur loyvi til hetta.
Stk. 2. Verður ein persónur mettur skikkaður við avmarkingum, kann Sjóvinnustýrið krevja, at nýggj læknakanning verður gjørd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
§ 10. Sjóvinnustýrið kann krevja, at sjófólk, sum hevur gildugt heilsuprógv, skal til nýggja læknakanning á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, tá ið upplýsingar fyriliggja m.a. í sambandi við avmynstring orsakað av sjúku, sum vekja iva um, hvørt viðkomandi framvegis er skikkaður at arbeiða innan viðkomandi arbeiðsøki umborð á skipi.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann um neyðugt taka avgerð um, at ein persónur ikki kann arbeiða umborð á skipi, tá ið nýggj læknakanning er kravd sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Er sjófólki til arbeiðis umborð á skipi, tá ið læknakanning verður kravd sbrt. stk. 1 kann Sjóvinnustýrið krevja at viðkomandi verður avmynstraður ella taka avgerð um, at læknakanningin skal verða gjørd innan eina ásetta freist. Krevur Sjóvinnustýrið viðkomandi avmynstraðan skal hetta vera í fyrstu havn skipið kemur í og har heimferðin hóskandi kann fara fram. Sjóvinnustýrið rindar tá útreiðslurnar av heimferðini.
Stk. 4. Sjófólk kann ikki arbeiða umborð á skipi aftaná at freistin sbrt. stk. 3 er farin, uttan so, at tað við læknakanning er staðfest, at viðkomandi framvegis er skikkaður til sítt arbeiðsøki umborð.
Kapittul 3
Heilsuprógvið
§ 11. Sjóvinnustýrið ásetur snið og innihald av heilsuprógvinum. Eftir áheitan verða heilsuprógv send ókeypis til sjóvinnulæknar og reiðarí.
§ 12. Er læknakanningin eftir § 4 framd í Føroyum, skal sjóvinnulæknin útgeva heilsuprógv til tann kannaða ella átekna heilsuprógvið samsvarandi læknaváttanini. Sjóvinnulæknin skal goyma úrslitið av kanningini í talgildari heilsuskipan. Sjóvinnustýrið kann til eina og hvørja tíð biðja Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu um avrit av læknaváttanini.
Stk. 2. Er læknakanningin farin fram uttanlands, og er læknakanningin ikki farin fram hjá einum lækna, sum Sjóvinnustýrið hevur útnevnt, skal viðkomandi skipari beinanvegin átekna heilsuprógvið samsvarandi læknaváttanini, og skal læknaváttanin beinanvegin verða send Sjóvinnustýrinum. Eru avmarkingar, skulu tær upplýsast. Skiparin, ið útflýggjar ella áteknar heilsuprógvið, skal kunna prógva, at kravið í § 6, stk. 4, er lokið.
Stk. 3. Í teimum førum, har sjófólk áður eru mett ikki at vera skikkað til arbeiði umborð á skipi, kann Sjóvinnustýrið krevja, uttan mun til úrslitið av tí seinastu læknakanningini, at sjófólkið verður avmynstrað og heimsent í fyrstu havn skipið kemur í og har heimferðin hóskandi kann fara fram.
§ 13. Meðan sjófólk er í starvi umborð, skal heilsuprógvið verða latið skiparanum í varðveitslu.
Stk. 2. Skipari, sum hevur heilsuprógv í varðveitslu, sbrt. stk. 1, skal eftir áheitan frá Sjóvinnustýrinum, lata Sjóvinnustýrinum prógvið.
Stk. 3. Sjófólk, sum hava gildugt heilsuprógv, skulu eftir áheitan frá Sjóvinnustýrinum, lata Sjóvinnustýrinum prógvið.
§ 14. Um tíðarfreistin sambært § 8 gongur út á túri, er seinasta átekningin á heilsuprógvinum galdandi til fyrstu komuhavn skipsins, har læknakanningin kann gerast uttan óneyðugt drál. Tó hevur heilsuprógvið ikki longri gildistíð enn 3 mánaðar.
Kapittul 4
Kæra
§ 15. Sjófólk, reiðarí ella Sjóvinnustýrið kunnu leggja úrslit av læknakanning eftir § 4 fyri Heilsunevndina fyri sjófólk, sbr. tó stk. 5.
