Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. september 2012Nr. 95
Kunngerð um serflutning
Við heimild í § 3, § 10, stk. 1, § 30 b, stk. 7, § 36, stk. 5, § 37, stk. 1, § 38, stk. 1, § 39, stk. 3, § 40, stk. 2, § 58 a, stk. 1, nr. 3 og 4, stk. 5 og 7, í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2005, løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2007, løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009 og løgtingslóg nr. 36 frá 30. apríl 2012 verður ásett:
§ 1. Henda kunngerð ásetir reglur um serflutning, sum, um ikki annað er ásett, er flutningur av óbýtiligum farmi, ið hevur við sær, at farið verður út um eina ella fleiri av ásetingunum í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, og koyring við ólastaðum bulvogni.
Stk. 2. Kunngerðin ásetir eisini reglur um flytikranar og bingjutrukkar. Koyring við hesum akførum verður eisini mett sum serflutningur.
Stk. 3. Kunngerðin er eisini galdandi fyri serflutning við útlendskum akførum.
Kapittul 1
Allýsingar
Bulvognur
§ 2. Við bulvogn er at skilja, sbrt. § 2, V í ferðslulógini, eitt motordrivið akfar ella upp í tað koplað akfar, sum hevur vekt, ástrýst, stødd ella aðra tilgerð, ið forðar akfarinum skráseting, og sum er ætlað til flutning av serstakliga tungum ella rúgvismiklum farmi.
Stk. 2. Bulvognur kann flokkast í:
1) Motordrivin bulvognur.
2) Bulleguvognur, sum er bulvognur, ið er tilevnaður sum leguvognur. Bulvognur, har ein bulvognsdolly er ein liður, sum er settur inn millum dragandi akfarið og leguvogn/bulleguvogn,verður mettur sum ein bulleguvognur, um bulvognsdollyin hevur høvuðsbolt.
3) Bulviðfestivognur, sum er bulvognur, ið er tilevnaður sum ein viðfestivognur. Bulvognur, har ein bulvognsdolly er ein liður, sum er settur inn millum dragandi akfarið og leguvogn/bulleguvogn, verður mettur sum ein bulviðfestivognur, um bulvognsdollyin hevur dragieyga.
Stk. 3. Bulvognur kann verða settur saman av einari ella fleiri av niðanfyri nevndu eindum:
1) Leguvognur, bulleguvognur ella bulviðfestivognur.
2) Bulvognsdolly.
3) Bulvognsmodulir, sum eru undirgrindeindir, ið við støði í floksgreining og samleikanummari kunnu setast saman til ymiskar samansetingar eftir leiðbeining frá framleiðara til ein bulleguvogn ella ein bulviðfestivogn, uttan at nýta íkoplingarskipan.
4) Berandi farmur, ið er undirgrindsambindingin, og har ein leiðbeining frá bulvognsframleiðara ella viðurkendari royndarstarvsstovu um festan av farminum er til skjals.
Stk. 4. Bulvognur, ið er settur saman sambært ásetingunum í stk. 3, verður í sambandi við loyvi til serflutning, viðgjørdur sum eitt akfar. Sama er galdandi fyri lastbil ella leguvogn við einum floksgóðkendum eyka ásmoduli, ið leingir akfarið.
Stk. 5. Í sambandi við skoðan verður bulvognsdolly og hvørt bulvognsmodul við ási ella íkoblingarskipan viðgjørt sum ein sjálvstøðugur bulvognur.
Stk. 6. Í sambandi við veitan av bulvognsnummarspjøldrum verður bulvognsdolly og bulvognsmodul við ási viðgjørt sum ein sjálvstøðugur bulvognur.
Flytikrani
§ 3. Við flytikrana er at skilja eitt motordrivið akfar, sum fyrst og fremst er gjørt sum arbeiðsamboð, so sum krani, betongpumpa ella manningarlyfta, og sum ikki lýkur ásetingarnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum. Ein flytikrani verður mettur at vera eitt motoramboð, sbrt. § 2, III, C, í ferðslulógini, um hann er gjørdur at koyra í mesta lagi 30 km/t. Er flytikranin gjørdur at koyra meira enn 30 km/t, og lýkur ásetingarnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, verður hann mettur at vera ein bilur, sbrt. § 2, III, A, a, í ferðslulógini.
Stk. 2. Flytikranar kunnu nýtast eftir somu reglum sum bulvognar smbrt. hesi kunngerð, um teir lúka krøvini í sambandi við tilgerð og útgerð hjá motorriknum bulvognum.
Stk. 3. Ein flytikrani kann vera gjørdur við innbygdum viðfestiakfari soleiðis, at tann fastsetti kranin á dragandi akfarinum hvílir á einum viðfestiakfari. Eitt slíkt vognrað verður í sambandi við skoðan, góðkenning og veitan av nummarspjøldrum til leguvogn at meta sum eitt akfar.
Stk. 4. Lastbilur, sum fyrst og fremst er tilgjørdur sum arbeiðsamboð, so sum við krana, betongpumpu ella manningarlyftu, og hvørs tekniskt loyvdu vektir og møguliga ástrýst fer upp um loyvdu vekt og ástrýst hjá lastbilum, kann somuleiðis verða góðkendur sum flytikrani við ymiskum, á floksgóðkenningini ella góðkenningarváttanini tilskilaðum, samanhoyrandi virðum av lægri loyvdari ferð, hægri loyvdari vekt, størri loyvdum ástrýsti og lægri bremsiavrikum sambært reglunum fyri flytikranar.
Bingjutrukkur
§ 4. Við bingjutrukk er at skilja eitt motordrivið akfar, ið er gjørt serstakliga til at lyfta og flyta bingjur, og hvørs eginvekt virkar sum mótvekt hjá lastini, og sum er tilgjørdur at koyra í mesta lagi 30 km/t, og sum ikki lýkur treytirnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum. Ein bingjutrukkur verður mettur at vera eitt motoramboð, sbrt. § 2, III, C, í ferðslulógini.
Pendilásur
§ 5. Við pendilás er í hesi kunngerð at skilja ein áslinja við í minsta lagi fýra hjólum, ið eru hongd upp soleiðis, at ein økt tyngd á eitt tilvildarligt hjól, sjálvvirkandi verður javnað út á í minsta lagi eitt annað av hjólunum á pendilásinum.
Kapittul 2
Góðkenningar
Skoðan og góðkenning av bulvognum
§ 6. Bulvognur skal vera skoðaður og góðkendur av Akstovuni. Um tað í góðkenningartíðarskeiðnum verða framdar konstruktivar broytingar á bulvognin viðvíkjandi stýritólum, bremsum, berandi bygnaði ella íkoblingarskipan, skal hann skoðast og góðkennast av nýggjum. Góðkenning verður givin fyri eitt tíðarskeið upp á 14 mánaðir.
Stk. 2. Bulvognur og bulvognsmodulir og -dollyir kunnu góðkennast við ymiskum samanhoyrandi virðum av ferð, loyvdari vekt, loyvdum ástrýsti og bremsikraft.
Stk. 3. Akstovan skrivar út eina bulvognsváttan fyri hvønn bulvogn. Um bulvognurin er settur saman av bulvognsdolly og fleiri bulvognsmodulum, sbrt. § 2, stk. 3, skal hvør bulvognsdolly og hvørt bulvognsmodul við ási ella íkoblingarskipan, skoðast og góðkennast, sbrt. stk. 1, og Akstovan skrivar út bulvognsváttan fyri hvørt av hesum. Kravt kann verða, at onnur bulvognssløg, ið kunnu verða partar av bulvogninum, skulu havast við til skoðan, um so er, at Akstovan metir tað neyðugt.
Stk. 4. Akstovan kann sum treyt fyri góðkenning seta serlig krøv um konstruktión ella tilgerð hjá bulvogninum, um hetta verður mett neyðugt við fyriliti fyri ferðslutrygdini. Í sambandi við góðkenningina kunnu verða settar avmarkingar viðvíkjandi nýtsluni av bulvogninum.
§ 7. Fráboðan um skoðan fer fram við fráboðanarskjali. Akstovan skrivar út eina bulvognsváttan við tekniskum akfarsupplýsingum og upplýsingum um eigara og brúkara, tillutað bulvognsnummar og møguliga trygging í váttanina.
Stk. 2. Tá akfarið verður latið til skoðan, skal rindast gjald, sbrt. ásetingarnar um hetta í ferðslulógini.
Stk. 3. Annars verða reglurnar í kunngerð um skráseting av motorakførum at nýta samsvarandi á skoðan av bulvognum.
§ 8. Dragmegi hjá bulvogni skal vera skoðað og góðkend av Akstovuni. Sum dragmegi hjá bulvognum kann verða góðkendur lastbilur, skrásettur traktorur ella skrásett motoramboð, umframt flytikrani, sbrt. § 11, stk. 3.
Stk. 2. Ein og hvør samankopling við íkoplingarskipan skal góðkennast av Akstovuni, sbr. tó stk. 4.
Stk. 3. Í sambandi við góðkenning av samankopling tilskilar Akstovan í váttan um dragmegi hjá bulvogni, hvørjir bulvognar kunnu koplast í akfarið. Tilskilaðir kunnu vera ítøkiligir bulvognar ella ávís sløg og modell.
