Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. november 1970Nr. 83
Kunngerð av reglugerð fyri eigarafeløg sambært løgtingslóg um eigaraíbúðir
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 11 frá 3. apríl 1970 um eigaraíbúðir hevur landsstýrið fyrisett fylgjandi
Normalkunngerð
Aðalfundur
§ 1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki eigarafelagsins.
2. stk. Hvør limur kann leggja stjórnaravgerðir honum viðvíkjandi fyri aðalfundin.
3. stk. Aðalfundarsamtyktir verða gjørdar við atkvøðumeiriluta eftir býtistali.
4. stk. Til samtyktir um munandi broytingar av felags lutum og tilhoyri ella um sølu av munandi pørtum av hesum ella um broytingar av hesi reglugerð krevst tó, at 2/3 av atkvøðunum eftir tali og býtistali eru fyri. Er minni enn helmingurin av teimum, ið hava atkvøðurætt eftir tali og býtistali, á aðalfundi, og í minsta lagi 2/3 eftir tali og býtistali av teimum, ið eru á fundi, greiða atkvøðu fyri uppskotinum, skal nýggjur aðalfundur verða hildin innan 14 dagar, og har kann uppskotið verða viðtikið við 2/3 av greiddum atkvøðum eftir tali og býtistali.
§ 2. Ársaðalfundur verður hildin í mars ella apríl við hesi skrá:
1. Frágreiðing um starvið í farna árinum og framløga til góðkenningar av ársroknskapi við átekning av grannskoðaranum.
2. Val av stjórnarformanni, um hann fer frá (sbr. § 6, 2. stk.)
3. Val av øðrum stjórnarlimum.
4. Val av tiltaksmonnum.
5. Val av grannskoðara og tiltaksmanni hansara.
2. stk. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið stjórnin heldur tørv vera á, tá ið minst 1/4 av limunum eftir tali ella býtistali krevur tað til viðgerð av ávísum máli ella tá ið tað er viðtikið á aðalfundi.
§ 3. Stjórnin boðar til aðalfund við minst 8 daga freist.
2. stk. Í fundarboðunum skal standa fundarskrá og nær og hvar aðalfundurin verður hildin. Ætlar stjórnin at seta fram uppskot á aðalfundinum, skulu tey verða lýst í fundarboðunum og samtíðis verða løgd fram til eftirlits á ávísum stað.
§ 4. Limir hava rætt at fáa ávís mál viðgjørd á aðalfundinum. Áheitan um at fáa mál viðgjørd á ársaðalfundinum skal vera stjórnini í hendi í seinasta lagi 15. februar.
2. stk. Hjúnarfelagið kann greiða atkvøðu fyri lim, ella myndugur persónur, ið hevur skrivligt umboð frá limi.
§ 5. Aðalfundurin velur fundarstjóra.
2. stk. Aðalfundarfrágreiðing verður skrivað í gerðabók, góðkend av stjórnini. Frágreiðingin verður undirskrivað av fundastjóranum og stjórnarformanninum.
Stjórnin
§ 6. Á aðalfundinum verða valdir 4 stjórnarlimir umframt formann, sum verður valdur fyri seg, og 2 tiltaksmenn. Vald kunnu einans verða felagslimir, hjúnafelagar teirra og næstingar.
2. stk. Annaðhvørt ár fer formaðurin frá. Av hinum stjórnarlimunum og tiltaksmonnunum fer helmingurin frá á hvørjum ári. Fyri teir stjórnarlimir og tiltaksmenn, sum eru valdir í senn, verður avgjørt við lutakasti hvørjir fara fyrst frá. Annars fara teir frá í somu røð, sum teir eru valdir. Afturval er loyvt.
3. stk. Fara stjórnarlimir frá millum tveir ársaðalfundir, koma teir valdu tiltaksmenninir í staðin. Eru eingir tiltaksmenn, skal eykaaðalfundur verða hildin til val av stjórnarlimum og tiltaksmonnum.
