Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. januar 2018Nr. 8000
Leiðbeining til kommunustýrið, tilbúgvingarnevndina og kommunala tilbúgvingarleiðaran viðvíkjandi skipan av kommunalu tilbúgvingini
1. Inngangur
Í sambandi við, at tilbúgvingarlógin1) í 2012 varð samtykt á Løgtingi, er ein partur av ábyrgdini av samlaðu tilbúgvingini við løgtingslóg áløgd kommununum. Yvirskipaða endamálið við løgtingslógini er at gera eitt meira greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
Somuleiðis er álagt virkjum, sum hava serligt virksemi, at hava eina egintilbúgving.
Tað er kommunustýrið, sum hevur yvirskipaða ábyrgd av, at tilbúgvingin er tillagað í mun til tann váða, sum er í kommununi.
Við støði í einari eyðmerking og greining av váðanum í kommununi skal kommunan gera eina yvirskipaða mynd av ítøkiliga váðanum í kommununi. Myndin av váðanum skal liggja til grund fyri tí tænastustøði, kommunan ynskir at veita sínum borgarum.
Sum dømi um hjálp, sum kommunur skulu veita, kann nevnast hjálp, tá eldur er í, tá spreinging er, óhapp av vandamiklum evnum, ferðsluóhapp, tá skriðulop, skalvalop ella áarlop er, stormskaðar, tá bygningar rapa, tá flogvanlukka er á landi, tá eldsbruni ella vanlukka er umborð á skipi, sum liggur við bryggju og so framvegis2) .
Tað er kommunustýrið, sum hevur ábyrgd av at tryggja sær, at kommunala tilbúgvingin stendur í mát við váðan í kommununi, at hon kann liva upp til lógarásettu krøvini, og at kommunala tilbúgvingin kann liva upp til tað tænastustøði, kommunan ynskir at veita sínum borgarum.
Tvær ella fleiri kommunur kunnu fara saman um eina felags tilbúgving fyri eitt ávíst øki.
Í dag finnast fleiri dømir um samstarv millum kommunur um felags tilbúgving.
Í Norðoyggjum er samstarv millum Klaksvíkar-, Viðareiðis-, Hvannasunds- og Kunoyar kommunur við einum felags tilbúgvingarleiðara og einari felags Tilbúgvingarnevnd.
Í Eysturoynni er samstarv millum Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunur. Kommunurnar hava eina felags tilbúgving og eina felags Tilbúgvingarnevnd. Afturat tí er gjørd ein serlig avtala við Fuglafjarðar kommunu um Hellurnar.
Í Suðuroynni er samstarv millum flestu kommunurnar í oynni. Sumbiar-, Vágs-, Porkeris– og Hovs kommunur hava eina felags tilbúgving og felags Tilbúgvingarnevnd. Hvalbiar– og Tvøroyrar kommunur hava eina samstarvsavtalu og felags Tilbúgvingarnevnd. Fámjins kommuna stendur sum tann einasta kommunan í Suðuroynni uttanfyri nakað samstarv.
Vestmanna– og Kvívíkar kommunur hava eina sokallaða tilbúgvingaravtalu, sum í stuttum merkir, at um ein hending er í økinum, so møta fólk frá báðum tilbúgvingum. Talan er tó ikki um felags tilbúgving.
2. Kommunur við egnari Tilbúgvingarnevnd
2.1. Samanseting, málsræði og uppgávur:
Sambært tilbúgvingarlógarinnar § 12, stk. 1 og 2 hevur kommunustýrið ábyrgdina av tilbúgvingini í kommununi og skal seta eina Tilbúgvingarnevnd til fyrisiting av kommunalu tilbúgvingini.
Málsræðið (heimildin) hjá Tilbúgvingarnevndunum er, sum hjá føstu kommunalu nevndunum, avleitt frá sjálvum kommunustýrinum, hóast nevndin ikki er sett við heimild í kommunustýrislógini.3) Við øðrum orðum, so hevur kommunustýrið yvirskipaða ábyrgd av økinum.
Kommunalar tilbúgvingarætlanir skulu gerast við støði í váðanum í allari kommununi. Fyrst skal ein váðameting gerast, síðan skal kommunala tilbúgvingin tillagast í mun til tann aktuella váðan, sum verður staðfestur at vera í kommununi.
