Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mai 1972Nr. 17
Løgtingslóg um bygdasøvn við mentunarsøguligum týdningi, sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 17. juli 1986
§ 1. Bygdasøvn, sum innan avmarkað virkisøki reka mentunarsøguligt virksemi sum nevnt í § 2 í løgtingslóg nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminni, kunnu fáa almennan stuðul, tá tey lúka treytirnar í hesi lóg.
2. stk. 1) Bygdasøvn, sum virka eftir hesi lóg, kunnu átaka sær innsavnan og varðveitslu av skjølum, myndum, ljóð- og myndabondum og øðrum tilfari av bygdasøguligum týdningi.
3. stk. 1) Tað er skylda hjá alment stuðlaðum bygdasavni at halda viðlíka varðar millum bygdir innan virkisøki sítt. Útreiðslur, sum standast av hesum, verða fult endurgoldnar úr avvarðandi kommunukassa, sbr. reglugerð frá 29. oktober 1940.
§ 2. Bygdasavn, sum søkir góðkenning sum stuðulsøkjandi stovnur, skal senda viðtøkur sínar fyri stovnan og rakstri av savninum til góðkenningar saman við umsóknini.
2. stk. Í viðtøkunum skal m.a. vera lýst stjórnarskipan, virkisøki og virksemi savnsins.
3. stk. Kommunustýri, sum veita bygdasavni studning, hava rætt at góðkenna viðtøkur savnsins og at vera við í setan av stjórn.
§ 3. Landsantikvarurin hevur eftirlit við bygdasøvnum og veitir teimum hjálp og leiðbeining.
2. stk. Stuðulssøkjandi bygdasavn sendir landsantikvarinum ársroknskap við frágreiðing, byggiætlanir og ætlanir um keyp av bygningum og jarðføstum fornminnum til fakligar góðkenningar. Landsantikvarurin sendir landsstýrinum tað til fíggjarligar góðkenningar við tilráðing síni, áðrenn studningur verður veittur eftir hesi lóg.
3. stk. Gevst eitt bygdasavn við virki sínum ella fellur í órøkt, ger landsantikvarurin av, hvussu gripir tess skulu varðveitast, til bygdasavn aftur verður góðkent innan avvarðandi virkisøki, og hvussu skyldur tess annars skulu røkjast.
4. stk. Fornminni og gripir, sum góðkent bygdasavn eigur, mugu ikki verða latin av hondum aftur uttan góðkenning.
5. stk. 1) Innsavnan og varðveitsla av skjølum, bondum o.t. eftir § 1, 2. stk. í hesi lóg, sum bygdasøvn átaka sær, krevja góðkenning av landsskjalavørðinum, og veitir hesin bygdasøvnunum hjálp og leiðbeining. Hann hevur eftirlit við søvnunum í tann mun, tey virka sum skjalasavn.
§ 4. 1) Landið letur góðkendum bygdasavni í studningi 60% av rakstrarútreiðslunum.
2. stk. Upp í hesar verður roknað: Samsýning til starvsfólk, keyp av gripum, røkt av fornminnum, hiti, ljós, reingerð, innbúgv, leiga av høli o.t. ella renta og avskriving av bygningum, savnið hevur, tá tikið verður við, at landið letur 50% í studningi til keyp ella bygging av savnshúsum og til keyp av jarðføstum fornminnum og bygningum, ið kunnu góðtakast sum fornminni.
3. stk. Studningur verður goldin afturút fyri eitt ár í senn, roknaður eftir góðkendum, grannskoðaðum roknskapi við frágreiðing. Studningsforskot kann verða veitt, grundað á góðkenda rakstrarætlan. Umsóknir um studningsforskot verða viðgjørdar sbr. reglurnar í § 3, stk. 2.
4. stk. Rakstrarútreiðslur, sum ikki koma undir studningsendurgjald, verða hildnar av avvarðandi bygdasavni og kommunum innan virkisøki savnsins.
5. stk. 1) Dokumenteraðar útreiðslur í samband við fyrireikingar til stovnseting av bygdasøvnum kunnu verða tiknar við sum studningsgrundarlag í fyrsta roknskaparári hjá einum bygdasavni ella einum lokalum fornminnisfelag.