Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 03-10-2012
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2012 A - Hefti 32 A frá 3. oktober 2012
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

21. september 2012Nr. 94

Kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, sum broytt við kunngerð nr. 58 frá 16. mai 2017

(Dimensiónskunngerðin)

Við heimild í § 37, stk. 1, § 38, stk. 1 og § 58 a, stk. 6 og 7 í ferðslulógini, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2007, verður ásett:

Breidd

§ 1. Akfar má hvørki við ella uttan farmi vera breiðari enn 2,55 m, sbr. tó § 2.

Stk. 2. 1) Viðfest akfar til motorsúkklu ella stórt prutl skal ikki vera breiðari enn 1,00 m.

Stk. 3. Á tríhjólaðum vøruprutli skal farmurin ikki fara út um síðurnar á lastini.

Stk. 4. Breiddin á skrásetingarskyldugum viðfestiakfari til bil má ikki fara upp um breiddina á dragandi akfarinum við meira enn 0,35 m í hvørjari síðu.

Stk. 5. Koyring við akfari, sum er soleiðis háttað, at tað kann vera í flutningsstøðu ella í arbeiðsstøðu, soleiðis at lutir, ið stinga til viks, kunnu takast av ella leggjast saman, má bara fara fram við hesum lutum í flutningsstøðu.

Stk. 6. Ásetingarnar í stk. 5 eru ikki galdandi í sambandi við:

1)   koyring tvørtur um veg ella líknandi, har vegurin bara verður nýttur í minni mun, og

2)   koyring á vegi, sum fer fram sum partur av arbeiðinum.

§ 2. Fyri koyring við leysum hoyggi, hálmi ella tílíkum og við amboðum til búnaðar- ella vegarbeiði kann breiddin fara upp um 2,55 m. Tó kann hon bara fara upp um 3,30 m, um koyringin er millum bø og búnaðarbygning, millum ognir, sum í felag eiga amboðið, ella millum amboðsstøð og viðskiftafólk. Ásetingarnar í § 1, stk. 5 og 6 eru eisini galdandi í sambandi við flutning sambært 1. og 2. pkt.

Stk. 2. Traktorur og viðfestivognur til traktor kunnu hava eina breidd upp til 3,00 m, um so er, at tann parturin, ið fer út um 2,55 m, er hjóláseting ella skermar yvir hjól. Ein slíkur viðfestivognur til traktor kann einans nýtast til koyring millum bø og búnaðarbygning, millum ognir, sum í felag eiga amboðið, ella millum amboðsstøð og viðskiftafólk. Harumframt kann koyrast til og frá skoðan (sýni).

Stk. 3. Løgreglan kann seta forboð fyri koyring sambært stk. 1 og stk. 2, um serligar umstøður eru.

Stk. 4. Akfar, sum hevur bygnað til kølieftirlitsskipan, kann vera upp til 2,60 m breitt. Við bygnað til kølieftirlitsskipan er at skilja fastur ella leysur bygnaður, sum serliga er ætlaður til flutning av vøru, ið krevur kølieftirlit, og sum hevur síðuveggir, ið við bjálving eru í minsta lagi 45 mm tjúkkir.

Stk. 5. Kavaplógv kann hava eina breidd, sum í mesta lagi er 3,50 m.

Stk. 6. Bjargingarfelag kann flyta bjargingarbát við í mesta lagi 3,30 m breidd á viðfestivogni, sum verður drigin av lendisfarandi bili, hóast ásetingarnar í § 1, stk. 4 ikki verða fylgdar.

§ 3. Bilur ella vognrað, har dragandi akfarið er bilur, skal kunna venda innan fyri vendisirkul, við ytra radius uppá 12,50 m og innara radius uppá 5,30 m, sbr. tó § 37, stk. 1.

Stk. 2. Fyri bil ella vognrað, har dragandi akfarið er ein bilur, er harumframt galdandi, at tá ið koyrt verður inn í tann í stk. 1 nevnda sirkul, skal ongin partur av akfarinum fara út um ytra sirkulin við meira enn 0,60 m.

§ 4. Breiddin á akfari ella farmi verður mátað eftir tí, sum stingur longst til viks, við teimum undantøkum, ið eru tilskilaðar í stakfyriskipanunum.