Stk. 4. Lastbilur og bulvognur, herundir bulvognsdolly og bulvognsmodul við íkoplingarskipan, harumframt bulvognsdolly og bulleguvognur, kunnu tó koplast saman, uttan at Akstovan hevur góðkent ta serligu samankoplingina, um so er, at akførini kunnu samankoplast uttan nakra fortreyt um aðra íkoplingarskipan, bremsu- og el-íbinding enn kravt verður í samband við óskoðaða samankopling. Akstovan kann tó góðkenna akførini, um tey eru útgjørd við 3,5 tumma høvuðsbolti ella skamli. Tað skal síggjast í bulvognsváttanini og í váttan fyri dragmegi hjá bulvogni, um akførini kunnu samankoplast uttan skoðan.
Stk. 5. Bulvognsmodul kunnu verða sett saman, uttan at Akstovan hevur góðkent samansetingina. Samansetingin skal fara fram eftir leiðbeining frá bulvognsframleiðaranum. Leiðbeiningarnar skulu havast við til Akstovuna fyrstu ferð, bulvognsmodulið skal góðkennast. Treytirnar fyri samansetingini, t.d. sum tilvísing til eyðmerktar leiðbeiningar, skulu síggjast í bulvognsváttanini. Fyri bulvognsmodulir, ið eru góðkend, innan henda kunngerð er komin í gildi, kann ein leiðbeining um samansetingina frá viðurkendari royndarstarvsstovu verða góðkend.
Stk. 6. Fyri bulvogn, har farmurin er sambindingin millum bulvognsmodulið aftast og høvuðsboltin, skal samankoplingin hjá lastbilinum við bulvognsmodulið uttan farm, vera góðkend av Akstovuni, um ikki bulvognsmodulið kann samankoplast óskoðað við lastbilin, sbr. stk. 4.
§ 9. Lastbilur, ið verður góðkendur sum dragmegi hjá bulvogni, skal lúka vanligu treytirnar, ið eru galdandi fyri lastbilar. Lastbilur, ið verður góðkendur sum dragmegi hjá bulleguvogni, kann eisini verða góðkendur við ymiskum, í floksgóðkenningini ella góðkenningarváttanini tilskilaðum, samanhoyrandi virðum av lægri loyvdari ferð, størri loyvdari vekt, størri loyvdum ástrýsti og minni bremsikraft. Hækking av loyvdari vognraðvekt hjá lastbilinum og hægst loyvdu vekt á viðfestiakfari kunnu tó verða góðkendar við skoðan, hóast hesar vektir ikki síggjast í floksgóðkenningini ella góðkenningarváttanini, treytað av, at skjalprógv frá lastbilframleiðaranum fylgir við. Við tænastuvekt skal lastbilurin lúka treytirnar um vekt og ástrýst í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
Stk. 2. Ein lastbilur við tveimum ásum, ið verður góðkendur sum dragmegi hjá bulleguvogni, kann ikki verða góðkendur við størri loyvdum ástrýsti enn tí ástrýsti, sum kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum loyvir. Ein lastbilur við trimum ásum, ið verður góðkendur sum dragmegi hjá bulleguvogni, kann ikki verða góðkendur við størri loyvdum ástrýsti enn 14 tons.
Stk. 3. Viðfesti- og leguvognur, hvørs tekniskt loyvda vekt og møguligt ástrýst fer upp um ta fyri viðfesti- og leguvogn loyvdu vekt og ástrýst, kann eisini verða góðkendur sum bulviðfesti- og leguvognur við ymiskum í floksgóðkenningini ella góðkenningarváttanini tilskilaðum, samanhoyrandi virðum av lægri loyvdari ferð, størri loyvdari vekt, størri loyvdum ástrýsti og minni bremsikraft eftir teimum fyri bulvognar galdandi reglum. Viðfestivognur til traktor kann á líknandi hátt eisini góðkennast sum slag av bulviðfesti- og leguvogni.
Stk. 4. Floksgóðkenningin ella góðkenningarváttanin hjá lastbilinum og viðfesti- og leguvogninum kann fevna um eitt eyka ásmodul, ið leingir akfarið, og bara kann verða nýtt í sambandi við bulvognskoyring ella uttan farm. Við tænastuvekt skal akfarið lúka reglurnar um vekt og ástrýst í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
Stk. 5. Akførini verða skrásett við teirri til vanligan farmaflutning hægst loyvdu vekt og ástrýsti. Hægri vekt, ástrýst og eitt møguligt størri ástal , ið loyvt verður at nýta í sambandi við bulvognskoyring, tilskilar Akstovan einans í eini váttan um dragmegi hjá bulvogni ella bulvognsgóðkenning. Broyting frá viðfesti- og leguvogni til bulviðfesti- og leguvogn verður einans tilskilað í bulvognsváttan.
§ 10. Bulvognsváttanin og váttan um dragmegi hjá bulvogni skal, tá Akstovan góðkennir akfarið, hava áskrift um tekniskar akfarsupplýsingar og um hægst loyvdu ferð við og uttan farm og møguligar ásettar avmarkingar viðvíkjandi akfarsnýtsluni, sbr. § 6, stk. 4.
Stk. 2. Hægst loyvda ferð við farmi er tann fyri vanligan lastbil galdandi hægsta ferð, um so er, at vekt og ástrýst lúka ásetingarnar í kunngerð um breidd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, og akfarið lýkur ásetingarnar um tilgerð og útgerð hjá bili ávikavist viðfesti- og leguvogni til bil, og er útgjørt við blokeringsfríum bremsum.
Stk. 3. Hægst loyvda ferðin við farmi er 60 km/t, um so er, at
1) onki av loyvdu ástrýstum akfarsins fer upp um 10 t við einkultásettum dekkum, 12 t fyri ásar við dupultásettum dekkum, ella stórvolumen dekkum við einum upppumpingartrýsti upp á í mesta lagi 9 bar mált við køldum dekkum, og 14 t fyri pendilásar,
2) loyvd heildarvekt á akfarinum fer ikki upp um 150 t,
3) bremsikraft akfarsins við loyvdari vekt er í minsta lagi 45 %,
4) akfarið hevur blokeringsfríar bremsur. Hetta er tó ikki galdandi fyri lastbil, ið er skrásettur, innan henda kunngerð er komin í gildi,
5) allir ásar hava fjaðring, og
6) fjaðring og afturjavning fer fram við luft ella luft og hydraulikki á teir bulvognsásarnar, hvørs loyvda ástrýst er meira enn 10 t.
Stk. 4. Hægst loyvda ferð við farmi er 45 km/t, um so er, at
1) onki av loyvdu ástrýstum akfarsins fer upp um 10 t fyri ásar við einkultásettum dekkum, 14 t fyri ásar við dupultásettum dekkum, ella stórvolumen dekkum við einum upp-pumpingartrýsti upp á í mesta lagi 9 bar mált við køldum dekkum, og 16 t fyri pendilásar,
2) loyvd heildarvekt á akfarinum fer ikki upp um 250 t,
3) bremsikraft akfarsins við loyvdari vekt er í minsta lagi 45 %,
4) allir ásar hava fjaðring, og
5) fjaðring og afturjavning fer fram við luft ella luft og hydraulikki á teir bulvognsásarnar, hvørs loyvda ástrýst er meira enn 10 t.
Stk. 5. Í øðrum førum verður hægst loyvda ferðin 30 km/t fyri bulvognar við farmi, um bremsiavrik akfarsins við loyvdari vekt er í minsta lagi 30 %, og 15 km/t, um bremsiavrikið við loyvdari vekt er í minsta lagi 18 %.
Stk. 6. Hægst loyvda ferðin uttan farm er tað fyri vanligan lastbil galdandi ferðmark, um so er, at vektin og ástrýstið lúka reglurnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, og um akfarið hevur blokeringsfríar bremsur. Kravið um blokeringsfríar bremsur er tó ikki galdandi fyri lastbil, ið er skrásettur, innan henda kunngerð er komin í gildi. Í øðrum førum er hægst loyvda ferðin uttan farm 60 km/t, um so er, at bulvognurin er góðkendur til hetta við farmi, og annars 45 km/t. Hægst loyvda ferðin kann tó ikki verða meiri enn 30 km/t, um bremsiavrikið er minni enn 45 %, men í minsta lagi 30 %, og 15 km/t um bremsiavrikið er minni enn 30 %, bulvognurin ikki hevur fjaðring ella hevur massivan hjólklædning.
Stk. 7. Hóast ásetingarnar í stk. 2-6 kann Akstovan áseta eina hægst loyvda ferð, ið er lægri, um bulvognskonstruktiónin talar fyri tí.
Skoðan og góðkenning av flytikranum
§ 11. Flytikranar skulu skoðast og góðkennast sambært reglunum fyri motordrivnar bulvognar, um ikki flytikranin einans skal verða nýttur á einum nærri avmarkaðum øki, sbrt. § 35.
