13. juni 2017Nr. 95
Kunngerð um broyting í kunngerð um skyldu at hava hund í bandi
(Verandi undantøk í Klaksvíkar kommunu verða strikað)
§ 1
Í kunngerð nr. 98 frá 7. oktober 2014 um skyldu at hava hund í bandi verður § 3 orðað soleiðis:
”§ 3. Henda kunngerð er galdandi fyri Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu og Klaksvíkar kommunu.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 13. juni 2017
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)