Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. juli 2015Nr. 99
Kunngerð um skráseting og fráboðan av búskaparligum flytingum millum kommunur, kommunal samstørv o.tíl.
Við heimild í § 47 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verður ásett:
§ 1. Flytingar millum kommunur o.tíl. skulu viðgerast sambært hesi kunngerð, tá ið flytingin er vegna útreiðslur, ið annar parturin heldur, og sum hin parturin hevur skyldu at rinda.
Stk. 2. Talan er um flytingar millum kommunur, kommunal samstørv við sjálvstøðugum roknskapi, sambært § 2, stk. 4 í kunngerðini um roknskaparverk kommunanna o.tíl., og flytingar millum kommunur og nevndu samstørv.
§ 2. Flytingar sambært § 1 verða skrásettar á standardkontu 71, um talan er um flyting til mótpartin, og á standardkontu 76, um talan er um flyting frá mótpartinum.
Stk. 2. Um mótparturin er ein kommuna o.tíl., ið Fíggjarmálaráðið hevur frítikið at innrapportera roknskaparupplýsingar sbrt. § 10 í kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl., verða tílíkar flytingar skrásettar á standardkontu 54, um talan er um flyting til mótpartin, og á standardkontu 63, um talan er um flyting frá mótpartinum.
§ 3. Bruttogjaldsstreymar sambært § 1 kunnu skrásetast og avgreiðast í kommunalu avrokningini hjá Fíggjarmálaráðnum. Hetta kann fara fram við skrivligari áheitan til Gjaldstovuna ella við beinleiðis skráseting í elektroniska skipan, ið er góðkend av Fíggjarmálaráðnum. Einki gjald verður tó avgreitt sambært hesum stykki, uttan at gjaldandi partur hevur váttað gjaldið.
§ 4. Flytingar sambært § 1, ið ikki verða avgreiddar sambært § 3, skulu fráboðast Gjaldstovuni mánaðarliga. Tílík fráboðan skal skilja í millum inngangandi og útgangandi bruttogjaldsstreymar og skal í minsta lagi hava upplýsingar um gjaldara og móttakara, upphædd, hvat flytingin er gjald fyri, og á hvørja standardkontu flytingin er skrásett.
Stk. 2. Fráboðan sambært stk. 1 skal vera Gjaldstovuni í hendi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at mánaður, tá viðkomandi flyting varð gjørd, er lokin. Fráboðanin kann annaðhvørt skrásetast beinleiðis í elektroniska skipan, ið Gjaldstovan umsitur, ella umvegis aðra elektroniska skipan, ið er góðkend av Fíggjarmálaráðnum og kann samskifta beinleiðis við skipanir hjá Gjaldstovuni.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 147 frá 19. desember 2014 um millumrokning av búskaparligum flytingum millum land, kommunur o.tíl.
Fíggjarmálaráðið, 8. juli 2015
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni A. Bjarnason (sign.)