Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. juli 2011Nr. 96
Kunngerð um starvsfólk at hava ábyrgd av klagum í tryggingarfeløgum
Við heimild í § 35, stk. 2, og § 215, stk. 2 og stk. 3 í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi verður ásett:
Øki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri tryggingarfeløg, ið reka beinleiðis tryggingarvirksemi í Føroyum, og sum hava privatar kundar.
Stk. 2. Tryggingarfeløg í hesi kunngerð eru at skilja sum:
1) Beinleiðis teknandi skaðatryggingarfeløg (partafeløg og sínámillum feløg) sum hava viðtøkuheimstað í Føroyum.
2) Lívstryggingarfeløg (partafeløg og sínámillum feløg), sum hava viðtøkuheimstað í Føroyum.
3) Tvørgangandi eftirlønargrunnar, sum hava viðtøkuheimstað í Føroyum.
4) “Firma”eftirlønargrunnar, sum hava viðtøkuheimstað í Føroyum.
5) Deildir hjá útlendskum skaðatryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum landi uttanfyri Evropasamveldið, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.
6) Deildir hjá útlendskum lívstryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum landi uttanfyri Evropasamveldið, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.
Stk. 3. Kunngerðin er galdandi fyri privat kundaviðurskifti og vinnulig kundaviðurskifti, í tann mun hesi ikki avgerandi líkjast frá privatum kundaviðurskiftum.
Almennar reglur um ábyrgdarstarvsfólkið
§ 2. Tryggingarfeløg, sum eru nevnd í § 1, stk. 2, skulu tilnevna eitt starvsfólk at hava ábyrgd av klagum.
Stk. 2. Við starvsfólk, ið hevur ábyrgd av klagum, skal skiljast ein persónur ella fyriskipanarlig eind, ið hevur ábyrgd av klaguviðgerðini innanhýsis í felagnum.
Stk. 3. Við klagu skal skiljast ein áheitan frá kunda, sum eftir at hava umrøtt trupulleikan við tryggingarfelagið framvegis ikki er samdur í viðgerðini hjá felagnum ella úrslitinum og tí vil hava málið lagt fyri starvsfólkið, ið hevur ábyrgd av klagum.
§ 3. Tryggingarfelagið skal upplýsa kundan um, hvør hevur ábyrgd av klagum, undir hesum hvar og hvussu kundin kann venda sær til viðkomandi. Upplýsingarnar skulu vera til taks á handilsstaðnum og á møguligari heimasíðu hjá felagnum.
Eftirlit og revsing
§ 4. Tryggingareftirlitið kann, sbr. § 194 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, geva boð um at rætta viðurskifti, ið eru í ósamsvari við § 2, stk. 1 og § 3.
§ 5. Við bót verður tann revsaður, ið ikki aktar boð sambært § 4.
Stk. 2. Feløg o.a. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2011.
Vinnumálaráðið, 11. juli 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)