§ 5. Verður koyrt við breiðum akfari ella farmi á smølum vegi, skal serstakt varsemi og fyrilit havast fyri ferðsluni yvirhøvur. Tílíkt breitt akfar skal halda so langt til høgru sum gjørligt og steðga um neyðugt, til tess at lata annað akfar sleppa fram við.

Stk. 2. Verður koyrt við amboði, sum er breiðari enn 2,55 m sbrt. § 2, skal tann síðan á amboðnum, sum er nærri vegmiðjuni, hava týðuligt merki, sum stingur upp í 1 metra hædd, um so er, at hesin parturin á amboðnum er minni enn 1 m høgur.

Longd

§ 6. Motordrivið akfar skal hvørki við ella uttan farmi vera longri enn 12,00 m, sbr. tó § 7.

Stk. 2. Viðfestivognur til bil skal hvørki við ella uttan farmi vera longri enn 12,00 m, sbr. tó § 37, stk. 1.

Stk. 3. 1) Viðfest akfar til motorsúkklu ella stórt prutl skal ikki vera longri enn 2,50 m.

Stk. 4. Á 3-hjólaðum vøruprutli skal farmurin ikki stinga út yvir fram- ella afturenda á akfarinum.

§ 7. Bussur við 2 ásum skal ikki vera longri enn 13,50 m.

Stk. 2. Bussur, ið hevur fleiri enn 2 ásar, skal ikki vera longri enn 15,00 m.

Stk. 3. Í sambandi við rutukoyring við býbussi, ið er longri enn 12,00 m, krevst loyvi frá vegamyndugleikunum.

Stk. 4. Liðbussur skal ikki vera longri enn 18,75 m.

§ 8. Vognrað, sum er sett saman av bili og leguvogni, skal ikki vera longri enn 16,50 m.

Stk. 2. Á leguvogni skal frástøðan millum kongaboltásin og afturkant á leguvogni ikki vera størri enn 12,00 m, og vatnrætta frástøðan (radius) millum kongaboltásin og eitt tilvildarligt punkt á framkanti leguvognsins ikki vera størri enn 2,04 m, sbr. tó § 37, stk. 2.

Stk. 3. El-innleggjarafyritøkur, framleiðarar og sølufyritøkur av mastrum ella flaggstengrum kunnu á bili við leguvogni lata flyta leidningsmastrar, sum eru so høgar, at vognraðið við farmi verður upp til 22,00 m langt.

§ 9. Vognrað, sum ikki er sett saman av bili og leguvogni, skal hvørki við ella uttan farmi vera longri enn 18,75 m.

Stk. 2. Fyri vognrað, sum er sett saman av lastbili og viðfestivogni, er galdandi:

1)   Størsta frástøðan mátað javnt við longdarásin á vognraðnum frá framkanti á lastini aftan fyri førarahúsið til afturkant á viðfestivogninum skal ikki vera longri enn 16,40 m, sbr. tó § 37, stk. 1.

2)   Størsta frástøðan mátað javnt við longdarásin á vognraðnum frá framkanti á lastini aftan fyri førarahúsið til afturkant á viðfestivogninum minus frástøðuna millum afturkantin á bilinum og framkantin á viðfestivogninum skal ikki vera longri enn 15,65 m, sbr. tó § 37, stk. 1. Hetta er tó ikki galdandi fyri vognrað, ið er serliga tilgjørt til bilaflutning.

3)   Frástøðan millum aftasta ásin á bilinum og fremsta ásin á viðfestivogninum skal ikki vera styttri enn 3,00 m, smb. tó § 37, stk. 1.

Stk. 3. El-innleggjarafyritøkur, framleiðarar og sølufyritøkur av mastrum og flaggstengrum kunnu á bili við viðfestum vogni lata flyta mastrar ella flaggstengur, sum eru so høgar, at vognraðið við farmi verður upp til 22,00 m langt.

