Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. september 1988Nr. 104
Løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2020
Partur A
Apoteksverkið
Kapittul I
Almennar ásetingar um apoteksverkið
§ 1. Apoteksverkið er stovnur undir Føroya landsstýri.
§ 2. Heimild til at bera heitið apotekari hevur bert tann, sum er settur fyristøðumaður á einum apoteki.
2. stk. Heitið apotek ella heiti, sum apotek er uppi í, er tilskilað eindum, sum umfataður eru av § 1.
3. stk. Apotekum skulu verða givin nøvn, sum landsstýrið ásetir.
§ 3. Landsstýrið ger av, um apotek skulu verða sett á stovn, avtikin ella flutt.
§ 4. Apotekari kann ikki vera í vinnu sum lækni, tannlækni ella djóralækni.
2. stk. Tann, sum er í vinnu sum lækni, tannlækni ella djóralækni, kann ikki reka ella hava samstarv við eitt virki, sum hevur loyvi eftir § 34, 1. stk., uttan við loyvi frá landsstýrinum. Í seinast nevnda loyvi kann landsstýrið áseta treytir.
Kapittul II
Starvsfólk
§ 5. Landsstýrið tilnevnir landsapotekaran.
2. stk. Landsstýrið ásetir nærri reglur um virki landsapotekarans.
§ 6. Landsstýrið setir ein apotekara á hvørjum apoteki.
§ 7. Tann, sum verður tilnevndur landsapotekari ella apotekari, skal:
1) hava staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond og
2) av starvi frammanundan vorðin skikkaður til at standa fyri rakstrinum av apoteki.
2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um, at tann útbúgving, sum kravd er í 1. stk., nr. 1, skal vera ískoytt eftir- ella framhaldsútbúgving.
§ 8. Apotekarin skipar fyri rakstrinum av apotekinum og hevur ábyrgd av, at virkið verður útint forsvarliga og samsvarandi galdandi ásetanum og givnum fyriskipanum.
2. stk. Er apotekari frá, skal hann síggja til at seta forsvarliga leiðslu á apotekinum.
§ 9. Landsstýrið ásetir reglur um heimildir og heiti til starvsfólk, sum starvast á apotekinum.
2. stk. Landsstýrið ásetir reglur um útbúgving av tøkniligum starvsfólki á apotekunum.
§ 10. Til verkliga upplæring og undirvísing hava apotekini skyldu at taka ímóti farmasilesandi og øðrum, sbr. § 9, 2. stk., í útbúgving sum seinni gevur atgongd at starvi í útgerð við heilivági.
§ 11. Til tess at fremja millumlanda avtalur kann landsstýrið áseta reglur um at seta í starv á apoteki persónar við útbúgvingum, sum miða ímóti yrki á apoteki og sum hava uppruna frá útbúgvingarstovnum uttan fyri ríkið.
2. stk. Hevur persónur útbúgving, ið kann javnmetast við eina útbúgving, sum finst í ríkinum og sum heimilar yrki á apoteki, kann landsstýrið annars loyva starvsseting á apoteki. Í loyvinum verða at tilskila tær heimildir, sum persónurin hevur. Loyvið kann verða tíðaravmarkað.
§ 12. Tekur ósemja seg upp millum apoteksverkið og starvsfólkið, kann landsstýrið fyribils taka undan reglur, ásettar samb. § 9, ella við heimild í kapitli III, tá ið atlitið at tí at tryggja fólki veiting av heilivági krevur tað.
Kapittul III
Innrætting og rakstur av apotekum
§ 13. Landsstýrið ásetir reglur um virki hjá teim ymsu apotekseindum og kann áseta reglur um rakstur teirra.
2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um innrætting av hølum, har apoteksyrki verður rikið, og útgerð teirra.
§ 14. Avgreiðslutíðir og vaktarskipan verða at laga eftir umstøðunum á staðnum, og landsapotekarin skal góðkenna tær.
