Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. juni 2013Nr. 91
Kunngerð um avriksflutning í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum
Við heimild í § 11, stk. 2, § 26, stk. 2 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verður ásett:
Lærugreinar og gongdir, ið geva avriksflutning
§ 1. Næmingur, sum fær avriksflutning í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, sleppur undan einum parti av útbúgvingartíð og næmingatíð og kann harumframt sleppa undan einari ella fleiri próvtøkum.
Stk. 2. Ein útbúgvingarstovnur skal veita avriksflutning, tá stovnurin viðurkennir, at næmingurin undan upptøku hevur vunnið sær veruligan fakligan førleika, sum ger, at hann heilt ella lutvíst hevur nátt fakligu málini í eini ella fleiri lærugreinum í útbúgvingini, ella at næmingurin hevur nátt onnur faklig mál, sum kunnu koma í staðin fyri tey ásettu málini.
Stk. 3. Fakligi førleikin, sum skal veita avriksflutning, kann vera fingin til vega frá áður loknari útbúgvingargongd í Føroyum ella aðrastaðni í minsta lagi á gymnasialum stigi, við sjálvlestri ella á annan hátt áðrenn upptøkuna, sbr. tó § 7.
Stk. 4. Avriksflutningur til næming, sum tekur skúlaár umaftur, ella sum verður tikin upp av nýggjum beint eftir at vera skrivaður út, verður latin eftir reglunum í hesi kunngerð, sbr. tó § 3, stk. 2.
§ 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal eftir umsókn meta um fakligu førleikar næmingsins, sum kunnu geva avriksflutning. Á tí grundarlagnum ásetir leiðari útbúgvingarstovnsins vavið av undirvísing og møguligum próvtøkum, sum næmingurin kann sleppa undan.
§ 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal eftir umsókn veita næmingi avriksflutning, sum sleppir honum undan undirvísing og próvtøku í lærugreinum á A-, B- ella C-stigi, sum hann áður hevur lokið við próvtøku ella í øðrum lagi við einum endaligum ársmeti á samsvarandi ella hægri gymnasialum stigi, um so er, at avvarðandi lærugrein er ella kann vera partur av lærugreinarøðini, sum hoyrir til avvarðandi útbúgving.
Stk. 2. Fyri næmingar, sum koma undir § 1, stk. 4, avmarkar skúlin talið av lærugreinum, sum kunnu geva avriksflutning. Avmarkingin verður ásett út frá eini heildarmeting av fakliga tørvi næmingsins og við tí í huga, at næmingurin fær eina samanhangandi skúlagongd. Heildarmetingin kann enda við at fevna um allar lærugreinar, breytauppgávu og breytaverkætlan í breytaskipanini.
Stk. 3. Næmingur, sum hevur lokið breytaverkætlanina á einari breyt, hevur rætt at fáa avriksflutning fyri breytaverkætlanina á hinum breytunum.
Stk. 4. Stigið á tí lærugreinini, sum veitir avriksflutning, skal vera ásett ella góðkent av Mentamálaráðnum. Lærugreinaheiti og lærugreinastig, frá tíðini áðrenn breytaskipanin varð sett í gildi, eru at finna í fylgiskjali 1.
§ 4. Biður næmingur um at fáa útskrivað prógv, grundað á skjalaváttanir fyri áður tiknar stakar lærugreinar, er § 3, stk. 1, 3 og 4 galdandi.
Lutvísur avriksflutningur
§ 5. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann eftir umsókn veita næmingi avriksflutning, sum heilt ella lutvíst sleppir næmingi undan undirvísing í lærugrein í útbúgvingini, um leiðarin metir, at áður vunnir førleikar eru við til at náa førleikunum í lærugreinini. Næmingurin skal kortini til próvtøku eftir reglunum í lærugreinini.
Stk. 2. Verður avriksflutningur givin sambært stk. 1, kann leiðari útbúgvingarstovnsins góðkenna, at próvtøkan í lærugreinini verður flutt fram í mun til áður lagda ætlan.
Avriksflutningur við útskifting
§ 6. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann eftir umsókn veita næmingi avriksflutning, sum sleppir næmingi undan undirvísing og próvtøku í lærugrein, um næmingur áður hevur lokið eina lærugrein á minst gymnasialum stigi, sum ikki er fevnd av § 3, ella næmingurin hevur lokið eina lærugrein við øðrum lærugreinaheiti, sum leiðari útbúgvingarstovnsins metir, kann koma ístaðin fyri nevndu lærugrein Metingin verður gjørd við tí í huga, at undirvísingargongdin, sum skal veita avriksflutningin, eins væl stuðlar undir at náa málum og eyðkennum við útbúgvingini.
