Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. oktober 2017Nr. 8000
Leiðbeining um løgtingslóg um talgildar rokningar
1. Leiðbeiningin fevnir um
1.1. Henda leiðbeining greiðir nærri frá ásetingunum í løgtingslóg um talgildar rokningar.
1.2. Leiðbeiningin er ætlað:
1.2.1. Ognarum, sum senda landinum rokningar fyri vørur og tænastur. Ognarar eru virkir, einstaklingar, kommunur og stovnar, sum eru á løgtingsins fíggjarlóg.
1.2.2. Almennum stovnum, sum keypa vørur og tænastur.
1.2.3. Rokningahandfaringarstøðum, sum virka sum millumlið millum ognara og almenna stovnin.
2. Hvat er ein talgild rokning?
2.1. Talgild rokning er ein dátuberandi fíla, sum verður send um alnótina. Rokning, sum verður viðheft teldubrævi sum pdf-fíla e.líkn., er ikki ein talgild rokning, tí hon er ikki dátuberandi, men bert mynd.
2.2. Talgilda rokningin skal sendast umvegis eina rokningahandfaringarstøð, sum sendir hesa víðari til búskaparskipanina hjá landinum.
2.3. Talgild rokning kann sendast úr búskaparskipanini hjá ognaranum ella við, at hon verður skrásett handliga í einum rokningaportali, sum rokningahandfaringarstøðir o.o. bjóða út.
2.4. Talgilda rokningin verður send til talgilda addressu, sonevnt GLN-staðarnummar (Global Location Number). EAN-nummar verður ofta brúkt í somu merking sum GLN-staðarnummar.
2.5. Talgilda rokningin skal vera í sniðinum OIO-UBL.
3. Hvat er ein rokningahandfaringarstøð?
3.1. Ein rokningahandfaringarstøð er ein KT-skipan, sum er ment at kunna taka ímóti talgildum rokningum frá ognarum, og sum kann senda skuldarum talgildu rokningina. Talan er um eina tøkniliga skipan, sum er knýtt í alnótina og sum miðlar millum ymsar búskaparskipanir.
3.2. Tænastur sum rokningahandfaringarstøð verða bjóðaðar út av m.a. Sp/f FarPay og P/f Elektron (Rokningadepilin/Mínrokning).
4. Hvør er mannagongdin fyri at senda talgildar rokningar?
4.1. Almenni stovnurin, sum keypir, skal upplýsa ognaranum GLN-staðarnummar sítt, sum er fortreytin fyri at kunna senda eina talgilda rokning. Skynsamt er eisini at upplýsa, hvør ið bíleggur vøru ella tænastu. Ognarin skal skráseta navnið í talgildu rokningini, sum verður send almenna stovninum.
4.2. Nýtur almenni stovnurin bíleggingarseðlar, skal hann eisini upplýsa ognaranum bíleggingarnummar. Bíleggingarnummarið skal verða skrásett í talgildu rokningini, sum verður send almenna stovninum.
4.3. Almenni stovnurin kann upplýsa eina eyðmerkingarupplýsing um útreiðsluna, sum ognarin skal skráseta í talgildu rokningini, sum verður send almenna stovninum. Henda upplýsing kann lætta um hjá bókhaldi ella øðrum, sum skulu skilmarka útreiðsluna.
4.4. Trúnaðardátur skulu ikki verða sendar umvegis rokningahandfaringarstøð.
5. Nær hevur almenni stovnurin móttikið eina rokning?
5.1. Ein rokning frá ognara til landið er móttikin, tá ið hon talgilt er hjá landsstovni o.líkn. at handfara í rokningaverkgongdarskipanini hjá landinum.
5.2. Móttaka landsstovnar o.tíl. rokningar, sum ikki fylgja ásetingunum í §§ 2 og 3 í løgtingslógini um talgildar rokningar, skulu teir heita á hesar um at fáa viðurskiftini í rættlag.
5.3. Roknskaparverkið skal, sambært § 3, stk. 5 í kunngerð um roknskaparverk landsins o.t., mest møguligt virka talgilt, við so lítlari tilfeingisnýtslu sum møguligt og vera so sjálvvirkandi, sum til ber.
6. Hvørji krøv skal ein rokningahandfaringarstøð lúka?
6.1. Ein góðkend rokningahandfaringarstøð skal:
6.1.1. senda landinum talgildar rokningar í OIO-UBL sniði,
6.1.2. bjóða ognarum, sum ikki senda talgildar rokningar beinleiðis úr egnari búskaparskipan, at nýta ein rokningaportal til handliga skráseting av talgildari rokning. Tað skal bera til at viðhefta skøl í hesar handligu skrásetingar,
6.1.3. taka ímóti og senda víðari til landið talgildar rokningar frá øðrum rokningahandfaringarstøðum, rokningaportalum o.líkn.
6.2. Verður avtala gjørd við eina rokningahandfaringarstøð, skal minst ein trygg samskiftislinja verða millum hesa og landið.
6.3. Avtalan skal tryggja handfaringina av rokningum, sum ikki kunnu innlesast í rokningaverkgongdarskipanina hjá landinum. Harafturat skal rokningahandfaringarstøðin gera um rokningarnar til viðkomandi snið, sum landið kann lesa.
7. Hvørja kunning skal Fíggjarmálaráðið veita ognarum?
7.1. Gjaldstovan skal á heimasíðu síni hava dagført yvirlit yvir:
7.1.1. Hvørji GLN-nr ognarar skulu nýta, tá ið teir senda landinum talgildar rokningar.
7.1.2. Hvørjir føroyskir ognarar senda talgildar rokningar.
7.2. Góður siður er, at almennir stovnar kunna um GLN-nr á heimasíðu síni.
Orðalisti
Búskaparskipan landsins: búskaparskipan, sum Gjaldstovan hevur ábyrgd av at menna, reka og halda, sbrt. kunngerð nr. 22 frá 14. mars 2007 “um roknskaparverk landsins o.t.”. Sambært somu kunngerð, skulu stovnar, sum eru við á játtanarlóg, nýta Búskaparskipan landsins.
