Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 01-02-2013
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2013 A - Kunngerð 9 frá 22. januar 2013
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

22. januar 2013Nr. 9

Kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við kunngerð nr. 37 frá 31. mars 2017

(Undirvísingarkunngerðin)

Við heimild í § 3, stk. 7, § 4, stk. 6 og 7, § 5, stk. 5, § 7, stk. 2 og 3, § 8, stk. 2, § 9, stk. 2, § 10, stk. 3, § 12, stk. 3 og 4, § 15, stk. 2, § 29, stk. 3, § 32, stk. 3, § 33, stk. 3, § 34, stk. 3, § 35, stk. 2, § 36, stk. 2 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar útbúgvingar, verður ásett:

Kapittul 1

Stevnumið

§ 1. Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru 3 ella 2 ára útbúgvingar, ætlaðar teimum ungu við áhuga fyri vitan, hugi at fara í dýpdina, og sum vilja skilja samanhang og hugtøk. Útbúgvingarnar eru heildarskapandi á ymiskum økjum og enda allar við próvtøku eftir fyrisettum málum.

Stk. 2. Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru lestrarfyrireikandi og almennandi útbúgvingar, ið geva næminginum fakligt grundarlag fyri hægri lestri og framhaldandi útbúgving.

Stk. 3. Útbúgvingarnar hava í sær eina greiða fakliga og námsfrøðiliga framtøku, og tær skulu styrkja og víðka fakliga førleika og lestrarførleika næmingsins.

Stk. 4. Útbúgvingarnar skulu geva næminginum vitan og skulu venja næmingin at nýta síni hugskot. Harumframt skulu útbúgvingarnar menna evni næmingsins at fara í dýpdina og at viðgera evni í frásjón.

Stk. 5. Næmingurin skal ogna sær førleika at taka virknan lut í einum fólkaræðisligum samfelag, ið byggir á andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi, og at taka á seg ábyrgd og skyldur í hesum høpi.

Stk. 6. Næmingurin skal læra at virða og røkja sína egnu mentan, og hann skal læra, at aðrar mentanir og onnur samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

Stk. 7. Næmingurin skal gerast tilvitandi um tøkniligar og umhvørvisligar avbjóðingar, so hann gerst førur fyri at virka fyri burðardyggari menning av samfelagnum.

Stk. 8. Næmingurin skal læra at nýta ymiskar arbeiðshættir og háttaløg og at taka virknan lut í einum lestrarumhvørvi, ið setir krøv um sjálvstøðugt arbeiðslag og samstarv. Næmingurin skal duga at leita upp og ogna sær vitan. Næmingurin skal harumframt duga at nýta og kritiskt meta um tilognaða vitan.

Kapittul 2

Skipan og útbúgvingarbreytir

§ 2. Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru skipaðar sum 3 ára útbúgvingarbreytir, tó ikki fyrireikingarbreytin, ið er skipað sum 2 ára útbúgvingarbreyt. Útbúgvingarbreytirnar eru

1)   búskaparbreyt,

2)   fyrireikingarbreyt,

3)   hugbreyt,

4)   náttúrubreyt,

5)   tilfeingisbreyt, og

6)   tøknibreyt.

Stk. 2. Útbúgvingarbreytirnar eru skipaðar við felagslærugreinum, breytarlærugreinum og vallærugreinum.

Stk. 3. Lærugreinarnar eru skipaðar sum gymnasialar lærugreinar á C-, B- og A-stigi, har A-stig er hægsta stig. Ein lærugrein hevur altíð greiðan stigvøkstur í sær, og eitt hægri stig byggir altíð á eitt lægri stig.

Stk. 4. Eitt framhaldsmál er at skilja sum ein mállærugrein, ið næmingurin hevur havt í 2-3 ár í fólkaskúlanum ella, sum hann hevur vunnið sær førleika í á annan hátt, áðrenn hann byrjar miðnámsútbúgving.

Stk. 5. Eitt byrjanarmál er at skilja sum ein mállærugrein, ið næmingurin ikki hevur havt áður. Talan kann t.d. vera um týskt, franskt, spanskt, russiskt, italskt, japanskt, kinesiskt.

Felagslærugreinar

§ 3. Felagslærugreinar eru kravdar lærugreinar á breytunum og eru tær somu á øllum breytunum.
Tær eru

1)   føroyskt A,

2)   enskt B,

3)   søga C,

4)   ítróttur og heilsa C,

5)   samfelagsfrøði C, og

6)   støddfrøði C.

Breytarlærugreinar

§ 4. Breytarlærugreinar eru kravdar lærugreinar á teirri einstøku breytini, og mynda í stóran mun fakliga innihaldið á breytini.

Stk. 2. Á búskaparbreytini eru breytarlærugreinarnar

1)   virkisbúskapur B,

2)   sølubúskapur B,

3)   altjóða búskapur B,

4)   søga C, ið verður lyft til B og

5)   vinnulívsrættur C.

Stk. 3. Á fyrireikingarbreytini eru breytarlærugreinarnar

1)   søga C, ið verður lyft til A, og

2)   religión C.

Stk. 4. Á hugbreytini eru breytarlærugreinarnar

1)   enskt B, ið verður lyft til A,

2)   søga C, ið verður lyft til A,

3)   lívfrøði C,

4)   landafrøði C, og

5)   religión C.

Stk. 5. Á náttúrubreytini eru breytarlærugreinarnar

1)   støddfrøði B,

2)   alisfrøði B,

3)   søga C, ið verður lyft til A,

4)   evnafrøði C,

5)   lívfrøði C,

6)   landafrøði C, og

7)   religión C.

Stk. 6. Á tilfeingisbreytini eru breytarlærugreinarnar

1)   tilfeingi A,

2)   tilfeingisfrøði B,

3)   støddfrøði C, ið verður lyft til B,

4)   lívfrøði B,

5)   evnafrøði B,

6)   alisfrøði C, og

7)   samskiftistøkni C.

Stk. 7. Á tøknibreytini eru breytarlærugreinarnar

1)   tøkni A,

2)   tøknifrøði B,

3)   støddfrøði C, ið verður lyft til B,

4)   alisfrøði B,

5)   evnafrøði B,

6)   lívfrøði C, og

7)   samskiftistøkni C.

Vallærugreinar

§ 5. Vallærugreinarnar eru tær lærugreinar, sum ávikavist skulu verða valdar á teirri ávísu breytini, umframt tær, sum frítt kunnu verða valdar á øllum breytum.

Kravdar vallærugreinar

§ 6. Tær vallærugreinar, sum skulu verða valdar á búskaparbreytini, eru

1)   ein búskaparlig lærugrein, ið verður lyft frá B til A,

2)   ein felagslærugrein ella ein breytarlærugrein afturat, ið verður lyft frá B til A,

3)   ein onnur felagslærugrein ella ein onnur breytarlærugrein, ið verður lyft frá B til A, og

4)   ein felagslærugrein ella ein lærugrein frá tí fría valinum, ið verður lyft frá C til B.

§ 7. Tær vallærugreinar, sum skulu verða valdar á fyrireikingarbreytini, eru

1)   eitt byrjanarmál ella framhaldsmál á B-stigi, t.d. týskt, franskt, spanskt, ella russiskt, ella danskt á A-stigi,

2)   ein lærugrein, ið verður lyft frá C til B,

3)   ein náttúrulærugrein, antin alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði ella landafrøði, á C-stigi, og

4)   ein listalærugrein, antin tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki, á C-stigi.

§ 8. 1) 2) Tær vallærugreinar, sum skulu verða valdar á hugbreytini, eru

1)   eitt byrjanarmál ella framhaldsmál á A-stigi t.d. týskt, franskt, spanskt ella russiskt,

2)   eitt annað byrjanarmál ella framhaldsmál á B-stigi, t.d. týskt, franskt, spanskt, ella russiskt, ella danskt á A-stigi,

3)   ein felagslærugrein, breytarlærugrein ella listalærugrein, antin tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki, ið verður lyft frá C til B,

4)   ein onnur felagslærugrein, breytarlærugrein ella listalærugrein, antin tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki, ið verður lyft frá C til B, og

5)   ein listalærugrein, antin tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki, á C-stigi.

§ 9. 1) Tær vallærugreinar, sum skulu verða valdar á náttúrubreytini, eru

1)   ein náttúrulærugrein, antin alisfrøði, evnafrøði ella lívfrøði, ella støddfrøði, ið verður lyft frá B til A,

2)   ein felagslærugrein, ein breytarlærugrein ella lærugreinin tónleikur, ið verður lyft frá B til A,

3)   evnafrøði ella lívfrøði, ið verður lyft frá C til B,

4)   ein felagslærugrein, breytarlærugrein ella ein listalærugrein, antin tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki, ið verður lyft frá C til B og

5)   ein listalærugrein, antin tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki, á C-stigi.

§ 10. Tær vallærugreinar, sum skulu verða valdar á tilfeingisbreytini, eru

1)   ein felagslærugrein ella ein breytarlærugrein, ið verður lyft frá B til A.

§ 11. Tær vallærugreinar, sum skulu verða valdar á tøknibreytini, eru

1)   ein felagslærugrein ella ein breytarlærugrein, ið verður lyft frá B til A.

Fríar vallærugreinar

§ 12. Tær vallærugreinar, sum frítt kunnu verða valdar á øllum breytum, eru tær lærugreinar í lærugreinarøðini, sum leiðari útbúgvingarstovnsins við grundgeving ger av at bjóða út.

Stk. 2. Samstundis sum ein lærugrein verður boðin út, skal leiðarin upplýsa, hvørji námsætlan, lisið verður eftir.

Vav og longd

§ 13. Einstaki næmingurin skal í minsta lagi hava:

1)   4 A-stig og 3 B-stig á búskaparbreytini,

2)   4 A-stig og 3 B-stig á hugbreytini,

3)   4 A-stig og 3 B-stig á náttúrubreytini,

4)   3 A-stig og 4 B-stig á tilfeingisbreytini,

5)   3 A-stig og 4 B-stig á tøknibreytini, ella

6)   2 A-stig og 3 B-stig á fyrireikingarbreytini.

Stk. 2. Minsta talið av lærugreinum á C-stigi verður ásett soleiðis, at samlaða klokkutímatalið ikki verður niðan fyri eitt minst loyvda klokkutímatal á breytini, sbr. §15, stk. 1.

Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann loyva, at munurin millum tað mest loyvda klokkutímatalið og tað minst loyvda klokkutímatalið kann verða nýttur til eyka A-, B- ella C-stig, ella at tímamunurin verður nýttur til at lyfta eina lærugrein upp á hægri stig, frá C til B, frá C til A ella frá B til A.