Stk. 2. Sjófólk ella reiðarí kunnu kæra avgerð tikna eftir § 10, stk. 1 til Heilsunevndina fyri sjófólk.
Stk. 3. Avgerðir hjá Heilsunevndini fyri sjófólk kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 4. Kæra til Heilsunevndina fyri sjófólk skal sendast skrivliga til Vinnumálaráðið, att: Heilsunevndin fyri sjófólk, Tinganes, Postboks 377, 110 Tórshavn.
Stk. 5. Avgerð hjá sjóvinnulækna um týdningin av sjónar- og hoyrnarevni fyri arbeiðið umborð á skipi, sbr. fylgiskjal 1, bólkur V, nr. 1, 4 og 7, kunnu sjófólk ella reiðarí leggja fyri Sjóvinnustýrið, sum tekur avgerð í málinum, møguliga eftir gjøllari kanning hjá serlækna á økinum.
Stk. 6. Kærufrestin fyri tær í stk. 1, 2 og 5 nevndu avgerðir er 4 vikur. Heilsunevndin fyri sjófólk og Sjóvinnustýrið kunnu víkja frá tíðarfreistini, um serligar orsøkir eru til tess.
Kapittul 5
Almennar ásetingar
§ 16. Sjófólk, sum brúka brillur ella kontaktlinsur fyri at lúka sýnskrøvini í fylgiskjali 1, skulu brúka korreksjónsgløs í arbeiðinum umborð, og skulu til eina og hvørja tíð hava eyka sett av brillum, sum geva fulla korreksjón.
§ 17. Persónar, sum eftir reglunum í hesi kunngerð, fara til kanning hjá lækna ella serlækna skulu eftir áheitan kunna vísa fram samleikaprógv.
§ 18. Arbeiðsgevarin ber útreiðslurnar hjá viðkomandi sjófólki fyri læknakanningar sbrt. § 4. Sjófólkið rindar til sjóvinnulæknan fyri læknakanningina, og fær síðani gjaldið endurrindað frá arbeiðsgevaranum. Um sjófólkið ikki hevur nakran arbeiðsgevara, tá ið læknakanningin verður gjørd, fær viðkomandi útreiðslurnar fyri læknakanningina endurrindaðar frá tí fyrsta arbeiðsgevaranum, ið setir viðkomandi í starv, har krav er um gildugt heilsuprógv, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Treytin fyri fáa endurrindan frá arbeiðsgevaranum eftir stk. 1 er tó, at sjófólkið í minsta lagi hevur verið í hálvt ár við einum skipi hjá arbeiðsgevaranum, og at sjófólkið kann útflýggja frumritið av kvittanini fyri, at viðkomandi hevur rindað fyri læknaváttanina.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið rindar fyri læknakanningar í sambandi við, at Sjóvinnustýrið í samráð við Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu krevur, at gjøllari kanning skal fara fram hjá serlækna, sbr. § 10, og tá ið Sjóvinnustýrið krevur gjøllari kanning hjá serlækna eftir § 15, stk. 5.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið rindar fyri læknakanningarnar sbrt. stk. 3, tá ið Sjóvinnustýrið hevur móttikið kanningarúrslitið.
Stk. 5. Samsýningin fyri læknakanningar, sum verða framdar í Føroyum, verður ásett sambært avtalu millum Reiðarafeløgini og Kommunulæknafelag Føroya.
§ 19. Skiparin skal síggja til, at tær í hesi kunngerð ásettu reglur í § 10, stk. 4, § 12, stk. 2 og 3, § 13, stk. 1 og 2 verða hildnar.
§ 20. Sjóvinnustýrið kann í serligum førum geva undantak frá reglunum í §§ 1-3 og § 6, stk. 1.
Kapittul 6
Revsing
§ 21. Brot skiparans á § 19 verður revsað við bót.
Stk. 2. Brot á § 13, stk. 3 verður revsað við bót.
Stk. 3. Løgfrøðiligir persónar, so sum feløg o.tíl., kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Stk. 4. Tá revsing verður áløgd eftir stk. 2, verða persónar, ið onnur enn reiðarin hava sett at gera arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggja sambært koduni um tryggan skiparakstur ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC, til eitt annað felag ella persón, verður skiparin og sjófólkini eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 22. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 131 frá 28. desember 2010 um læknakanning fyri sjófólk, sbr. tó stk. 3 og 4.
