6. mars 1992Nr. 8000
Vegleiðing um fráverudagar orsakað av ringum veðri
(Til stovnar hjá tí almenna)
Niðanfyri standandi reglur eru givnar av lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, 6. mars 1992.
Fráverudagar orsakað av ringum veðri verða bert roknaðir sum goldin frávera, um alt alment ferðasamband er slitið orsakað av veðrinum.
Tað, at eitt starvsfólk heldur veðrið vera ov ringt at fara millum bygdir við bili, gevur ikki rætt til goldna fráveru, um almenna ferðasambandið annars ikki er slitið.
Er starvsfólk komið til arbeiðis av bygd, og veðrið er øtlað so mikið, at vandi er fyri, at ikki er komandi til arbeiðis dagin eftir, um farið verður heim um kvøldið, verður fráveran næsta dag ikki roknað sum goldin frávera, um ikki slepst til arbeiðis.
Lønardeildin hjá Føroya Landsstýri, 6. mars 1992