§ 15. Apotek skulu hava vørugoymslu, sum er hóskandi og nóg stór til eftirspurningin á staðnum.
2. stk. Apotek skulu skjótast gjørligt eftirlíka áheitan um at útvega ein og hvønn heilivág, sum apotekum er tilskilað at selja, ella sum verður fyriskipaður við forskrift og sum lógliga kann verða handlað við her á landi.
3. stk. Landsstýrið kann av trygdarorsøkum áleggja apotekum at leggja á goymslu ikki undir ávíst mark ávísan heilivág og aðrar vørur.
§ 16. Umframt heilivág er loyvt apotekum at hava hóskandi úrval av øðrum vørum.
2. stk. Landsstýrið kann áleggja apotekum at reka handil við ávísum vørum og at steðga við søluni av ávísum vørum.
§ 17. 1) Landsstýrið ásetir reglur um hvørjir heilvágir skulu útflýggjast eftir forskrift frá lækna, tannlækna ella djóralækna (forskrift), um hvussu forskriftirnar skulu orðast, setast upp o.a.m. og um útflýgging apotekanna av slíkum heilivági, heruppií um útflýgging í serstøkum føri uttan trygd fyri gjalding.
2. stk. 1) Landsstýrið kann leggja treytir við og gera reglur um:
a) tá flogskiparar, skiparar ella reiðarar biðja um heilivág, sum forskrift krevst til, til heilivágkistur, til flogfør ella skip, teir annaðhvørt føra ella gera út,
b) 2) tá ljósmøður, heimasjúkrarøktarfrøðingar og tannrøktarar biðja um heilivág, sum forskrift krevst til, til nýtslu í yrki teirra.
3. stk. Til tess at fremja millumlanda sáttmálar kann landsstýrið áseta reglur um, at forskriftir, sum givnar eru út av persónum, sum hava heimild til tess eftir reglum í øðrum landi, eisini skulu verða avgreiddar her á landi.
§ 18. Landsstýrið ásetir reglur um útrokning av søluprísinum til nýtarar frá apotekum, handkeypssølum, læknum og djóralæknum á vøru, sum søla av er tilskilað apotekum.
Kapittul IV
Handkeypssølur, sjúkrahús, heilivágveitandi læknar og djóralæknar
§ 19. Landsapotekarin góðkennir stovnseting og avtøku av handkeypssølum.
2. stk. Landsapotekarin ásetir í góðkenningini treytir um innrætting og rakstur av teimum sølum, sum nevndar eru í 1. stk.
§ 20. Landsstýrið kann áseta reglur um og taka avgerð um, hvussu sjúkrahús og aðrir líkir stovnar skulu keypa, goyma og annars handfara heilivági.
§ 21. Kommunulæknar kunnu í kommunum, har einki apotek er, reka handil við heilivági.
2. stk. Djóralæknar kunnu í kommunum, har einki apotek er, reka handil við heilivági ætlaður dýrum.
3. stk. Landsapotekarin kann áseta nærri treytir fyri heilivágveitingini hjá tí einstaka kommunulæknanum ella djóralæknanum.
Kapittul V
Fíggjarviðurskifti
§ 22. 3) Landsapotekarin og apotekini eru ein búskaparlig eind.
2. stk. Landsapotekarin og hvørt av apotekunum hava hvørt sín roknskap, sum verður grannskoðaður av ríkisgóðkendum grannskoðara og síðan góðkendur eftir reglunum um almennan roknskap.
3. stk. Fíggjarætlanaruppkast og takstuppskot fyri apoteksverkið verða viðgjørd av landsapotekaranum og apotekarunum í felag og verða við teirra fylgisviðmerkingum send landsstýrinum.
4. stk. Fíggjarætlanaruppskotið verður sent landsstýrinum í seinasta lagi á hvørjum ári til ta tíð, landsstýrið hevur ásett.
