Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. juli 2011Nr. 95
Kunngerð um tryggingarmekling
Við heimild í § 42, stk. 2 og § 215, stk. 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi verður ásett:
Øki og allýsing
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri vinnuligt tryggingarmeklaravirksemi.
Stk. 2. Tryggingarmekling, sbrt. § 2, kann útinnast av partafeløgum, smápartafeløgum, íognarfeløgum, einstaklingavirkjum og tílíkum.
§ 2. Við tryggingarmeklaravirksemi í hesi kunngerð er at skilja:
Tað virksemi, sum stendst av at veita kundum ráðgeving, grundað á greining av so nógvum tøkum tryggingarloysnum sum gjørligt, og tað virksemi, sum stendst av at vísa kundanum á tryggingarloysnir frá einum ella fleiri tryggingarfeløgum, uttan at greið avtala er gjørd um hetta við tryggingarfeløgini. Talan kann eisini verða um at umsita tryggingaravtalur vegna kundan, serliga tá ið tað snýr seg um skaðatilburðir.
§ 3. Kunngerðin er ikki galdandi:
1) fyri miðlan av tryggingum, sum verður útint av tryggingarfeløgum, ella av starvsfólkum í hesum feløgum,
2) tá ið eitt virki stundum ráðgevur um trygging í sambandi við annað vinnuligt virksemi, og høvuðsendamálið við ráðgevingini ikki er at hjálpa kundanum við at leggja fram, mæla til, vera partur av ella gera tað innleiðandi arbeiðið í sambandi við gerð av eini tryggingaravtalu.
3) tá ið eitt virki bara gevur vanligar upplýsingar um tryggingarvørur ella setir seg í samband við tryggingarfeløg, og endamálið ikki er at hjálpa kundanum við at leggja fram, mæla til, vera partur av ella gera tað innleiðandi arbeiðið í sambandi við gerð av eini tryggingaravtalu, ella
4) tá ið eitt virki hevur um hendur umsitingina hjá einum tryggingarfelagi av skaðatilburðum, virðismetingum, fráboðaðum endurgjaldskrøvum í sambandi við skaða ella aðrar líknandi uppgávur vegna tryggingarfelagið.
Stk. 2. Kunngerðin er ikki galdandi fyri miðlan av tryggingarvørum, sum lúka allar hesar treytir:
1) Tryggingaravtalan krevur bara kunnleika til tann tryggingarfulnað, sum verður boðin.
2) Tryggingaravtalan er ikki ein lívstryggingaravtala.
3) Tryggingaravtalan fevnir ikki um ábyrgdartrygging.
4) Viðkomandi likamligi ella løgfrøðiligi persónur hevur ikki tryggingarmekling sum høvuðsvinnu.
5) Tryggingaravtalan er eitt ískoyti til ta vøru ella tænastuveiting, sum verður veitt av einum ávísum veitara, um so er at tryggingaravtalan veitir fulnað fyri:
a) váða fyri rakstrarmistak, tap ella skaða á vørur, veittar av viðkomandi veitara ella
b) tap ella skaða á viðføri og annar váði, knýttur at eini ferð, sum er bíløgd hjá viðkomandi veitara, uttan mun til um tryggingaravtalan fevnir um lívs- ella ábyrgdartrygging, treytað av at fulnaðurin er tilknýttur (accessoriskur) í mun til høvuðsfulnaðin fyri váða knýttan at hesi ferð.
6) Ársgjaldið fyri tryggingaravtaluna fer ikki upp um 500 evrur.
7) Longdin á tryggingaravtaluni, íroknað leinging, fer ikki upp um 5 ár.
Skráseting av tryggingarmeklaravirkjum og tryggingarmeklarum
§ 4. Feløg, sum útinna tryggingarmeklaravirksemi, skulu vera skrásett hjá Tryggingareftirlitinum.
Stk. 2. Ein persónur, ið útinnir tryggingarmekling, sum starvsfólk hjá einum virki, fevnt av stk. 1, skal vera skrásettur hjá Tryggingareftirlitinum til at útinna tryggingarmekling, sum starvsfólk hjá virkinum.