Stk. 2. Hægst loyvda ferð fyri flytikranar verður ásett eftir reglunum fyri bulvognar við farmi í § 10. Kravið um blokeringsfríar bremsur í § 10, stk. 2, nr. 4, er tó ikki galdandi fyri flytikranar við meira enn fýra ásum.
Stk. 3. Flytikrani kann góðkennast til samankopling við ein viðfestivogn ella bulviðfestivogn, um so er, at longdin á vognraðnum ikki fer upp um 23 m. Bulviðfestivognurin kann ikki vera breiðari enn flytikranin.
Stk. 4. Akstovan skal góðkenna samankoplingina av flytikrana og viðfestiakfari. Tá akfarið verður góðkent, skrivar Akstovan í bulvognsváttanina hjá flytikrananum, hvørji viðfestiakfør kunnu verða koplað aftan á flytikrananum. Tilskilast kunnu ítøkilig viðfestiakfør ella ávís sløg og modell.
Stk. 5. Flytikrani og viðfestiakfar kunnu tó verða koplað saman, uttan at Akstovan hevur góðkent ta ávísu samankoplingina, um so er, at flytikranin kann koplast saman við viðfestiakfarið, uttan at hetta er treytað av øðrum íkoplingarútbúnaði, bremsu- og el-íbinding enn kravt verður fyri lastbil, ið er góðkendur til óskoðaða samankopling. Tað skal síggjast í bulvognsváttanini, um akførini kunnu verða samankoplaði óskoðaði.
Stk. 6. Viðfestivognur til flytikrana, hvørs loyvda ferð er 60 km/t ella 45 km/t, skal lúka galdandi útgerðarkrøv til viðfestivogn til bil. Viðfestivognur til flytikrana, hvørs loyvda ferð í mesta lagi er 30 km/t, skal lúka galdandi útgerðarkrøv til motoramboð.
Stk. 7. Tá ið hægsta ferð verður ásett fyri flytikrana við samanbygdum viðfestiakfari sambært stk. 3, eru ásetingarnar í §10 galdandi fyri alt vognaraðið.
Stk. 8. Tá ið Akstovan góðkennir flytikrana og ikki-samanbygd viðfestiakfør, verða upplýsingar um samankoplingarmøguleikar skrivaðar á bulvognsváttanina fyri flytikranan, sbrt. § 8, stk. 3, og Akstovan skrivar somuleiðis eina bulvognsváttan fyri viðfestiakfarið. Um flytikranin hevur eitt samanbygt viðfestiakfar, verða upplýsingarnar fyri alt vognaraðið skrivaðar á eina og somu bulvognsváttan.
Bulvognsnummarspjaldur til bulvogn
§ 12. Nummarspjaldur til bulvogn fæst frá Akstovuni. Eitt bulvognsnummarspjaldur verður latið til hvønn bulvogn. Um bulvognurin hevur fleiri bulvognsmodul, verður tó latið eitt bulvognsnummarspjaldur fyri hvørt bulvognsmodul við ásum.
Stk. 2. Saman við umsókn um útflýggjan av bulvognsnummarspjaldri skal vera fráboðanarskjal og bulvognsváttan, ið bæði skulu hava góðkenning frá Akstovuni. Fyri motordrivnan bulvogn skal eisini vísast skjalprógv fyri, at lógskyldug ábyrgdartrygging er teknað, ið fevnir um tað ynskta útflýggjanartíðarskeiðið, sbrt. § 55 í ferðslulógini. Er bulvognurin skrásettur við bulvognsnummarspjøldrum í sambandi við eigaraskifti, hevur nýggi eigarin skyldu at boða Akstovuni frá hesum innan 2 vikur eftir eigaraskiftið, uttan so at bulvognsnummarspjøldrini verða latin inn frammanundan. Fyri motordrivnan bulvogn skal nýggi eigarin og nýtarin eisini lata inn bulvognsváttan og skjalprógv fyri, at lógskyldug ábyrgdartrygging er teknað, ið fevnir um alt útflýggjanartíðarskeiðið.
Stk. 3. Bulvognsnummarspjaldur verður útflýggjað fyri eitt tíðarskeið upp á í mesta lagi 14 mánaðir. Útflýggjanartíðarskeiðið kann tó ikki vera longri enn tað tíðarskeiðið, sum góðkenning Akstovunnar er galdandi fyri. Útflýggjanartíðarskeiðið kann verða longt, um tað verður skjalprógvað, at Akstovan hevur endurnýggjað bulvognsgóðkenningina. Fyri motordrivnan bulvogn skulu tryggingartreytirnar í stk. 2 eisini vera loknar. Bulvognsnummarspjaldrið skal latast Akstovuni, tá góðkenningartíðarskeiðið er úti. Løgreglan kann taka aftur bulvognsnummarspjøldur, tá
1) hesi ikki eru latin Akstovuni, tá gildistíðin er úti, ella
2) løgreglan við eftirliti eftir § 13, stk. 1, í ferðslulógini staðfestir, at akfarið er til vanda fyri ferðslutrygdina.
Stk. 4. Bulvognsnummarspjaldrið til bulvognin, ella, um bulvognurin er samansettur av fleiri bulvognsmodulum, bulvognsnummarspjaldrið til aftasta bulvognsmodulið, skal setast aftanfyri á bulvognin, møguliga á lyktarbummin.
Stk. 5. Viðfesti- og leguvognur, ið er góðkendur sum bulvognur, skal undir bulvognskoyringini hava tað útflýggjaða bulvognsnummarspjaldrið, og tað vanliga nummarspjaldrið skal takast av ella fjalast. Bulvognsnummarspjaldrið skal takast av ella fjalast, tá viðfesti- og leguvognurin ikki verður nýttur til bulvognskoyring.
Bulvognsnummarspjaldur til flytikrana
§ 13. Reglurnar um bulvognsnummarspjaldur í § 12 verða at nýta samsvarandi fyri flytikrana og viðfestivogn, ið ikki er fastur partur. Um flytikranin er góðkendur til samankobling, skal tryggingin fevna um alt vognraðið.
Kapittul 3
Loyvir til serflutning
Krav um loyvi til serflutning
§ 14. Flutningur, ið krevur, at loyvi er fingið til serflutning:
1) Farmaflutningur við lastbili ella vognaraði, ið er lastbilur og viðfesti- ella leguvognur, ið hevur við sær, at serflutningurin er breiðari enn 3,30 m ella hægri enn 4,10 m.
2) Farmaflutningur á vognaraði sum er lastbilur við leguvogni, sum hevur við sær, at støddin á serflutninginum verður meiri enn 22 m til longdar, um so er, at leguvognurin kann verða longdur við útdrag millum høvuðsbolt og ás ella bogie, soleiðis at ólastaða leguvognsraðið er longri enn 16,5 m, og 30 m, um so er, at leguvognurin er longdur við útdrag millum høvuðsbolt og ás ella bogie, og um so er, at tvingsilsstýring er á øllum ásum. Fremsti ásurin nýtist tó ikki at vera tvingsilsstýrdur.
3) Koyring við fermdum bulvogni.
4) Koyring við ikki fermdum bulvogni, sum hevur við sær, at ásetingarnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum ikki verða fylgdar.
5) Koyring við flytikrana, sbr. tó § 35.
Grundleggjandi treytir fyri loyvi til serflutning
§ 15. Tað er ein fortreyt fyri loyvi til serflutning, at tað er ikki rímiligt at krevja, at flutningurin skal fara fram á annan hátt.
Stk. 2. Avgerðin, um tað er rímiligt at krevja, at flutningurin fer fram á annan hátt, skal byggja á eina meting av fíggjarliga áhuganum hjá flutningsfyritøkuni í, at flutningurin fer fram á bíligasta hátt, og fyrilitinum fyri ferðslutrygdini.
Stk. 3. Við í metingini skal vera:
1) hvussu langt koyrast skal,
2) í hvønn mun ferðslutrygdin hjá øðrum ferðandi verður minkað,
3) í hvønn mun tað er neyðugt at gera serlig ferðslutiltøk fyri ferðsluna annars,
4) hvørji samfelagslig tap og útreiðslur standast av at fremja serflutningin, og
5) um tað er fíggjarliga og praktiskt møguligt at nýta ein annan flutningshátt t.d. skip.
Loyvi til lastbil og vognrað, ið er lastbilur og viðfesti- og leguvognur
§ 16. Løgreglan kann geva loyvi til serflutning til koyring við:
1) breiðum farmi, ið ikki kann býtast sundur, og er breiðari enn 3,3 m.
2) langum farmi, ið ikki kann býtast sundur, á vognrað, sum nevnt í § 26, stk. 1, nr. 2 á ávísum tilskilaðum strekkjum við einari longd tilsamans, sum er upp til 25,0 m, um hetta verður mett ráðiligt við fyriliti fyri, hvussu vegurin er háttaður og ferðsluni annars,
3) størri longd enn nevnt í § 26, stk. 1, nr. 3, um so er, at leguvognurin kann verða longdur við útdragi millum høvuðsbolt og ás ella bogie og hevur tvingsilsstýring á øllum ásum. Fremsti ásurin kann tó vera uttan tvingsilsstýring,
4) høgum farmi, ið ikki kann býtast sundur, ið er hægri enn 4,1 m.