Stk. 4. Vognrað, sum er sett saman av lastbili og viðfestum vogni, og sum serliga er bygt til flutning av akførum (bilaflutningur), kann hava eina longd sum í mesta lagi er 20,75 m, tá ið tað er lastað, treytað av at:

1)   tað einans verður nýtt til flutning av akførum,

2)   flutningurin aftan er skermaður ímóti undirkoyring við eini skerming sum í mesta lagi er 0,55 m yvir vegbreytini, og í mesta lagi er 0,40 m frammanfyri aftasta punktið á flutninginum, og

3)   til skermingina verður nýtt eitt av teimum akførum, ið standa á vognraðnum, ella onnur skerming, sum í minsta lagi er 0,10 m høg.

Stk. 5. Fyri vognrað, sum er traktorur og ein ella tveir viðfestivognar, skal longdin ikki fara upp um 22,00 m. Longdin kann tó einans fara upp um 18,75 m, tá ið koyrt verður millum bø og búnaðarbygning, millum ognir, sum í felag eiga amboðið, ella millum amboðsstøð og viðskiftafólk, og um lastarlongdin ikki fer upp um 15,65 m.

Stk. 6. Fyri vognrað, sum er sett saman av traktori ella motoramboði og einum viðfestiakfari, skal longdin ikki fara upp um 22,00 m. Longdin kann tó einans fara upp um 18,75 m, tá ið koyrt verður millum bø og búnaðarbygning, millum ognir, sum í felag eiga amboðið, ella millum amboðsstøð og viðskiftafólk, og um flutt verður eitt arbeiðsamboð, ið hevur tilknýti til nýtsluna hjá dragandi akfarinum.

§ 10. Longdin á akfari ella vognraði verður mátað eftir tí, sum stingur longst fram og aftur, á samankoplaðum akførum við koplingini á tambi, undantikið tí, ið er tilskilað í stakfyriskipanunum.

Stk. 2. Frástøðan frá afturkanti á dragandi bili til framkant á viðfestum vogni ella skrásetingarskyldugum viðfestum amboði, má ikki vera størri enn 2,00 m.

Hædd

§ 11. Akfar má hvørki við ella uttan farmi vera hægri enn 4,00 m.

Stk. 2. Hóast hæddin á akfarinum lýkur treytirnar í stk. 1, hevur førarin sambært § 37, stk. 2 í ferðslulógini, skyldu til at vissa seg um, at farandi er uttan vanda ella bága, tá ið koyrt verður í tunlum, undir brúm, leidningum og líknandi støðum.

§ 12. Hæddin verður mátað beint upp og niður, av sløttum upp í ovast á vogni ella roka, undantikið tí, ið er tilskilað í stakfyriskipanunum.

Ástrýst

§ 13. Motordrivið akfar við hjólum, sum hava luftgummiringar, má hvørki við ella uttan farmi koyra á almennum vegi, um so er, at alt trýstið niður á vegin frá hjólunum á einum ási (ástrýstið) er størri enn 10.000 kg.

Stk. 2. Motordrivið akfar, sum hevur ein trekkás við dupultásettum dekkum (dupulthjól) og fjaðring, ið fer væl við vegnum, kann hava eitt ástrýst á trekkásinum sum í mesta lagi er 11.500 kg. Við fjaðring, ið fer væl við vegnum, verður skilt luftfjaðring ella onnur líknandi fjaðring sambært ásetingum í stakfyriskipanunum.

Stk. 3. 1) Á motordrivnum akfari kann samlaða ástrýstið fyri ein ásbólk við tveimum ásum ikki fara upp um:

1)   19.000 kg, um frástøðan millum báðar ásirnar er minni enn 2,00 m, men í minsta lagi 1,30 m, og trekkásurin samstundis hevur dupultásett dekk (dupulthjól) og

a)    fjaðring, ið fer væl við vegnum, ella

b)    veruliga ástrýstið hjá tí einstaka ásinum ikki fer upp um 9.500 kg,

2)   18.000 kg, um frástøðan millum báðar ásirnar er minni enn 1,80 m, men í minsta lagi 1,30 m.

3)   16.000 kg, um frástøðan millum báðar ásirnar er minni enn 1,30 m, men í minsta lagi 1,00 m.

4)   11.500 kg, um innanhýsis frástøðan millum ásirnar er minni enn 1,00 m.