Stk. 3. Teir sjóvinnulæknar, sum eru útnevndir eftir tí í stk. 2 nevndu kunngerð, varðveita teirra góðkenning til at gera læknakanningar og útskriva og átekna heilsuprógv fyri sjófólk.
Stk. 4. Heilsuprógv, sum eru givin út eftir tí í stk. 2 nevndu kunngerð, verða verandi í gildi við teimum avmarkingum sum eru ásettar í heilsuprógvinum.
Vinnumálaráðið, 6. juni 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Jóanna Djurhuus (sign.)
Fylgiskjal 1
Yvirlit yvir sjúkur og brek v.m., sum vanliga føra við sær sýting ella avmarkingar
Inngangur
Endamálið við heilsukanningini er at tryggja, at tann siglandi heilsuliga er førur fyri at røkja sínar uppgávur umborð á fulltryggan hátt og til frama fyri trygdina á sjónum.
Tá metast skal um, hvørt tann einstaki er skikkaður til at fara til sjós, skal fylgjandi altíð havast í huga:
1. Viðførir sjúkan ella heilsustøðan ein øktan vanda fyri akuttum heilsutrupulleika, sum ikki kann viðgerast av einum leikmanni á einum skipi, og sum tí økir nógv um vandan fyri viðkomandi sjálvan?
2. Vil ein bráfingin sjúka hjá einum siglandi viðføra vanda fyri trygdina á skipinum ella seta hini sjófólkini umborð í eina óneyðuga trupla støðu?
3. Viðførur sjúkan ella heilsustøðan, at tann siglandi fær trupulleikar við at klára seg í einari neyðstøðu umborð?
Í metingini av einum persóni, sum fyrstu ferð fer til sjós, skulu serlig atlit takast til, um sjúkan ella heilsustøðan í framtíðini kann viðføra, at viðkomandi ikki kann røkja arbeiði umborð á handils- ella fiskiskipum.
|
| TEIGUR A | TEIGUR B |
I. | VØKSTUR av illkynjaðum slag, haruppií lymfom og blóðkrabbamein | Treytaleys sýting, um sjúkan, | Treytaleys sýting, um sjúkan, eftirfylgjur hennara og afturstig hava við sær eyðsæddan vanda fyri óarbeiðsføri. Annars møgulig avmarkan í tíð og siglingarøkjum. |
II. | INNANKERTLASJÚKUR |
|
|
| 1. Hyper-og hypothyreosa: |
|
|
| - væljavnað | Møgulig avmarking í tíð og | Møgulig avmarking í tíð og |
| - ikki javnað | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
| 2. Sukursjúka (diabetes mellitus): |
|
|
|
| Vælstillað, eingir tilburðir við ov lítlum blóðsukri við tilvitsárinum tey seinastu 2 árini. Viðgerðin skal vera við regluligum eftirliti av lækna, og sjófólki eigur at hava neyðugan kunnleika til sjúku sína og duga at máta sær blóðsukur. | Vælstillað, eingir tilburðir við ov lítlum blóðsukri við tilvitsárinum tey seinastu 2 árini. Viðgerðin skal vera við regluligum eftirliti av lækna, og sjófólki eigur at hava neyðugan kunnleika til sjúku sína og duga at máta sær |
|
| Vælstillað, eingir tilburðir av ov lítlum blóðsukri við tilvitsárinum tey seinastu 2 árini. Viðgerðin skal vera við regluligum læknaeftirliti, | Vælstillað, eingir tilburðir av ov lítlum blóðsukri við tilvitsárinum tey seinastu 2 árini. Viðgerðin skal vera við regluligum læknaeftirliti, og sjófólkið eigur at hava neyðugan kunnleika til sjúku sína. |
| - kostviðgjørd | Livimátin skal vera støðugur | Livimátin skal vera støðugur |
| 3. Fiti í meira lagi: |
|
|
| - Body Mass Index (BMI) > |
|
|
| - Verður fitilutfall og | Treytaleys sýting. | Møgulig avmarking í tíð, |
III. | SÁLARLIG BREK i) |
|
|
| 1. Psykosur og ringar affektivar sálarsjúkur (F2 og F3, møguliga F20-F29 og F30-F39): |
|
|
| -Núverandi og fyrr við minni enn 2 ára eyðkennisloysi | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
| - Fyrr við í minsta lagi 2 ára | Møgulig avmarking í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. | Møgulig avmarking í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. |