Stk. 4. Um næmingur hevur fleiri B-stig enn kravd eru á breytini, kann talið av C-stigum minka samsvarandi. Eitt eyka B-stig svarar til, at talið av C-stigum minkar við einum. Tvey eyka B-stig svara til, at talið av C-stigum minkar við tveimum o.s.fr.

Stk. 5. Hevur næmingur fleiri A-stig enn kravd eru á breytini, kann talið av B-stigum ella C-stigum minka samsvarandi. Eitt eyka A-stig svarar til, at talið av B-stigum minkar við einum, ella at talið av C-stigum minkar við tveimum o.s.fr.

Stk. 6. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann, eftir umsókn frá næmingi, sum hevur fingið avriksflutning góðkendan, loyva honum at taka eyka lærugreinar ella at lyfta lærugreinar upp á hægri stig, sbr. stk. 3.

Útbúgvingartíð

§ 14. Útbúgvingartíðin fevnir um ta tíð, sum næmingurin skal nýta fyri at luttaka í undirvísing, sum lærari heldur, ella ta tíð, sum næmingurin skal nýta til annað virksemi, sum skúlin skipar fyri við tí endamálið at røkka málunum í útbúgvingini, t.d. innanhýsis termins- og ársroyndir, lestrarmenning, felagstímar, námsferðir, evnisdagar o.tíl.

Stk. 2. Tíðin, sum næmingurin nýtir til fyrireiking, skrivlig avrik, próvtøkur, sjálvbodna undirvísing, vegleiðing sbrt. §§ 38 og 39, lesiringar o.s.fr., er ikki at skilja sum útbúgvingartíð.

§ 15. 1) Á búskaparbreytini, hugbreytini, náttúrubreytini og tilfeingisbreytini er útbúgvingartíðin í minsta lagi 2470 klokkutímar og í mesta lagi umleið 2600 klokkutímar. Á tøknibreytini er útbúgvingartíðin í minsta lagi 2630 klokkutímar og í mesta lagi umleið 2760 klokkutímar. Á fyrireikingarbreytini er útbúgvingartíðin í minsta lagi 1625 klokkutímar og í mesta lagi umleið 1760 klokkutímar.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann loyva, at onnur tímatøl vera nýtt, um næmingur hevur fingið avriksflutning góðkendan frá øðrum útbúgvingum.

§ 16. Til undirvísing í felagslærugreinunum eru settir hesir klokkutímar:

1)   føroyskt A á 3 ára breytunum, 315 tímar

2)   føroyskt A á fyrireikingarbreytini, 265 tímar

3)   enskt B, 200 tímar

4)   søga C, 75 tímar

5)   støddfrøði C, 125 tímar

6)   samfelagsfrøði C, 75 tímar

7)   ítróttur og heilsa C, 75 tímar

8)   lestrarmenning á 3 ára breytunum, 25 tímar

9)   lestrarmenning á fyrireikingarbreytini, 35 tímar

10) 3) breytaruppgáva 2. árið, á 3. ára breytunum, 10 tímar

11) breytarverkætlan 3. árið á hug-, náttúru- og búskaparbreytini, 50 tímar

12) breytarverkætlan 3. árið á tøkni- og tilfeingisbreytini, 25 tímar

13) breytaverkætlan 2. árið á fyrireikingarbreytini, 25 tímar

§ 17. Til undirvísing í breytarlærugreinunum eru settir hesir klokkutímar:

1)   alisfrøði B (náttúrubreyt), 200 tímar

2)   alisfrøði B (tøknibreyt), 190 tímar

3)   alisfrøði C, 75 tímar

4)   altjóðabúskapur B, 130 tímar

5)   enskt, lyft frá B til A, 125 tímar

6)   evnafrøði B, 190 tímar

7)   evnafrøði C, 75 tímar

8)   landafrøði C, 75 tímar

9)   lívfrøði B, 190 tímar

10) lívfrøði C, 75 tímar

11) religión C, 75 tímar

12) samskiftistøkni C, 75 tímar

13) søga, lyft frá C til A, 135 tímar

14) søga, lyft frá C til B, 55 tímar

15) sølubúskapur B, 225 tímar

16) støddfrøði, lyft frá C til B (náttúrubreyt), 125 tímar

17) støddfrøði, lyft frá C til B (tilfeingisbr.), 160 tímar

18) støddfrøði, lyft frá C til B (tøknibreyt), 160 tímar

19) tilfeingi A, 265 tímar

20) tilfeingisfrøði B, 330 tímar

21) tøkni A, 265 tímar

22) tøknifrøði B, 330 tímar

23) vinnulívsrættur C, 75 tímar

24) virkisbúskapur B, 250 tímar

§ 18. 4) Til undirvísing í vallærugreinunum eru settir hesir klokkutímar:

1)   Danskt A: 200 tímar.

2)   Listalærugrein C: 75 tímar, antin tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki.

3)   Náttúruvísindi C: 75 tímar, antin alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði ella landafrøði.

4)   Biotøkni A: 400 tímar, íroknað evnafrøði C og lívfrøði C.

Stk. 2. Meginreglan er at

1)   allar aðrar lærugreinar á C-stigi hava 75 tímar,

2)   at lyfta lærugrein frá C til B krevur 125 tímar,

3)   at lyfta lærugrein frá C til A krevur 250 tímar, og

4)   at lyfta lærugrein frá B til A krevur 125 tímar.

Stk. 3. Til breytarverkætlanina 3. árið á hug-, náttúru- og búskaparbreytini eru settir 50 tímar, til breytarverkætlanina 3. árið á tøkni- og tilfeingisbreytini eru settir 25 tímar og til breytaverkætlanina 2. árið á fyrireikingarbreytini eru settir 25 tímar.

§ 19. Av samlaðu útbúgvingartíðini kann leiðari útbúgvingarstovnsins í mesta lagi nýta 8% til innanhýsis termins- og ársroyndir, felagstímar, evnisdagar o.tíl.

§ 20. Felagslærugreinar, breytarlærugreinar og vallærugreinar skulu í arbeiðssamstarvi á teimum einstøku breytunum tryggja næminginum grundleggjandi fakligar førleikar, almennandi førleikar og lestrarførleikar.

Stk. 2. Arbeiðssamstarvið sbrt. stk. 1 verður avtalað á toymisfundum og skal vera ein natúrligur partur av toymisarbeiðinum, sbr. § 48.

Uppgávur og verkætlanir

§ 21. Breytaruppgávan á 2. árið verður skrivað í tvørfakligum samstarvi millum tvær lærugreinar, sum næmingurin hevur tað árið. Í minsta lagi ein av lærugreinunum skal vera á A- ella B-stigi.

Stk. 2. Næmingurin skal sjálvur velja lærugreinar, øki og evni.

Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger av, nær breytaruppgávan verður skrivað. Nýttir verða í mesta lagi tveir skúladagar til sjálva skrivingina, og tá verður vanliga undirvísingin niðurløgd. Frá tí at næmingurin fær uppgávuorðingina, til uppgávan skal vera latin inn, skulu í mesta lagi ganga 14 dagar.

Stk. 4. Hvør næmingur fær tillutaðar vegleiðarar, ein í hvørji lærugrein, sum hvør sær skulu góðkenna øll næmingaval í lærugreinunum og saman gera endaliga uppgávuorðing.

Stk. 5. Við støði í grundaðari skrivligari umsókn frá næmingi, kann leiðari útbúgvingarstovnsins gera av, at breytaruppgávan kann verða skrivað í trimum lærugreinum ella bert í einari lærugrein. Endamál, mannagongd og treytir annars eru lýst í námsætlanini fyri breytaruppgávuna.

§ 22. Breytarverkætlanin á 3. ári verður skrivað í lærugrein á A-stigi í tvørfakligum samstarvi við eina aðra lærugrein á A-, B- ella C-stigi sum stuðulslærugrein.

Stk. 2. Næmingurin skal sjálvur velja lærugreinar, øki og evni.

Stk. 3. 1) Verkætlanin verður skrivað í tíðarskeiðinum 15. oktober til 1. mars. Á búskapar-breytini, hugbreytini og náttúrubreytini vera 10 skúladagar nýttir til verkætlanina, harav fimm teir síðstu skulu liggja saman. Á tilfeingisbreytini og á tøknibreytini vera 5 skúladagar nýttir til verkætlanina, harav 3 teir síðstu skulu liggja saman. Millum fyrsta og síðsta verkætlanardag skulu í mesta lagi vera 6 vikur. Uppgávuorðingin skal latast næminginum, tá fyrsti verkætlanardagur byrjar. Verkætlanin skal latast inn seinasta verkætlanardag. Teir dagarnar, næmingurin skrivar verkætlan, verður vanliga undirvísingin niðurløgd.

Stk. 4. Hvør næmingur fær tveir vegleiðarar, ein í hvørji lærugrein, sum skulu góðkenna øll næmingaval og gera endaliga uppgávuorðing.

Stk. 5. Við støði í grundaðari skrivligari umsókn frá næmingi kann leiðari útbúgvingarstovnsins gera av, at breytarverkætlanin kann verða skrivað í trimum lærugreinum ella bert í einari A-lærugrein. Endamál, mannagongd og treytir annars eru lýst í námsætlanini fyri breytarverkætlanina.

§ 23. Á fyrireikingarbreytini verður breytarverkætlan skrivað 2. árið. Breytarverkætlanin verður skrivað í lærugrein á A- ella B-stigi í tvørfakligum samstarvi við aðra lærugrein á A-, B- ella C-stigi sum stuðulslærugrein. Talan kann eisini vera um tvær stuðulslærugreinar.

Stk. 2. Næmingurin skal sjálvur velja lærugreinar, øki og evni.

Stk. 3. Verkætlanin verður skrivað í tíðarskeiðinum 15. oktober til 1. mars. Nýttir vera 5 skúladagar til verkætlanina. Teir 5 dagarnar, næmingurin skrivar verkætlan, verður vanliga undirvísingin niðurløgd.

Stk. 4. Hvør næmingur fær vegleiðarar, ein í hvørji lærugrein, sum skulu góðkenna øll næmingaval og gera endaliga uppgávuorðing.

Stk. 5. Endamál, mannagongd og treytir annars eru lýst í námsætlanini fyri breytarverkætlanina á fyrireikingarbreytini.