Stk. 4. Á motordrivnum akfari kann samlaða ástrýstið fyri ein ásbólk við 3 ásum ikki vera størri enn 24.000 kg. Um so er at onkur av teimum 3 ásunum hevur eina frástøðu til annan ás, sum er minni enn 1,30 m, skal samlaða ástrýstið fyri ásbólkin ikki vera størri enn 22.000 kg.

Stk. 5. Tá ið ástrýst verður roknað, verða ásir, ið hava eina innanhýsis frástøðu, ið er minni enn 1,00 m, roknaðir sum ein ásur.

§ 14. Viðfestiakfar, sum verður drigin av motordrivnum akfari, og sum hevur hjól við luftgummiringum, má hvørki við ella uttan farmi koyra á almennum vegi, um so er, at alt trýstið niður á vegin frá hjólunum á einum ási (ástrýstið) er størri enn 10.000 kg.

Stk. 2. Á viðfestiakfari má størsta samlaða ástrýstið í ásbólki við 2 ásum ikki vera størri enn:

1)   18.000 kg, um frástøðan millum ásarnar er styttri enn 1,80 m, men minst 1,30 m,

2)   16.000 kg, um nevnda frástøða er styttri enn 1,30 m, men minst 1,00 m, og

3)   11.000 kg, um nevnda frástøða er styttri enn 1,00 m.

Stk. 3. Á viðfestiakfari má størsta samlaða ástrýstið í ásbólki við 3 ásum ikki vera størri enn 24.000 kg. Ástrýstið má tó ikki vera størri enn:

1)   22.000 kg, um onkur av teimum 3 ásunum hevur eina frástøðu til annan ás, ið er styttri enn 1,30 m, men minst 1,00 m, og

2)   21.000 kg, um nevnda frástøða er styttri enn 1,00 m.

Stk. 4. Á viðfestiakfari má størsta samlaða ástrýstið í ásbólki við 4 ásum ikki vera størri enn:

1)   30.000 kg, tó

2)   24.000 kg, um onkur av ásunum hevur eina frástøðu til annan ás, ið er styttri enn 1,3 m.

Stk. 5. Tá ástrýst verður roknað í øðrum bólkum enn teir í stk. 2 og 3 nevndu, verða ásir, hvørs innanhýsis frástøða er styttri enn 1,00 m, roknaðir sum ein ásur.

§ 15. Leguvognur og viðfestiamboð við kongabolti kann ikki hava eitt samlað ástrýst, ið er størri enn 30.000 kg.

§ 16. Akfar, sum hevur slættar ringar (valsar), má hvørki við ella uttan farmi koyra á almennum vegi, um so er, at trýstið er størri enn 10 kg pr. mm breidd á viðberaflatanum millum hjól og veg.

Stk. 2. Hava ringarnir minni ytri tvørmát enn 0,50 m, verður loyvda trýstið niðursett í mun til lutfallið millum veruliga ringtvørmátið og eitt ringtvørmát uppá 0,50 m.

§ 17. Á akfari, sum heilt ella lutvíst koyrir á beltum, má trýstið á eina rullu ikki fara upp um 1.500 kg.

Stk. 2. Er breiddin á beltinum minni enn 0,35 m, verður loyvda trýstið niðursett í mun til lutfallið millum veruligu breiddina og eina breidd uppá 0,35 m.

§ 18. Skrásett ella góðkent akfar má ongantíð verða fermt til størri ástrýst, enn tað er skrásett ella góðkent til.

§ 19. Løgreglan kann í samráði við avvarðandi vegmyndugleika loyva frávík frá reglunum um mest loyvda ástrýst, um so er, at viðkomandi flutningur ikki rímiliga kann krevjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við, meðan flutningurin fer fram.

§ 20. Løgreglan kann eisini í samráði við avvarðandi myndugleikar loyva bjargingarfeløgum og líknandi at víkja frá reglunum um mest loyvda ástrýst, tá skadd akfør verða beind av vegnum.

Heildarvekt

§ 21. Akfar á hjólum við luftgummiringum má hvørki við ella uttan farmi koyra á almennum vegi, um so er, at veruliga heildarvektin fer upp um samløguna av teimum ástrýstum, sum akfarið hevur loyvi til, sbr. tó stk. 2 og stk. 3.

