Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 09-07-2010
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2010 A - Hefti 19 A frá 9. juli 2010
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

2. juli 2010Nr. 84

Kunngerð um bunkring, flutning av olju o.a., sum broytt við kunngerð nr. 3 frá 14. januar 2013

Við heimild í § 20, § 21, stk. 3-4, § 29, § 37, § 40 og §§ 45-47 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, verður ásett:

Endamál og gildisøki

§ 1. Endamálið við hesi kunngerð er at fyri­byrgja oljudálking í sambandi við bunkring, flutning av olju o.a.

Stk. 2. Olja, sum dálkar sjógvin í sambandi við bunkring, flutning av olju o.a., er fevnd av § 7, stk. 1 í lógini um verju av havumhvørvinum.

§ 2. Kunngerðin er galdandi fyri øll skip, skrásett í Føroyum ella uttanlands, flótandi oljugoymslur umframt veitarar og móttakarar av olju, sbr. § 3.

Stk. 2. Kunngerðin er galdandi fyri bunkringsvirksemi, flutning av olju millum skip o.a. umframt oljudálking á sjónum, ið stavar frá hesum virksemi ella øðrum óhappum, ið stava frá rakstri, vantandi røkt o.tíl., sbr. § 1, stk. 2.

Allýsingar

§ 3. Í hesi kunngerð skilst:

1)   Bunkring: Virksemi at veita olju til skip ella bát frá bili, skipi, goymslu ella øðrum.

2)   Veitari: Bilur, skip, goymsla ella annað, haðani olja verður latin.

3)   Móttakari: Skip, bátur, goymsla ella annað, ið móttekur olju.

Bunkring, flutning av olju, o.a.

§ 4. Á føroyskum sjóumveldi er bert loyvt at bunkra skip, at flyta olju millum skip o.a., um skipini liggja bundin við bryggju.

Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kunnu kommunur ella havnir søkja Umhvørvisstovuna um góðkenning at loyva bunkring, flutning av olju o.a. á sjóøki, sum er undir kommununnar myndugleika og tilbúgvingarligu ábyrgd.

Stk. 3. Umsókn um góðkenning sambært stk. 2 skal m.a. innihalda upplýsingar um:

1)   staðseting, dýpið, streym, vind, o.tíl.,

2)   ætlaða virksemið á økinum, heruppií oljunøgdir, slag av olju, títtleika, skipastødd o.tíl,

3)   ætlaðar avmarkingar fyri virksemið á økinum,

4)   mannagongdir, eftirlit, skilhaldsreglur o.tíl.,

5)   umhvørvisatlit og eina meting um fylgjur fyri náttúru og umhvørvi,

6)   kommunalu tilbúgvingina,

7)   eina meting av øðrum møguleikum at bunkra, flyta olju o.a. og umhvørvisligu avleiðingarnar av hesum sammett við ætlaða virksemið.

Stk. 4. Umhvørvisstovan kann umframt upplýsingarnar í stk. 3 umbiðja aðrar upplýsingar, sum hava týdning fyri viðgerðina av málinum og metingina av, hvørt ætlaða virksemið kann metast at vera umhvørvisliga forsvarligt.

Stk. 5. Umsóknir um góðkenning sbrt. stk. 3 skulu í fýra vikur leggjast fram í almenna hoyring, áðrenn umsóknin verður tikin upp til viðgerðar og avgerðar.

Stk. 6. Umhvørvisstovan kann seta treytir við, tá góðkenning verður latin kommunum ella havnum at loyva bunkring á sjóøki, ið er undir kommununnar myndugleika og tilbúgvingarligu ábyrgd ella sýta at veita slíka góðkenning.

Stk. 7. Góðkenningin kann vera tíðaravmarkað.

Ábyrgd

§ 5. Eigari, brúkari, reiðari og skiparin á móttakandi skipi hava hvør í sínum lagi ábyrgdina av, at útbúnaðurin umborð er egnaður og í góðum standi, og at oljumóttøkan fer fram umhvørvisliga trygt og forsvarliga.