Avmarkingar

§ 24. Næmingur kann bert velja somu vallærugrein á sama stigi einaferð. Næmingur skal fylgja ella hava fylgt undirvísingini á einum lægri stigi, áðrenn hann kann byrja undirvísingina á einum stigi, sum liggur beint oman fyri lægra stigið. Vikið kann verða frá hesum, um leiðari útbúgvingarstovnsins metir, at ítøkiligu førleikar næmingsins eru nøktandi.

§ 25. 3) Leiðari útbúgvingarstovnsins kann nokta næmingi at velja lærugrein, sum fakliga er nær skyld við lærugrein, hann áður hevur valt.

Lærugreinabýti og tímaútluting

§ 26. 4) Lærugreinabýtið og tímaútlutingin á breytunum fyri hvørt skúlaár skal verða skipað eftir tímaleistunum fyri breytirnar, sum eru í skjølunum nr. 2-7.

Stk. 2. 4) Leiðari útbúgvingarstovnsins kann gera smærri frávik frá leistunum í skjølunum. Ger hann tað, er tað hann einsamallur, sum avger endaliga lærugreinabýtið og endaligu tímaútlutingina. Tó skulu krøvini í § 13 og § 15 altíð vera uppfylt, og Mentamálaráðið verður kunnað um øll frávik.

Umval

§ 27. Næmingur, sum byrjar í einari útbúgvingarbreyt, kann í seinasta lagi 1. oktober sama árið søkja um at skifta breyt. Møguligt skifti skal fara fram fyri heystfrítíð skúlans og í seinasta lagi 15. oktober.

Stk. 2. Umsókn um breytarskifti kann bert verða játtað, um umsøkjarin lýkur upptøkukrøvini til nýggju breytina og um pláss er á breytini.

Stk. 3. Mannagongd og viðgerð av umsókn um breytarskifti skal fylgja reglunum í upptøku-kunngerðini.

Námsferðir o.tíl.

§ 28. Partar av útbúgvingartíðini kunnu verða nýttir til námsferðir. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal góðkenna námsferðir, og tær skulu vera liður í tí at røkka málunum í námsætlanini og skulu fylgja vegleiðing um námsferðir. Námsferðir eru ikki fevndar av § 19.

§ 29. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann taka stig til at skipa tiltøk fyri allar næmingar ella partar av teimum so sum evnisdagar, felagstímar, innleiðsluskeið, ítróttartiltøk, sjónleik, tónleik o.tíl. Tiltøkini skulu hava til endmáls at røkka málunum í útbúgvingini. Tiltøkini eru fevnd av § 19.

§ 30. Næmingur kann eftir umsókn nýta part av útbúgvingartíðini á útbúgvingarstovni uttanlands.

Stk. 2. Um talan er um at vera skiftisnæmingur eitt skúlaár, skal hann, tá ið hann kemur aftur, halda fram í útbúgvingini har hann slepti, um avriksflutningur ikki er veittur sbr. §35.

Stk. 3. Er talan um stutta skiftistíð, í mesta lagi 3 mánaðir, kann leiðari útbúgvingarstovnsins góðkenna, at undirvísingartíðin í skiftislandinum kemur í staðin fyri undirvísingartíðina heima. Skúlin skal gera avtalu um faklig, námsfrøðilig og praktisk viðurskifti við skúlan í skiftislandinum í hvørjum einstøkum føri.

Átøk uttan fyri vanliga undirvísingartíð

§ 31. Útbúgvingarstovnurin kann geva næmingum við serligum tørvi serlig undirvísingartilboð. Undirvísingartilboðini kunnu fevna um royndarfyrireikandi fakliga undirvísing.

Sjálvboðin undirvísing

§ 32. Útbúgvingarstovnurin kann eisini bjóða bólkum av næmingum sjálvbodna undirvísing tvørtur um floksmørk. Hetta slag av undirvísing kann ikki vera royndarfyrireikandi faklig undirvísing. Sjálvboðin undirvísing kann ikki vera ein treyt fyri, at næmingurin sleppur at velja ávísar lærugreinar.

Stk. 2. Útbúgvingarstovnurin kann veita næmingum við serligum evnum serlig undirvísingartilboð. Útbúgvingarstovnurin kann bjóða næmingum at luttaka í lesiringum tvørtur um floksmørk. Hetta slag av undirvísing kann ikki vera royndarfyrireikandi faklig undirvísing og kann ikki vera ein treyt fyri, at næmingurin sleppur at velja ávísar lærugreinar.

Námsætlanir

§ 33. Í øllum lærugreinum á øllum stigum eru námsætlanir. Námsætlanirnar eru til skjals í rundskrivum. Námsætlanin allýsir lærugreinina við hesum hugtøkum:

1)   Samleiki,

2)   endamál,

3)   stig og tímatal,

4)   øki,

5)   førleikamál,

6)   eftirmeting og próvtøka, og

7)   at skipa undirvísing.

Stk. 2. Í stk. 1, nr. 4 verður øki skipað í eitt kjarnaøki og eitt ískoytisøki. Kjarnaøkið fevnir um kravt fakligt innihald, og er umleið 80% av undirvísingartíðini. Ískoytisøkið er fakligt innihald, svarandi til uml. 20% av undirvísingartíðini, sum verður valt soleiðis, at kjarnaøkið verður lýst meiri nágreiniligt. Ískoytisøkið skal stuðla undir at røkka førleikamálinum í lærugreini, víðka fakliga sjónarring næmingsins, og næmingurin skal takast við í avgerðina, tá ið evni verða vald.

§ 34. Høvuðsmálið í undirvísingini er føroyskt. Í øðrum máli enn móðurmálinum kann høvuðsmálið í lærugreinini vera avvarðandi mál, men mállærugreinarnar skulu umframt teirra egnu málfrøðiheiti eisini vísa til føroysk málfrøðiheiti, har tað ber til.

Avriksflutningur

§ 35. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann eftir umsókn veita næmingi avriksflutning fyri undirvísing og próvtøku í lærugrein, hann áður hevur lokið í gymnasialari miðnámsútbúgving ella hægri útbúgving. Áður lokna lærugreinin skal vera á samsvarandi ella hægri gymnasialum stigi.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann somuleiðis eftir umsókn góðskriva næmingi undir-vísingartíð og roynd, sum er farin fram á øðrum útbúgvingarstovni t.d. uttanlands, um so er, at leiðari útbúgvingarstovnsins metir, at skúlagongdin á øðrum stovni kann javnmetast við undirvísingina í miðnámsútbúgvingini.

Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann gera av, at næmingar, sum hava fingið avriksflutning sambært reglunum í stk.1 og 2, kunnu fáa loyvi at stytta um samlaðu útbúgvingartíðina.

Stk. 4. Hvørjar lærugreinar kunnu geva avriksflutning, og í hvønn mun avriksflutningur kann vera partur av einum samlaðum prógvi, er ásett í kunngerð um avriksflutning.

Kapittul 3

Vegleiðing og fráfall

§ 36. Vegleiðing í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum verður skipað sum lestrarmenning, persónlig ráðgeving og felagsvegleiðing.

Lestrarmenning

§ 37. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa so fyri, at allir næmingar fáa miðvísa fakliga vegleiðing og vegleiðing um lestrarháttalagið í ávísu lærugreinunum. Vegleiðingin skal miða ímóti, at næmingurin gerst førur fyri at lesa og granska í lestrartíðini, og at næmingurin megnar at fremja útbúgvingina innan ásettu tíðarkarmarnar.

Stk. 2. Til lestrarmenning skulu nýtast 25 klokkutímar, á fyrireikingarbreytini tó 35 klokkutímar, og tímarnir skulu nýtast fyrsta árið. Lestrarmenning skal standa á tímatalvuni, og tað er skylda næmingsins at luttaka. Vegleiðingin skal taka støði í námsætlanini fyri lestrarmenning og vegleiðing um lestrarmenning.

Persónlig ráðgeving

§ 38. Lestrarvegleiðingin skal ráðgeva næmingum við sosialum, persónligum og fíggjarligum trupulleikum. Vegleiðingin skal skipa so fyri, at næmingar, sum bera brek, eru orðblindir, eru varandi sjúkir o.tíl. fáa hjálpitól, fáa serliga lesivegleiðing, fáa sjúkraundirvísing, verða vístir til samrøðu við sálarfrøðing o.s.fr.

Stk. 2. Lestrarvegleiðingin skal vegleiða um rættindi og skyldur næmingsins í sambandi við skúlagongdina.

Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa so fyri, at gjørdar vera mannagongdir, sum hava til endamáls, at so fáir næmingar sum gjørligt gevast ella verða noyddir at velja av nýggjum.

Felagsvegleiðing

§ 39. Lestrarvegleiðingin skal kunna næmingar og møguligar umsøkjarar um breytaskipanina, kravd val á breytini, frí val á breytini og møgulig umval til aðra breyt. Vegleiðingin skal kunna næmingarnar um vinnu- og útbúgvingarmøguleikar eftir útbúgvingarlok og upptøkukrøv til framhaldandi lestur.

Stk. 2. Lestrarvegleiðingin skal so tíðliga sum gjørligt fáa kunnleika um fortreytir næmingsins í sambandi við upptøkuna. Tá ið næmingar verða tiknir upp í fyrsta miðnámsflokk, kunnu lestrarvegleiðarar luttaka í upptøkuviðgerðini.

Kapittul 4

Flokkar og valbólkar

§ 40. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger við grundgeving einsamallur av, hvørjir valbólkar verða bodnir út ella settir á stovn, sbr. stk. 4.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger somuleiðis av, í hvørjum flokki og í hvørjum valbólki næmingarnir skulu ganga.

Stk. 3. Skulu næmingar frá ymiskum útbúgvingarstovnum ganga í sama flokki ella sama valbólki, skulu leiðararnir fyri ávísu útbúgvingarstovnarnar góðkenna hetta.

Stk. 4. Valbólkar kunnu verða settir á stovn, um samlaði kostnaðurin ikki fer upp ta játtan, sum stovnurin hevur fingið tillutaða.

Samanlegging av flokkum og valbólkum

§ 41. Avger leiðari útbúgvingarstovnsins at leggja flokkar ella valbólkar saman, skulu næmingar og lærarar fáa hetta at vita í so góðari tíð, at toymið fær stundir at gera nýggjar lestrarætlanir, sbr. § 48.

At bjóða út og seta á stovn lærugreinar

§ 42. Hvørjar lærugreinar úr lærugreinarøðini, stovnurin velur at bjóða út sum vællærugreinar, ger leiðari útbúgvingarstovnsins einsamallur av.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa útboðið soleiðis, at allir næmingar fáa møguleika at seta útbúgvingina saman, soleiðis at krøvini í § 4, stk. 3 og 4 um tal av A-, B- og C-stigum kunnu verða hildin.

