Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. juni 2013Nr. 95
Kunngerð um at lata inn roknskaparupplýsingar um alment virksemi til búskaparliga ráðlegging, stýring og eftirlit
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m. verður ásett:
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri stovnar, feløg, grunnar o.o., sum ikki eru á fíggjarlógini, og sum koma undir § 2, stk. 2 í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m.
Stk. 2. Dømi um virksemi, sum er fevnt av stk. 1, er virksemi, sum er stovnsett við heimild í hesum lógum:
1) Løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
2) Løgtingslóg um Búnaðargrunn.
3) Løgtingslóg um frítíð við løn, Frítíðargrunnurin.
4) Løgtingslóg um gransking, Granskingargrunnurin.
5) Løgtingslóg um Húsalánsgrunn.
6) Løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins.
7) Løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir.
8) Løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
§ 2. Endamálið við kunngerðini er at fáa til vega upplýsingar, so til ber mánaðarliga at seta upp álítandi stýringardátur fyri samlaða almenna virksemið í sambandi við yvirskipaða búskaparliga ráðlegging, stýring og eftirlit.
§ 3. Hvønn mánaða skulu teir stovnar, feløg, grunnar o.o., sum eru fevndir av § 1, lata Gjaldstovuni roknskaparupplýsingar á standardroknskaparkontustigi samsvarandi Kontuskipan Landsins.
Stk. 2. Roknskaparupplýsingarnar skulu vera rættar og skipaðar soleiðis, at tær skulu kunna loysast upp í tær skrásetingar, sum tær eru samansettar av, sbr. viðskiftisslóðini.
Stk. 3. Í seinasta lagi ein mánaða eftir hvørt mánaðarlok skulu roknskaparupplýsingarnar verða latnar Gjaldstovuni.
Stk. 4. Fíggjarmálaráðið ásetur neyvari reglur fyri, hvussu upplýsingarnar skulu verða latnar, um ískoytistíðarskeið og um avstemmingar við ársroknskapin eftir árslok.
§ 4. Fíggjarmálaráðið hevur rætt til at fáa upplýstar dagssaldur fyri gjaldføri hjá stovnum, feløgum, grunnum o.ø., sum eru fevnd av § 1.
Stk. 2. Fíggjarmálaráðið ásetur neyvari reglur fyri, hvussu upplýsingarnar skulu verða latnar sbrt. stk. 1.
§ 5. Ásetingar sambært hesi kunngerð koma ikki í staðin fyri reglur um roknskaparhald, sum eru ásettar sambært aðrari lóggávu.
Stk. 2. Eru ongar ella einans partvísar ásetingar um roknskaparverkið, avger Fíggjarmálaráðið í hvørjum einstøkum føri, hvørjar ásetingar í kunngerð um roknskaparverk landsins o.t. eru galdandi.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 28. juni 2013
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)