Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 09-02-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 9 frá 2. februar 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

2. februar 2018Nr. 9

Kunngerð um førleikameting

Við heimild í § 2, stk. 2, § 4, stk. 5, § 5, stk. 3, § 6, stk. 2, § 8 a, stk. 2 og § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 15. mai 2014 um førleikameting, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 10. mai 2017, verður ásett:

Virkisøki

§ 1. Henda kunngerð fevnir um førleikameting innan hesar útbúgvingar sambært § 3 í løgtingslógini:

1)   Løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.

2)   Løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.

3)   Løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.

4)   Løgtingslóg um frítíðarundirvísing v.m.

5)   Løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum.

6)   Løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø.

7)   Løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið.

8)   Løgtingslóg um heilsuútbúgvingar.

9)   Løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya.

Stk. 2. Fyri hesar nevndu útbúgvingar, fevndar av § 3, nr. 2 og 3 í løgtingslógini, og sum eru nevndar í kunngerð um felagsreglur í yrkisnámi fyri næmingar, sum byrja útbúgvingina skúlaárið 2013/2014 ella seinni, § 1, stk. 1, nr. 1, litra a-f, er aldursmarkið at verða førleikamettur tó í minsta lagi 30 ár, og starvsroyndirnar tó í minsta lagi 5 ár.

Samskipan og karmar fyri førleikameting

§ 2. Einstaka førleikametingin verður fyriskipað og framd á einum av landsstýrismanninum góðkendum stovni og í samstarvi við viðkomandi útbúgvingarstovnar.

Stk. 2. Stovnurin, ið fyriskipar og fremur førleikametingina, metir og tekur avgerð um grundarlag fyri førleikameting, leggur til rættis og skipar fyri, at einstaklingar verða førleikamettir, ger av, hvørjum útbúgvingum ella yrkisgreinum, førleikamett verður í, og nær hetta verður gjørt.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin veitir útbúgvingarstovnum, viðkomandi fakpersónum og teimum, ið ynskja at verða førleikamett, vegleiðing og ráðgeving, og orðar mannagongdir í sambandi við førleikametingina.

§ 3. Ein samskipari samskipar einstøku førleikametingina og vegleiðir tann, ið verður førleikamettur, sbr. § 4, stk. 1 og 5 í løgtingslógini.

Stk. 2. Samskiparin ger og leggur til rættis, saman við tí, ið verður førleikamettur, skjalamappu, sum er persónlig, við upplýsingum um arbeiðsroyndir, skeið og skúlagongd hjá viðkomandi. Eisini kann skjalamappan fevna um metingarskjal frá aðrari førleikameting, sbr. § 4, stk. 3 í løgtingslógini.

Stk. 3. Tann, ið verður førleikamettur skal virkin taka lut í at fáa innihaldið í skjalamappuni so fullfíggjað, sum til ber, og hevur ábyrgdina av, at upplýsingarnar í mappuni eru rættar.

Innihaldið í førleikametingini

§ 4. Førleikametingin er ein skipað tilgongd, har formliga verður mett um ta vitan og teir førleikar, ið viðkomandi umsøkjari hevur. Metingin kann byggja á skúlagongd, arbeiðsroyndir, starvsvenjing, frítíðarvirksemi, útbúgving, eftirútbúgving, sosialt arbeiði og lívsroyndir, sbr. § 4, stk. 2 í løgtingslógini.

Stk. 2. Metingin sbr. stk. 1 er grundað á samtalu millum vegleiðara, førleikametara og førleikametta, umframt á tilfar í skjalamappu.

Stk. 3. Í skjalamappuni skulu vera øll viðkomandi skjøl, ið kunnu hava týdning fyri førleikametingina, so sum prógv frá skúla, viðmæli frá arbeiðsgevara, frágreiðingar um arbeiði og vunnar førleikar, váttanir, arbeiðsroyndir, skúlagongd, starvsvenjing og eftirútbúgving.

Stk. 4. Samskiparin hevur neyvt samskifti við og vegleiðir og stuðlar tí, ið verður førleikamettur í allari tilgongdini, og skal síggja til, at allir viðkomandi førleikar verða skjalfestir.

§ 5. Grundað á skeiðslýsingar, námsætlanir og námsskipanir í avvarðandi útbúgving, verða gjørd ein eftirlitsskrá og ein sjálvsmetingarlisti, har førleikarnir hjá umsøkjaranum verða skrásettir.