| 2. Mildar affektivar sálarsjúkur (F3, møguliga F30-39), nervøsar støður (F4 og F5, møguliga F40-F48 og F50-F59) og persónleikaólag (F6, møguliga F60-F69), ið hava við sær minkaðan starvsførleika ella onnur avlamiselvandi sjúkueyðkenni. | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
| - Fyrr við í minsta lagi 2 ára | Møgulig avmarking í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. | Møgulig avmarking í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. |
| 3. Álvarslig sálarlig brek, íroknað demens og aðrar organiskar heilasjúkur (F0, møguliga F00-F09), mentala retardering (F7, møguliga F70-F79), umfatandi menningarólag (F84) og hyperaktivt uppmerksemisólag (F90) | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
| 4. Rúseitursmisnýtsla, íroknað regluliga nýtslu av rúsevnum, sum má metast at hava skaðiligt árin á skynsemið hjá tí kannaða viðvíkjandi trygd og heilsu á sjónum. Eisini bundinskapur, skaðilig nýtsla ella sálarligar trupulleikar elvdir av rúsevnum. | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
| -Fyrr, men skjalprógva av lækna, at ongin rúsevnamisnýtsla hevur verið seinastu 2 árini | Møgulig avmarking í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. | Møgulig avmarking í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. |
IV. | SJÚKUR Í NERVALAGI |
|
|
| 1. Epilepsia: |
|
|
| - við herðindum innan fyri tey seinastu 2 árini við ella uttan | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
| - við herðindum innan fyri tey seinastu 10 árini, tó ikki innan | Treytaleys sýting fyri starv, ið er nevnt í manningarásetingini á | Treytaleys sýting fyri starv, ið er nevnt í manningarásetingini á |
| - við ongum herðindum í minsta lagi tey seinastu 10 árini, harav minst 5 ár við ongari heiliráðsviðgerð | Fyri starv nevnt í manningaráset-ingini á einum skipi skal vera til skjals váttan frá serlækna í nervasjúkum um vandan fyri herðinda-fyribrigdum. | Fyri starv nevnt í manningaráset-ingini á einum skipi skal vera til skjals váttan frá serlækna í nervasjúkum um vandan fyri herðinda-fyribrigdum. |
| 2. Heilaæðrasjúkur | Treytaleys sýting fyrstu 6 mánaðirnar eftir, at sjúkan tók seg upp. Hereftir meting av hvørjum einstøkum føri viðvíkjandi vanda fyri afturstigi. Tað mega ikki vera munandi fylgjur, og møgulig grundsjúka skal hava verið viðgjørd. | Treytaleys sýting fyrstu 6 mánaðirnar eftir, at sjúkan tók seg upp. Hereftir meting av hvørjum einstøkum føri viðvíkjandi vanda fyri afturstigi. Tað mega ikki vera munandi fylgjur, og møgulig grundsjúka skal hava verið viðgjørd. |
V. | SJÚKUR Í SANSAGØGNUM |
|
|
| 1. Hoyrn |
|
|
| Manningin øll | Um ikki: | Um ikki: |
| Kagtænasta | Um ikki: | Um ikki: |
| 2. Menieres sjúka | Treytaleys sýting. | Møgulig avmarkan í tíð og arbeiðsøki umborð. |
| 3. Tráur miðoyrnabruni | Avmarkan í tíð og siglingarøkjum. | Møgulig avmarkan í tíð og siglingarøkjum. |
| 4. Sjón ii) Manningin øll |
Um ikki: |
Um ikki: |
Radiotænasta - Sjónin, møguliga við eygnagløsum, skal á hvørjum eyga vera minst 0,4, og sjónarringskanning við fingri skal vera nøktandi. iii) Hin kannaði skal hava neyðuga sjón til at útinna alt neyðugt arbeiði í myrkri fullgott, sí notu iii) | Um ikki: Ikki radiotænasta | Um ikki: Ikki radiotænasta | |
| Maskintænasta | Um ikki: | Um ikki: |
| Kagtænasta | Um ikki: | Um ikki: |