Í sambandi við kommunalu váðametingina skal virksemi, sum verður mett at kunna elva skaða á fólk, umhvørvi, virði og ognir, sambært tilbúgvingarlógarinnar § 15, eyðmerkjast, og tann lógarásetta skyldan at hava eina egintilbúgving samansjóðast við kommunalu tilbúgvingina.
2.1.1. Samanseting:
Í Tilbúgvingarnevndini situr borgarstjórin, sum er formaður, kommunali tilbúgvingarleiðarin, eitt umboð fyri Føroya landfúta og ein meiriluti, tilnevndur av kommunustýrinum.
Kommunustýrið skal velja meirilutan av limunum í Tilbúgvingarnevndini. Hetta merkir, at í minsta lagi 5 limir skulu vera í nevndini. Tað er tó upp til kommununa at gera av, um fleiri limir skulu vera í nevndini. Í kommunum, har tætt samstarv er við bjargingarfeløg, kunnu kommunur eitt nú velja at hava umboð fyri bjargingarfelagið við í Tilbúgvingarnevndini.
Ásetingin, um at borgarstjórin skal vera formaður í Tilbúgvingarnevndini, er sambært viðmerkingunum til tilbúgvingarlógina grundað á, at mett verður, at tilbúgvingin á henda hátt verður kjølfest í politisku skipanini í kommununi, og tryggjað verður ein politisk tilvitan um tørv á t.d. fíggjarligum uppraðfestingum á tilbúgvingarøkinum.
2.1.2. Málsræði og uppgávur:
Eftir leisti, sum kommunustýrið ger, skal Tilbúgvingarnevndin hava yvirskipaðu fyrisitingina av kommunalu tilbúgvingini. Tilbúgvingarnevndir kunnu m.a. handfara metingar um rakstur, støði, førleika, manning, fígging o.a.
Hóast tað í nevndini sita umboð fyri Føroya landfúta, hevur tað ikki verið ætlanin, at hetta umboðið skal hava atkvøðurætt í spurningum viðvíkjandi kommunalum játtanum. Endamálið hevur verið, at umboðið vegna Føroya landfúta skal kunna geva ráð og vegleiðing í mun til sítt yrkisøki.
Allar kommunur skulu í eini tilbúgvingarætlan gera neyvari reglur fyri kommunalu tilbúgvingini. Gerast skal av, hvør útgerð verður mett nøktandi í mun til váðan í kommununi. T.d. kann tilskilast í samtyktini, at kommunala tilbúgvingin fevnir um ávísan førleika, bjargingar- og klippiútgerð og neyðsendarkoyring o.a. til ferðsluskaðar á vegakervinum í kommununi, og, um avtalað, eisini á grannakommunalum vegakervi.
Gerast skulu starvslýsingar fyri, hvørjar ábyrgdarligar og útinnandi uppgávur manningin skal taka sær av, herundir hvørjar uppgávur liggja hjá tilbúgvingarleiðaranum, og hvørjar uppgávur liggja hjá varafólki, átaksleiðarum og manningini annars.
Lýsingar skulu eisini gerast av, hvør hevur átaksleiðsluna, og hvønn førleika manningin skal hava til tær uppgávur, sum tilbúgvingin í kommununi skal vera búgvin til. Kravt verður, at kommunur hava eina fráboðanarætlan og tilkallingarætlan eftir manningini, eina ætlan fyri, hvussu manningin verður tilkallað í samband við hendingar í kommununi. Ein tilkallingarætlan kann fevna um vanliga manningartilkalling og um uppmøting til serlig støð, virki, virksemi, bygningar o.a. Tílík ætlan til ávís støð kann, heilt ella lutvíst, roknast sum ein tilbúgvingarætlan hjá sjálvari kommunalu tilbúgvingini4) .
Eisini skal tilbúgvingarætlanin taka støðu til, hvør uppmøtingartíðin til møgulig ávís skaðastøð hjá tilbúgvingini sum mest eigur at vera. Ætlan eigur at verða gjørd fyri venjingar. Fyri at hjálpin skal eydnast væl, er umráðandi, at manningin kennir útgerðina og fær venjing í arbeiðinum, og tí verður mett umráðandi, at tilbúgvingarleiðarin evnar til, og, við jøvnum millumbilum, heldur regluligar tilbúgvingarvenjingar við ymiskum innihaldi.