Stk. 2. Eftirlitsskráin lýsir neyvt øll viðkomandi atlit og viðurskifti, ið havast skulu í huga, tá ið førleikamett verður í sambandi við ávísa útbúgving ella yrkisgrein.

Stk. 3. Tann, ið verður førleikamettur skal meta um sínar egnu førleikar, ið kunnu vera av týdningi fyri førleikametingina, og skráseta førleikarnar í sjálvsmetingarlistan.

Stk. 4. Mentamálaráðið ger eftirlitsskráir, sjálvsmetingarlistar og mannagongdir annars í samstarvi við avvarðandi útbúgvingarstovnar og yrkisnevnd.

Hvussu førleikametingin verður framd

§ 6. Tey, sum stíla fyri førleikameting, t.e. samskipari og tann, ið førleikametir, skulu hava nøktandi vitan og venjing í at meta førleika sambært galdandi lóggávu innan avvarðandi øki, sbr. §§ 5-6 í løgtingslógini.

Stk. 2. Góðkendir útbúgvingarstovnar, sum gera førleikametingar, seta fakbólk við umboðum úr viðkomandi yrkisgrein ella útbúgving, sum skal vera við til at tryggja, at endamálið við førleikametingini verður rokkið, og at úrslitini frá førleikametingini eru í samsvari við tey krøv, sum eru galdandi fyri einstøku útbúgvingina, uttan mun til staðseting.

Stk. 3. Tey, ið ynskja at verða førleikamett, skulu venda sær til avvarðandi útbúgvingarstovn ella tann stovn, sum hevur yvirskipaðu samskipanina av førleikametingini um hendur, og søkja um at verða førleikamett.

§ 7. Einstaka førleikametingin er ein skipað tilgongd og fevnir um hesar tættir, sbr. § 4, stk. 1 í løgtingslógini:

1)   At leita fram og staðfesta førleikar.

2)   At skjalfesta førleikar.

3)   At meta um og próvdøma førleikar.

4)   At viðurkenna førleikar og gera niðurstøðu.

Stk. 2. Tilgongdin í sambandi við førleikameting verður fyrireikað og sett í verk í samráði og samstarvi við avvarðandi áhugapartar í yrkisgreinini og útbúgvingini, sum førleikametingin verður gjørd fyri.

Stk. 3. Umsøkjarin verður kunnaður um tilgongdina í sambandi við førleikametingina og um møgulig úrslit. Tann, ið verður førleikamettur skal fáa greiða afturboðan um støðu sína í sjálvari tilgongdini og hóskandi vegleiðing.

Stk. 4. Gjørd verður ein skanning, har mett verður um støðu umsøkjarans í mun til tey krøv, sum eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum og í avvarðandi útbúgving, og um viðkomandi er skikkaður at verða førleikamettur.

Stk. 5. Við leiðbeining og stuðli frá samskiparanum, savna luttakararnir allar upplýsingar um sín førleika í serstaka førleikamappu, sum er skjalamappan, sbr. § 3, stk. 1-3 og § 4, stk. 2 og 3. Fakkøn geva luttakarunum leiðbeining um sjálvsmeting út frá teimum viðurskiftum, sum galda í fakinum ella útbúgvingini.

Stk. 6. Útgreinan og staðfesting av førleikum fer fram á tann hátt, at fakkøn meta um almennan og serstakan førleika hjá hvørjum luttakara í samrøðu og við grundarlagi í upplýsingunum í skjalamappuni og sjálvsmetingarlistanum, sbr. § 5. Tá ið førleikameting verður gjørd og førleikar verða staðfestir, verður støði tikið í teimum skeiðslýsingum, námsætlanum og námsskipanum, sum eru í galdandi lóggávu fyri viðkomandi starvsgrein ella útbúgving. Fjølbroyttar mannagongdir verða nýttar, og eftirmetingarhátturin skal lagast tørvinum hjá einstaka luttakaranum.

Stk. 7. Mettur førleiki hjá luttakarum verður skjalfestur og váttaður av viðkomandi útbúgvingarstovni.

Krøv í sambandi við fyriskipan av førleikameting

§ 8. Førleikametari, sum er útbúgvin í viðkomandi yrki, skal gera eftirlitsskrá, samsvarandi leiðreglum um mál og førleikar, og stýrir staðfestingartilgongdini, tá ið førleikamett verður, og skal orða niðurstøðuna.