Stk. 2. Eigari og førari av bili, eigari, brúkari, reiðari og skipari á veitaraskipi ella flótandi oljugoymslu, og eigari og brúkari av oljugoymslu á landi, hava hvør í sínum lagi ábyrgdina av, at útbúnaðurin til veiting er egnaður og í góðum standi, og at oljuveitingin fer fram umhvørvisliga trygt og forsvarliga.

Fráboðan um bunkring og flutning av olju

§ 6. Í seinasta lagi tveir tímar áðrenn bunkringin ella flutningurin byrjar, skal móttakarin geva kommunustýrinum ella havnamyndugleikanum fráboðan um, hvar og nær ætlanin er at bunkra ella flyta olju. Eisini skal upplýsast, hvør veitarin er umframt nøgd og slag av olju, sum bunkringin ella flutningurin fevnir um. Móttakarin skal somuleiðis geva kommunustýrinum ella havnamyndugleikanum fráboðan, tá liðugt er at bunkra.

Stk. 2. Kommunustýrið ella havnamyndugleikin kann áseta neyvari krøv til innihaldið í fráboðanini, heruppií at fráboðanin skal vera skrivlig.

Bunkring

§ 7. Veitari og móttakari av olju skulu hvør í sínum lagi hava ábyrgdarfólk á staðnum, sum burturav ansa eftir, at bunkring og oljuflutningur fer fram á tryggan og forsvarligan hátt frá byrjan til enda.

Stk. 2. 1) Áðrenn bunkrað verður, skulu ábyrgdarfólkini fyri ávikavist móttakara og veitara hava ein trygdarfund, har eftirlitsskjalið í fylgiskjalinum til kunngerðina verður fylt út og váttað. Avrit av skjalinum skal latast havnamyndugleikanum í seinasta lagi 8 tímar aftan á, at bunkringin er liðug. Skjalið kann eisini sendast við telduposti ella telefaksi.

Stk. 3. 1 Er eftirlitsskjalið ikki útfylt og váttað av ábyrgdarfólkunum, er veitan og móttøka av olju bannað.

Stk. 4. Móttakari og veitari skulu goyma hvør sítt avrit av eftirlitsskjalinum í  minsta lagi seks mánaðir.

§ 8. Áðrenn farið verður undir at bunkra, skal veitarin tryggja sær, at:

1)   ljósviðurskiftini eru so góð, at tað týðiliga sæst, um olja fer at leka,

2)   samskifti er við móttakara, beinleiðis og sjónligt ella umvegis radio, meðan bunkrað verður,

3)   spillbakki ella, har tað ikki ber til, tilfar, sum sýgur olju í seg, er á støðum, har møguleiki er fyri lekum,

4)   slangur eru trygt festar, og

5)   um oljuveitingin er frá skipi, at skipið er trygt bundið.

§ 9. Áðrenn farið verður undir at bunkra, skal móttakarin tryggja sær, at:

1)   skipið liggur trygt við bryggju,

2)   ljósviðurskiftini umborð og kring skipið eru so góð, at tað týðiliga sæst, um olja fer at leka,

3)   samskifti er við veitaran, beinleiðis og sjónligt ella umvegis radio, meðan bunkrað verður,

4)   øll viðkomandi rennuop, haðani olja kann renna á sjógv, eru lokað,

5)   allir viðkomandi tangar eru peilaðir,

6)   allir viðkomandi ventilar eru í rættari støðu,

7)   spillbakki ella, har tað ikki ber til, tilfar, sum sýgur olju í seg er á støðum, har møguleiki er fyri lekum,

8)   slangur eru trygt festar,

9)   bundið er í rætt ífyllingarstað, og at

10) yvirflot úr tangum, um gjørligt, verður hildið aftur.

§ 10. Bunkringin byrjar og steðgar eftir boðum frá móttakara. Tað er bannað at steðga veitingini við at lata ventilar aftur hjá móttakara.

Stk. 2. Frá byrjan og til bunkringin er liðug, skal veitarin áhaldandi tryggja sær, at bunkringin fer fram umhvørvisliga trygt og forsvarliga.

Stk. 3. Frá byrjan og til bunkringin er liðug, skal móttakarin áhaldandi fylgja við, at oljan kemur á rætta stað uttan vanda fyri, at olja rennur yvir.