§ 43. Umframt felagslærugreinar, breytarlærugreinar og danskt A skulu í minsta lagi hesar lærugreinar verða bodnar út á breytunum:

1)   Á búskaparbreytini: Tvær búskaparligar A-lærugreinar og støddfrøði A.

2)   Á fyrireikingarbreytini: Tvey byrjanarmál ella framhaldsmál B, støddfrøði B og samfelags-frøði B.

3)   Á hugbreytini: Tvey byrjanarmál ella framhaldsmál A.

4)   Á náttúrbreytini: Støddfrøði A og alisfrøði A.

5)   Á tilfeingisbreytini: Lívfrøði A og alisfrøði B.

6)   Á tøknibreytini: Tøknifrøði A, støddfrøði A og alisfrøði A.

Breytasamstarv um lærugreinaútboð

§ 44. Breytirnar skulu, hvør í sínum upptøkuøki, luttaka í einum samstarvi um í minsta lagi at bjóða út tær lærugreinar, sum hægru lærustovnarnir seta sum upptøkutreyt sambært teirra upptøkukunngerðum.

Stk. 2. Talan er í minsta lagi um hesar lærugreinar: Altjóðabúskap B, alisfrøði A, danskt A, enskt A, evnafrøði A, samfelagsfrøði B, søgu B, støddfrøði A og tvey fremmandamál á A-stigi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áleggja stovni at skipa fyri, ella ikki at skipa fyri, ávísari breyt ella ávísari lærugrein.

Næmingaval

§ 45. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger av, nær næmingurin skal velja lærugrein til næsta skúlaár.

Stk. 2. Í seinasta lagi 1. mars skulu allir næmingar skrivliga ella talgilt hava boðað frá endaliga vali teirra, sum tá er bindandi.

Stk. 3. 1) Eftir 1. mars kann valið ikki verða broytt, uttan so at leiðari útbúgvingarstovnsins í serstøkum føri gevur loyvi. Gevur leiðari útbúgvingarstovnsins loyvi at skifta út vallærugrein, skulu hesar treytir vera loknar:

1)   Vikið má ikki vera frá ásetingunum um, at næmingurin skal hava møguleika at taka fult prógv eftir galdandi reglum,

2)   skiftið skal fara fram, áðrenn undirvísingin er byrjað, tó kann leiðari útbúgvingarstovnsins hendingaferð loyva, at skiftið fer fram í seinasta lagi tríggjar vikur eftir, at undirvísingin er byrjað.

3)   (Strikað).

4)   (Strikað).

Stk. 4. 1) Næmingar, sum byrja í eini útbúgvingarbreyt og hava í umsóknini valt lærugreinar, kunnu ikki broyta valið, uttan so at leiðari útbúgvingarstovnsins hendingaferð loyvir tí. Gevur leiðari útbúgvingarstovnsins loyvi at skifta út vallærugrein, eru ásetingarnar í stk. 3 nr. 1 og 2 galdandi.

Skúlaár og frítíð

§ 46. Skúlaárið í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum er frá 1. august til 31. juli árið eftir og skúladagatalið er ásett at vera 199.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger av, nær skúlin byrjar og hann ásetur fyri 1. mars frídagar og frítíð fyri tað komandi skúlaárið. Frítíð og frídagar kunnu ikki verða lagdir í próvtøkutíðarskeiðinum.

Kapittul 5

At ráðleggja og fremja undirvísing

§ 47. Undirvísingin verður løgd til rættis og framd, soleiðis at málini við útbúgvingini í síni heild verða rokkin, og somuleiðis, at málini í teimum einstøku námsætlanunum verða nádd.

Stk. 2. Ymisku fortreytirnar og ymisku evnini hjá næmingunum skulu vera havd í huga, tá ið undirvísingin verður løgd til rættis.

Stk. 3. Undirvísingin í felagslærugreinunum og vallærugreinunum kann verða samskipað í valbólkar tvørtur um breyta- og floksmørk.

Stk. 4. Í serstøkum førum kunnu fleiri lærarar røkja undirvísingina í einari lærugrein, men leiðari útbúgvingarstovnsins skal gera av ábyrgdarbýti í sambandi við samlaðu undirvísingina, eftirmeting, royndir og próvtøkur.

Læraratoymi

§ 48. Endamálið við toymisarbeiðinum er at fyrireika og leggja undirvísingina til rættis.

Stk. 2. Toymið skal ráðleggja, eftirmeta og menna undirvísingina, men leiðari útbúgvingarstovnsins ger av í hvørjum einstøkum føri, hvørjar uppgávurnar hjá toyminum eru.

Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal gera karmar fyri læraratoymið, sum m.a. skulu fevna um

1)   hvussu toymið verður skipað,

2)   meginreglur fyri luttøku lærarans í toymum,

3)   eina lýsing av uppgávunum og virkseminum hjá toyminum,

4)   leiklutin hjá leiðsluni í toyminum,

5)   avgerðarbýtið millum leiðslu og toymi, og

6)   eftirmeting av toymisarbeiðinum.

§ 49. Fyri hvønn upprunaflokk setir leiðari útbúgvingarstovnsins eitt flokstoymi, ella hann velur at nýta aðra fortreyt enn upprunaflokkin sum toymiseyðkenni. Toymi kunnu eftir tørvi virka í styttri ella longri tíð.

Lestrarætlan

§ 50. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa so fyri, at toymið samskipar undirvísing og skrivlig avrik.

Stk 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal í samráði við læraratoymið staðfesta eina stutta og yvirskipaða lestrarætlan fyri flokkin.

Stk 3. Lestrarætlanin skal vera leisturin, sum allir lærarar ráðleggja eftir, og lestrarætlanin skal staðfesta, hvør lærari hevur ábyrgdina av teimum ymisku undirvísingarpørtunum.

Stk 4. Lestrarætlanin skal ikki fara í smálutir, men í høvuðsheitum fevna um raðfylgjuna, longdina og høvuðsinnihaldið, lýst við nágreiniligum stikkorðum av komandi stórum undir-vísingargongdum, umframt skrivlig avrik.

Stk 5. Lestrarætlanin skal fevna um allar floksins lærugreinar og samspælið millum tær. Ætlanin skal fevna um at nýta fjølbroyttar arbeiðshættir innan t.d. skrivlig avrik, virtuellar framløgur og verkætlanir. Ætlanin skal eisini fevna um námsferðir, fakligar útferðir o.s.fr.

Stk. 6. Lestrarætlanin skal býta arbeiðsbyrðu næminganna javnt út á útbúgvingartíðarskeiðið.

Stk. 7. Lestrarætlanin skal verða dagførd eftir tørvi og vera teldutøk hjá teimum, sum ætlanin fevnir um.

§ 51. Tá næmingur á fyrsta sinni fær undirvísing í einari lærugrein, ella hann á fyrsta sinni fær undirvísing á einum hægri lærugreinastigi, skal hann hava eina lestrarætlan útflýggjaða, ella vera við at gera eina lestrarætlan. Møguligar seinni dagføringar verða gjørdar í samstarvi við næmingarnar.

Skrivlig avrik

§ 52. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa so fyri, at stovnsins fíggjarliga tilfeingi eisini verður nýtt til at gera skrivligar uppgávur, skrivligar venjingar og til at eftirmeta skrivlig avrik.

Stk. 2. Skrivligar uppgávur og skrivligar venjingar eru í hesum sambandi at skilja sum tekstir, tøl og grafar, kt-framløgur, margmiðlaframleiðslur o.tíl.

§ 53. Fyri at dygdin í útbúgvingini hjá tí einstaka næminginum skal vera samsvarandi endamálinum við útbúgvingini og málunum í námsætlanunum, er neyðugt, at næmingurin fær venjing í at skriva.

Stk. 2. Stigvís framtøka skal vera í krøvunum til ta skrivligu venjingina. Tey skrivligu avrikini skulu vera partur av dagligu innanhýsis eftirmetingini.

§ 54. Lestrarfyrireikandi skriviførleikar eru at skilja sum

1)   tilvitska um tekstslag,

2)   at nýta rættan málsligan búna,

3)   at skipa evni,

4)   at grundgeva,

5)   at nýta sitat,

6)   at lýsa við myndum, grafum o.tíl.,

7)   at leggja fram og

8)   at nýta tilvísingar, gera notur og bókmentalista.

§ 55. Skrivlig venjing í lærugreinum og í lærugreinasamstarvi skal vera við til at menna lestrarfyrireikandi skriviførleikarnar hjá einstaka næminginum, soleiðis at

1)   næmingurin fær ment sítt fimi og økt sína fakligu vitan,

2)   næmingurin fær venjing í at lata eitt fakligt evni í tann rætta málsliga búnan,

3)   næmingurin sjálvur gerst førur fyri at viðgera spurningar skrivliga,

4)   næmingurin fær venjing í at vera skipaður, hava yvirlit og at fara í dýpdina,

5)   næmingurin fær venjing í at samskifta og at bera fram greiðan boðskap, og

6)   næmingurin fær vant seg at skriva.

§ 56. Leiðari útbúgvingarstovnsins raðfestir nýtsluna av skrivligum venjingum, bæði í einstøku lærugreinini og í lærugreinasamstarvinum, og leiðarin ger av, hvør lærari ella hvørjir serliga skulu átaka sær uppgávuna at undirvísa í júst teimum skriviførleikum, sum eru nevndir í § 54.

Stk. 2. Yvirskipað skal tíðin, sum brúkt verður til skrivlig avrik á eini breyt vera eins long fyri øll á breytini.

Stk. 3. Leiðarin kann, tá ið talan er um serligan tørv, víkja frá hesi meginreglu.

Næmingatíð

§ 57. Nøgdin av skrivligum venjingum verður gjørd upp í næmingatíð.

Stk. 2. Næmingatíðin er tann tíðin, mett verður, at ein miðal næmingur, á einum ávísum lærugreinarstigi, nýtir til at framleiða eitt nøktandi uppgávusvar, uttan fyri vanliga undirvísingartíð.

Stk. 3. Innanhýsis jólaroyndir, várroyndir, terminsroyndir o.tíl. eru ikki at rokna sum næmingatíð.

§ 58. Leiðari útbúgvingarstovnsins lutar út næmingatíð eftir reglum í § 60, og næmingarnir verða kunnaðir um næmingatíðina, sum er lutað tí einstaka skrivliga avrikinum.