Stk. 2. 1) Veruliga heildarvektin má ikki fara upp um:

1)   18.000 kg á motordrivnum akfari við 2 ásum, tó 19.500 kg fyri buss við 2 ásum,

2)   24.000 kg á motordrivnum akfari við 3 ásum, tó 26.000 kg um akfarið hevur ein trekkás við dupultásettum dekkum (dupulthjól) og fjaðring, ið fer væl við vegnum, ella ongin ásur á akfarinum hevur størri ástrýst enn 9.500 kg. Fyri liðbuss tó 28.000 kg,

3)   32.000 kg á motordrivnum akfari við 4 ella fleiri ásum, har frástøðan millum fremsta og aftasta ásin á akfarinum, í minsta lagi er 6,40 m, ella har tveir teir fremstu ásarnir eru stýrandi, og har frástøðan frá fremsta til aftasta ás á akfarinum í minsta lagi er 5,00 m. Fyri onnur motordrivin akfør við 4 ella fleiri ásum tó 29.500 kg, og fyri liðbuss 34.000 kg,

4)   24.000 kg á viðfestiakfari til bil, undantikið viðfestiakfari við kongabolti ella stívum dragiarmi, við 3 ella fleiri ásum,

5)   30.000 kg á viðfestiakfari til bil, undantikið viðfestiakfari við kongabolti ella stívum dragiarmi, við 4 ella fleiri ásum, har tveir teir fremstu ásarnir eru stýrandi og hava eina frástøðu, ið er minni enn 1,80 m, ella har bogin aftan hevur eitt samlað ástrýst, sum í mesta lagi er 70 % av loyvdari heildarvekt,

6)   150 kg á viðfestiakfari til motorsúkklu,

7)   56.000 kg fyri vognrað við 7 ella fleiri ásum, sum er bilur við skrásetingarskyldugum viðfestiakfari,

8)   50.000 kg fyri vognrað við 6 ásum, sum er bilur við skrásetingarskyldugum viðfestiakfari, og

9)   44.000 kg fyri onnur vognrøð.

Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri leguvognar og viðfestiakfør við kongabolti ella stívum dragiarmi. Fyri slík akfør eru bert reglurnar um ástrýst og reglurnar um veruliga heildarvekt á vognraði galdandi.

Stk. 4. Tá heildarvekt verður roknað, verða 2 ásir, hvørs innanhýsis frástøða er styttri enn 1,00 m, roknaðir sum ein ásur.

Stk. 5. Á leguvognraði við 5 ella fleiri ásum, skal frástøðan millum aftasta ás á bilinum og fremsta ás á leguvogninum vera í minsta lagi 2,50 m. Frástøðan skal tó vera í minsta lagi 3,00 m, um leguvognurin hevur 3 ásar, og innanhýsis frástøðan millum onkrar av hesum er minni enn 1,10 m.

Stk. 6. Á leguvognraði við eini veruligari heildarvekt, sum er meiri enn 44.000 kg, skal frástøðan millum aftasta ás á bilinum og fremsta ás á leguvogninum vera í minsta lagi 4,00 m.

Stk. 7. 1) Fyri lastbil við 2 ásum og liðbuss, sum nýta onnur orkusløg enn verandi, kann heildarvektin økjast við øktu vektini, ið annað orkuslag krevur, tó í mesta lagi 1.000 kg.

§ 22. Fyri viðfestiakfar, sum verður drigið av bili við loyvdari heildarvekt, sum ikki er størri enn 3.500 kg, má veruliga heildarvektin, fyri leguvogn og viðfestiakfar við stívum dragiarmi, tó samlaða veruliga ástrýstið, ikki vera størri enn:

1)   loyvdu heildarvektina á dragandi bilinum, um viðfestiakfarið er útgjørt við økubremsu, og

2)   50 % av tænastuvektini á dragandi bilinum, um viðfestiakfarið ikki er útgjørt við økubremsu.