Stk. 2. Løgreglan skal samráðast um loyvið við viðkomandi vega- ella brúgvamynduleika, um støddirnar eru størri enn: longd 30,0 m, tó 22,0 m fyri vognrað nevnt í § 26, stk. 1, nr. 2, breidd 3,65 m ella hædd 4,10.
Stk. 3. Tá loyvi verður givið til koyring við farmi, er tað ein fortreyt, at farmurin ikki kann býtast sundur í viðkomandi stødd ella ikki uttan munandi trupulleika kann býtast sundur, sbr. tó § 23, stk. 2-4, og § 29.
Loyvi til bulvogn
§ 17. Løgreglan kann eftir niðanfyri standandi reglum geva loyvi til serflutning við bulvogni, ið hevur við sær, at tað verður farið út um reglurnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
Stk. 2. Løgreglan skal samráðast um loyvið við viðkomandi vega- ella brúgvamynduleika, um vekt og ástrýst er størri enn ásett í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum ella er størri enn: longd 30,0 m, breidd 3,65 m ella hædd 4,10 m.
Stk. 3. Flutningur við bulvogni kann einans fara fram við óbýtiligum farmi, sum ikki lógliga kann verða fluttur á skrásettum akfari, sbr. tó stk. 4-8.
Stk. 4. Tá fluttur verður farmur, ið er ov langur, breiður ella høgur, kann eisini annar farmur verða tikin við sambært reglunum í stk. 5 og 6, og § 23, stk. 3-4.
Stk. 5. Tá fluttur verður farmur, har tilhoyrandi partar eru tiknir av t.d. ein skurðtreskja ella skarðleggjari og tilhoyrandi skeriborð, kunnu partar, ið eru tiknir av, og annað tilhoyr verða tikin við á einum bulvogni, hóast longdin á serflutninginum av hesum verður økt til eina samlaða longd, sum er upp til 30 m. Eingin farmur má fara út um bulvognin aftanfyri. Fer vektin av tilhoyrinum upp um 5 tons, má vektin av tilhoyrinum ikki fara upp um 10 % av vektini av tí farminum, ið ikki kann býtast sundur.
Stk. 6. Tá fluttur verður farmur, ið er ov langur og møguliga samstundis ov breiður ella høgur, kunnu upp til tríggjar eindir av farmi verða tiknar við, ið hvør sær eru ov langar, við teirri fortreyt at
1) einki ástrýst fer upp um 10 tons, fyri drívásar, ið fara væl við vegunum, tó 11,5 tons,
2) vektin á vognraðnum ikki fer upp um 70 tons,
3) hæddin verður ikki størri, tí meira enn ein eind av farmi verður flutt,
4) breiddin verður ikki størri, tí meira enn ein eind av farmi verður flutt, og
5) longdin á serflutninginum verður økt við í mesta lagi 2,5 m, tá fluttar verða tvær ella tríggjar eindir av farmi í mun til flutning av einari eind.
Stk. 7. Farmur, ið gevur eina serstakliga stóra punkttyngd, verður mettur sum serstakliga tungur farmur, og skal verða fluttur við bulvogni, ið hóskar til flutningin, eisini í tí føri har vektin á flutninginum og støddirnar ikki fara upp um tær, ið ásettar eru í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, tá flutningurin fer fram við lastbili ella viðfesti- og leguvogni.
Stk. 8. Hóast farmur kundi verið fluttur við skrásettum akførum, kann løgreglan harumframt geva loyvi til flutning av rúgvismiklum, óbýtiligum farmi við bulvogni, um so er, at
1) støddin á farminum ger tað neyðugt, at tað verður farið út um støddirnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, og
2) breiddin á bulvogninum er ikki størri enn breiddin á farminum, um bulvognurin er breiðari enn 2,75 m.
Loyvi til flytikrana
§ 18. Løgreglan kan eftir samráðing við viðkomandi vega- ella brúgvamyndugleika loyva koyring við flytikrana. Viðvíkjandi koyring á nærri avmarkaðum øki verður víst til § 35. Barlastkubbar og onnur útgerð, ið hoyrir til ein flytikrana, kann verða flutt á einum bulvogni, ið verður drigin av flytikrananum ella á einum bulvognrað, hóast talan er um býtiligan farm. Tað er tó ein treyt, at bulvognraðið ikki er tyngri enn flytikranin.
Umsókn um loyvi til serflutning
§ 19. Umsókn skal vera skrivlig á eitt umsóknarblað, ið fæst frá løgregluni. Hon skal verða latin inn í nóg góðari tíð, áðrenn serflutningurin skal fara fram og við fyriliti fyri, hvussu nógvir myndugleikar skulu spyrjast, áðrenn loyvi kann verða givið.
Stk. 2. Umsóknin skal latast løgregluni í tí øki, har skrásetti eigarin (brúkarin) av dragandi akfarinum hevur bústað ella fastan handilsstað, ella í tí øki, har flutningurin byrjar.
Stk. 3. Við umsókn um loyvi til koyring við bulvogni ella flytikrana skal vera:
1) ein flokkingarváttan fyri akfarið og vognraðið sambært ásetingum frá vegamynduleikanum um tunga ferðslu, um farið verður út um reglurnar um heildarvekt og ástrýst í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, og
2) bulvognsváttan og váttan um dragmegi hjá bulvogni við átekning frá Akstovuni um góðkenning av akførunum og átekning um útflýggjan av bulvognsnummarspjaldri.
Stk. 4. Fyri útlendskar bulvognar, flytikranar og dragmegi hjá bulvogni skulu í staðin fyri váttanirnar nevndar í stk. 3, nr. 2, vera hjálagdar upplýsingar um vekt og stødd og tekniskar akfarsupplýsingar. Útlendsk akfør, ið verða nýtt sum dragmegi hjá bulvognum, skulu lúka reglurnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum. Tó kunnu lastbilar, ið verða nýttir sum dragmegi hjá bulleguvogni, hava størri loyvt ástrýst og vekt.
Veitan av serflutningsloyvi
§ 20. Løgreglan gevur skrásetta eigaranum ella brúkaranum av dragandi akfarinum loyvið. Loyvið verður givið skrivligt.
Stk. 2. Umsóknin skal latast inn til vegateknisku skrivstovuna hjá løgregluni í Tórshavn.
§ 21. Loyvið verður antin givið sum alment loyvi fyri eitt ávíst tíðarskeið upp á í mesta lagi fimm ár, loyvi til at koyra eitt ávíst strekki í ávíst tíðarskeið upp á í mesta lagi fimm ár, ella sum loyvi at nýta einaferð.
Stk. 2. Við skjalprógvi fyri endurtakandi tørvi á serflutningi, kann løgreglan við støði í ítøkiligari meting geva alment loyvi til koyring við rúgvismiklum serflutningi, hvørs longd, breidd ella hædd ikki fer upp um ávíkavist 30,0 m, 3,65 m ella 4,10 m.
Stk. 3. Alment loyvi til koyring kann verða givið til tungan serflutning, um flokkurin hjá akfarinum ella vognraðnum ikki fer upp um ávísar ásetingar hjá vegamynduleikanum.
Stk. 4. Við skjalprógvi fyri endurtakandi tørvi á serflutningi eftir sama strekki, kann løgreglan í avmarkaðan mun við støði í einari ítøkiligari meting, geva loyvi til at koyra ávíst strekki við størri støddum enn teimum, ið eru nevndar í stk. 2, og størri tyngdarflokki enn ásett av vegamynduleikunum.
§ 22. Løgreglan tilskilar hægst loyvdu ferðina í serflutningsloyvinum. Henda verður ásett við støði í teimum sambært § 19 framløgdu upplýsingunum og í vektini, ástrýstinum og støddunum, ið søkt verður um. Loyvda ferðin hjá einum serflutningi kann harafturat ikki verða ásett hægri enn tann lægsta av teimum í stk. 2 , 3 og 4 tilskilaðu.
Stk. 2. Fyri bulvognar við og uttan farm, sum ikki fara út um reglurnar um vekt og ástrýst í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, kann loyvda ferðin vera tann, ið er ásett í ferðslulógini fyri vanligan lastbil.
Stk. 3. Fyri bulvognar við farmi, bulvognar, sum uttan farm fara út um reglurnar um vekt og ástrýst í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, og fyri flytikranar, veldst tann hægst loyvda ferðin um samlaðu veruligu heildarvektina á serflutninginum. Ferðin kann í mesta lagi verða ásett soleiðis:
1) 60 km/t um veruliga heildarvektin á serflutninginum ikki fer upp um 150 t,
2) 45 km/t um veruliga heildarvektin á serflutninginum ikki fer upp um 250 t,
3) 30 ella 15 km/t samsvarandi hægst loyvdu ferð sambært bulvognsváttan, um so er at veruliga heildarvektin á serflutninginum fer upp um 250 t.