§ 59. Samlaða næmingatíðin hjá hvørjum einstøkum næmingi skal ikki fara niður um samlaðu minstu næmingatíðirnar sbrt. § 60.

Stk. 2. Vanliga kann eingin næmingur hava meir enn hesa samlaðu næmingatíð

1)   á hugbreytini, náttúrubreytini og búskaparbreytini í mesta lagi 650 tímar,

2)   á tøknibreytini og tilfeingisbreytini í mesta lagi 780 tímar, og

3)   á fyrireikingarbreytini í mesta lagi 450 tímar.

§ 60. 4) Næmingatíðin til skrivliga venjing í ymisku lærugreinunum skal í minsta lagi vera lutað sum ásett í skjali 9 um næmingatíðir.

§ 61. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann krevja, at næmingur skal vera til staðar, tá ið hann nýtir næmingatíð til skrivlig avrik t.d. á einum skriviverkstaði uttan fyri vanligu tímatalvu næmingsins.

§ 62. Umframt næmingatíðina í § 60 skal leiðari útbúgvingarstovnsins seta næmingatíð í grunn at nýta til serlig átøk, eitt nú til

1)   næmingar við serligum tørvi, sbrt. § 31,

2)   næmingar við serliga góðum evnum, sbrt. § 32, stk. 2,

3)   næmingar, sum hava serligan tørv á próvtøkuvenjing, og

4)   hækking av einstøkum næmingatíðum sbrt. § 60.

Stk. 2. Hækkar leiðari útbúgvingarstovnsins einstakar næmingatíðir sbr. § 60, eigur hetta at verða gjørt við atliti at

1)   frágreiðingum í sambandi við royndararbeiði,

2)   frágreiðingum í sambandi við verkætlanir,

3)   skrivligum avrikum tvørtur um lærugreinar,

4)   skrivligum avrikum í lærugreinum á B-stigi, har næmingurin hevur boðað frá, at hann fer at velja vallærugreinina á A-stigi, og

5)   skrivligum eykavenjingum av serligum orsøkum.

Stk. 3. Í grunnin skulu í minsta lagi verða settir 5 tímar av næmingatíð fyri hvønn næming á breytini tann 1. september hvørt skúlaár.

§ 63. Í sambandi við at skrivlig arbeiði verða eftirmett, skal næmingur javnan hava at vita, hvør fakliga støðan er, og hann skal somuleiðis hava eina nágreinliga lýsing av veikleikum og dygdum í hansara skrivligu avrikum.

§ 64. 4) Leiðari útbúgvingarstovnsins skal javnan útvega sær vitan um fakligu støðuna í tí einstaka flokkinum. Hann skal serliga útvega sær kunnleika um skrivligu førleikarnar. Við hesi vitan í huga skal leiðarin í samráði við læraratoymið gera eitt nýtt býti av næmingatíð, um hann heldur tørv vera á tí, tó ongatíð minni enn ásetingin í skjali 9.

§ 65. Skrivligar venjingar í lærugreinum, sum hava fingið tillutaða næmingatíð, skulu verða eftirmettar, og fleiri eftirmetingarhættir skulu verða nýttir, har ímillum

1)   rætta skrivlig svør, sum einstaklingar hava latið inn, t.d. uppgávur, mátingar og innanhýsis jóla-, vár-, termins-, ársroyndir o.s.fr.,

2)   rætta og viðmerkja skrivlig einstaklingsavrik og bólkaavrik,

3)   gera viðmerkingar til lutvíst liðug avrik í ávegisskriving,

4)   samrøða við einstaklingar og næmingabólkar, ella

5)   ein samanrenning av nr. 1-4.

§ 66. Tað er leiðari útbúgvingarstovnsins, sum ger leiðreglur fyri, hvussu eftirmetingin skal fara fram í teimum einstøku lærugreinunum.

Kapittul 6

Stakgreinalestur og sjálvlesandi

§ 67. Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar kunnu verða tiknar sum stakgreinalestur og kunnu eisini verða tiknar sum sjálvlestur.

Stakgreinalesandi

§ 68. Gymnasiala stakgreinaprógvið verður sett saman av próvtølum í øllum kravdum lærugreinum og í breytarverkætlanini.

Stk. 2. Stakgreinalesandi fylgja undirvísingini eftir somu treytum sum onnur lesandi. Tey fylgja undirvísingini í flokkum ella valbólkum, sum longu eru settir á stovn á útbúgvingarstovninum.

Stk. 3. Undirvísingin í teimum einstøku lærugreinunum endar við próvtøku eftir somu reglum sum fyri onnur lesandi.

Stk. 4. Undirvísingin skal fylgja somu reglum um útbúgvingartíð og næmingatíð sum fyri onnur lesandi.

Stk. 5. Stakgreinalesandi skulu hava støðumet, samstundis sum flokkurin ella valbólkurin, tey eru í, fær støðumet.

Stk. 6. Hevur lærugreinin skrivliga próvtøku, skal tann stakgreinalesandi í síðstu lestrarhálvu hava møguleika at fara til skrivliga roynd undir próvtøkulíknandi umstøðum.

Stk. 7. Stakgreinalesandi, sum ætlar at taka eitt samlað prógv, skal skriva breytaruppgávu sbrt. § 21 og breytarverkætlan sbrt. § 22.

Stk. 8. 1) Lærugreinin ítróttur og heilsa C kann skiftast út við aðra lærugrein á C-stigi. Um lærugreinin ítróttur og heilsa C ikki verður skift út við aðra lærugrein á C-stigi, skal ársmetið í ítrótti og heilsu telja við í próvnum.

Stk. 9. 1) Hevur næmingur lokið lærugrein í áður loknari útbúgvingargongd, og sum tá ikki varð tikin út til próvtøku, skal endaliga ársmetið frá nevndu útbúgvingargongd koma við á prógvið.

Stk. 10. 1) Eitt gymnasialt stakgreinaprógv skal, alt eftir útbúgvingarbreyt, lúka treytirnar í § 13 um A-, B- og C-stig.

Sjálvlesandi

§ 69. Sjálvlesandi skal innskriva seg til próvtøku eftir reglunum í § 8 í próvtøkukunngerðini.

Stk. 2. Áðrenn innskriving til próvtøku skal tann sjálvlesandi skjalprógva, at eitt ítøkiligt próvtøkugrundarlag er tøkt. Próvtøkugrundarlagið skal hava støði í námsætlanini í ávísu lærugreinini.

Stk. 3. Sjálvlesandi skal hava tilboð um fakliga vegleiðing, antin sum einstaklingur ella í bólki saman við øðrum.

Stk. 4. Sjálvlesandi, sum ætlar at taka fult prógv, skal skriva breytarverkætlan.

Starvsstovuroyndir hjá stakgreina- og sjálvlesandi

§ 70. Stakgreinalesandi skal gera starvstovuroyndir saman við tí flokkinum ella valbólkinum, sum hann er í.

Stk. 2. Sjálvlesandi kann gera starvsstovuroyndir saman við einum flokki ella valbólki. Ber tað ikki til, skal hann melda seg til starvstovuskeið á stovninum, har hann ætlar sær til próvtøku. Stovnar, sum hava sjálvlesandi, skulu samskipa møgulig starvstovuskeið.

Stk. 3. Starvsstovuskeið verður tikið í staðin fyri tað royndararbeiðið, sum er ásett í námsætlanini fyri lærugreinina.

Stk. 4. Útbúgvingartíðin í sambandi við starvsstovuroyndir í eini lærugrein er 15 tímar fyri C-stig, 15 tímar fyri B-stig og 15 tímar fyri A-stig. Ein treyt er, at eitt lægri stig er lokið, áðrenn farið kann verða undir eitt hægri stig.

Stk. 5. Afturat útbúgvingartíðini verður tíð roknað til at skriva frágreiðingar. Vegleiðing og gjøgnumgongd av teimum fyrstu frágreiðingunum hoyrir við til útbúgvingartíðina.

Stk. 6. Stovnurin, sum heldur starvsstovuskeið, skal geva teimum, sum fullføra, skeiðsváttan.

Kapittul 7

Eftirmetingar

§ 71. Útbúgvingarstovnurin skal hava eina eftirmetingarætlan, sum skal fevna um eftirmeting av undirvísingini og eftirmeting av tí, sum næmingurin fær burturúr.

Eftirmeting av undirvísing

§ 72. Tvær ferðir um árið skulu næmingarnir hava høvi at eftirmeta undirvísingina. Eftir samráð við flokkin tekur lærarin avgerð um, hvussu eftirmetingin skal verða gjørd.

Stk. 2. Eftirmetingarúrslitið skal viðgerast í flokkinum. Lærarin skal gera stuttan skrivligan samandrátt til næmingarnar. Samandrátturin skal í minsta lagi fevna um

1)   nær og hvussu eftirmetingin er gjørd og

2)   niðurstøðu og møgulig átøk.

Eftirmeting av næmingum

§ 73. Til at meta um fakligu støðu næmingsins skulu verða nýtt støðumetstøl, royndarmetstøl og munnligar ella skrivligar viðmerkingar.

Stk. 2. Givin verða støðumet, ársmet og royndarmet. Støðumet lýsir fakligu støðu næmingsins, júst tá ið metið verður givið, t.e. hvussu stórur partur av málunum er rokkin í mun til undirvísingartíðarætlanina. Ársmet er eitt støðumet, sum lýsir fakligu støðu næmingsins við undirvísingarlok. Royndarmet lýsir, hvussu stórur partur av málunum er náddur í mun til ávísa uppgávuorðing ella ávísan spurning.

§ 74. Næmingarnir skulu hava

1)   støðumet gjøgnum skúlaárið,

2)   ársmet við undirvísingarlok og møguliga royndarmet við skúlaársenda, í lærugreinum, sum halda fram, og

3)   endalig ársmet við undirvísingarlok í lærugreinum, sum ikki halda fram.

Stk. 2. 3) Næmingar á fyrireikingarbreytini skulu ikki hava endalig ársmet, bert vegleiðandi støðumet gjøgnum skúlaárið.

§ 75. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger av, nær metini verða givin.

Stk. 2. Ársmetini við undirvísingarlok og møgulig royndarmet við skúlaársenda eru grundarlag undir avgerð leiðara útbúgvingarstovnsins, hvørt næmingurin verður fluttur upp í næsta flokk.