Neyðstopp

§ 11. Veitarin skal steðga flutninginum av olju beinan vegin, um hann ikki hevur fulla vissu fyri, at bunkringin fer fram trygt, forsvarliga og sambært avtalaðum mannagongdum, t.d. um:

1)   veitari og móttakari missa samskiftissambandið,

2)   tekin eru um, at olja rennur yvir ella skaða á slangur, samanbindingar, ventilar ella aðra útgerð,

3)   móttakari ella veitari ikki liggur trygt vegna versnandi veður ella øðrum orsøkum,

4)   veitarin varnast, at móttakarin ella hjálparfólk hansara ikki eru á røttum stað, ella

5)   bunkringin ikki gongur sum væntað ella avtalað.

Oljudálking

§ 12. Rennur olja á sjógv, skulu móttakari og veitari beinan vegin steðga virkseminum og seta tiltøk í verk fyri at steðga, avmarka og um gjørligt basa dálkingini umframt fráboða dálkingartilburðin til MRCC Tórshavn.

Stk. 2. Tað er ábyrgdin hjá veitara, um olja rennur á sjógv orsakað av, at:

1)   veitari ikki steðgar bunkringini, sum avtalað, ella eftir boðum frá móttakara,

2)   útbúnaður hjá veitara lekur, skrædnar ella tílíkt.

Stk. 3. Tað er ábyrgdin hjá móttakara, um olja fer á sjógv orsakað av, at:

1)   slanga ikki er bundin nóg væl í rætt ífyllingarstað, ella

2)   olja rennur yvir ígjøgnum útbúnaðin umborð ella tílíkt.

Frágreiðing um oljudálking

§ 13. Fer olja á sjógv, skulu veitari og móttakari hvør sær geva eina skrivliga frágreiðing, sum lýsir:

1)   hvar olja fór at leka ella flóta yvir,

2)   hvørji tiltøk vórðu sett í verk fyri at steðga, fyribyrgja, avmarka og um gjørligt at basa dálkingini,

3)   nøgd og slag av olju, sum fór á sjógv, og

4)   meta um orsøkirnar til, at olja rann á sjógv.

Stk. 2. Frágreiðingarnar skulu uttan drál latast kommunustýrinum ella havnamyndugleikanum og Umhvørvisstovuni.

Fyribyrging o.tíl.

§ 14. Veitarar og móttakarar skulu hava útgerð at fyribyrgja, avmarka og um gjørligt at basa dálking við olju, so sum tilfar, ið sýgur olju í seg ella á annan hátt forðar fyri, at olja rennur á sjógv.

Stk. 2. Ikki er loyvt at bunkra við olju, ið er tyngri enn 880 kg/m3 millum skip ella úr goymslu á landi, uttan so at flotsperringar eru lagdar kring móttakandi skipið.

Stk. 3. Ikki er loyvt at flyta olju, ið er tyngri enn 880 kg/m3 millum skip, uttan so at flotsperringar eru lagdar kring skipini.

Stk. 4. Tann, ið hevur ábyrgdina av dálking í sambandi við bunkring ella flutning av olju o.a., rindar útreiðslurnar hjá kommunustýrinum, sum standast av at basa dálkingini.

§ 14 a. 1) Kommunan kann veita treytað undantak frá kravinum í § 14, stk. 2 um flótisperru fyri bunkring úr goymslu á landi.

Stk. 2. Í undantaksloyvinum eftir stk. 1 skal kommunan í minsta lagi áseta treytir um, at:

1)   nøktandi vaktarhald skal vera á bryggjuni og á móttakandi skipinum,

2)   veitarin skal tryggja, at flótisperra verður løgd út í seinasta lagi 20 minuttir aftan á, at ein oljuleki er uppdagaður,

3)   venjing við útsetan av flótisperrum skal hal­dast í minsta lagi hvønn ársfjórðing,

4)   kommunan og Umhvørvisstovan skulu hava fráboðan um venjingar í minsta lagi eina viku frammanundan, at tær verða hildnar, og

5)   frágreiðing og eftirmeting eftir venjing skulu sendast kommununi og Umhvørvisstovuni.