Stk. 2. Avriksflutningur, veittur eftir stk. 1, kann vera fyri felagslærugreinar og breytalærugreinar
Stk. 3. Fær næmingur avriksflutning við útskifting fyri lærugrein á B- ella C-stigi, sbrt. stk. 1, kann leiðari útbúgvingarstovnsins avmarka møguleikarnar at velja lærugrein á hægri stigi.
§ 7. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann eftir umsókn veita næmingi tilsøgn um avriksflutning, sum sleppir honum undan undirvísing í einum samanhangandi tíðarskeiði upp til eitt ár, treytað av, at næmingurin nýtir tíðarskeiðið til at fullføra gymnasiala undirvísing uttan fyri Føroyar.
Stk. 2. Tað er ein treyt, at leiðari útbúgvingarstovnsins, eftir eina ítøkiliga fakliga meting, góðkennir lærugreinarnar, málini, aðalinnihaldið og lærugreinastigini í undirvísingini, sum skal fara fram uttan fyri Føroyar. Í metingini skal vera havt í huga, at tá tíðarskeiðið er lokið, skal tað vera gjørligt at veita avriksflutning eftir §§ 3, 5 og 6 fyri alt tíðarskeiðið.
Stk. 3. Leiðari útbúgingarstovnsins kann leggja treytir við ein møguligan avriksflutning uttanlands og krevja, at næmingurin, meðan hann er burtur, fylgir eini virtuellari undirvísing, sum skúlin vísir á í ávísum lærugreinum.
§ 8. Leiðari útbúgvingarstovnsis kann bert víkja frá tilsøgnini um avriksflutning, givin sambært § 7, um næmingurin eftir meting stovnsins ikki í nóg stóran mun hevur luttikið í undirvísingini, sum var treytað í tilsøgnini og í tí virtuellu undirvísingini, sum skúlin álegði næminginum.
§ 9. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann eftir umsókn veita næmingi, sum hevur lokið undirvísing sambært reglunum í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, og sum er løgd uttanlands, avriksflutning sbrt. § 6.
§ 10. Næmingar, sum á nøktandi hátt hava lokið ein part av síni gymnasialu útbúgving í einum Norðurlandi, íroknað sjálvstýrisøkini, og sum er fevnt av avtaluni millum Norðurlond um norðurlendskan útbúgvingarfelagsskap á gymnasialum stigi, hava rætt til avriksflutning eftir § 3. Kravið í § 3, stk. 4 um góðkenning Mentamálaráðsins er ikki galdandi fyri hetta slag av avriksflutningi. Um Mentamálaráðið ikki hevur góðkent lærugreinastig, verður stigið ásett av útbúgvingarstovninum.
Stk. 2. Lærugreinastig frá EB, IB, OIB o.s.fr. sum eru góðkend av danska mentamálaráðnum geva rætt til avriksflutning sbrt. § 3.
Avleiðingar av avriksflutningi
§ 11. Hevur næmingur fingið avriksflutning eftir § 3 í eini lærugrein, kann næmingurin ikki krevja at sleppa at luttaka í undirvísingini í lærugreinini og kann heldur ikki krevja at sleppa til próvtøku í lærugreinini av nýggjum.
§ 12. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann skipa fyri serligari undirvísingargongd fyri næming, sum hevur fingið avriksflutning, sum ber í sær, at næmingsins samlaða útbúgvingartíð verður munandi stytt í mun til vanliga undirvísingargongd.
Mannagongd í sambandi við at veita avriksflutning
§ 13. Næmingur skal søkja um avriksflutning, tá útbúgvingin byrjar, sbr. tó stk. 2, og § 1, stk. 4, §§ 7 og 9.
Stk. 2. Leggja serligar orsøkir upp til annað, kann leiðari útbúgvingarstovnsins viðgera umsókn um avriksflutning, meðan útbúgvingin fer fram.
§ 14. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann krevja, at næmingurin letur inn skjalprógv fyri ta undirvísingargongd, sum er grundarlag undir umsóknini um avriksflutning, eitt nú váttan ella prógv um undirvísing ella próvtøku, sum skjalprógvar fakligu førleikar næmingsins.
Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann eftir ítøkiliga meting bjóða næmingi eina roynd, sum kann verða partur av grundarlagnum undir avgerðini um at veita avriksførleika. Vil næmingurin ikki taka av tilboðnum um roynd, verður tað eisini partur av grundarlagnum undir avgerðini.
§ 15. Søkir næmingur um avriksflutning fyri undirvísing og próvtøku í lærugrein, og tað eru gingin meir enn 5 ár, síðani lærugreinin varð lokin antin við próvtøku ella endaligum ársmeti, kann hann ikki krevja avriksflutning sbrt. § 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann tó veita avriksflutning eftir ítøkiligari meting.
Stk. 2. 1. pkt. í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónar, sum biðja um at fáa útskivað samlað endaligt prógv grundað á skjalaváttanir fyri einstakar lærugreinar.