§ 76. Í lærugreinum við ongari munnligari próvtøku, men sum kunnu enda við skrivligari próvtøku, verður bert givið met í skrivligum. Í øllum øðrum lærugreinum, sum kunnu enda við skrivligari próvtøku, skulu næmingarnir hava met í skrivligum og í munnligum. Næmingar skulu harumframt hava met í skrivligum og munnligum í hesum lærugreinum

1)   á náttúrubreytini og á hugbreytini: Lívfrøði B, alisfrøði B, evnafrøði B, landafrøði B og framhaldsmálum B,

2)   á búskaparbreytini: Framhaldsmálum B og

3)   á tøknibreytini og á tilfeingisbreytini: Lívfrøði B, alisfrøði B, evnafrøði B og landafrøði B.

Stk. 2. Í øllum øðrum lærugreinum, sum ikki eru nevndar í stk. 1, skal næmingurin bert hava met í munnligum.

Stk. 3. Í lærugreinum, sum halda fram, skulu næmingarnir við skúlaársenda hava støðumet, t.e. ársmet, og møguligt ársroyndarmet.

Stk. 4. Endalig ársmet skulu skrivast í próvtalsskrásetingina, áðrenn munnligu próvtøkurnar verða kunngjørdar.

Stk. 5. Endalig ársmet verða flutt á endaliga prógvið hjá næminginum sambært reglum í próvtøkukunngerðini og eini nágreiniligari vegleiðing.

§ 77. Í tíðini frá byrjanini 1. árið til undirvísingarlok 3. árið skulu haldast í minsta lagi 5 royndir, skrivligar ella munnligar, undir próvtøkulíknadi umstøðum, t.e. eftir reglunum í próv-tøkukunngerðini og námsætlanini við tí í hyggju, at næmingarnir fáa vant teir ymisku próvtøkuhættirnar, sum eru at finna í útbúgvingini.

Undirvísingarfrágreiðing

§ 78. Lærari skal fyri hvørja lærugrein og hvørt lærugreinastig gera eina undirvísingarfrágreiðing, so hvørt sum skúlaárið líður. Nakað fyri undirvísingarlok skal lærarin gera undirvísingarfrágreiðingina lidna, eisini fyri tær lærugreinar, sum halda fram næsta skúlaár.

Stk. 2. Áðrenn eina freist, sum leiðari útbúgvingarstovnsins setir, skal lærari skrivliga vátta fyri leiðara útbúgvingarstovnsins, at undirvísingarfrágreiðingin er liðug og lýkur krøvini í samsvarandi námsætlan. Leiðarin góðkennir undirvísingarfrágreiðingar, áðrenn tær verða endaliga kunngjørdar.

§ 79. Undirvísingarfrágreiðingin er grundarlag undir munnligu próvtøkuni. Frágreiðingin verður gjørd eftir leisti, sum Mentamálaráðið ger, og hon skal vera tøk hjá próvdómara at taka niður frá stevnu, heimasíðu ella líknandi miðli, í seinasta lagi 14 dagar áðrenn munnligu próvtøkurnar verða kunngjørdar.

Stk. 2. Fyri næming, sum skiftir skúla í einum skúlaári, skal lærarin gera eina avmarkaða undirvísingarfrágreiðing.

Váttan um undirvísing

§ 80. Næmingur, sum hevur fylgt undirvísingini í eini lærugrein, uttan tó at gera seg lidnan, kann eftir umsókn fáa váttan fyri at hava luttikið og fáa avrit av støðumetum.

Stk. 2. Næmingur, sum hevur fylgt undirvísingini í eini lærugrein og gjørt seg lidnan og fingið endaligt ársmet, kann eftir umsókn fáa váttan fyri luttøku og avrit av støðumetinum, um lærugreinin ikki varð tikin út til próvtøku.

Stk. 3. Næmingur, sum skiftir skúla, og av tí orsøk ikki fær høvi at enda eitt B- ella A- stig, kann fáa sítt seinasta støðumet við sær sum endaligt ársmet í somu lærugrein á einum lægri stigi.

Kapittul 8

Serstøk undirvísing

Næmingar, ið bera brek

§ 81. Um næmingur, ið hevur tørv á sernámsfrøðiligari hjálp orsakað av sálarligum ella likamligum avmarkingum, søkir inn í miðnámsskúla, skal skúlin seta seg í samband við Sernám, áðrenn upptøka fer fram.

Stk. 2. Skúlin ger av saman við Sernámi, í hvønn mun næminginum tørvar stuðul, og hvørji møgulig hjálpartiltøk skulu verða sett í verk, tá ið næmingurin byrjar í skúlanum.

Stk. 3. Verður tørvurin ávístur, eftir at skúlagongdin er byrjað, verða hjálpartiltøk framd skjótast til ber.

§ 82. Tá ið avgerð um upptøku er tikin, ella tá ið tørvurin er ávístur, boðar leiðari útbúgvingarstovnsins Sernámi frá tørvinum. Fráboðanin skal fara fram í samráði við næmingin, faklærarar og lestrarvegleiðara næmingsins.

Stk. 2. Í tann mun tilvísing til sernámsfrøðiliga hjálp hevur við sær, at aðrir stovnar skulu verða tiknir við upp á ráð, hevur skúlin ábyrgdina av, at hetta verður gjørt.

§ 83. Við støði í tørvinum hjá næminginum ger skúlin í samstarvi við Sernám eina virkisætlan fyri næmingin.

Stk. 2. Skúlin hevur ábyrgdina av, at lagda virkisætlanin verður fylgd, soleiðis at avmarkingin í minst møguligan mun darvar næminginum í at fylgja undirvísingini. Skúlin skal í minsta lagi eina ferð hvørt hálva ár eftirmeta virkisætlanina.

Stk. 3. Um tørvurin hjá næminginum broytist í útbúgvingargongdini, skal støða sum skjótast verða tikin til, um onnur virkisætlan skal verða gjørd. Skúlin hevur ábyrgdina av, at hetta verður gjørt.

§ 84. Skúlin ger í samstarvi við Sernám tilmæli um tørvin á stuðli, og um hvørji hjálpitól og hjálparmiðlar eiga at verða útvegað.

Stk. 2. Skúlin ger kostnaðarætlan fyri sernámsfrøðiligu stuðulstiltøkini, íroknað kostnaðin á hjálpitólum og hjálparmiðlum. Kostnaðarætlanin skal fevna um samlaðu útbúgvingargongd næmingsins.

Stk. 3. Skúlin kann við støði í staðfesta tørvinum hjá næminginum søkja Mentamálaráðið um játtan til sernámsfrøðiligu tiltøkini.

§ 85. Skúlin skal í samstarvi við Sernám lata Mentamálaráðnum skrivliga frágreiðing um samlaðu støðu næmingsins eina ferð um árið.

§ 86. Skúlin skal saman við Sernámi hjálpa næmingi við serligum tørvi at samskifta við aðrar myndugleikar um framhaldandi veiting, tá ið tílík er neyðug fyri at næmingurin kann fullføra útbúgvingina.

Sjúkraundirvísing

§ 87. Næmingur, ið vegna sjúku ikki megnar at fylgja vanligari undirvísing í longri tíð, skal hava tilboð um sjúkraundirvísing.

§ 88. Um roknað verður við, at fráveran fer at vara í longri tíð, skal stovnurin sum skjótast og í seinasta lagi 10 skúladagar eftir, at næmingurin seinast var til undirvísing, venda sær til næmingin við tí í hyggju at fremja sjúkraundirvísing, um næmingurin ynskir tað, sbr. stk. 2 og 5.

Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndugur, skal stovnurin venda sær til tann, sum hevur foreldramyndugleikan.

Stk. 3. Stovnurin skal skipa so fyri, at tann neyðuga undirvísingin verður sett í verk. Nær undirvíst verður og vavið av undirvísingini, sbrt. §§ 4 og 6, verður avtalað við næmingin.

Stk. 4. Er næmingurin innlagdur á sjúkrahúsi ella øðrum stovni, verður avtala gjørd við sjúkrahúsið ella stovnin.

Stk. 5. Er væntandi, at samlaða fráveran ikki fer út um 15 skúladagar, verður sjúkraundirvísing ikki framd.

§ 89. Endamálið við undirvísingini er at tryggja, at næmingurin, aftan á sjúkraleguna, er førur fyri at fylgja vanligari undirvísing.

Stk. 2. Undirvísing skal fyrst og fremst verða givin í teimum lærugreinum og evnum, sum næmingurin hevur ilt við at ogna sær av sínum eintingum, og undirvísingin skal vera í samsvari við ta undirvísing, sum annars fer fram í flokki næmingsins.

Stk. 3. Um so er, at faklærari næmingsins ikki kann fremja undirvísingina sbr. stk. 1 og 2, skal hon so vítt gjørligt verða løgd til rættis eftir avtalu við faklæraran.

§ 90. Undirvísingin, sum í vavi til eina og hvørja tíð má laga seg eftir heilsustøðu næmingsins, kann ikki fara út um 5 tímar um vikuna, og kann ikki vara í meiri enn 40 skúladagar.

§ 91. Tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, kann undirvísingin verða røkt av øðrum lærarum.

§ 92. Um heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi, kann ávikavist vikutímatalið og tíðarskeiðið, sjúkraundirvísing verður framd, sbr. § 90, verða økt og longt. Um onnur serlig viðurskifti gera seg galdandi kunnu reglurnar í § 93 um longda útbúgvingargongd eisini fevna um næming, sum er sjúkur í longri tíð.

Stk. 2. Næmingur, sum við títtari, styttri fráveru vegna sjúku hevur verið burtur, ella sum væntandi noyðist at vera burtur frá undirvísingini í longri tíð, kann fáa ískoytisundirvísing.

Næmingar, ið fáast við úrvalsvirksemi

§ 93. Ein 3 ára útbúgvingargongd kann verða løgd serliga til rættis sum ein 4 ára útbúg-vingargongd fyri næming, sum íðkar úrvalsítrótt, úrvalstónleik ella annað úrvalsvirksemi á høgum stigi. Ein fyritreyt er, at viðkomandi landsfelag, samband ella skipanir skrivliga viðmæla og vátta ætlanirnar.

Stk. 2. Somuleiðis kann ein 2 ára útbúgvingargongd verða løgd serliga til rættis sum ein 3 ára útbúgvingargongd fyri næming á fyrireikingarbreytini, sum íðkar úrvalsítrótt, úrvalstónleik ella annað úrvalsvirksemi á høgum stigi. Ein fyritreyt er, at viðkomandi landsfelag/samband ella skipanir skrivliga viðmæla og vátta ætlanirnar.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger nærri ásetingar um longda útbúgvingargongd, og hvussu próvtøkur kunnu verða lagdar serliga til rættis sbrt. stk. 1 og 2.