| 5. Meinar og møguliga aftur-vendandi sjúkur uttan- og innaneygna (iridocyclitis, glaucoma o.a.) | Treytaleys sýting. | Avmarkan í tíð og arbeiðsøki umborð. |
| 6. Tvísjón (diplopia) | Treytaleys sýting. | Avmarkan í tíð og arbeiðsøki umborð. |
| 7. Litsansur iiii) | Ikki kagtænasta. | Ikki kagtænasta. |
VI. | SJÚKUR Í HJARTA OG ÆÐRALAG |
|
|
| 1. Eyðkennisgevandi iskæmisk hjartasjúka, týðandi hjartapumpubilan | Treytaleys sýting, kann viðgerð ikki javna brekið. Møgulig avmarkan í tíð og siglingarøkjum. | Treytaleys sýting, kann viðgerð ikki javna brekið. Møgulig avmarkan í tíð og siglingarøkjum. |
| 2. Hjartasláttarólag við stórum vanda fyri bráðum sjúkueyðkennum | Treytaleys sýting, um viðgerð ikki kann javna brekið. Møgulig avmarking í tíð og siglingarøkjum. | Treytaleys sýting, um viðgerð ikki kann javna brekið. Møgulig avmarking í tíð og siglingarøkjum. |
| 3. Ov høgt blóðtrýst, | Treytaleys sýting til væl stillað. | Treytaleys sýting til væl stillað. |
| 4. AMI, bypass skurðviðgerð, | Treytaleys sýting 2 teir fyrstu mánaðirnar eftir AMI og/ella skurðviðgerð. | Treytaleys sýting 2 teir fyrstu mánaðirnar eftir AMI og/ella skurðviðgerð. |
| 5. Sjúkur, ið krevja antikoagulatiónsviðgerð | Treytaleys sýting fyri starv nevnt í manningarásetingini á einum skipi ella í útbúgvingarstarvi, ið leiðir fram til tílíkt starv. Hjá øðrum treytaleys sýting eina tíð, eftir at farið er undir viðgerð. | Treytaleys sýting eina tíð, eftir at farið er undir viðgerð. Eftir at sjúkan hevur javnað seg avmarkanir í tíð og arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum alt eftir orsøkini til viðgerðina og útlitunum fyri sjúkuna. |
VII. | SJÚKUR Í ANDALEIÐ |
|
|
| 1. Lungnasjúkur við stórliga skerdari lungnafunktión og/ella við álvarligum viðgerðarkrevjandi herðindum (t.d. astma) tey seinastu 2 árini | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
| 2. Linari lungnasjúkur | Avmarking í arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. | Møgulig avmarking í arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. |
VIII. | ÍGERÐAR- OG FONGDAR-SJÚKUR |
|
|
| 1. Tuberklar: |
|
|
| - á smittandi stigi ella við illgruna um tað ella í ov lítlari viðgerð | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
| - ikki á smittandi stigi, men í viðgerð | Treytaleys sýting. | Møgulig avmarking í tíð og siglingarøkjum. |
| 2. Aðrar ígerðarsjúkur á smittandi stigi | Treytaleys sýting. | Meting við støði í sjúkubrøgdum og smittustigi. |
| 3. HIV-fongd við ringum fylgjusjúkum ella eyðkvæmi | Treytaleys sýting, men við møguleikum fyri avmarking til strandasigling eftir einstaklings-meting. | Treytaleys sýting, men við møguleikum fyri avmarking til strandasigling eftir einstaklings-meting. |
IX. | SJÚKUR Í SODNINGARLAG |
|
|
| 1. Brek á tonnum og tannhaldi, um ikki nóg væl viðgjørd | Avmarking í siglingarøkjum. | Avmarking í siglingarøkjum. |
| 2. Sár á maga og buggørn | Avmarking í tíð og siglingarøkjum. | Avmarking í tíð og siglingarøkjum. |
| 3. Tráur tarmabruni (enteritis) og langabruni (colitis) á framkomnum stigi | Treytaleys sýting. | Møgulig avmarking í tíð og siglingarøkjum. |
| 4. Tarmalop (hernia) við vanda fyri innibyrging | Avmarking í arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. | Avmarking í siglingarøkjum og møguligum arbeiðsøki umborð. |
| 5. Gallsteinur, við eyðkennum | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
| 6. Bruni í brisi (pancreatitis), við eyðkennum | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
