Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. juni 2015Nr. 8001
Vegleiðing um støðling og afturgjald av stuðuli
(Til stjórnarráðini og stovnar landsins)
Endamál
Henda vegleiðing er ætlað til stjórnarráð og stovnar, sum umsita stuðulsjáttanir, og ásetir hvussu arbeiðast skal við støðling og afturgjald av stuðuli.
Allýsing
Støðling er at flyta upphædd yvir til fíggjarstøðuna, í hesum førinum ikki útgoldnar bindandi tilsagnir um stuðul, sum eru veittar í fíggjarárinum. Upphæddin verður útreiðsluførd á játtanini í fíggjarárinum, og gerst tøk til útgjaldingar á fíggjarstøðuni, óheft av fíggjarárinum.
Um veitt tilsøgn um stuðul dettur burtur, har upphæddin er flutt til fíggjarstøðuna, skal upphæddin inntøkuførast aftur á játtanina í fyrsta fíggjarári, sum opið er.
Heimild
Í kunngerð um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan er ásett:
§ 11. Tilsøgn um stuðul skal útreiðsluførast í tí fíggjarári, har bindandi tilsøgn er givin, uttan mun til, um goldið verður út heilt ella partvíst í seinni fíggjarári, sbrt. § 24, stk. 3, 1. pkt. í lógini.
Stk. 2. Ikki útgoldnar tilsagnir verða fluttar yvir til fíggjarstøðuna, sbrt. § 24, stk. 3, 2. pkt. í lógini.
§ 23. Veittar tilsagnir detta burtur, og útgoldin stuðul eigur at verða kravdur afturgoldin, í síðsta lagi við árslok árið eftir, at tilsøgnin varð givin, um stuðulsmóttakarin ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul, ella ikki er førur fyri at fremja avtalaða virksemið á nøktandi hátt.
Stk. 2. Útgoldin stuðul kann eisini verða kravdur afturgoldin, um avlop er í mun til avtalaða virksemið.
Slag av virksemi
A) Er talan um alment virksemi, sum sjálvsognarstovnur ella felagsskapur útinnar
Útgangsstøði er, at stuðulin verður viðfarin eins og rakstrarjáttan í fíggjarlógini, tvs. avlop skal aftur í landskassan.
B) Er talan um framhaldandi felagsvirksemi við almannagagnligum endamáli
Útgangsstøði er, at stuðulin verður óskerdur latin feløgunum. Er talan um avmarkingar í virksemi ella avtalað virksemi í viðmerkingunum til játtanina ella í sjálvari tilsøgnini, so kann talan verða um afturgjald, um hetta ikki er uppfylt.
Hugsast kann heldur, at lagt verður upp til lækking av árligu játtanini, um talan áhaldandi er um avlop í rakstrinum hjá stuðulsmóttakara.
C) Er talan um stuðul til vinnulig endamál
Útgangsstøði er, at stuðulin verður rindaður í mun til avtalað virksemi, og verður kravdur afturgoldin, um hetta ikki er uppfylt.
D) Er talan um eingangs stuðul til felagsskap, bólk ella einstaklingar
Útgangsstøði er, at stuðulin verður rindaður í mun til avtalað virksemi, og verður kravdur afturgoldin, um hetta ikki er uppfylt.
Skráseting
Er talan um stuðulsjáttan við móttakaraskara, t.e. har fleiri enn ein móttakari er, kann stuðul afturgoldin í sama fíggjarári, sum tilsøgnin er givin, verða skrásettur við øvugtum fortekni á somu standardkontu sum tilsøgnin, soleiðis at upphæddin kann útreiðsluførast aftur í fíggjarárinum, sum tilsøgn til nýggjan stuðulsmóttakara.
Stuðul afturgoldin í seinni fíggjarári enn tilsagnin varð latin verður skrásettur á standardkontu 64. Aðrar flytingarinntøkur á stuðulsjáttanini, og kann ikki útreiðsluførast til nýggjar stuðulstilsagnir. Við hesum kemur greitt fram í hvønn mun talan er ávikavist um útreiðsluførslu av stuðuli og afturgjald av stuðuli.
Fíggjarmálaráðið, 24. juni 2015
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)