Kapittul 9

Kæra

§ 94. 1) Næmingur ella møguligur foreldramyndugleiki kann kæra námsfrøðiligar avgerðir, sum eru tiknar á stovninum sambært hesi kunngerð, her undir endalig ársmet, til leiðara útbúgvingarstovnsins. Kærufreistin er 7 dagar frá tí degi, at avgerðin er kunngjørd næminginum.

Stk. 2. Gongur leiðari útbúgvingarstovnsins ikki kæruni á møti, kann næmingurin ella møguligur foreldramyndugleiki kæra avgerð leiðara útbúgvingarstovnsins til landsstýrismannin, samsvarandi § 40, stk. 1 í lógini. Kærufreistin er 7 dagar, eftir at avgerð leiðarans er kunngjørd næminginum ella foreldramyndugleikanum. Kæran skal vera skrivlig, ítøkilig og grundgivin.

Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal gera eitt ummæli av kæruni sbrt. stk. 2 og geva kæraranum høvi at gera viðmerkingar til ummælið. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal í mesta lagi geva kæraranum 7 dagar til at gera viðmerkingar. Kærarin skal lata leiðaranum sínar møguligu viðmerkingar, sum so sendir alt málið til landsstýrismannin.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um at burturvísa kæruni, um treytirnar í stk. 2 ikki eru uppfyltar. Landsstýrismaðurin kann eisini staðfesta avgerð leiðarans. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis taka avgerð um at broyta avgerð leiðarans til kærarans fyrimun, og landsstýrismaðurin kann eisini taka avgerð um at heita á leiðaran um at viðgera málið av nýggjum.

Stk. 5. Kærur um próvtøl, próvtøkur og próvtøkuviðurskifti annars kunnu tó verða kærd samsvarandi reglunum í próvtøkukunngerðini.

Stk. 6. Aðrar fyrisitingarligar avgerðir hjá leiðara útbúgvingarstovnsins, sum ikki eru fevndar av stk. 2 ella stk. 5, kunnu somuleiðis verða kærdar til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina.

Kapittul 10

Undantøk

§ 95. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum føri loyva, at vikið verður frá hesi kunngerð sam-svarandi § 37 í lógini, eitt nú tá ið talan er um at fremja royndarvirksemi ella námsfrøðiligt menningararbeiði.

Kapittul 11

Gildiskoma

§ 96. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri næmingar, sum byrja skúlagongdina 1. august 2013 ella seinni.

 

 

Mentamálaráðið, 22. januar 2013

 

Bjørn Kalsø (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)

 

 

Skjøl:4)

1) Breytaskipanin – tímatøl

2) Tímatalsleistur fyri búskaparbreytina

3) Tímatalsleistur fyri fyrireikingarbreytina

4) Tímatalsleistur fyri hugbreytina

5) Tímatalsleistur fyri náttúrubreytina

6) Tímatalsleistur fyri tilfeingisbreytina

7) Tímatalsleistur fyri tøknibreytina

8) Gymnasiala lærugreinarøðin

9) Næmingatíð

Skjal 1 4)

Breytaskipanin - tímatøl


 

 

Skjal 2 4)

Búskaparbreytin - tímatøl


 

 

 

Skjal 3 4)

Fyrireikingarbreytin – tímatøl


 

 

Skjal 4 4)

Hugbreytin – tímatøl


 

 

Skjal 5 4)

Náttúrubreytin – tímatøl


 

 

Skjal 6 4)

Tilfeingisbreytin – tímatøl


 

 

 

 

Skjal 7 4)

Tøknibreytin - tímatøl


 

 

Skjal 8 4)

Gymnasiala lærugreinarøðin

 

Lærugreinarøðin

 

 

 

 

Lærugreinarøðin

 

 

 

 

Lærugreinarøðin

 

eftir heiti og stigi

A

B

C

 

eftir heiti og stigi

A

B

C

 

eftir heiti

1

Alisfrøði-C

 

 

C

 

Alisfrøði-NÁ-A

A

 

 

 

Alisfrøði

2

Alisfrøði-NÁ,FY-B

 

B

 

 

Alisfrøði-TØ-A

A

 

 

 

Altjóða búskapur

3

Alisfrøði-NÁ-A

A

 

 

 

Altjóða búskapur-A

A

 

 

 

Átrúnaður

4

Alisfrøði-TØ-A

A

 

 

 

Biotøkni-A

A

 

 

 

Biotøkni

5

Alisfrøði-TØ-B

 

B

 

 

Danskt-A

A

 

 

 

Breytauppgávan

2. árið

6

Altjóða búskapur-A

A

 

 

 

Enskt-A

A

 

 

 

Breytaverkætlanin

2. árið (FY)

7

Altjóða búskapur-B

 

B

 

 

Evnafrøði-A

A

 

 

 

Breytaverkætlanin

3. árið

8

Altjóða búskapur-C

 

 

C

 

Føroyskt, 2-ár-A

A

 

 

 

Danskt

9

Átrúnaður-C

 

 

C

 

Føroyskt, 3-ár-A

A

 

 

 

Enskt

10

Biotøkni-A

A

 

 

 

Franskt-byrj-A

A

 

 

 

Evnafrøði

11

Breytauppgávan

 2. árið

 

 

 

 

Lívfrøði-A

A

 

 

 

Fígging

12

Breytaverkætlanin

2. árið (FY)

 

 

 

 

Samfelagsfrøði-A

A

 

 

 

Fornaldarfrøði

13

Breytaverkætlanin

 3. árið

 

 

 

 

Samskiftistøkni-A

A

 

 

 

Forritan

14

Danskt-A

A

 

 

 

Søga-A

A

 

 

 

Fotografi

15

Enskt-A

A

 

 

 

Sølubúskapur-A

A

 

 

 

Føroyskt

16

Enskt-B

 

B

 

 

Spanskt-byrj-A

A

 

 

 

Franskt

17

Enskt-C

 

 

C

 

Støddfrøði-BÚ-A

A

 

 

 

Fyriskipan

18

Evnafrøði-A

A

 

 

 

Støddfrøði-HU-A

A

 

 

 

Heimspeki

19

Evnafrøði-B

 

B

 

 

Støddfrøði-NÁ-A

A

 

 

 

Hugmyndasøga

20

Evnafrøði-C

 

 

C

 

Støddfrøði-TØ,TI-A

A

 

 

 

Innovatión

21

Fígging-B

 

B

 

 

Tilfeingi-A

A

 

 

 

Ítróttur og heilsa

22

Fígging-C

 

 

C

 

Tøkni – Bygging

og orka-A

A

 

 

 

Ítróttur

23

Fornaldarfrøði-C

 

 

C

 

Tøkni – Prosess,

matvøra og heilsa-A

A

 

 

 

Kunningartøkni

24

Føroyskt, 2-ár-A

A

 

 

 

Tøkni – Snið og

framleiðsla –A

A

 

 

 

Landafrøði

25

Føroyskt, 3-ár-A

A

 

 

 

Tøknifrøði-A

A

 

 

 

Latín

26

Føroyskt-C

 

 

C

 

Tónleikur-A

A

 

 

 

Leiklist

27

Forritan-C

 

 

C

 

Týskt byrjunarmál-A

A

 

 

 

Lestrarmenning

28

Fotografi-C

 

 

C

 

Týskt framhaldsmál-A

A

 

 

 

Lívfrøði

29

Franskt-byrj-A

A

 

 

 

Virkisbúskapur-A

A

 

 

 

Mentanarfatan

30

Franskt-byrj-B

 

B

 

 

Alisfrøði-NÁ,FY-B

 

B

 

 

Miðlakunnleiki

31

Fyriskipan-C

 

 

C

 

Alisfrøði-TØ-B

 

B

 

 

Myndlist

32

Heimspeki-B

 

B

 

 

Altjóða búskapur-B

 

B

 

 

Oljufrøði

33

Heimspeki-C

 

 

C

 

Enskt-B

 

B

 

 

Sálarfrøði

34

Hugmyndasøga-B

 

B

 

 

Evnafrøði-B

 

B

 

 

Samfelagsfrøði

35

Innovatión-B

 

B

 

 

Fígging-B

 

B

 

 

Samskiftistøkni

36

Innovatión-C

 

 

C

 

Franskt-byrj-B

 

B

 

 

Søga

37

Ítróttur og heilsa-C

 

 

C

 

Heimspeki-B

 

B

 

 

Sølubúskapur

38

Ítróttur-B

 

B

 

 

Hugmyndasøga-B

 

B

 

 

Spanskt

39

Kunningartøkni-B

 

B

 

 

Innovatión-B

 

B

 

 

Statikur og

styrkilæra

40

Kunningartøkni-C

 

 

C

 

Ítróttur-B

 

B

 

 

Stjørnufrøði

41

Landafrøði-B

 

B

 

 

Kunningartøkni-B

 

B

 

 

Støddfrøði

42

Landafrøði-C

 

 

C

 

Landafrøði-B

 

B

 

 

Teldufrøði

43

Latín-C

 

 

C

 

Leiklist-B

 

B

 

 

Tilfeingi

44

Leiklist-B

 

B

 

 

Lívfrøði-B

 

B

 

 

Tilfeingisfrøði

45

Leiklist-C

 

 

C

 

Mentanarfatan-B

 

B

 

 

Tøkni

46

Lestrarmenning

 

 

 

 

Miðlakunnleiki-B

 

B

 

 

Tøknifrøði

47

Lívfrøði-A

A

 

 

 

Myndlist-B

 

B

 

 

Tónleikatøkni

48

Lívfrøði-B

 

B

 

 

Sálarfrøði-B

 

B

 

 

Tónleikur

49

Lívfrøði-C

 

 

C

 

Samfelagsfrøði-B

 

B

 

 

Týskt

50

Mentanarfatan-B

 

B

 

 

Søga-B

 

B

 

 

Vinnulívsbúskapur

51

Mentanarfatan-C

 

 

C

 

Sølubúskapur-B

 

B

 

 

Vinnulívsrættur

52

Miðlakunnleiki-B

 

B

 

 

Spanskt-byrj-B

 

B

 

 

Virkisbúskapur

53

Miðlakunnleiki-C

 

 

C

 

Støddfrøði-BÚ-B

 

B

 

 

 

54

Myndlist-B

 

B

 

 

Støddfrøði-FY-B

 

B

 

 

 

55

Myndlist-C

 

 

C

 

Støddfrøði-HU-B

 

B

 

 

 

56

Oljufrøði-C

 

 

C

 

Støddfrøði-NÁ-B

 

B

 

 

 

