Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. juni 2013Nr. 85
Kunngerð um at undantaka náttúruheilivág, vitamin- og mineralsløg og homøopatiskan heilivág frá løgtingslógini um apoteksverkið og heilivág
Við heimild í § 27, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, verður ásett:
§ 1. Náttúruheilivágur og siðbundin plantuheilivágur, sum í Danmark eftir bekendtgørelse nr. 370 af 14. mai 2009 om lægemidlers fritagelse for apoteksforbehold sbr. bekendtgørelse nr. 1233 af 12. december 2005 om naturlægemidler og traditionelle plantelægemidler er undantikin einarætti apotekanna, er eisini undantikin reglunum í løgtingslógini um apoteksverkið og heilivág.
Stk. 2. Skrásetingarráðið kann, fyri Føroya viðkomandi, gera av, at náttúruheilivágur og siðbundin plantuheilivágur antin verður lagdur afturat ella tikin av teimum sløgum av heilivági, sum nevnd eru í stk. 1.
§ 2. Vitamin- og mineralsløg, sum í Danmark eftir bekendtgørelse nr. 370 af 14. mai 2009 om lægemidlers fritagelse for apoteksforbehold sbr. bekendtgørelse nr. 752 af 1. juli 2008 om vitamin- og mineralpræparater, eru undantikin einarætti apotekanna, eru eisini undantikin reglunum í løgtingslógini um apoteksverkið og heilivág.
Stk. 2. Skrásetingarráðið kann, fyri Føroya viðkomandi, gera av, at vitamin- og mineralsløg antin verður løgd afturat ella tikin av teimum sløgum, sum nevnd eru í stk. 1.
§ 3. Homøopatiskur heilivágur, sum í Danmark eftir bekendtgørelse nr. 370 af 14. mai 2009 om lægemidlers fritagelse for apoteksforbehold sbr. bekendtgørelse nr. 1232 af 12. december 2005 om homøopatiske lægemidler m.v. er undantikin einarætti apotekanna, er eisini undantikin reglunum í løgtingslógini um apoteksverkið og heilivág.
Stk. 2. Skrásetingarráðið kann, fyri Føroya viðkomandi, gera av, at heilivágur verður lagdur afturat ella tikin av teimum sløgum av heilivági, sum nevnd eru í stk. 1.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 12. juni 2013
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)