Stk. 2. 1) Á viðfestiakfari, sum er útgjørt við økubremsu og verður drigið av lendisfarandi bili, sambært allýsing í stakfyriskipanunum, er hægst loyvda heildarvektin sbr. stk. 1, nr. 1, tó 1,5 ferðir loyvdu heildarvektina á dragandi bilinum. Sama er galdandi fyri lendisakfar. Loyvda heildarvektin á viðfestiakfarinum, fyri leguvogn og viðfestiakfar við stívum dragiarmi, tó samlaða ástrýstið, má ikki fara upp um 3.500 kg.

§ 23. Á skrásetingarskyldugum viðfestiakfari, sum verður drigið av bili við loyvdari heildarvekt, ið er omanfyri 3.500 kg, má veruliga heildarvektin, fyri leguvognar og viðfestiakfar við stívum dragiarmi, tó samlaða veruliga ástrýstið, ikki fara upp um 1,5 ferðir loyvdu heildarvektina á bilinum.

Stk. 2. Í minsta lagi 20 % av loyvdu heildarvektini á øllum vognraðnum skal liggja á drívhjólunum á bilinum.

§ 24. 1) Viðfest akfar til motorsúkklu skal ikki hava størri heildarvekt enn 200 kg.

Stk. 2. 1) Viðfest akfar til stórt prutl skal ikki hava størri heildarvekt enn 100 kg.

§ 25. Í vognraði, sum verður drigið av skrásetingarskyldugum traktori, skulu í minsta lagi 20 % av veruligu heildarvektini á vognraðnum liggja á drívhjólunum á traktorinum.

Stk. 2. Av veruligu heildarvektini á vognraðnum, skulu har afturat í minsta lagi 50 % liggja á teimum hjólunum, sum bremsa.

Stk. 3. Stk. 1 er ikki galdandi fyri vognrað við ikki skrásettum viðfestum amboðum.

§ 26. Í vognraði, ið verður drigið av ikki skrásetingarskyldugum traktori ella av einum motoramboði, skal í minsta lagi 50 % av veruligu heildarvektini hjá vognraðnum hvíla á bremsandi hjólunum.

§ 27. Í vognraði við ikki skrásetingarskyldigum viðfestiamboði, har dragandi akfarið er ein bilur við loyvdari heildarvekt uppá meira enn 3.500 kg, kann vektin á viðfestiamboðnum, fyri viðfestiamboð við stívum dragiarmi, samlaða ástrýstið, ikki fara upp um veruligu heildarvektina á dragandi akfarinum, um ikki viðfestiamboðið hevur økubremsu.

§ 28. Akfar, sum hevur slættar ringar (valsar), má hvørki við ella uttan farmi, koyra á almennum vegi, um so er, at veruliga heildarvektin á akfarinum ella vognraðnum fer upp um 15.000 kg, við ískoyti uppá 250 kg fyri hvørjar heilar 0,20 m við hvørjum frástøðan millum fyrsta og síðsta ás á akfarinum ella vognraðnum er størri enn 2,50 m.

§ 29. Á akfari, sum heilt ella lutvíst koyrir á beltum, má vektin ikki fara upp um 4.000 kg pr. m frástøðu millum fyrstu og aftastu rullu, og heildarvektin má ikki fara upp um 16.000 kg.

§ 30. Akfar, sum er skrásett ella góðkent, má annars ongantíð vera fermt við størri vekt enn tað, sum tað er skrásett ella góðkent til at bera.

§ 31. Løgreglan kann eisini í samráði við veg- ella brúgvamyndugleikar loyva bjargingarfeløgum og líknandi at víkja frá reglunum um mest loyvdu heildarvekt, tá ið skadd akfør verða beind av vegnum.

Altjóða ferðsla

§ 32. Við altjóða ferðslu er í hesi kunngerð at skilja ein flutningur, ið fer fram í Føroyum, og í einum øðrum landi sbrt. § 4 í kunngerð um motorakfør og viðfestivognar uppá 12.000 kg totalvekt ella yvir, ið verða skrásett til uttanlandsflutning. Eitt leguvognrað er tó í altjóða ferðslu, um bert leguvognurin er tað.

Stk. 2. Bilur í altjóða ferðslu kann hava eitt ástrýst á trekkásinum sum í mesta lagi er 11.500 kg, hóast ásetingarnar í § 13, stk. 2, um dupult ásett dekk og fjaðring ið fer væl við vegnum, ikki vera fylgdar.