57

Sálarfrøði-B

 

B

 

 

Støddfrøði-TØ,TI-B

 

B

 

 

 

58

Sálarfrøði-C

 

 

C

 

Tilfeingisfrøði-B

 

B

 

 

 

59

Samfelagsfrøði-A

A

 

 

 

Tøknifrøði-B

 

B

 

 

 

60

Samfelagsfrøði-B

 

B

 

 

Tónleikur-B

 

B

 

 

 

61

Samfelagsfrøði-C

 

 

C

 

Týskt byrjunarmál-B

 

B

 

 

 

62

Samskiftistøkni-A

A

 

 

 

Týskt framhalds-

mál-B

 

B

 

 

 

63

Samskiftistøkni-C

 

 

C

 

Virkisbúskapur-B

 

B

 

 

 

64

Søga-A

A

 

 

 

Alisfrøði-C

 

 

C

 

 

65

Søga-B

 

B

 

 

Altjóðabúskapur-C

 

 

C

 

 

66

Søga-C

 

 

C

 

Átrúnaður-C

 

 

C

 

 

67

Sølubúskapur-A

A

 

 

 

Enskt-C

 

 

C

 

 

68

Sølubúskapur-B

 

B

 

 

Evnafrøði-C

 

 

C

 

 

69

Sølubúskapur-C

 

 

C

 

Fígging-C

 

 

C

 

 

70

Spanskt-byrj-A

A

 

 

 

Fornaldarfrøði-C

 

 

C

 

 

71

Spanskt-byrj-B

 

B

 

 

Forritan-C

 

 

C

 

 

72

Spanskt-C

 

 

C

 

Fotografi-C

 

 

C

 

 

73

Statikur og styrkilæra-C

 

 

C

 

Føroyskt-C

 

 

C

 

 

74

Stjørnufrøði-C

 

 

C

 

Fyriskipan-C

 

 

C

 

 

75

Støddfrøði-BÚ-A

A

 

 

 

Heimspeki-C

 

 

C

 

 

76

Støddfrøði-BÚ-B

 

B

 

 

Innovatión-C

 

 

C

 

 

77

Støddfrøði-C

 

 

C

 

Ítróttur og heilsa-C

 

 

C

 

 

78

Støddfrøði-FY-B

 

B

 

 

Kunningartøkni-C

 

 

C

 

 

79

Støddfrøði-HU-A

A

 

 

 

Landafrøði-C

 

 

C

 

 

80

Støddfrøði-HU-B

 

B

 

 

Latín-C

 

 

C

 

 

81

Støddfrøði-NÁ-A

A

 

 

 

Leiklist-C

 

 

C

 

 

82

Støddfrøði-NÁ-B

 

B

 

 

Lívfrøði-C

 

 

C

 

 

83

Støddfrøði-TØ,TI-A

A

 

 

 

Mentanarfatan-C

 

 

C

 

 

84

Støddfrøði-TØ,TI-B

 

B

 

 

Miðlakunnleiki-C

 

 

C

 

 

85

Teldufrøði-C

 

 

C

 

Myndlist-C

 

 

C

 

 

86

Tilfeingi-A

A

 

 

 

Oljufrøði-C

 

 

C

 

 

87

Tilfeingisfrøði-B

 

B

 

 

Sálarfrøði-C

 

 

C

 

 

88

Tøkni – Bygging

og orka-A

A

 

 

 

Samfelagsfrøði-C

 

 

C

 

 

89

Tøkni – Prosess,

matvøra og

heilsa-A

A

 

 

 

Samskiftistøkni-C

 

 

C

 

 

90

Tøkni – Snið og

framleiðsla -A

A

 

 

 

Søga-C

 

 

C

 

 

91

Tøknifrøði-A

A

 

 

 

Sølubúskapur-C

 

 

C

 

 

92

Tøknifrøði-B

 

B

 

 

Spanskt-C

 

 

C

 

 

93

Tónleikatøkni-C

 

 

C

 

Statikur og styrkilæra-C

 

 

C

 

 

94

Tónleikur-A

A

 

 

 

Stjørnufrøði-C

 

 

C

 

 

95

Tónleikur-B

 

B

 

 

Støddfrøði-C

 

 

C

 

 

96

Tónleikur-C

 

 

C

 

Teldufrøði-C

 

 

C

 

 

97

Týskt byrjunarmál-A

A

 

 

 

Tónleikatøkni-C

 

 

C

 

 

98

Týskt byrjunarmál-B

 

B

 

 

Tónleikur-C

 

 

C

 

 

99

Týskt framhaldsmál-A

A

 

 

 

Týskt framhalds­-

mál-C

 

 

C

 

 

100

Týskt framhaldsmál-B

 

B

 

 

Vinnulívsrættur-C

 

 

C

 

 

101

Týskt framhaldsmál-C

 

 

C

 

Vinnulívsbúskapur-C

 

 

C

 

 

102

Vinnulívsbúskapur-C

 

 

C

 

Virkisbúskapur-C

 

 

C

 

 

103

Vinnulívsrættur-C

 

 

C

 

Breytauppgávan

2. árið

 

 

 

 

 

104

Virkisbúskapur-A

A

 

 

 

Breytaverkætlanin

2. árið (FY)

 

 

 

 

 

105

Virkisbúskapur-B

 

B

 

 

Breytaverkætlanin

3. árið

 

 

 

 

 

106

Virkisbúskapur-C

 

 

C

 

Lestrarmenning

 

 

 

 

 

 

 

Skjal 9 1) 4)

Næmingatíð

 

 

Lærugreinarøðin

 

 

 

 

Næmingatíð

 

 

eftir heiti og stigi

A

B

C

 

1.ár

2.ár

3.ár

íalt

 

1

Alisfrøði-C

C

 

0

 

2

Alisfrøði-NÁ,FY-B

B

 

15

25

40

 

3

Alisfrøði-NÁ-A

A

 

15

25

85

125

 

4

Alisfrøði-TØ-A

A

 

15

25

85

125

 

5

Alisfrøði-TØ-B

B

 

15

25

40

 

6

Altjóða búskapur-A

A

 

15

25

70

110

 

7

Altjóða búskapur-B

B

 

15

25

40

 

8

Altjóða búskapur-C

 

 

C

 

15

 

 

15

 

9

Átrúnaður-C

C

 

0

 

10

Biotøkni-A

A

 

 

 

 

50

60

110

 

11

Breytauppgávan 2. árið

 

0

 

12

Breytaverkætlanin 2. árið (FY)

 

0

 

13

Breytaverkætlanin 3. árið

 

0

 

14

Danskt-A

A

 

35

40

75

 

15

Enskt-A

A

 

15

35

60

110

 

16

Enskt-B

B

 

15

35

50

 

17

Enskt-C

C

 

15

15

 

18

Evnafrøði-A

A

 

15

25

85

125

 

19

Evnafrøði-B

B

 

15

25

40

 

20

Evnafrøði-C

C

 

15

15

 

21

Fígging-B

B

 

0

 

22

Fígging-C

C

 

0

 

23

Fornaldarfrøði-C

C

 

0

 

24

Føroyskt, 2-ár-A

A

 

35

55

90

 

25

Føroyskt, 3-ár-A

A

 

30

30

40

100

 

26

Føroyskt-C

C

 

30

30

 

27

Forritan-C

C

 

0

 

28

Fotografi-C

 

 

C

 

 

 

 

0

 

29

Franskt-byrj-A

A

 

20

40

50

110

 

30

Franskt-byrj-B

B

 

15

15

 

31

Fyriskipan-C

C

 

0

 

32

Heimspeki-B

B

 

0

 

33

Heimspeki-C

C

 

0

 

34

Hugmyndasøga-B

B

 

0

 

35

Innovatión-B

B

 

0

 

36

Innovatión-C

C

 

0

 

37

Ítróttur og heilsa-C

C

 

0

 

38

Ítróttur-B

B

 

0

 

39

Kunningartøkni-B

B

 

0

 

40

Kunningartøkni-C

C

 

0

 

41

Landafrøði-B

B

 

10

30

40

 

42

Landafrøði-C

C

 

15

15

 

43

Latín-C

C

 

0

 

44

Leiklist-B

B

 

0

 

45

Leiklist-C

C

 

0

 

46

Lestrarmenning

 

0

 

47

Lívfrøði-A

A

 

15

25

85

125

 

48

Lívfrøði-B

B

 

15

25

40

 

49

Lívfrøði-C

C

 

15

15

 

50

Mentanarfatan-B

B

 

0

 

51

Mentanarfatan-C

C

 

0

 

52

Miðlakunnleiki-B

B

 

0

 

53

Miðlakunnleiki-C

C

 

0

 

54

Myndlist-B

B

 

0

 

55

Myndlist-C

C

 

0

 

56

Oljufrøði-C

C

 

0

 

57

Sálarfrøði-B

B

 

0

 

58

Sálarfrøði-C

C

 

0

 

59

Samfelagsfrøði-A

A

 

50

60

110

 

60

Samfelagsfrøði-B

B

 

15

15

 

61

Samfelagsfrøði-C

C

 

0

 

62

Samskiftistøkni-A

A

 

50

60

110

 

63

Samskiftistøkni-C

C

 

0

 

64

Søga-A

A

 

0

 

65

Søga-B

B

 

0

 

66

Søga-C

C

 

0

 

67

Sølubúskapur-A

A

 

15

25

70

110

 

68

Sølubúskapur-B

B

 

15

25

40

 

69

Sølubúskapur-C

C

 

15

15

 

70

Spanskt-byrj-A

A

 

20

40

50

110

 

71

Spanskt-byrj-B

B

 

15

15

 

72

Spanskt-C

C

 

0

 

73

Statikur og styrkilæra-C

C

 

0

 

74

Stjørnufrøði-C

C

 

0

 

75

Støddfrøði-BÚ-A

A

 

50

50

60

160

 

76

Støddfrøði-BÚ-B

B

 

50

50

100

 

77

Støddfrøði-C

C

 

40

40

 

78

Støddfrøði-FY-B

B

 

50

50

100

 

79

Støddfrøði-HU-A

A

 

50

50

60

160

 

80

Støddfrøði-HU-B

B

 

50

50

100

 

81

Støddfrøði-NÁ-A

A

 

50

50

60

160

 

82

Støddfrøði-NÁ-B

B

 

50

50

100

 

83

Støddfrøði-TØ,TI-A

A

 

50

50

60

160

 

84

Støddfrøði-TØ,TI-B

B

 

50

50

100

 

85

Teldufrøði-C

C

 

0

 

86

Tilfeingi-A

A