Kommunur hava ábyrgd av, at nóg góð vatnveiting er til eldsløkkingar, og at neyðugir vegir eru í økinum. Kommunur skulu í tilbúgvingarætlanini hava ásetingar um, hvussu hendan skyldan verður rokkin og m.a., hvussu vatntøkustøð verða hildin viðlíka o.a.
Fyri at tryggja samvirkan millum kommunalu tilbúgvingina og tilbúgvingina hjá teimum í kommununi, sum hava skyldu at hava egintilbúgving sambært § 15 í Tilbúgvingarlógini, skal tilbúgvingarætlanin taka støðu til, hvussu venjingar og samstarv annars við tey, sum hava egintilbúgving, verður skipað.
Um kommunustýrið ikki ger ein yvirskipaðan leist fyri Tilbúgvingarnevndina at virka eftir, má Tilbúgvingarnevndin sjálv taka tær avgerðir, sum verða mettar at hava týdning ella sum natúrligt hoyra til málsøkið tilbúgving. Tilbúgvingarnevndin skal vanliga taka sær av fylgjandi uppgávum:
1) At lata kommunustýrinum tilmæli
a) um váðan í kommununi og um, hvat tænastustøði mett verður nøktandi í mun til váðan,
b) um fíggjarætlan fyri kommunalu tilbúgvingini,
c) um keyp av útgerð,
d) um vatnveiting til eldsløkking, og
e) um nýggja størri bygging ella nýtt virksemi í kommununi, sum antin er umfatað av § 15 í Tilbúgvingarlógni ella hevur ávirkan á tørvin á útgerð, manning ella førleikum.
2) Varða av rakstrinum og viðlíkahaldi av bygningum, sum húsa tilbúgvingini og útgerð o.a.
3) Hava eftirlit við um starvsfólkini innan tilbúgvingarøkið liva upp til galdandi førleikakrøv.
2.2. Fyrisiting:
Fyrisitingin av kommunalu tilbúgvingini verður yvirordnað umsitin av kommununi. Tað eru ikki ásetingar í tilbúgvingarlógini, sum neyvt lýsa leiklutin hjá tilbúgvingarleiðaranum. Tað er tó ein treyt, at kommunan skal seta ein tilbúgvingarleiðara, og tað er lítið at ivast í, at hesin má hava ein týðandi leiklut í samlaðu kommunalu skipanini.
Tað eru ikki ásetingar í tilbúgvingarlógini, sum neyvt lýsa, hvørjar førleikar tilbúgvingarleiðararin skal hava. Tó er ásett, at kommunan skal seta ein tilbúgvingarleiðara, ið hevur rakstrar- og átaksábyrgdina av kommunalu tilbúgvingini. Í fall so er, og at viðkomandi harumframt skal standa fyri sjálvari átaksleiðsluni og møguliga, í samráð við Arbeiðs- og brunaeftirlitið, hava brunasýn í kommununi, skal tað vera ein treyt, at hesin hevur neyðugu førleikarnar til at røkja hesar uppgávur.
At tilbúgvingarleiðarin skal hava ein týðandi leiklut í kommunalu skipanini kemst fyrst og fremst av skylduni hjá kommunustýrinum at gera eina samlaða ætlan fyri kommunalu tilbúgvingini, sum í prinsippinum skal fevna um alt kommunalt virksemi.
Í samband við tilevningina og viðlíkahald av tilbúgvingarætlanini skal samstarvið millum kommunu og aðrar myndugleikar, privatar veitarar, sjálvbodnar felagsskapir o.tíl. neyvt lýsast.
Hóast tað ikki beinleiðis er ásett við lóg, er neyðugt, at kommunala tilbúgvingarætlanin javnan verður endurskoðað. Mælt verður til í minsta lagi einaferð hvørt valskeið.
Afturat ábyrgdini um dagførda tilbúgvingarætlan og at taka støðu til tænastustøðið hjá kommununi, hevur kommunustýrið, sambært Tilbúgvingarlógini, ábyrgdina av fylgjandi, sum kann latast til kommunalu fyrisitingina at taka sær av:
1) Dagliga leiðslu av kommunalu tilbúgvingini og teknisku leiðsluni á skaðastaðnum í samband við eitt tilbúgvingarátak.
2) Eftirlit við avtalum um sløkking og øðrum avtalum, sum eru gjørdar við heimild í § 8, stk. 2 og § 17.
3) Leypandi samstarv við aðrar myndugleikar viðv. tilbúgving.
4) Útbúgving, førleikamenning og venjingar.