Stk. 3. Bilur í altjóða ferðslu kann hava eitt samlað ástrýst, í einum ásbólki við 2 ásum, á í mesta lagi 18.000 kg, um so er, at frástøðan millum báðar ásirnar er minni enn 2,00 m, men í minsta lagi 1,30 m, hóast ásbólkurin ikki lýkur ásetingarnar í § 13, stk. 3, nr. 1.

Stk. 4. Bilur við trimum ásum, burtursæð frá liðbussi, kann í altjóða ferðslu hava eina veruliga heildarvekt upp til 25.000 kg. hóast ásetingarnar í § 21, stk. 2, nr. 2, um dupultásett dekk, fjaðring, ið fer væl við vegnum, ella ástrýst ikki verða fylgdar.

Umsókn og undantaksloyvi

§ 33. Umsókn um flutningsloyvi skal vera skrivlig.

§ 34. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri veita undantaksloyvi frá ásetingunum í §§1-31.

Revsing

§ 35. Brot á § 1, stk. 1-5, § 2, stk. 1, 2, 4, 5 og 6, § 3, § 5, § 7-9, § 10, stk. 2, § 11, stk. 1, § 13, stk. 1-4, § 14, stk. 1-4, §§ 15-18, § 21, stk. 1, 2, 5 og 6, §§ 22-24, § 25, stk. 1 og 2, §§ 26-30, § 32, stk. 2, 3 og 4 verður sektað við bót. Sama er galdandi fyri koyring í ósamsvari við forboð sambært § 2, stk. 3.

Stk. 2. Brot á treytirnar fyri loyvi sambært § 19 og § 31 verður sambært ferðslulógini § 58 a, stk. l, nr. 3, sektað við bót.

Stk. 3. Fyri brot á § 20, § 23, stk. 1, § 27, § 30 og § 31 verður sambært ferðslulógini § 58 a, stk. 7, ásett ein herd bót, tá koyrt verður við akfari við eini loyvdari heildarvekt upp á yvir 3.500 kg.

Stk. 4. Fyri brot á reglurnar í §§ 13-32 og brot á treytirnar fyri undantaksloyvi sambært § 34, kann sambært ferðslulógini § 58 a, stk. 6, áleggjast eigaranum ella brúkaranum av akfarinum sektarábyrgd, hóast lógarbrotið framt av viðkomandi ikki var tilætlað ella varð framt av ósketni.

Stk. 5. Brot á loyvisreglurnar frá einum vegmynduleika, sambært § 7, stk. 3, verður revsað við bót.

Gildiskoma

§ 36. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 2 frá 20. januar 2000 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst.

Skiftisreglur

§ 37. Hesi akfør, skrásett áðrenn 15. september 1997, og vognrað, har í minsta lagi eitt av akførunum eru skrásett áðrenn 15. september 1997, kunnu framhaldandi verða nýtt:

1)   Bilar og vognrað, har dragandi akfarið er ein bilur, og bilurin ella vognraðið ikki lýkur ásetingarnar í § 3.

2)   Viðfestivognur til bil, har viðfestivognurin ikki lýkur ásetingarnar í § 6, stk. 2, treytað av, at loyvda heildarvektin hjá vogninum er størri enn 3500 kg.

3)   Vognrað, sum er lastbilur og viðfestivognur, og sum ikki lýkur ásetingarnar í § 9, stk. 2, nr. 1 og 3.

4)   Vognrað, sum er lastbilur og viðfestivognur, og sum ikki lýkur ásetingarnar í § 9, stk. 2, treytað av at samlaða, uttara lastalongdin á vogni og bili, mátað aftan fyri førarahúsið, ikki fer upp um 15,65 m.

Stk. 2. Leguvognar, skrásettir áðrenn 28. november 1989, og sum ikki lúka ásetingarnar í § 8, stk. 2, kunnu framhaldandi vera í nýtslu, treytað av at leguvognurin ikki er longri enn 13,60 m.

 

 

Innlendismálaráðið, 21. september 2012

 

Kári P. Højgaard (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 58 frá 16. mai 2017.