Stk. 2. Samskipari og førleikametari gera ætlan fyri, hvussu førleikamettir persónar lúka málini í viðkomandi útbúgving.

Niðurstøðan frá førleikametingini

§ 9. Ein, ið er førleikamettur, skal hava niðurstøðuna frá førleikametingini skrivliga og harumframt fáa vegleiðing um næstu stig, ið verða tikin.

Stk. 2. Førleikametarin hevur ábyrgdina av at orða niðurstøðuna frá førleikametingini, sum leiðsla útbúgvingarstovnsins váttar, sbr. § 5, stk. 3 í løgtingslógini.

Stk. 3. Samskiparin hevur vegna útbúgvingarstovnin ábyrgdina av, at umsøkjarin fær hóskandi vegleiðing um næstu stig, ið verða tikin, sbr. § 5, stk. 3 í løgtingslógini.

Stk. 4. Útbúgvingarstovnur kann við støði í niðurstøðu frá førleikameting viðurkenna førleikar umsøkjarans sum lúkandi treytirnar fyri upptøku og møguligari stytting av lærutíð ella útbúgvingartíð, har annað ikki er galdandi, um stovnurin metir, at førleikarnir kunnu verða javnmettir við ásett upptøkukrøv og onnur førleikakrøv í sambandi við eina útbúgving ella partar av útbúgving.

Stk. 5. Niðurstøður frá førleikametingum skulu vera javngildar og sambæriligar millum útbúgvingarstovnar.

Stk. 6. Niðurstøða frá førleikameting verður løgd í dátugrunn hjá landsstýrismanninum. Við teirri skrásetingini verða óformligir førleikar og starvsroyndir sett javnt við formligar førleikar, ið eru fingnir til vega við prógvi.

Stk. 7. Stovnurin, ið stendur fyri førleikametingini, skal kunna grundgeva fyri síni niðurstøðu við tilvísing til varðveitt skjøl, um tann førleikametti biður um tað.

Rættindi og skyldur

§ 10. Einstaklingur, ið verður førleikamettur á útbúgvingarstovni, og sum ikki er innskrivaður á stovninum, er ikki fevndur av teimum reglum, ið eru galdandi fyri næmingar ella lesandi á stovninum.

§ 11. Áðrenn tann einstaki tekur avgerð um at verða førleikamettur, skal hann verða kunnaður um møguliga niðurstøðu frá førleikametingini, verða upplýstur um, hvat málið við førleikametingini er, og verða kunnaður um leiklutin hjá tí fakpersóni, ið førleikametir.

Stk. 2. Einstaklingurin skal verða kunnaður um, hvar hann er staddur í einari førleikametingartilgongd.

§ 12. Tann, ið er førleikamettur, hevur rætt til at fáa úrslitið av førleikametingini endurmett hjá tí útbúgvingarstovni, sum ábyrgist metingina, men skal í slíkum føri leggja nýggjar upplýsingar við umbønini.

Stk. 2. Ábyrgdarhavandi sær til, at úrslit frá fyrru førleikametingini verður endurskoðað og boðar luttakaranum frá um úrslitið.

Kærur

§ 13. Persónur, ið er førleikamettur, kann kæra niðurstøðu frá førleikameting sambært útbúgvingunum í § 3 í løgtingslógini, tó ikki um verkliga partin í nr. 2 og útbúgvingunum sambært nr. 9, til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir at førleikametti hevur fingið niðurstøðuna frá førleikametingini. Kæran skal vera skrivlig.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin sendir kæruna til hoyringar hjá førleikametaranum við eini svarfreist upp á 2 vikur. Landsstýrismaðurin kann, um tørvur er á tí, leingja hoyringarumfarið við somu svarfreist.

Stk. 3. Tá hoyringarumfarið er liðugt, ger landsstýrismaðurin uppskot til avgerð í kærumálinum, sum verður send pørtunum til viðmerkingar við eini svarfreist uppá 1 viku. Tá svarfreistin er farin, tekur landstýrismaðurin endaliga støðu til kæruna.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann staðfesta ella broyta førleikametingina.

Gildiskoma

§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd

 

 

Mentamálaráðið, 2. februar 2018

 

Rigmor Dam (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)