5) Fráboðan til landsstýrismannin í tilbúgvingarmálum um tilbúgvingarætlan, sambært § 13, stk. 3.
6) Tryggja nøktandi vatnveiting til eldsløkking og eftirfylgjandi viðlíkahald.
7) Dagføring av fráboðanarhátti og tilkallingarhátti eftir manning. Her skal eisini tilskilast, um ætlan er gjørd við uppmøting til serlig støð, virki, virksemi, bygningar, ið verða mettir at vera ein serlig avbjóðing í samband við eld.
8) Uppskot at leggja fyri Tilbúgvingarnevndina viðv. rakstri, játtan, fíggjarstøðu, keyp av útgerð og setan av starvsfólki.
9) Viðlíkahald av útgerð og bygningum, ið á ein ella annan hátt er knýtt at kommunalu tilbúgvingini.
3. Kommunur við felags Tilbúgvingarnevnd
3.1. Alment um samstarv millum kommunur um tilbúgving:
Sambært § 8, stk. 2 kunnu kommunur, heilt ella fyri ein part, vera felags um kommunala tilbúgving.
Í fall eitt slíkt samstarv verður framt í verki, er ásett, at kommunala tilbúgvingin skal hava eina felags Tilbúgvingarnevnd og ein felags tilbúgvingarleiðara. Hetta merkir í stuttum, at kommunurnar, sum eru við í samstarvinum, heilt ella partvíst, siga frá sær avgerðarrætt og útinnandi myndugleika og í staðin seta eina sjálvstøðuga stýrieind við heimild til at taka avgerðir vegna samstarvandi kommunurnar.
Sambært § 8, stk. 2 skal slíkt samstarv góðkennast av Kommunala eftirlitinum, sambært § 51 í løgtingslóg um kommunustýri.
Orsøkin til, at landsstýrismaðurin í kommunumálum skal góðkenna eina kommunala samstarvsavtalu um tilbúgving, er fyri at tryggja, at kommunustýrislógin ikki tilvildarliga verður skúgvað til viks við avtalum, har heimildin hjá einstaka kommunustýrinum og eftirlitsmyndugleikanum verða skerdar. Tá ið landsstýrismaðurin hevur góðkent eina samstarvsavtalu, sambært kommunustýrislógini § 51, skal hann eisini góðkenna treytirnar í samband við avtaluslit. Er ósemja um treytirnar, verða tær ásettar av landsstýrismanninum.
Avgerðin um at gera eina samstarvsavtalu skal takast á einum kommunustýrisfundi. Henda avgerð kann ikki avhendast til nevndir, umsiting, borgarstjóra o.s.fr.
Treytirnar fyri samstarvinum verða settar í avtalu ella samtyktar millum luttakandi kommunustýri, sí niðanfyri í nummari 3.2.
Um samstarvið ikki umfatar øll viðurskifti, lýst í § 8, stk. 1 í Tilbúgvingarlógini, skal ein Tilbúgvingarnevnd setast fyri hvørja einkulta kommunu, sum lýst í nummari 2, at røkja tær uppgávur, sum ikki verður samstarvað um.
3.2. Samstarvsavtalur:
Ein samstarvsavtala millum tvær ella fleiri kommunur skal rúma eina neyvlýsing av teimum uppgávum, sum samstarvað verður um.
Samstarvsavtalan, sum verður gjørd, er viðvíkjandi teimum uppgávum, sum eru lýstar í § 8, stk. 1 í Tilbúgvingarlógini, sum ásetir, at kommunala tilbúgvingin, við fyriliti til váðan í kommununi, skal vera før fyri at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í sambandi við skaðahendingar ella vanlukkur, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum. Kommunala tilbúgvingin skal eisini vera før fyri at taka ímóti, hýsa og í neyðugan mun kostarhalda bráðfluttum og fólki, sum orsakað av neyðstøðu, eru komin illa fyri.
Ein samstarvsavtala eigur sum byrjanarstøði at fevna um allar skyldur sambært § 8, stk. 1 í Tilbúgvingarlógini, tí aðalmálið við tilbúgvingarlógini er at fáa eina samantvinnaða og einsháttaða tilbúgving.
Um so er, at felags avgreiðslan verður røkt av einari serstakari kommunalari fyrisiting, má hetta greitt verða lýst.