Stk. 4. Í loyvinum kunnu vera ískoytistreytir. T.d. kunnu ásetast treytir viðvíkjandi øki, tíð, ferð, leið, serligari merking og fylgi, eins og tað annars kunnu setast aðrar treytir, sum løgreglan metir neyðugar við fyriliti fyri ferðslutrygdini ella vegaumstøðunum. Í almennum loyvum og loyvum at koyra eitt ávíst strekki kunnu eisini vera ásettar treytir um, at løgreglan og vega- ella brúgvamyndugleikar skulu hava fráboðan frammanundan um hvørja koyring sambært loyvinum.
Stk. 5. Løgreglan kann taka aftur loyvi, um treytirnar fyri loyvinum ikki verða hildnar. Loyvið kann somuleiðis verða tikið aftur, um hetta er neyðugt við fyriliti fyri ferðslutrygdini ella vegaumstøðunum.
Kapittul 4
Fremjan av serflutningi
Grundleggjandi treytir fyri fremjan av serflutningi
§ 23. Flutningur, ið hevur við sær, at farið verður út um ásetingarnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, kann einans fara fram, um farmurin, við tí støddini hann hevur, er óbýtiligur, ella ikki uttan munandi trupulleikar kann býtast sundur, og um so er, at bert ein eind av farmi verður flutt, sbr. tó stk. 2-4 og § 17, stk. 4-7, § 18, § 26, stk. 2, § 29 og § 32.
Stk. 2. Óbýtiligur farmurin skal setast í eina bingju, “flat” ella líknandi, hóast støddin og vektin á serflutninginum av hesum verður økt. Sama er galdandi fyri býtiligan ískoytisfarm, sum nevnt í § 17, stk. 4-6, og § 32.
Stk. 3. Tá farmur, ið er ov langur, breiður ella høgur, verður fluttur, kann meira óbýtiligur, langur, breiður ella høgur farmur verða tikin við, um farmurin ikki hevur við sær, at farið verður longri út um reglurnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, sbr. tó § 17, stk. 6 og § 27.
Stk. 4. Tá fluttur verður farmur, ið er ov langur, breiður ella høgur, kann meira býtiligur farmur verða tikin við sambært hesum treytum:
1) Tað má ikki gagnnýtast longri lastarflata enn 13,6 m á bulleguvogni og 15,65 m á bulviðfestivogni.
2) Tað má ikki gagnnýtast størri breidd enn 2,55 m, býtt javnt frá miðlinjuni á akfarinum, og ovasta punkt á meirfarminum má ikki vera meiri enn 4 m frá vegabreytini, og
3) Farast kann ikki út um ásetingarnar um vekt og ástrýst í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
Stk. 5. Tá ið koyrt verður í sambandi við serflutning, skulu treytirnar í fylgiskjali 1 (Vanligar treytir fyri serflutning) og fylgiskjali 2 (Merking) vera loknar.
Stk. 6. Í sambandi við serflutning, sum sambært hesi kunngerð er treytaður av loyvi til serflutning, skal loyvi havast við sum
1) upprunaskjal,
2) avrit, ella
3) telefaksskjal.
Loyvið skal vísast løgregluni, um biðið verður um hetta.
Stk. 7. Serflutningur, har loyvd ferð, sambært § 22 víkir frá ferðini, ið er galdandi fyri vanligan lastbil, skal aftan hava skelti, ið vísir loyvdu ferðina. Skeltið skal vera tilgjørt sambært “Detailforskrifter for Køretøjer”, pkt. 2.03.001.
Stk. 8. Serflutningur, har loyvd ferð er 30 km/t ella 15 km/t, skal harumframt vera merktur sambært ásetingum í “Detailforskrifter for Køretøjer”, pkt. 2.03.001, galdandi fyri seint koyrandi akfør.
Koyring við breiðum farmi
§ 24. Breiður óbýtiligur farmur við eini breidd upp til 3,3 m kann verða fluttur uttan loyvi við lastbili og viðfesti- og leguvognrað.
Koyring við langum farmi
§ 25. Óbýtiligur farmur, við einari longd tilsamans, sum er upp til 15,0 m, kann uttan loyvi verða fluttur við lastbili við hesum treytum:
1) Lastbilurin skal, tá hann ikki er drigin út, vera í minsta lagi 9,5 m langur. Tá lastbilurin er drigin út og er fermdur, kann hann vera longri enn 12 m. Lastbilurin kann møguliga hava ein lessingarkrana.
2) Farmurin má ikki førast longur aftur enn 6,0 m frá bakásinum ella bogiemiðjuni.
3) Farmurin má ikki førast longur fram enn 1,0 m framman fyri fremsta punkt á lastbilinum í vanligu tilevningini hjá bilverksmiðjuni.
4) Fyri lastbilar skrásettir fyrstu ferð, innan henda kunngerð er komin í gildi, má farmurin ikki førast longur aftur enn 2,00 m frá aftasta punktinum á lastini.
5) Fyri lastbilar skrásettir fyrstu ferð, eftir at henda kunngerð er komin í gildi, skal lastbilurin vera serliga gjørdur til flutning av langum, óbýtiligum farmi, t.v.s., at kúfangarin aftan, og møguliga lastin, kann dragast út, so kúfangarin aftan í mesta lagi er 0,70 m framman fyri aftasta punkt á farminum.
§ 26. Langur óbýtiligur farmur á vognraði, ið er lastbilur og leguvognur, kann verða fluttur uttan loyvi, um longdin tilsamans í mesta lagi er:
1) 18,5 m.
2) 22 m, um so er, at leguvognurin er longdur við útdragi millum høvuðsbolt og ás ella bogie, so leguvognraðið uttan farm er longri enn 16,5 m.
3) 30,0 m, um so er, at leguvognurin er longdur við útdragi millum høvuðsbolt og ás ella bogie, og um so er, at tvingsilsstýring er á øllum ásum. Fremsti ásurin kann tó vera uttan tvingsilsstýring.
Stk. 2. Tá fluttur verður farmur, har tilhoyrandi partar eru tiknir av t.d. ein skurðtreskja ella skarðleggjari og tilhoyrandi skeriborð, kunnu partar, ið eru tiknir av, verða tiknir við á einum leguvogni innan fyri mørkini í stk. 1, hóast longdin á serflutninginum av hesum verður økt til eina longd tilsamans, sum er upp til 30 m. Eingin farmur kann fara út um leguvognin aftanfyri.
Stk. 3. Leguvognrað, ið við útdragi er longri enn 16,5 m, kann verða nýtt uttan farm, í fullari longd, til koyring á strekkjum upp á í mesta lagi 10 km í sambandi við heintan ella levering av langum farmi, til garasju ella umvælara, um so er, at leguvognurin meðan koyrt verður, hevur last.
§ 27. Óbýtiligur farmur á viðfesti- og leguvognraði kann verða fluttur uttan loyvi, við einari longd tilsamans upp til 23,0 m, hóast óbýtiligi farmurin hevði kunnað verið fluttur við einum øðrum vognraði innan fyri galdandi reglur um longd í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum. Tað er ein fortreyt, at
1) fyri tann ítøkiliga serflutningin er tað ein treyt, at vognraðið hevur hesa longdina,
2) dragandi lastbilurin er bygdur upp sum autokrani, t.e. lastbilur, ið hevur krana, og er góðkendur til serliga nýtslu, ella er í mesta lagi 9,0 m langur og bygdur upp við stórum krana í minsta lagi 25 tm, og
3) nýtsla av krananum er ein fortreyt fyri lessing ella lossing av farminum.
Útgerð, ið skal nýtast saman við óbýtiliga farminum, kann verða tikin við, um so er, at útgerðin í mesta lagi er 10 % av vektini á óbýtiliga farminum. Meira farmur kann ikki verða tikin við, hóast ásetingarnar í § 23, stk. 2, stk. 3 ella stk. 4 eru loknar. Tá viðfesti- og leguvognurin er drigin út og er fermdur, kann koblingarlongdin fara upp um 12 m.
Stk. 2. Undantikin teimum førum, sum nevnd eru í stk. 1, er ikki loyvt at nýta vognrað, sum er lastbilur og viðfestivognur, til serflutning, um farið verður út um ásetingarnar um størstu longd í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
Koyring við høgum farmi
§ 28. Høgur, óbýtiligur farmur á lastbili og vognraði, sum er lastbilur og viðfesti- ella leguvognur, kann verða fluttur uttan loyvi, um hæddin tilsamans er upp til 4,10 m.
Koyring við bingjum
§ 29. Bingjur fermdar við farmi, ið kann býtast, verða ikki mettar sum óbýtiligur farmur.
Stk. 2. Verður koyrt beinleiðis til og frá skipi, kann tó verða flutt ein bingja við býtiligum farmi, ið gevur leguvognraðnum eina longd tilsamans upp til 17,0 m og eina hædd upp til 4,10 m. Hesin flutningur kann fara fram uttan loyvi.
Stk. 3. Ein tóm bingja verður mett sum óbýtiligur farmur.
Stk. 4. Ein bingja, ið er innrættað ella verður nýtt til eina arbeiðsuppgávu t.d. starvsfólkarúm, skrivstovu, flytandi verkstað, flytandi sjúkrahús, fast ísettan generator, reinsiverk og líknandi verður mett sum óbýtiligur farmur, óansæð um hon verður flutt við tí tilhoyri, ið er natúrligt fyri hennara virksemi.
