Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. august 2016Nr. 86
Kunngerð um standardar fyri KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum
Við heimild í § 12 a í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 6. mai 2016, verður ásett:
§ 1. Landsstýrismaðurin góðkennir standardar fyri KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum eftir ummæli hjá avvarðandi pørtum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur eina góðkenning, um so er, at fortreytirnar fyri góðkenningini eru broyttar.
§ 2. Ein standardur er at skilja sum fyridømi ella beinleiðis reglur fyri eitt arbeiði ella eina framleiðslu.
§ 3. Sjúkrahúsini, herundir heilsustarvsfólk, hava skyldu til at nýta standardar fyri KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum, sum eru góðkendir sambært ásetingunum í hesi kunngerð.
§ 4. Í sambandi við góðkenning og ummæli sambært § 1, stk. 1, verður landsstýrismaðurin kunnaður um:
1) hvat standardurin skal nýtast til,
2) hvør skal brúka standardin,
3) hvussu standardurin skal haldast, og
4) nær standardurin skal takast í brúk.
Stk. 2. Ein góðkendur standardur skal innihalda upplýsingar um navn og útgávu umframt eina nærri lýsing av innihaldinum.
§ 5. Undir serligum umstøðum kann landsstýrismaðurin eftir áheitan frá sjúkrahúsunum geva eitt tíðaravmarkað undantaksloyvi frá kravinum um at nýta standardar.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2016.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 24. august 2016
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)