Samstarvsavtalan skal, afturat einari lýsing um, hvat samstarvað verður um, sum minsta mark innihalda eina nágreiniliga lýsing av:
1) Samansetingini av felags Tilbúgvingarnevndini.
2) Dagligu fyrisitingini og leiðsluni.
3) Hvør setur fólk og sigur fólk úr starvi.
4) Felags avgreiðslu fyri Tilbúgvingarnevndina.
5) Hvussu felagsútreiðslur verða býttar.
6) Fíggjarætlan og mannagongd fyri góðkenning.
7) Mannagongd fyri roknskap og grannskoðan.
8) Mannagongd fyri broytingum í samstarvsavtaluni.
9) Mannagongd fyri uppsøgn av avtalu og fyri, hvussu ein tekur seg úr samstarvinum.
3.3. Felags Tilbúgvingarnevnd, samanseting, málsræði og uppgávur:
Sum liður í samstarvinum millum kommunurnar skal setast ein felags Tilbúgvingarnevnd, sum skal røkja tær uppgávur innan kommunalu tilbúgvingina sum samstarvað verður um.
3.3.1. Samanseting:
Kommunur, sum eru felags um kommunala tilbúgving, skulu, sambært § 12, stk. 5 í Tilbúgvingarlógini, hava felags Tilbúgvingarnevnd og felags tilbúgvingarleiðara. Í felags Tilbúgvingarnevndini situr ein meiriluti, sum kommunustýrini tilnevna, felags tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð fyri Føroya landfúta. Ein borgarstjóri, sum kommunurnar í felag velja, er formaður í nevndini.
Tað eru ikki ásetingar í tilbúgvingarlógarinnar § 8, stk. 2 ella § 12, sum áseta, hvussu val av limum í Tilbúgvingarnevndina skal fara fram. Hetta má lýsast í samstarvsavtaluni millum kommunurnar.
3.3.2. Málsræði og uppgávur:
Yvirskipaða málsræðið hjá felags Tilbúgvingarnevndini skal verða lýst í samstarvsavtaluni.
Sambært tilbúgvingarlógarinnar § 13, stk. 1 skal kommunan gera eina tilbúgvingarætlan fyri kommununa, sum, sambært § 13, stk. 2, skal leggjast fyri kommunustýrið til samtyktar. Hendan ábyrgdin kann ikki leggjast til eina felags Tilbúgvingarnevnd.
Eftir leisti, sum kommunustýrini verða samd um, skal Tilbúgvingarnevndin hava yvirskipaðu fyrisitingina av felags kommunalu tilbúgvingini. Tilbúgvingarnevndir kunnu m.a. handfara metingar um rakstur, støði, førleika, manning, fígging o.a. Tað má tó fyriliggja ein greið avtala um, hvussu dagliga fyrisitingin og dagliga leiðslan er skipað.
3.4 Fyrisiting av felags tilbúgving:
Dagliga fyrisitingin kann røkjast av einari kommunalari fyrisiting, ella sum ein sjálvstøðug felags fyrisiting, sum verður sett á stovn til endamálið.
4. Aðrar avtalur um samstarv
Afturat møguleikanum at hava felags tilbúgving, sambært § 8, stk. 1, heimilar tilbúgvingarlógin í § 17 samstarvsavtalur við onnur innan tilbúgving.
Tær uppgávur, sum víst verður til, eru serliga dagligu uppgávurnar. Í viðmerkingunum til tilbúgvingarlógina verður lagt upp til samstarv, eitt nú fyri at fullnýta tilbúgvingarorkuna og fyri at minka um útreiðslurnar.
Sum dømi kann nevnast, at ein veitari av tilbúgvingarútgerð, -manning, -førleika ella øðrum kann gera avtalur við fleiri partar. Tað kann vera ein kommuna sum, heilt ella partvíst, røkir alla tilbúgving innan sløkking vegna eina aðra kommunu. Í øðrum lagi kann tað vera samstarv um døgnvakt fyri átaksleiðarar.
Kommunustýrið hevur í hesum førinum ikki frásagt sær avgerðarrættin og útinnandi myndugleikan, men hevur fulla ábyrgd av, at kommunan livir upp til ásetingarnar í § 8, stk. 1 í Tilbúgvingarlógini.
Avtalur, gjørdar sambært § 17 í Tilbúgvingarlógini, skulu sostatt ikki góðkennast av kommunala eftirlitinum, men skulu lýsast í kommunalu tilbúgvingarætlanini.