Stk. 5. Tá koyrt verður við bingju sambært stk. 2, skulu treytirnar í fylgiskjali 1, pkt. 2 og 10, ikki vera loknar.
Koyring við bulvogni
§ 30. Í eitt dragandi akfar kann einans verða koplaður bulvognur og bulvognsmodul við íkoplingarskipan, sum sæst í váttanini hjá dragandi akfarinum um dragmegi hjá bulvogni, sbr. tó § 8, stk. 4. Í eina bulvognsdolly kann einans verða koplaður bulvognur ella leguvognur, sum sæst í bulvognsváttanini hjá dollyini, sbr. tó § 8, stk. 4.
Stk. 2. Bulvognar, ið eru samansettir av bulvognsmodulum, skulu vera settir saman sambært tilvísing frá bulvognsframleiðaranum. Bulvognsmodulir skulu vera sett saman soleiðis, at tann ferðslutrygdarliga útgerðin virkar rætt og soleiðis, at galdandi reglur um lyktir, endurskin og merking eru loknar.
Stk. 3. Um farmurin er sambindingin millum bulvognsmodulið aftast og høvuðsboltin, skal leiðbeiningin frá bulvognsframleiðaranum ella royndarstarvsstovu um festan av farmi vera fylgd.
Stk. 4. Dragandi akfør og bulvognar skulu samankoplast soleiðis, at tann ferðslutrygdarliga útgerðin virkar rætt og í samsvari við góðkenningina hjá akførunum.
Stk. 5. Bulvognur, ið ikki hevur bulvognsnummarspjaldur, kann, tá hann hevur royndarspjøldur, verða nýttur til tey endamál, ið eru tilskilaði í skrásetingarkunngerðini viðvíkjandi royndarspjøldrum, uttan loyvi til serflutning. Tað er ein fortreyt, at støddin á bulvogninum ávikavist vognraðnum ikki fer upp um ásetingarnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
Stk. 6. Um bulvognur ávikavist vognarað, sum er umfatað av stk. 5, ikki lýkur ásetingarnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, skal loyvi fáast til vega frá løgregluni, áðrenn koyrt verður.
§ 31. Tá koyrt verður við bulvogni skal havast við og vísast løgregluni, um hon krevur tað:
1) Bulvognsváttanir ella avrit av hesum. Fyri útlendskan bulvogn tó skrásetingarskjal ella annað skjalprógv um góðkenning ella avrit av hesum, har loyvda vektin á bulvogninum sæst.
2) Váttan um dragmegi hjá bulvogni viðvíkjandi bulvognaraði. Fyri útlendska dragmegi hjá bulvogni tó skrásetingarskjal ella annað skjalprógv um góðkenning, har loyvdu vektirnar á akfarinum standa.
3) Leiðbeining frá bulvognsframleiðara ella royndarstarvsstovu um festan av farmi, tá farmurin er ein neyðugur partur av sambindingini millum bulvognsmodulir.
4) Serflutningsloyvi frá løgregluni, upprunaligt, sum avrit ella sum telefaks, uttan so at bulvognurin ikki er lastaður, og at hann lýkur ásetingarnar í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
5) Góðkenning frá vegamynduleika fyri farleið í sambandi við koyring við tungum farmi, um so er, at farið verður út um ásetingarnar um heildarvekt og ástrýst í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
Stk. 2. Bulvognur má ikki verða fluttur við størri ferð enn tilskilað í serflutningsloyvinum frá løgregluni.
Koyring við útgerð v.m. á bulvogni
§ 32. Bulvognur kann verða nýttur til koyring við útgerð og fylgiakførum, ið stava frá serflutningi, ið skal fara fram ella hevur verið, um so er, at møguligt útdrag er skumpað saman, soleiðis at longdin á vognraðnum ikki fer upp um 16,5 m. Bulvognur, sum einans hevur við sær tilhoyrandi útgerð og møguliga fylgibilar, verður mettur sum ólastaður bulvognur.
Koyring við flytikrana
§ 33. Fyri koyring við flytikrana eru reglurnar um koyring við bulvogni galdandi.
§ 34. Flytikrani kann einans verða nýttur til flutning av mótvektum og arbeiðsamboðum v.m., sum eru tengd at virki flytikranans. Vektin á arbeiðsamboðum á flytikrananum kann í mesta lagi vera 10 % av eginvekt flytikranans. Viðfestiakfar til flytikrana kann verða nýtt til flutning av mótvektum og arbeiðsamboðum, sum eru knýtt at virki flytikranans. Viðfestiakfarið kann ikki verða fermt soleiðis, at breiddin verður størri enn hjá dragandi flytikrananum.
Flytikrani á nærri avmarkaðum øki
§ 35. Flytikrani, ið einans verður nýttur til koyring á einum av løgregluni nærri avmarkaðum øki t.d. einum parti av einum havnarøki, og sum í mesta lagi kann flytast frameftir við eini ferð upp á 15 km/t, og sum ikki er bygdur upp sum lastbilur við førarahúsi, skal ikki lúka treytirnar um
1) skoðan og góðkenning hjá Akstovuni og nýtslu av bulvognsnummarspjaldri,
2) loyvi í sambandi við serflutning,
3) góðkenning frá vegamynduleika fyri farleið í sambandi við koyring við tungum farmi,
4) skelti, ið vísir loyvdu ferðina.
Stk. 2. Innan koyring eftir stk. 1 skal loyvi vera fingið frá viðkomandi havnarmyndugleikum og vega- ella brúgvamyndugleikum. Loyvið og lýsingin hjá løgregluni av nærri avmarkaða økinum skal havast við, tá koyrt verður, og skal vísast løgregluni, um hetta verður kravt. Prógv fyri galdandi ábyrgdartrygging, sbrt. § 55 í ferðslulógini, skal somuleiðis havast við, tá koyrt verður.
Bingjutrukkur á nærri avmaðum øki
§ 36. Bingjutrukkur kann einans verða nýttur til koyring á einum av løgregluni nærri avmarkaðum øki t.d. einum parti av einum havnarøki. Bingjutrukkur kann tó verða fluttur til og frá økinum eftir § 30, stk. 5, um nýtslu av royndarspjøldrum.
Stk. 2. Bingjutrukkur kann flytast frameftir við einari ferð, sum í mesta lagi er 15 km/t.
Stk. 3. Bingjutrukkur skal ikki lúka treytirnar um
1) skoðan og góðkenning hjá Akstovuni og nýtslu av bulvognsnummarspjaldri, og
2) góðkenning frá vegamynduleika fyri farleið í sambandi við koyring við tungum farmi.
Stk. 4. Bingjutrukkur, ið lýkur treytirnar í reglum um innrætting av tekniskum hjálpartólum, skal ikki lúka kravið um vekt á stýrandi ási, sbrt. Stakfyriskipanir fyri akfør, pkt. 3.01.060 (2).
Stk. 5. Frammanundan koyring eftir stk. 1 skal loyvi vera fingið frá viðkomandi havnarmyndugleikum og vega- ella brúgvamynduleikum. Loyvið og lýsingin hjá løgregluni av tí nærri avmarkaða økinum skal havast við, tá koyrt verður, og skal vísast løgregluni, um hetta verður kravt. Prógv fyri galdandi ábyrgdartrygging, sbrt. § 55 í ferðslulógini, skal somuleiðis havast við, tá koyrt verður.
Kapittul 5
Fylgibilur
Nýtsla av fylgibili
§ 37. Serflutningur, hvørs longd ella breidd tilsamans fer upp um ávikavist 30,0 m og 3,65 m, skal hava stuðul frá einum fylgibili. Hetta er tó ikki galdandi fyri flytikranar og bingjutrukkar, ið verða nýttir á nærri avmarkaðum øki, sbrt. § 35 og § 36.
Stk. 2. Tá fylgibilur er ein treyt, skal ein fylgibilur vera til hvønn serflutning. Tá koyrt verður á vegum við miðrás, skal fylgibilurin koyra aftan fyri serflutningin. Tá koyrt verður á vegum uttan miðrás, og breiddin á serflutninginum fer upp um 3,65 m, skal fylgibilurin koyra framman fyri serflutninginum. Í øðrum førum skal fylgibilurin koyra, har tað eftir umstøðunum hóskar best.
Stk. 3. Um farmurin er settur soleiðis, ella um farmurin hevur ein slíka breidd, at førarin av serflutninginum ikki hevur neyðuga útsýnið aftureftir og skrátt aftureftir, skal, umframt ein møguligan fylgibil frammanfyri, ein fylgibilur støðugt koyra aftanfyri. Vakmyndatól kann verða nýtt fyri at fáa neyðugt útsýni.
Stk. 4. Løgreglan kann, tá umstøðurnar gera tað neyðugt, seta krav um stuðul frá fleiri fylgibilum.
Stk. 5. Um løgreglan stuðlar serflutninginum, kann løgreglan loyva, at nýtslan av fylgibilum verður minkað.