4. stk. Stjórnin velur ein av limum sínum til næstformann.
5. stk. Stjórnin kann í eini starvsskrá gera gjøllari fyriskipanir um virki sítt.
§ 7. Stjórnin stendur fyri leiðsluni av eigarafelagnum.
2. stk. Stjórnin hevur skyldu til at røkja felagsins áhugamál væl og virðiliga, harí roknað at gjalda felags útreiðslur, tekna vanligar tryggingar (t.d. brunatrygging og húseigaratrygging), stíla fyri reingerð, umsiting og neyðugum endurnýggingum. Stjórnin skal føra vandaligan roknskap við øllum felagsútreiðslur og -inntøkum. Verða gjøld kravd frá limunum til felagsútreiðslur, skal roknskapur eisini førast við teimum, og tey skulu verða kravd við hóskandi freist.
3. stk. Stjórnin kann taka sær ein hjálpara til dagliga raksturin.
§ 8. Formaðurin ella, um honum berst frá, næstformaðurin boðar til stjórnarfundar, tá tørvur er á og tá ið 2 stjórnarlimir krevja tað.
2. stk. Stjórnin er viðtøkufør, tá ið formaðurin ella næstformaðurin og í minsta lagi 2 aðrir stjórnarlimir eru á fundi.
3. stk. Avgerð verður tikin av teimum stjórnarlimum, ið eru á fundi, við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, hevur formaðurin ella, um hann ikki er hjá, næstformaðurin avgerandi atkvøðuna.
4. stk. Stjórnarfundarfrágreiðing verður skrivað í gerðabók, góðkend av stjórnini. Frágreiðingin verður undirskrivað av teimum stjórnarlimunum, sum eru á fundi.
Hvussu felagið verður bundið
§ 9. Eigarafelagið verður bundið av stjórnarformanni ella næstformanni saman við einum øðrum stjórnarlimi.
Stovngrunnur
§ 10. Um í minsta lagi 1/4 av felagslimunum eftir tali ella eftir býtistali krevur tað, skal grunnur verða stovnaður til gjaldingar av felagsútreiðslum, sbr. § 7, 2. stk. Eigararnir skulu lata 1 prosent av ognarvirðinum um árið í grunnin, inntil grunnfæið er 4 prosent av ognarvirðinum. Fæst ikki semja um ognarvirðið, verður tað ásett av 2 av rættinum útnevndum monnum.
Grannskoðan
§ 11. Felagsroknskapurin verður grannskoðaður av grannskoðara, valdum á aðalfundinum. Um í minsta lagi 1/4 av felagslimunum eftir tali ella býtistali krevur tað, skal grannskoðarin vera statsgóðkendur.
2. stk. Grannskoðarin verður valdur fyri eitt ár. Afturval er loyvt.
3. stk. Í samband við grannskoðanina skal grannskoðarin kanna, um felagsleiðslan er tryggjandi.
4. stk. Grannskoðarin hevur rætt til at kanna allar roknskaparbøkur og goymslur og kann krevja allar upplýsingar, sum hann heldur hava týdning fyri virki sítt.
5. stk. Grannskoðarin skal skriva gerðabók. Í frágreiðingini um grannskoðanina skal hann skila til, hvørt hann heldur felagsleiðsluna vera tryggjandi.
6. stk. Hvørja ferð viðmerkingar eru gjørdar í grannskoðarabókina, skal hon verða løgd fram á næsta stjórnarfundi og teir stjórnarlimir, sum eru á fundi, skulu vátta við undirskrift, at teir hava gjørt seg kunnugar við viðmerkingarnar.
Ársroknskapur
§ 12. Álmanakkaárið er roknskaparár felagsins.
2. stk. Tá ið roknskapurin er viðtikin, verður hann undirskrivaður av stjórnini og áteknaður av grannskoðaranum.
§ 13. Almenna reglugerðin er galdandi, um ikki annað er viðtikið og tinglýst, sbr. § 7 í lóg um eigaraíbúir.