Í slíkum samstarvsavtalum er tað tó alneyðugt, at fíggjarligu treytirnar fyri samstarvinum greitt eru lýstar, og at tað framgongur, um fíggjarætlanin fyri samstarvinum skal góðkennast av øllum kommunum, sum luttaka í samstarvinum.
Avtalan má ikki innihalda ásetingar um, at ein kommuna sigur frá sær avgerðarrættin, tí so fellur avtalan inn undir ásetingarnar í § 8, stk. 2 í Tilbúgvingarlógini og skal góðkennast av kommunala eftirlitinum.
Sum dømi um samstarv kunnu nevnast:
1) Avtala um felags útbúgving.
2) Avtala um felags hølir, útgerð.
3) Avtala um felags stuðul av bjargingarfólki og sløkkiliðsfólki frá grannakommunum í samband við átøk.
4) Avtala um sínámillum ókeypis stuðul í samband við sløkking.
5) Avtala um felags tilbúgvingarleiðara, átaksleiðarar ella felags starvsfólk, sum kunnu ráðgeva allar kommunur í samstarvinum um ger av tilbúgvingarætlanum.
Fiskimálaráðið, 24. januar 2018
Rógvi Reinert (sign.)
aðalstjóri
/ Andras Marr Poulsen (sign.)
tilbúgvingarsamskipari
Skjal 1
Viðmerkingar til tilbúgvingarlógarinnar §§ 12 og 13
Viðmerkingar til tilbúgvingarlógarinnar § 12 (Løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012)
Ásetingin umrøður skipan av tilbúgvingini í kommununi og kemur í staðin fyri § 4 í brunalógini. Kommunustýrið hevur evstu ábyrgdina av kommunalu tilbúgvingini. Setast skal tó ein starvsnevnd, kallað Tilbúgvingarnevndin, til fyristøðuna av kommunalu tilbúgvingini. Skotið verður upp, at kommunur altíð skulu hava eina Tilbúgvingarnevnd. Skipanin við brunanevndum hevur annars verið soleiðis, at landsstýrismaðurin, í samráð við kommunustýrið, kundi gera av, at brunanevnd skuldi setast.
Eftir leisti, sum kommunustýrið ger, skal Tilbúgvingarnevndin hava yvirskipaðu fyristøðuna av kommunalu tilbúgvingini. Tilbúgvingarnevndir kunnu m.a. handfara metingar um rakstur, støði, førleika, manning, fígging o.a.
Limirnir í nevndini umboða kommunala málsetningin og fakligar førleikar, har løgreglan og kommunali tilbúgvingarleiðarin (brunaumsjónarmaðurin) eru fastir limir, ið skulu umboða átaksførleikan. Borgarstjórin skal vera formaður. Við at borgarstjóri er formaður, verður tilbúgvingin kjølfest í tí politisku skipanini í kommununi, og tryggjað verður ein politisk tilvitan um tørv á t.d. fíggjarligum uppraðfestingum á tilbúgvingarøkinum.
Kommunustýrið skal velja meirilutan av limunum í Tilbúgvingarnevndini. Hetta merkir, at í minsta lagi 5 limir skulu vera í nevndini. Tað er tó upp til kommununa at gera av, um fleiri limir skulu vera í nevndini. Í kommunum, har tætt samstarv er við bjargingarfeløg, kunnu kommunur eitt nú velja at hava umboð fyri bjargingarfelagið við í Tilbúgvingarnevndini.
Tað er eftir uppskotinum eitt krav, at kommunur skulu hava felags Tilbúgvingarnevnd, um kommunur eru felags um tilbúgvingina.
Viðmerkingar til tilbúgvingarlógarinnar § 13 (Løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012)
Allar kommunur skulu í eini tilbúgvingarætlan gera neyvari reglur fyri kommunalu tilbúgvingini. Viðmerkjast kann, at kommunur sambært galdandi brunalóg skulu gera brunasamtyktir.
Tilbúgvingarætlanir skulu gerast við støði í váðanum í kommunuøkinum. Fyrst skulu váðalýsingar gerast, síðan skal tilbúgvingin greinast og “dimensjonerast” og leggjast fyri Tilbúgvingarnevndina.
Í hesum sambandi skulu kommunurnar í tilbúgvingarætlanum í minsta lagi taka støðu til tey viðurskifti, sum eru nevnd í § 13.