§ 5. Tryggingareftirlitið skrásetir eitt virki í felagformi, tá ið:
1) nevndar- og stjórnarlimir hjá umsøkjara lúka treytirnar í § 8, stk. 1,
2) tann ella tey, sum hava ábyrgd av tryggingarmeklingini, lúka treytirnar í § 8, stk. 1, og § 9, stk. 1,
3) virkið hevur teknað eina virkisábyrgdartrygging, sbr. stk. 2 og 3 og
4) persónar starvast í virkinum, sum hava ella samstundis søkja um at vera skrásettir til at útinna tryggingarmekling sum starvsfólk, sbrt. § 7.
Stk. 2. Tryggingarkrøv ímóti tryggingarmeklaravirki kann kann verða sett beinleiðis móti tí tryggingarfelagið, har tryggingarmeklaravirkið er tryggjað.
Stk. 3. Tryggingareftirlitið ásetir reglur um økið og slag av virkisábyrgdartryggingini og tíðarskeiðið sum tryggingin varir
Stk. 4. Ein umsókn um skráseting, sbrt. stk. 1 skal innihalda tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at Tryggingareftirlitið kann meta, um treytirnar í stk. 1 eru loknar. Umframt hetta skal í umsóknini eisini verða upplýst um:
1) hvat slag av tryggingarmekling virkið ætlar at útinna, og hvønn felagsform virkið hevur,
2) nøvn á fæfeingisognarum í virkinum umframt fæfeingisognarlutin í virkinum ella atkvøðurættindi og
3) fæfeingisognarlutin ella atkvøðurættindi hjá virkinum í einum ella fleiri tryggingarfeløgum, umframt navn ella nøvn á hesum feløgum.
§ 6. Tryggingareftirlitið skrásetir ein persón til at útinna tryggingarmekling í einstaklingavirki (firma), tá ið:
1) umsøkjarin lýkur treytirnar í § 8 stk. 1,
2) umsøkjarin lýkur ásettu krøvini um ástøðiliga útbúgving og verkligan kunnleika til tryggingarmeklaravirksemi, sbrt. § 9, stk. 2, og
3) virkið hevur teknað vinnuábyrgdartrygging.
Stk. 2. Ein umsókn um skráseting, sbrt. stk. 1 skal innihalda tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at Tryggingareftirlitið kann meta, um treytirnar í stk. 1 eru loknar. Umframt hetta skal í umsóknini eisini verða upplýst um:
1) hvat slag av tryggingarmekling virkið ætlar at útinna,
2) fæfeingisognarlutin ella atkvøðurættindi hjá virkinum í einum ella fleiri tryggingarfeløgum, umframt navn ella nøvn á hesum feløgum.
§ 7. Tryggingareftirlitið skrásetir ein persón, ið útinnir tryggingarmekling sum starvsfólk í einum tryggingarmeklaravirki, tá ið:
1) umsøkjarin lýkur treytirnar í § 8, stk. 1, og
2) umsøkjarin lýkur ásettu krøvini um kunnleika til tryggingarmeklaravirksemi, sbrt. § 9, stk. 2.
Stk. 2. Ein umsókn um skráseting, sbrt. stk. 1 skal innihalda tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at Tryggingareftirlitið kann meta, um treytirnar í stk. 1 eru loknar. Umframt hetta skal í umsóknin eisini verða upplýst um, hvat slag av tryggingarmekling persónurin ætlar sær at útinna.
§ 8. Nevndar- og stjórnarlimir hjá umsøkjara skulu hava nøktandi royndir til at útinna starvið ella uppgávuna sum ávikavist nevndarlimur og stjóri í virkinum.
Stk. 2. Persónsskarin, sum er fevndur av §§ 5-7, kann ikki útinna starvið ella uppgávuna í einum tryggingarmeklaravirki, um:
1) viðkomandi verður dømdur revsing fyri brot á revsilógina ella fíggjarligu lóggávuna, og hetta brot hevur við sær, at vandi er fyri, at starvið ella uppgávan ikki verður røkt á trygdargóðan hátt,
2) viðkomandi hevur fráboðað gjaldsteðg, er farin á húsagang, hevur latið inn umsókn um skuldarumskipan ella samráðingar um neyðskuldarsemju eru byrjaðar, ella
3) viðkomandi hevur sýnt slíkan atburð, at orsøk er til at halda, at hann ikki kann røkja starvið ella uppgávuna á fullgóðan hátt.