Smærri bunkringar 1)

§ 15. 1) Áðrenn bunkrað verður við sjálvtøku, við handhildnari áfylling úr tangabili, fylt úr tanga, dunki ella á annan hátt, skal tann, ið stendur fyri bunkringini, síggja til, at áfyllingin verður framd forsvarliga, so at olja ikki rennur á sjógv. Síggjast skal til, at:

1)   ljósviðurskiftini eru góð, so tað týðiliga sæst, um olja fer at leka,

2)   viðkomandi rennuop, haðani olja kann renna á sjógv, eru lokað,

3)   viðkomandi tangar eru peilaðir,

4)   viðkomandi ventilar eru í rættari støðu,

5)   spillbakki ella, har tað ikki ber til, tilfar, sum sýgur olju í seg, er á støðum, har møguleiki er fyri lekum,

6)   slangur eru festar trygt,

7)   bundið er í rætt áfyllingarstað, og

8)   yvirflot úr tangum, um gjørligt, verður hildið aftur.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir eisini um bunkring og flutning av olju til útbúnað á flótandi alianleggum.

Stk. 3. 1) Ásetingarnar í §§ 6-10 eru ikki galdandi fyri bunkring við sjálvtøku, úr handhildnari áfylling, úr tangabili o.tíl.

Umsiting og eftirlit

§ 16. Kommunustýrið ella havnamyndug­leikin umsitur reglurnar í hesi kunngerð.

Stk. 2. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at reglur og treytir sambært hesi kunngerð verða hildnar.

Stk. 3. Havnamyndugleikin, eftirlitsmyndugleikin og løgreglan hava, við at vísa hóskandi samleikaprógv uttan rættarúrskurð, atgongd til skip fyri at fremja eftirlit við og kanna, um bunkringin ella flutningurin av olju o.a. fer fram ella er farin fram sambært ásetingunum í hesi kunngerð, og um útgerðin lýkur ásett krøv.

Stk. 4. Havnamyndugleikin skal vissa sær, at neyðug tiltøk eru sett í verk, um olja rennur á sjógv. Um tiltøk ikki eru ella verða sett í verk skjótast gjørligt, kann havnamyndugleikin seta neyðug tiltøk í verk fyri dálkarans rokning.

 

§ 17. Umhvørvisstovan kann taka eina góðkenning sambært § 4 aftur, um loyvishavin í síni umsiting av loyvinum grovliga og ferð eftir ferð brýtur treytir í góðkenningini, ásetingar í loyvisskyldunum ella ikki lýður boð, sum Umhvørvisstovan hevur givið í sambandi við umsiting og eftirlit við nevndu loyvisskipan.

Kæra

§ 18. Góðkenningar hjá Umhvørvisstovuni eftir § 4 eru endaligar innan fyrisitingina.

Stk. 2. Avgerðir um sýtan av góðkenning ella um afturtøku av góðkenning kunnu tó kærast til landsstýrismannin. Kæran skal vera skrivlig og kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, at avgerðin frá Umhvørvisstovuni er fráboðað viðkomandi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at ein kæra sambært stk. 2 skal hava steðgandi virknað.

Revsing

§ 19. 1) Tann, ið brýtur ásetingarnar í § 4, stk. 1 ella 6, § 5, § 6, stk. 1, §§ 7-13, § 14, stk. 1-3, treytir í undantaksloyvi sambært § 14 a ella ásetingarnar í § 15, stk. 1-2, verður revsaður við sekt.

Stk. 2. Brot á § 4, stk. 1 ella stk. 6, § 5, § 6, stk. 1, §§ 7-12 ella § 15, stk. 1-2, sum eru atvoldin til oljudálking, ið er fevnd av § 7, stk. 1 í lógini, kunnu, uttan rættarmál, verða avgjørd við fyrisitingarligum sektaruppskoti sambært § 46 í lóg um verju av havumhvørvinum, sbr. § 1, stk. 2.

Stk. 3. Verður ikki tikið við einum sektar­uppskoti sambært stk. 2 innan ásetta freist, verður málið latið fútanum til rættarsókn.

Stk. 4. 1) Sektin fyri brot eftir stk. 2, samanber § 7, stk. 1 í lógini, verður ásett við støði í tí nøgd av olju, sum er farin á sjógv.