X. | SJÚKUR Í LAND- OG KYNSGØGNUM |
|
|
| 1. Tilburðir av nýrasteini |
|
|
| - bráðir við eyðkennum | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
| - afturvendandi við tilburðum seinastu tvey árini | Avmarking í siglingarøkjum og møguligum arbeiðsøki umborð. | Avmarking í siglingarøkjum og møguligum arbeiðsøki umborð. |
| 2. Nýrnabrunar (nephritis) og nýrnatrotar (nephrosis), tráir ella mestsum tráir. | Treytaleys sýting. | Møgulig avmarking í tíð og siglingarøkjum treytað av váttan frá serlækna í nýrasjúkum. |
XI. | HÚÐARSJÚKUR |
|
|
| Víðfevnt bruna- ella ovurviðkvæmisviðbragd á húð | Møgulig avmarking í arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. | Møgulig avmarking í arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. |
XII. | ÍBORNAR SJÚKUR Í KNOTUM, RØRINGARLAG OG BINDI-VEVNAÐI,ELLA MEIN AV SKAÐA OG ÍGERÐUM |
|
|
| 1. Ið elva munandi minkað virkisføri í arbeiðs- og vanlukkuumstøðum | Treytaleys sýting. | Møgulig avmarking í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. |
| 2. Fleirliðabruni (polyarthitis), tráur | Treytaleys sýting. | Møgulig avmarking í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. |
| 3. Slitgikt (arthrosis) og ryggjargikt (spondylosis) á framkomnum stigi | Treytaleys sýting. | Møgulig avmarking í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. |
| 4. Disklop, við týðandi rótárini. | Treytaleys sýting. | Treytaleys sýting. |
XIII. | AT VERA VIÐ BARN |
|
|
| uttan tilsløg | Til og við 6. mánað avmarkan í arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. Eftir tað treytaleys sýting. | Til og við 6. mánað avmarkan í arbeiðsøki umborð og siglingar-økjum. Eftir tað treytaleys sýting. |
XIV. | AÐRAR SJÚKUR, IÐ KUNNU VERA SJÓFÓLKI TIL BÁGA |
|
|
| Aðrar støður, ið kunnu vera egnari heilsu til meina, ella tá ið bráðkomin sjúka hjá sjófólki kann hava týdning fyri trygd skipsins | Meting av váða hjá hvørjum sær. Kann leiða til treytaleysa sýting, møguliga avmarkan í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. | Meting av váða hjá hvørjum sær. Kann leiða til treytaleysa sýting, møguliga avmarkan í tíð, arbeiðsøki umborð og siglingarøkjum. |
i) Heitini, sum byrja við "F" og hava eitt ella fleiri tøl afturat sær, vísa til ta altjóða flokkingina av sjúkum og heilsutrupulleikum (ICD 10).
ii) Styrkin á sjónini er ásett eftir "Snellen decimal notation" og verður máld við 6 metur.
iii) Meting frá serlækna, tá tað er neyðugt sambært staðfestingum við fyrstu læknakanning.
iiii) Litsansur verður kannaður eftir Ishiharas "Test for Colourblindness Complete Edition". Ein einstøk feillesing er loyvd. Allýsing í International Recommendations for Colour Vision requirements for Transport eftir The Commission Internationale de l’Eclairage (CIE-143-2001við seinni broytingum).
Fylgiskjal 2
Yvirlit yvir vanligar avmarkingar í siglingarøkjum
Strandasigling:
Sigling, meðan fráleikin er ikki meira enn 30 fjórðingar úr føroyskum landi (frá grundlinjum, sum tilskilað í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap).
Heimasigling:
Sigling, meðan fráleikin er ikki meira enn 200 fjórðingar úr føroyskum landi (frá grundlinjum, sum tilskilað í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap).
Farleið
Eftir eini ítøkiligari meting, kann farleiðin verða avmarkað til ávísa siglingarleið, t.d. rutusigling millum oyggjarnar ella líknandi.
Øki
Eftir eini ítøkiligari meting, kann økið verða avmarkað til ávísan sjógv, havn ella fjørð.