Krav til førara av fylgibili
§ 38. Førarin av fylgibilinum skal hava galdandi koyrikort til somu bólkar, sum eru kravdir av føraranum av serflutninginum, sum fylgt verður við. Førarin av fylgibilinum skal tosa eitt mál, ið førarin av serflutninginum eisini tosar. Førarin av fylgibilinum skal eisini tosa føroyskt, danskt ella enskt. Sum annar møguleiki til nevndu krøv til føraran av fylgibilinum, kann vera eitt ferðafólk í fylgibilinum, ið hevur galdandi koyrikort til somu bólkar, ið kravdir eru av føraranum av serflutninginum, sum fylgt verður við, og sum tosar føroyskt, danskt ella enskt, og tosar eitt mál, sum førarin av fylgibilinum og førarin av serflutninginum eisini tosa.
Stk. 2. Fylgibilurin skal, meðan serflutningurin fer fram, støðugt vera í radiosambandi við flutningsakfarið, og harumframt skal ein tendrað, virkin fartelefon vera í fylgibilinum og í flutningsakfarinum.
Innrætting av fylgibili
§ 39. Fylgibilurin skal lúka ásetingar sambært fylgiskjali 3.
Kapittul 6
Kæra
§ 40. Avgerðir, ið Akstovan hevur tikið, kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Avgerðir, ið løgreglan hevur tikið, kunnu kærast til Innlendismálaráðið.
Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur at rokna frá tí degi, at avgerðin er kunngjørd.
Kapittul 7
Talgilt samskifti
§ 41. Hóast formkrøv sambært hesari kunngerð, kann talgilt samskifti nýtast í sambandi við umsóknir og útskrivan av váttanum.
Kapittul 8
Revsing, gildiskoma v.m.
Revsireglur
§ 42. Brot á treytir, ið eru ásettar sum liður í einum serflutningsloyvi ella góðkenning sambært hesi kunngerð, verða revsað við bót sambært § 58 a, stk. 1, nr. 3, í ferðslulógini.
Stk. 2. Sambært § 58 a, stk. 1, nr. 4 í ferðslulógini verður tann revsaður við bót, ið ikki ger eftir banni ella boðum, ið givin eru sambært lógini ella sambært fyriskipanum, útgivnum sambært lógini.
Stk. 3. Við bót verður tann revsaður, ið brýtur § 6, stk. 1, 1. og 2. pkt., § 8, stk. 1, 1. pkt., § 8, stk. 2 og stk. 6, § 11, stk. 1 og stk. 4, 1. pkt., § 11, stk. 6, § 12, stk. 2, 3. og 4. pkt., § 12, stk. 3, 5. pkt, § 12, stk. 4 og 5, § 14, § 18, 4. pkt., § 23, stk. 1 og 5-8, § 30, stk. 3, 4 og 6, §§ 31-32, § 34, § 35, stk. 2, § 36, stk. 1-2, § 36, stk. 5, § 37, stk. 1-4, § 38 ella § 39. Sama er galdandi fyri tann, sum ikki koyrir í samsvari við § 14, § 17, stk. 3-8, § 23, stk. 3 og 4, §§ 25-27, § 29, stk. 2, 1. pkt., §§ 35 - 36, ikki samankoblar í samsvari við § 30, stk. 1, ikki setir saman í samsvari við § 30, stk. 2, ikki nýtir royndarspjøldur í samsvari við § 30, stk. 5 ella setir til síðis krav um eyka fylgibilar sambært § 37, stk.5.
Stk. 4. Er brotið framt av partafelag, lutafelag ella líknandi, landinum, kommunu ella kommunalum felagsskapi kann sektarábyrgdin sambært § 58 a, stk.8 í ferðslulógini áleggjast felagnum, landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum sum slíkt.
Gildiskoma
§ 43. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Innlendismálaráðið, 25. september 2012
Kári P. Højgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)
Skjal 1
Vanligar treytir fyri serflutningi
1) Treytirnar fyri flutningi í §§ 23-34 í kunngerðini skulu vera loknar.
2) Førarin av serflutninginum skal antin duga at tosa føroyskt, danskt ella enskt, ella skal sum ferðafólk í serflutninginum vera ein persónur, ið dugir at tosa føroyskt, danskt ella enskt og eitt mál, sum førarin av serflutninginum tosar. Um har er fylgibilur, kann sum annar møguleiki vera ein persónur í fylgibilinum, ið tosar føroyskt, danskt ella enskt og eitt mál, sum førarin av serflutninginum tosar.
Um ongin av omanfyri nevndu persónum dugir at lesa føroyskt ella danskt, skal havast við ein skrivlig umseting av:
a) loyvi til serflutningin, um loyvi krevst, og
b) serliga givnar treytir, sbr. pkt. 15, sum eru viðkomandi fyri farleiðina, ið koyrd verður.
Umsetingin skal vera skrivlig á einum tungumáli, ið nevndu persónar kunnu lesa.
3) Førarin av serflutninginum og førarin av einum møguligum fylgibili skulu, innan serflutningurin byrjar, vera kunnugir um innihaldið í serflutningsloyvinum. Førarin av serflutninginum skal kanna støddirnar á serflutninginum, innan serflutningurin byrjar.
4) Førarin av serflutninginum hevur skyldu til frammanundan at tryggja sær, at tað veruliga ber til at koyra viðkomandi leið.
5) Støddin, tvs. longd, hædd og breidd, á akfarinum við ella uttan farm verður máld yvir teir partar, ið ganga longst út, við teimum undantøkum, ið eru í “Detailforskrifter for Køretøjer”, 3. parti.
6) Farmur kann ikki fara meira enn 1,0 m fram um fremsta punkt á bilinum, og ikki fara meira enn 3,0 m fram um fremsta punkt á viðfesta akfarinum.
7) Á viðfestivogni, flytikrana og á leguvogni uttan útdrag, kann farmurin ikki fara meira enn 2,0 m út um aftasta kantin á føstu lastini.
8) Tá koyrt verður, skal førarin vera serliga varin og vísa neyðug fyrilit fyri aðrari ferðslu. Førarin av serflutninginum hevur skyldu til at ansa eftir, at farmurin, tá akfarið vendir, ikki er til óneyðugan ampa fyri onnur í ferðsluni. Førarin av serflutninginum skal um neyðugt steðga fyri at lætta um ferðsluna hjá øðrum. Førarin av serflutninginum hevur skyldu til, tá koyrt verður í bergholum, undir leidningum, yvir brúm, fram við vegarbeiði og líknandi, at tryggja sær, at ferðslan kann fara fram uttan vanda ella ampa fyri onnur og uttan at skaða ogn. Førarin hevur skyldu til at boða viðkomandi vega- ella brúgvamyndugleika frá skaða á vegútgerð og gróðurseting, ið hevur staðist av flutninginum, og eisini um koyrt hevur verið uttan fyri vegøkið.
9) Um óhapp, eldur ella onnur viðurskifti hava við sær, at serflutningurin ikki kann fara fram sambært serflutningsloyvinum ella reglunum í hesi kunngerð við skjølum, skal koyringin beinanvegin steðga. Um steðgurin er til vanda ella ampa fyri aðra ferðslu ella ikki samtykkir við reglurnar í ferðslulógini um steðg og parkering, skal løgreglan beinanvegin hava boð. Førarin av serflutninginum og førarin av einum møguligum fylgibili skulu eisini fremja øll neyðug tiltøk fyri at ávara aðra ferðslu og gera eftir einhvørjari ávísing frá løgregluni ella bjargingarliði.
10) Undir vanligari koyring skal í minsta lagi vera ein fjarstøða upp á 300 metrar til framman fyri koyrandi serflutning.
11) Serflutningur við standandi loyvi kann ikki fara fram uttan loyvi frá vegamyndugleikanum um so er, at serflutningurin fer út um avmarkingarnar í standandi loyvinum.
12) Tá serflutningur, ið krevur loyvi eftir hesi kunngerð, fer fram, kann ferðin ikki fara upp um ta í serflutningsloyvinum tilskilaðu hægst loyvdu ferð.
13) Tá breiddin á serflutninginum hevur við sær, at flutningurin kemur inn á vegabreytina hjá mótkoyrandi ferðsluni, kann ferðin hjá serflutninginum ikki fara upp um 45 km/t. Ferðin kann annars ongantíð fara upp um ta í serflutningsloyvinum tilskilaðu hægst loyvdu ferð.
14) Tá serflutningur, ið krevur loyvi eftir hesi kunngerð, fer fram, skulu treytirnar, ið eru tilskilaðar í serflutningsloyvinum, vera fylgdar.
15) Krøvini sambært hesum fylgiskjali, eru ikki galdandi fyri koyring við flytikrana ella bingjutrukki á nærri avmarkaðum øki sambært §§ 35 og 36 í kunngerðini.
Skjal 2
Merking
Gul merkingarlykt á serflutningi
1) Gular merkingarlyktir skulu nýtast, tá koyrt verður, um breiddin ella longdin á serflutninginum fer upp um ávikavist 2,85 m og 26,0 m, ella tá loyvda ferðin hjá serflutninginum er 60 km/t ella minni. Merkingarlyktirnar skulu somuleiðis nýtast um steðgað ella parkerað verður á akbreytini. Tað skulu vera ein ella fleiri merkingarlyktir, so ein merkingarlykt sæst frá øllum síðum av serflutninginum.