§ 16. Avgerð um avriksflutning hjá leiðara útbúgvingarstovnsins skal fráboðast næminginum skrivliga. Um avgerðin ikki í fult mát gongur umsóknini á møti, skal avgerðin verða grundgivin og vegleiða um møguleikan at kæra sbrt. § 21.
Avriksflutningur í sambandi við eina samlaða próvtøku
§ 17. Tá avriksflutningur verður givin fyri eina lærugrein sbrt. § 3, verður á prógvið skrivað bæði munnlig og skrivlig próvtøl, ávikavist próvtøl og endalig ársmet eftir reglunum fyri útbúgvingina, í tann mun hesi finnast í lærugreinini, sum veitir avriksflutning. Á prógvið verður skrivað, at próvtalið er fingið við avriksflutningi. Restar eitt av próvtølunum í lærugreinini í, verður ístaðin fyri próvtalið skrivað: ”avriksflutningur uttan flutt próvtal” á sama stað, sum próvtalið skuldi staðið.
Stk. 2. Um eitt próvtal í skrivligum og eitt próvtal í munnligum, skal flytast yvir í prógvið sum eitt samlað próvtal í lærugreinini, verður miðaltalið av tí skrivliga og munnliga próvtalinum, hækkað ella lækkað eftir teim vanligu reglunum, skrivað í prógvið.
Stk. 3. Um tvær ella fleiri lærugreinar, sum skulu flytast á prógvið sum eitt samlað próvtal, verður miðaltalið, hækkað ella lækkað eftir teimum vanligu reglunum, flutt sum eitt próvtal í prógvið.
Stk. 4. Finnast eftir reglunum í lærugreinini, sum veitir avriksflutning, eingi próvtøl, men bert endalig ársmet, verða hesi ársmet kortini flutt í prógvið sum próvtøl, um tað í reglunum fyri útbúgvingina er ásett, at prógvið bert fevnir um próvtøl.
§ 18. Verður avriksflutningur í lærugrein givin eftir § 6, kann leiðari útbúgvingarstovnsins gera av, at møgulig próvtøl frá lærugreinini, sum gevur avriksflutning, kunnu flytast í prógvið eftir reglunum í § 17, sbr. tó § 19.
§ 19. Próvtøl kunnu ikki flytast frá lærdum háskúlum og hægri útbúgvingum.
Stk. 2. Verður avriksflutningur givin, uttan at próvtøl verða flutt á prógvið, verður í staðin fyri próvtalið skrivað: ”avriksflutningur uttan flutt próvtal” á sama stað, sum próvtalið skuldi staðið.
Stk. 3. Próvtøl frá útbúgvingum uttanlands kunnu bert flytast á prógvið um próvtalið umvegis ECTS-stigan kann umroknast til próvtalsstigan lýstan í kunngerð um próvtalsstiga og døming í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
§ 20. Er tað í reglunum fyri miðnámsútbúgvingar ásett eitt ávíst tal av próvtøkum fyri at fáa eitt samlað prógv, telja próvtøkur frá teimum lærugreinum, sum veita avriksflutning, sbrt. § 3 og § 6 bert við í nevnda tal av próvtøkum, um næmingurin eftir reglunum fyri útbúgvingina, skuldi havt verið til próvtøku í lærugreinini, sum hann er sloppin undan.
Stk. 2. Fyri næming, sum hevur fingið avriksflutning sbrt. § 5, og sum seinni skal til próvtøku í lærugreinini, telur próvtøkan, sum veitir avriksflutning, bert við í ásetta talið av próvtøkum, um næmingurin eftir reglunum fyri útbúgvingina, skuldi havt verið til próvtøku í lærugreinini, sum hann er sloppin undan.
Stk. 3. Avriksflutningur ”uttan flutt próvtal” kann veitast í tann mun, samlaða prógvið í minsta lagi hevur próvtøl í 6 lærugreinum, harav tríggjar skulu vera kravdar lærugreinar. Próvtølini í teimum 6 lærugreinunum kunnu vera fingin til vega við antin próvtøku ella við avriksflutningi.
Kæra
§ 21. Næmingur kann kæra avgerð um avriksflutning hjá leiðara útbúgvingarstovnsins til Mentamálaráðið innan 2 vikur, eftir at avgerðin er kunngjørd næminginum.
Stk. 2. Kæran skal vera skrivlig og latast leiðara útbúgvingarstovnsins. Um leiðarin heldur fast við sína avgerð, sendir hann kæruna til Mentamálaráðið við eini frágreiðing um málið. Áðrenn kæran verður send Mentamálaráðnum, skal leiðarin geva næminginum høvi at gera viðmerkingar til frágreiðing leiðarans innan 1 viku.
Gildiskoma
§ 22. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri næmingar, sum byrja skúlagongd í breytaskipanini 1. august 2013 ella seinni.
Mentamálaráðið, 19. juni 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Fylgiskjal 1