Stk. 3. Persónsskarin, sum er fevndur av stk. 2, hevur skyldu til at lata Tryggingareftirlitinum upplýsingar um tey í stk. 1 og 2 nevndu viðurskifti.
§ 9. Tann ella teir persónar í virkinum, sum hava ábyrgd av tryggingarmeklingini, skulu hava eina almenna vitan um tryggingarmekling.
Stk. 2. Persónar, ið søkja um skráseting sum tryggingarmeklarar, skulu hava almenna vitan um og verkligan kunnleika til tryggingarmeklaravirksemi.
§ 10. Tá ið Tryggingareftirlitið hevur givið einum tryggingarmeklaravirki ella starvsettum tryggingarmeklara í virkinum fráboðan um skráseting, sbrt. § 4 til at útinna tryggingarmeklaravirksemi, verða tryggingarmeklaravirkið, ábyrgdarpersónur ella persónar fyri tryggingarmeklingini í virkinum og tann ella teir starvsettu tryggingarmeklararnir skrásett í skránni yvir tryggingarmeklarar hjá Tryggingareftirlitinum. Skráin er atkomulig hjá almenninginum.
§ 11. Tryggingarmeklaravirki, sum hava fingið loyvi frá Tryggingareftirlitinum at verða skrásett, skulu nýta heiti ”tryggingarmeklari” ella "skrásettur tryggingarmeklari" í navninum. Ein persónur, ið frá Tryggingareftirlitinum hevur fingið loyvi at virka sum tryggingarmeklari, skal nýta heiti ”tryggingarmeklari” ella "skrásettur tryggingarmeklari", tá hann útinnir tryggingarmeklaravirksemi.
Stk. 2. Onnur virki og persónar kunnu ikki nýta nøvn ella heiti fyri teirra virksemi, sum kunnu geva einum ta fatan, at tey eru tryggingarmeklaravirkir ella starvsettir tryggingarmeklarar.
§ 12. Tryggingarmeklaravirksemi skal rekast samsvarandi reiðiligum handilsskikki og góðari siðvenju innan virkisøkið.
§ 13. Eitt tryggingarmeklaravirki kann útinna annað virksemi. Fyri hetta virksemið skal nýtast eitt heiti, sum ikki kann misfatast fyri tryggingarmeklaravirkið.
§ 14. Eitt tryggingarmeklaravirki umboðar bara kundan.
Stk. 2. Eitt tryggingarmeklaravirki má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis hava tilknýti til eitt tryggingarfelag, ið kann skapa iva um, hvørt tryggingarmeklaravirkið er óheft av áhugamálum hjá tryggingarfeløgum, sum ikki eru ein fylgja av innanhýsis ognarviðurskiftum í virkjunum.
Stk. 3. Ein starvsettur tryggingarmeklari má ikki gjøgnum starvsetan ella á annan hátt hava tilknýti til tryggingarfeløg ella hartil hoyrandi samtøkufeløg sum gera, at meklarin er bundin at áhugamálunum hjá tryggingarfeløgum.
Skráseting, sum kann takast aftur ella fella burtur
§ 15. Tryggingareftirlitið tekur aftur skrásetingina hjá einum tryggingarmeklaravirki, um:
1) virkið biður um hetta,
2) ábyrgdartrygging ikki longur er teknað,
3) tryggingarmeklaravirkið ger seg sekan í grovum ella endurtiknum brotum á ásetingarnar í hesi kunngerð,
4) tryggingarmeklaravirkið ikki longur lýkur treytirnar í § 8, stk. 2,
5) tryggingarmeklaravirksemi ikki er byrjað í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at Tryggingareftirlitið hevur givið fráboðan um skráseting, ella
6) tryggingarmeklaravirksemi ikki verður útint í einum tíðarskeiði, sum er longri enn 12 mánaðir.