Onnur merking av serflutningi, ið fer út um reglurnar um longd og breidd í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum
2) Kravdar lyktir til frámerking og tekngeving eins og endurskin skulu kunna síggjast aftanífrá. Um neyðugt skal setast ein lyktarbummur á serflutningin.
3) Tá langur farmur verður fluttur, skal á støðum, har síðufrámerkislyktir ikki eru festar í einari hædd upp á í mesta lagi 1,50 m beinleiðis á farmin, á veirar ella á fastar partar av undirgrind ella karossarí, verða hongdar gular merkingarlyktir í einari hædd upp á í mesta lagi 1,50 m yvir akbreytini, og við í mesta lagi 5,0 m millum hvørja merkingarlykt. Frástøðan frá merkingarlyktunum til eina síðufrámerkislykt kann í mesta lagi vera 3,0 m, og frástøðan frá aftasta punkti á farminum til aftastu síðufrámerkis- ella merkingarlykt kann í mesta lagi vera 1 m. Merkingarlyktirnar skulu í minsta lagi geva ljós til síðurnar.
4) Tá farmur verður fluttur, sum fer meira enn 0,15 m út um síðuna á dragandi akfarinum, ella tá koyrt verður við akfari, hvørs breidd fer upp um 2,85 m, skal farmurin ella akfarið vera merkt við frameftir og aftureftir vendandi skeltum við reyðum og hvítum ella reyðum og gulum afturkastandi strípum, ið standa skrátt. Breiddin á strípunum skal vera 0,07-0,10 m. Strípurnar skulu standa skrátt frá miðjuni og úteftir/niðureftir.
Breiddin og hæddin á merkingini skal vera í minsta lagi 0,42 x 0,42 m, 0,28 x 0,56 m ella 0,14 x 0,80 m. Merkingin skal vera sett frammanfyri og aftanfyri, har sum farmurin ella akfarið er breiðast, og skal vera sett soleiðis, at merkingin gongur líka so langt út sum uttasta punkt á farminum ella akfarinum. Undirkanturin á merkingini skal í mesta lagi vera 1,50 m yvir akbreytini. Um farmurin fer minni enn 0,30 m út um síðuna á dragandi akfarinum, kann breiddin á merkingini verða minkað samsvarandi hesum.
5) Afturat merking, ið vendir aftureftir, skal í minsta lagi vera ein reyð frámerkislykt, ið vendir aftureftir, og er sett í mesta lagi 0,05 m frá uttasta kantinum á merkingini og í mesta lagi 0,05 m yvir niðasta kantinum á merkingini. Merking, ið vendir frameftir, skal eisini hava í minsta lagi eina hvíta frámerkislykt, ið vendir frameftir, og er sett í mesta lagi 0,05 m frá uttasta kantinum á merkingini og í mesta lagi 0,05 m yvir niðasta kantinum á merkingini.
6) Merkingin skal harafturat vera sett soleiðis, at førarin av akfarinum hevur nóg gott útsýni og soleiðis, at merkingin ikki kann elva til vanda fyri onnur ferðandi.
7) Í staðin fyri nevndu skeltir og frámerkislyktir kunnu nýtast gular, blunkandi, merkingarlyktir til avmerking av farminum frameftir og aftureftir.
8) Um longdin á serflutninginum fer upp um 26,00 m ella breiddin fer upp um 2,85 m, skulu frammanfyri og aftanfyri á serflutninginum vera sett gul skelti, sum hava reyðan kant við áskriftini SERFLUTNINGUR (ella sum annar møguleiki SÆRTRANSPORT, ABNORMAL TRANSPORT ella SCHWERTRANSPORT, CONVOI EXCEPTIONNEL ella sum annar møguleiki LANGUR FARMUR (LANG LAST) ella BREIÐUR FARMUR (BRED LAST), um einans verður farið út um longdina ella breiddina) við svørtum bókstavum. Tann gula bakgrundin skal vera afturkastandi, ella skal har vera eitt eyka skelti við lýsandi bókstavum, sum skal vera tendrað í lyktatendringartíðini. Skeltini skulu kunna lesast í minsta lagi 30 m burturfrá. Skeltini skulu takast av ella fjalast, tá longdin og breiddin á flutninginum ikki fer út um tær støddir, ið eru loyvdar sambært kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
9) Nr. 2 - 8 er ikki galdandi fyri koyring sambært §§ 35 og 36 í kunngerðini.
Skjal 3
Fylgibilur
Krøv til fylgibil
1) Við fylgibil er at skilja ein persón- ella vørubilur við eini loyvdari heildarvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg. Bilurin skal í upprunaútgávu frá verksmiðju í minsta lagi vera 1,60 m høgur og skal vera vælegnaður til ásetan av endurskyns-plastfilmi, sbrt. pkt. 3 c, og ávaringartalvum, sbrt. pkt. 3 b og d.
2) Fylgibilur kann í sambandi við fylgju ikki vera lastaður við øðrum farmi enn tí, ið er neyðugur í sambandi við serflutningin, og kann ikki hava viðfest akfar.
3) Fylgibilur skal uttaná vera soleiðis útgjørdur:
a) Føraraspegil í báðum síðum.
b) Aftureftir vendandi ferðslutalva, ið vísir annan vanda (A99). Lýst skal verða á ferðslutalvuna, ella hon kann era samansett av ljóskeldum soleiðis, at trýhyrningurin lýsir reytt og rópiteknið lýsir hvítt við svartari grund. Ljósið skal kunna lagast soleiðis til, at tað kann lýsa nóg sterkt til at kunna síggjast um dagin, men skal ikki blinda um náttina. Ferðslutalvan kann ikki vera blunkandi ella hava “rullandi” tekst. Longdin á síðunum á trýhyrninginum skal vera í minsta lagi 0,60 m. Ferðslutalvan skal standa í eini hædd frá vegabreytini, ið er í minsta lagi 1,50 m, mátað til miðjuna á talvuni. Eisini skal ferðslutalvan kunna vísa bann fyri framumkoyring og bann fyri framumkoyring við lastvogni (C51 og C52), sum tó ikki kann nýtast. Skeltið skal takast av ella skal fjalast, tá ið bilurin ikki verður nýttur til at fylgja einum serflutningi.
c) Frameftir- og aftureftir vendandi reyðar og hvítar ella reyðar og gular afturkastandi strípur, ið standa skrátt. Breiddin á strípunum skal vera 0,10-0,12 m, og samlaða víddin av strípunum skal vera í minsta lagi 0,5 m2 framman á bilinum og 0,5 m2 aftan á bilinum. Strípurnar skulu standa skrátt frá miðjuni og úteftir/niðureftir.
d) Gult skelti, sum hevur reyðan kant, við áskriftini SERFLUTNINGUR (ella sum annar møguleiki SÆRTRANSPORT, ABNORMAL TRANSPORT ella SCHWERTRANSPORT, CONVOI EXCEPTIONNEL ella sum annar møguleiki LANGUR FARMUR (LANG LAST) ella BREIÐUR FARMUR (BRED LAST), um einans verður farið út um longdina ella breiddina) við svørtum bókstavum. Tann gula bakgrundin skal vera afturkastandi, ella skal har vera eitt eyka skelti við lýsandi bókstavum, sum skal vera tendrað í lyktatendringartíðini. Tað skal í minsta lagi vera eitt frameftir vendani skelti, tá ið fylgibilurin koyrir framman fyri serflutningin, og í minsta lagi eitt aftureftir vendandi skelti, tá ið koyrt verður aftan fyri serflutningin. Skeltini skulu kunna lesast frá eini frástøðu, ið er í minsta lagi 30 m. Skeltini skulu takast av ella fjalast, tá ið fylgibilurin ikki verður nýttur í sambandi við serflutning.
e) Tvær gular merkingarlyktir, soleiðis at minst ein merkingarlykt sæst frá øllum síðum. Annar møguleiki er at nýta ljósbrúgv.
4) Fylgibilur skal hava hesa útgerð:
a) Fartelefon og berbara radioútgerð til samskifti millum fylgibilar og tann fylgda serflutningin.
b) Avbyrgingarútgerð, sum er:
I. í minsta lagi átta 0,45 m høgar, reyðar/hvítar ella reyðar/gular keylur,
II. fýra gular merkingarlyktir, og
III. tveir ávaringarvestar, gular ella appilsingular við endurskynum sambært EN 471 standardi.
c) Ein seks kg pulvureldsløkkjara.
d) Útgerð til máting av hædd.
e) Mátiband sum er í minsta lagi 20 m.
f) Stýrieind og eftirlitsskíggja (kontroldisplay), ið vísir, hvør ferðslutalva er í nýtslu, og ávaringartól, ið sigur frá møguligum breki, um bilurin er útgjørdur við ferðslutalvu, ið kann broytast.
5) Sum annar møguleiki at lúka krav nr.1-4 kann fylgibilur, ið lýkur samsvarandi trygdarásetingar fyri fylgibil í einum ES-landi, einum EFTA-landi, ið er sáttmálapartur í EBS-sáttmálanum, og í Turkalandi, nýtast sum fylgibilur.