20. november 2006Nr. 98
Kunngerð um skip í góðkendum klassafelag
Við heimild í § 23 og § 49 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum verður ásett:
§ 1. Øll skip, ið eru 24 metrar og longri, skulu vera í góðkendum klassafelag, sí tó stk. 2.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri:
1) skip, stytri enn 45 metrar, sum pr. 1. januar 2002 vóru skrásett í føroyskari skipaskrá, og tá ikki vóru í góðkendum klassafelag,
2) skip, stytri enn 45 metrar, sum eru skrásett í føroyskari skipaskrá eftir 1. januar 2002, men har bindandi keyps- ella byggisáttmáli var gjørdur av føroyskum reiðara í seinasta lagi 1. januar 2002.
§ 2. Við bót verður revsaður tann, ið brýtur ásetingarnar í § 1.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 20. november 2006
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)