10. oktober 1987Nr. 90
Kunngerð um hýruvognsreglugerð í Tórshavnar kommunu, sum broytt við kunngerð nr. 140 frá 7. desember 1990
Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring, verður standard hýruvognsreglugerðin nr. 33 frá 30. mars 1983 sett í gildi í Tórshavnar kommunu við hesum broytingum.
§ 1
1. § 2, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Loyvi eftir § 1 verða givin av kommunalari nevnd við 3 limum, aftaná at loyvi hevur verið lýst leyst, og umsóknirnar hava verið til ummælis hjá vinnufelag ella vinnurekandi.”
2. Í §§ 2, 3, 4, 8, 14, 15 og 16 verður “bygda(r)-/býráðið” broytt til “nevndin”.
3. § 16, stk. 2 verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1) Broytt við kunngerð nr. 140 frá 7. desember 1990.