Gildiskoma

§ 20. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tó koma § 14, stk. 2 og 3 í gildi 1. januar 2011.

 

 

Innlendismálaráðið, 2. juli 2010

 

Annika Olsen (sign.)

landsstýriskvinna

/ Rúni Joensen (sign.)

 

 

Fylgiskjal

 

*EFTIRLITSLISTI VIÐ BRYGGJU / *CHECKLIST AT QUAYSIDE

 

Oljuveitari / Supplier

 

-------------------

Felag / Company

 

 

--------------------

Skip / Ship (if app.)

 

 

-----------------------

Ábyrgdarfólk / Responsible Person

 

 

---------------------------------------

Móttakari / Receiver

 

------------------

Skip / Ship

 

 

-------------------

IMO nr. / IMO No.

 

 

------------------------

Ábyrgdarfólk / Responsible Person

 

 

-----------------------------------------

 

1.0

At fylla út av veitara og móttakara í felag / To be filled in jointly by Supplier and Reciever:

1.1

Samlað nøgd / Total Quantity

Ltr.

1.2

Avtalað pumpuferð / Agreed Pump Speed                        

Ltr. / minute

 

 

2.0

Móttakarin váttar / Receiver Confirmation:

2.1

Ífylling av tangum / Loading of Tanks

 

Raðfylgja / Order

1

2

3

4

5

6

 

Tangi / Tank

 

 

 

 

 

 

 

Peiling / Sound, ltr.

 

 

 

 

 

 

 

At fylla í / To load ltr.

 

 

 

 

 

 

2.2

Skipið liggur trygt við bryggju / The ship is safely at quay

Ja /Yes ¨  

2.3

Ljósviðurskiftini eru góð / Good lighting

Ja /Yes ¨  

2.4

Avtalaða samskifti er í lagi / Agreed communication is operational

Ja /Yes ¨  

2.5

Viðkomandi rennuop lokað / Relevant scupper holes are plugged

Ja /Yes ¨  

2.6

Viðkomandi ventilar eru í rættari støðu / Relevant valves are in correct position

Ja /Yes ¨  

2.7

Oljuspill kunnu verða hildin aftur / Oilspills can be contained

Ja /Yes ¨  

2.8

Slangur eru trygt festar / Hoses are fixed safely

Ja /Yes ¨  

2.9

Bundið er í rætt ífyllingarstað / Hose correctly connected

Ja /Yes ¨ 

2.10

Yvirflot úr tangum verður, um gjørligt, hildið aftur / Overflow will, if possible, be contained

Ja /Yes ¨  

 

3.0

Veitarin váttar / Supplier Confirmation

3.1

Ljósviðurskiftini eru góð / Good lighting

Ja /Yes ¨  

3.2

Avtalaða samskifti er í lagi / Agreed communication is operational

Ja /Yes ¨  

3.3

Oljuspill kunnu verða hildin aftur / Oilspills can be contained

Ja /Yes ¨  

3.4

Slangur eru trygt festar / Hoses are fixed safely

Ja /Yes ¨   

3.5

Um oljuveitingin er frá skipi, at skipið er trygt bundið / If delivery from a ship, the ship is safely at quay

Ja /Yes ¨  

 

4.0

Váttan og dagfesting / Confirmation and Date

 

______________________    ____________

Móttakari / Receiver

 

_______________________    __________

Veitari / Supplier

 

* Móttakari, veitari og eftirlitsmyndugleikin skulu varðveita hvør sítt avrit av eftirlitsskjalinum í seks mánaðar frá tí at skjalið er dagfest / *Receiver, supplier and the supervisory authority shall keep a copy of this checklist for six months after the date of the document.

 

1) Avrit av eftirlitsskjalinum skal latast havna­myndugleikanum í seinasta lagi 8 tímar aftan á, at bunkringin er liðug. Skjalið kann eisini sendast við telduposti ella telefaksi. / A copy of the checklist shall be delivered to the harbour authority no later than 8 hours after the bunkering is completed. The checklist may also be sent by fax or e-mail.

 



1) Broytt við kunngerð nr. 3 frá 14. januar 2013.