Nágreinast skal, hvat kommunala tilbúgvingin fevnir um, hvussu hon er skipað, og hvussu tilbúgvingin skal verða rikin o.a.
Gerast skal av, hvør útgerð verður mett nøktandi í mun til váðan í kommununi. T.d. kann tilskilast í samtyktini, at kommunala tilbúgvingin fevnir um ávísan førleika, bjargingar- og klippiútgerð og neyðsynjarútkoyring o.a. til ferðsluskaðar á vegakervinum í kommununi, og, um avtalað, eisini á grannakommunalum vegakervi.
Gerast skulu starvslýsingar fyri, hvørjar ábyrgdarligar og útinnandi uppgávur manningin skal taka sær av, herundir hvørjar uppgávur liggja hjá tilbúgvingarleiðaranum (brunaumsjónarmanninum), og hvørjar uppgávur liggja hjá varafólki, átaksleiðarum og manningini annars. Lýsingar skulu eisini gerast av, hvør hevur átaksleiðslu, og hvønn førleika manningin skal hava til tær uppgávur, sum tilbúgvingin í kommununi skal vera búgvin til.
Kravt verður, at kommunur hava eina fráboðanar- og tilkallingarætlan eftir manningini, eina ætlan fyri, hvussu manningin verður tilkallað í samband við hendingar í kommununi. Ein tilkallingarætlan kann fevna um vanliga manningartilkalling og um uppmøting til serlig støð, virki, virksemi, bygningar o.a.
Tílík ætlan til ávís støð kann, heilt ella lutvíst, roknast sum ein tilbúgvingarætlan hjá sjálvari kommunalu tilbúgvingini.
Eisini skal tilbúgvingarætlanin taka støðu til, hvør uppmøtingartíðin til møgulig ávís skaðastøð (responstíðir) hjá tilbúgvingini sum mest eigur at vera.
Ætlan eigur at verða gjørd fyri venjingar. Fyri at hjálpin skal eydnast væl, er umráðandi, at manningin kennir útgerðina og fær venjing í arbeiðinum, og tí verður mett umráðandi, at tilbúgvingarleiðarin evnar til, og við jøvnum millumbilum heldur regluligar tilbúgvingarvenjingar við ymiskum innihaldi. Umráðandi er eisini, at kommunurnar eru við í størri felags venjingum, og er tað ein uppgáva hjá sentrala tilbúgvingarmyndugleikanum undir landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum at taka stig til felags venjingar. Staðfest verður í § 14, at kommunur hava ábyrgd av, at nóg góð vatnveiting er til eldsløkkingar, og at neyðugir vegir eru í økinum. Kommunur skulu í tilbúgvingarætlanini hava ásetingar um, hvussu hendan skyldan verður rokkin og m.a., hvussu vatntøkustøð verða hildin viðlíka o.a.
Fyri at tryggja samvirkan millum tilbúgvingina hjá teimum í kommununi, sum hava skyldu at hava egintilbúgving, skal tilbúgvingarætlanin taka støðu til, hvussu venjingar og samstarv annars við tey, sum hava egintilbúgving, verður skipað. Viðmerkjast kann, at sambært § 15, stk. 2 hava fyritøkurnar skyldu til at geva kommunum yvirlit yvir tilbúgvingarætlan hjá fyritøkuni.
Sentrali tilbúgvingarmyndugleikin undir landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum kann ráðgeva um ger av tilbúgvingarætlanum, og ætlanin er eisini, at tað verða gjørdar vegleiðingar, sum kunnu nýtast sum grundarlag fyri, hvussu tilbúgvingarætlanir kunnu gerast. Umráðandi er, at sentrali tilbúgvingarmyndugleikin kann ráðgeva og er kunnaður um tilbúgvingina í øllum kommunum, so at tilbúgvingin fyri alt landið best kann verða samskipað. Tí verður sett sum krav, at kommunur senda uppskotini inn til sentrala tilbúgvingarmyndugleikan, áðrenn ætlanirnar verða endaliga staðfestar, soleiðis at sentrali tilbúgvingarmyndugleikin kann koma við viðmerkingum og fakligum ráðum um møguligar betringar. Endaligar tilbúgvingarætlanir, og broytingar av hesum, skulu sendast sentrala tilbúgvingarmyndugleikanum til kunningar.
Skjal 2
Mannagongd í samband við váðametingar og tilbúgvingarætlanir
Skjal 3
Áhugapartar og leiklutir