Talgild rokning/elektronisk handfaring: tað øvugta av eini talgildari rokning er ein fysisk rokning, ið tú heldur á hondum. Talgilda rokningin er heldur ein fíla, ið verður send um alnótina. Talgilda rokningin verður í Búskaparskipan landsins send elektroniskt frá einum málsviðgera til annan. Teldubræv boðar málsviðgeranum frá, at nú hevur hann talgilda rokning at viðgera. Málsviðgerðin sær eina mynd av rokningini, sum er knýtt at skrásetingini, ið hann verður biðin um at fremja. Men málsviðgerðin fær ikki eina fysiska rokning í hondina. Hann skal heldur ikki bera eitt skjal til næsta málsviðgera ella goyma skjalið í skjalagoymslu.
Elektronisk verkgongd/elektronisk handfaring: sí omanfyri. Talgilda rokningin er ikki í fysiskum skapi. Rokningin verður ikki borin. Hon verður send elektroniskt í búskaparskipanini. Rokningin ella skjalið verður ikki goymt í skjalagoymslu. Skjalið verður goymt í búskaparskipanini.
GLN-staðarnummar: GLN-staðarnummarið er elektronisk adressa/elektroniskur postkassi, sum talgildar rokningar, umvegis rokningahandfaringarstøð, verða sendar til. GLN er stytting av Global Location Number, eitt eintýðugt tal, ið eyðmerkir ávísan skuldara.
Landið: landsstovnur, grunnur e.tíl. sum eiga at vera á løgtingsfíggjarlógini.
Ognarar: kreditorar ella veitarar. Fysiskir persónar, løgfrøðiligir persónar og almennir stovnar, ið senda øðrum almennum stovnum rokningar.
OIO: Stytting fyri Offentlig Information Online. Endamálið er at stovnseta felags standard fyri almennan KT-arkitektur í Danmark og á henda hátt tryggja, at almennar skipanir samvirka á munadyggan hátt.
OIO-XML: merkir, at standardurin er ein útgáva, sum danska Videnskabsministeriet hevur allýst.
Portalur: her skal tað verða skilt sum alnótarsíða, har brúkari kann leita sær inn á eina skrásetingarmynd. Í hesi skrásetingarmynd skrásetur brúkarin handliga nakrar upplýsingar um fysiska rokning, ið síðani verður gjørd um til eina talgilda rokning. Ognarar, sum ikki senda talgildar rokningar beinleiðis úr egnari roknskaparskipan, kunnu nýta hesa loysnina. Rokningaportalurin hjá Rokningadeplinum (P/f Elektron) hevur eina kundaskrá, har flestu v-tøl kunnu veljast, herímillum stovnarnir sum nýta Búskaparskipan landsins. Eisini ber til at gera eina vøruskrá í Rokningaportalinum, so endurskrásetingin kann verða avmarkað. Aðrir rokningaportalar, so sum Sproom.net og Fakturaservice.dk, hava aðrar funkur, ið kunnu lætta um.
Rokningahandfaringarskipan: annað orð fyri elektronisku verkgongdina. Ein partsskipan í Búskaparskipan landsins verður nevnd rokningaverkgongdin. Henda partsskipan verður nýtt til at handfara talgildar rokningar.
Rokningahandfaringarstøð (VANS-center): talan er um KT-skipan, sum er ment at kunna taka ímóti talgildum rokningum frá ognarum, og sum kann senda skuldaranum talgildu rokningina. Annað orð fyri rokningahandfaringarstøð kundi verið rokningadepil ella rokningahandfaringarmiðstøð/sentralur, men talan er ikki um ein stovn ella eina skrivstovu. Talan er um eina tøkniliga skipan, sum er knýtt í alnótina og sum miðlar millum ymsar búskaparskipanir. Á útlendskum máli verður rokningamóttøkuskipanin nevnd VANS-center (Value Added Network Service). Rokningahandfaringarstøðir verða riknar av privatum fyritøkum. Føroysku rokningahandfaringarstøðirnar eru Rokningadepilin/Elektron og FarPay.
Skuldarar: debitorar. Almennur stovnur, ið fær talgilda rokning.
Talgilt: digitalt. Tað mótsetta av einum talgildum skjali, er eitt fysiskt skjal, sum verður hildið í hondini.
Tilfeingisnýtsla: hugsað verður um starvsfólkaorku og annað tilfeingi.
XML: á enskum eXstensible Markup Language. XML er ein viðurkendur standardur at seta upp dátur, sum verða sendar millum ymsar KT-skipanir (hugsað verður um, at tøkniligir plattformar, stýrisskipanir og dátugrunnar eru ikki-sambæriligir, men tó kunnu tey senda dátur sínámillum, verður tað gjørt sbrt. XML-standardinum).
UBL: á enskum Universal Business Language. Síðani 2011 er hetta samskiftissniðið, sum talgildar rokningar í Danmark nýta. Hesin standardur verður eisini nýttur í øðrum norðanlondum og leggur seg upp at tí standardi, sum Evropasamveldið ætlar at nýta. – Rokningahandfaringarstøðirnar megna at konvertera talgildar rokningar í OIOUBL-sniði til OIOXML-snið, um móttakarin ynskir tað.
Fíggjarmálaráðið, 17. oktober 2017
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)