Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. juni 2000Nr. 99
Kunngerð um súkklu- og fallhjálmar, sum seinast broytt við kunngerð nr. 56 frá 11. mai 2012
1) 2) Við heimild í § 10, stk. 1 og stk. 2, § 42 c, stk. 5 og § 58 a, stk. 5, í ferðslulógini, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, við seinni broytingum, verður ásett:
Kapittul 1
Marknaðarføring og nýtsla av fallhjálmum og súkkluhjálmum
§ 1. 1) 2) Fallhjálmar og súkkluhjálmar kunnu bert verða marknaðarførdir ella nýttir, um teir eru góðkendir sambært:
1) ECE-reglugerð nr. 22 viðvíkjandi einsháttaðum ásetingum um góðkenning av fallhjálmum til førarar og ferðafólk á motorsúkklum, lendisakførum og prutlum. Hjálmurin er tá merktur við hesum góðkenningarmerki:
(talið aftaná ”E” tilskilar í hvørjum landi góðkenningin er útskrivað)
2) ES-direktivi nr. 89/686/EØF viðvíkjandi innanhýsis samskipan av lóggávu í limalondunum um persónliga trygdarútgerð, við seinni broytingum. Hjálmurin er tá merktur við hesum góðkenningarmerki:
(talið aftaná ”CE” tilskilar árstalið, tá merkið er ásett)
3) Dansk Standard, Finsk Standard ella Svensk Standard. Hjálmurin er tá merktur við hesum góðkenningarmerki:
ella
4) Serligari góðkenning frá Akstovuni, og merktir av hesum stovni.
Stk. 2. Góðkenningarmerkið skal vera ásett á einum sjónligum staði og soleiðis, at tað skal vera torført at fáa av aftur. Eingi onnur merki mugu verða sett á hjálmin, sum kunnu mistakast fyri at vera eitt góðkenningarmerki.
Kapittul 2
Undantøk frá skylduni at nýta fallhjálm
§ 2. 1) 2) Skyldan at nýta fallhjálm, smb. § 42 c, stk. 1-2 og stk. 4, í ferðslulógini, er ikki galdandi fyri persónar, sum við læknaváttan eru undantiknir frá skylduni. Váttanin skal havast við, tá koyrt verður, og skal vísast løgregluni, um hetta verður kravt.
Stk. 2. Læknaváttan verður givin av tí lækna, sum vanliga viðger umsøkjaran, ella av serlækna. Á váttanini skal verða sett tíðarskeiðið, ið váttanin hevur gildi. Í ivamálum kann málið verða lagt fyri landslæknan.
Stk. 3. Læknaváttanir, ið eru útskrivaðar í Íslandi, Noreg ella einum limalandi í evropeiska samveldinum, hava somuleiðis gildi her á landi.
§ 3. Skyldan at nýta fallhjálm er ikki galdandi í sambandi við post- ella blaðútbering í fjølbygdum øki.
Stk. 2. Undantak sambært stk. 1 er ikki galdandi fyri koyring til ella frá tí øki, har útberingin fer fram.
Kapittul 3
Revsing
§ 4. Brot á § 1 og § 2, stk. 1, 2. pkt., verður revsað við sekt.
Kapittul 4
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 105 frá 18. desember 1978 um fallhjálmar.
Stk. 2. Fallhjálmar og súkkluhjálmar kunnu hóast ásetingarnar í § 1 verða marknaðarførdir til 1. januar 2001.
Stk. 3. Stk. 2 er tó bert galdandi fyri fallhjálmar, um teir eru góðkendir í samsvari við tær reglur, ið vóru galdandi áðrenn 1. juli 2000.
Stk. 4. Fallhjálmar og súkkluhjálmar, ið eru útvegaðir áðrenn 1. januar 2001, kunnu hóast ásetingarnar í § 1 framhaldandi verða nýttir.
Stk. 5. Læknaváttan, ið er skrivað út áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, hevur framvegis gildi, sambært innihaldinum í váttanini.
Vinnumálastýrið, 22. juni 2000
Finnbogi Arge (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)