Stk. 2 Tryggingareftirlitið tekur aftur skrásetingina hjá einum starvsettum tryggingarmeklara, um:
1) tryggingarmeklarin biður um hetta,
2) tryggingarmeklarin ger seg sekan í grovum ella endurtiknum brotum á ásetingarnar í hesi kunngerð,
3) tryggingarmeklarin ikki longur lýkur treytirnar í § 8, stk. 2.
Stk. 3. Afturtøka av skrásetingini, sbrt. stk. 2 kann varða í eitt tíðarskeið frá 1 til 5 ár ella inntil annað verður avgjørt. Eftir hetta kann tryggingarmeklarin verða skrásettur av nýggjum treytað av, at starvsetti tryggingarmeklarin lýkur treytirnar í § 8, stk. 2.
§ 16. Skráseting hjá einum tryggingarmeklaravirki fellur burtur, um virkið verður koyrt á húsagang ella virksemið á annan hátt heldur uppat.
Stk. 2. Skráseting av einum starvsettum tryggingarmeklara fellur burtur, tá ið viðkomandi doyr.
§ 17. Um Tryggingareftirlitið hevur tikið aftur skrásetingina hjá einum tryggingarmeklaravirki ella skrásetingin er fallin burtur, fellur skrásetingin hjá tí starvsetta tryggingarmeklaranum samstundis burtur, um viðkomandi ikki beinanvegin fær starv sum tryggingarmeklari aðrastaðni ella viðkomandi hevur biðið um at fáa skrásetingina latna í varðveitslu, sbrt. stk. 2.
Stk. 2. Ein tryggingarmeklari kann lata skráseting sína sum starvsettur tryggingarmeklari í varðveitslu. Skrásetingin kann fáast av nýggjum, treytað av, at tryggingarmeklarin lýkur treytirnar í § 6 ella starvsetti tryggingarmeklarin lýkur treytirnar í § 7.
§ 18. Tá ið skráseting av tryggingarmeklaravirki er tikin aftur ella fallin burtur, skal tryggingarmeklaravirksemið halda uppat. Farast má ikki undir annað virksemi áðrenn tryggingarmeklaravirksemi er endað.
Stk. 2. Tá ið skráseting av einum tryggingarmeklaravirki ella einum starvsettum tryggingarmeklara er tikin aftur ella fallin burtur, verður viðkomandi tryggingarmeklaravirki ella starvsetti tryggingarmeklari strikaður úr skránni yvir tryggingarmeklarar hjá Tryggingareftirlitinum.
Eftirlit
§ 19. Tryggingareftirlitið ansar eftir, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann geva boð um at rætta viðurskifti, sum eru í ósamsvari við § 12.
§ 20. Tryggingarmeklaravirki og starvsettir tryggingarmeklarar skulu eftir áheitan geva Tryggingareftirlitinum tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri virksemi hjá eftirlitinum.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann harumframt krevja likamligum ella løgfrøðiligum persónum eftir øllum upplýsingum, sum eru neyðugar fyri at eftirlitið kann meta, um virksemi teirra er fevnt av ásetingunum í kunngerðini.
Kæra
§ 21. Avgerðir tiknar av Tryggingareftirlitinum sambært kunngerðini, kunnu av tí, sum avgerðin viðvíkur, kærast til Vinnukærunevndina í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.
Stk. 2. Avgerðir hjá Tryggingareftirlitinum um afturtøku, sbrt. § 15, stk. 1, nr. 1, 2 og 5 og stk. 2, nr. 1 kunnu ikki kærast til Vinnukærunevndina.
Revsing
§ 22. Brot á ásetingarnar í § 4, § 5, stk. 1, nr. 3 og stk. 2 og § 11, stk. 1 og 2, verða revsað við bót, uttan so, at harðari revsing er ásett í aðrari lóggávu. Eitt tryggingarmeklaravirki, sum ikki aktar boð, ið verða givin, sbrt. § 18, stk. 2 verður revsað við bót.
Stk. 2. Feløg o.a. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 23. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2011.
Stk. 2. Tryggingarmeklarar, sum virka á føroyska marknaðinum, skulu lúka treytirnar í hesi kunngerð innan 1. desember 2011.
Vinnumálaráðið, 11. juli 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)