Kapittul VI
Apoteksgrunnurin
§ 23. 3) (Strikað).
2. stk. 3) (Strikað).
3. stk. 3) (Strikað).
§ 24. 3) (Strikað).
Partur B
Heilivágur
Kapittul VII
Heilivágøkið
§ 25. Heilivágur er umfataður av hesi lóg, smb. tó § 27, 2. stk. Við heilivág er at skilja vøra, sum ætlað er til at geva fólki ella dýrum til at fyribyrgja, gera av, linna, viðgera ella grøða sjúku, sjúkueyðkenni og pínu, ella til at ávirka likamsvirki.
2. stk. Ásetingar lógarinnar um heilivág fevna eisini um gitnaðarforðandi miðal.
§ 26. Landsstýrið kann áseta reglur um, at lógin ella ávísar ásetingar í henni skulu nýtast upp á vøru, sum – uttan at vera umfatað av § 25, 1. stk., – skal nýtast til fyribyrging, avgerð um og viðgerð av sjúku (læknalig hjálpartól), umframt til at staðfesta gitnað.
§ 27. Lógin fevnir ikki um matvørur, njótingarevni, fóður, vørur til útvortis nýtslu bert til fríðkanarendamáls, heldur ikki um matvøru- og fóðuruppískoyti til dýr (vitamin, steinsløg o.a.m.). Landsstýrið kann við kunngerð fyriskipa, at vørur av nevnda slagi verða tiknar inn undir lógina, um so er, at serligir eginleikar ella óheppin árin standast av at nýta hesar vørur, krevja tað.
2. stk. Landsstýrið kann heilt ella lutvíst taka undan lógini ávísar vørur ella vørubólkar, sum ásetingarnar í § 25 annars fevna um, og seta reglur um slík undantøk.
Kapittul VIII
Almennar reglur um heilivág
§ 28. 4) Reglur um dygd o.a. í heilivági verða ásettar av landsstýrismanninum í eini heilivágsskrá ella tílíkt.
Stk. 2. 4) Landsstýrismaðurin kann gera av, at heilivágsskráir, sum verða útgivnar av heilsumyndugleikunum í Danmark undir heitinum Danske Lægemiddelstandarder, heilt ella sum ein part skulu hava gildi her á landi.
Stk. 3. 4) Í kunngerðum um heilivágsskrá sambært hesi grein kann sjálv heilivágsskráin verða undantikin frá kunngering í Kunngerðarblaðnum.
§ 29. 1) Bert apoteksverkið hevur loyvi til at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, um so er, at einki annað er ásett í hesi lóg ella av reglum ásettum við heimild í lógini.
2. stk. 1) Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri:
1) koppingarevni og serum frá Statens Seruminstitut, Statens veterinære Serumlaboratorium ella Statens veterinære Institut for virusforskning, sum sjúkrahús og læknar ávikavist djóralæknar flyta inn,
2) heilivág, sum ferðandi her til landið hava við sær til egna nýtslu.
3. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um ta handfaring av heilivági, sum nevnd er í stk. 2.
§ 30. Landsstýrið ásetir reglur um framleiðslu, eftirlit, goymsluhald og goyming av heilivági og øðrum vørum á apotekum.
§ 31. Landsstýrið kann loyva virkjum, sum eru ikki undir apoteksverkinum, at framleiða heilivág til útflutnings og til sølu til apotekini. Landsstýrið kann í loyvinum áseta fylgistreytir.
2. stk. Landsstýrið ásetir nærri reglur um slíkt virksemi og eftirlitið við heinni.
§ 32. Navn á heilivági skal ikki vera villleiðandi viðvíkjandi samanseting, virkan ella eginleikum annars, og skal ikki kunna koma í bland við nøvn á øðrum heilivági.
2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um íløt og navnaseðlar til heilivág og stødd á pakkingum eins og landsstýrið hesum viðvíkjandi kann seta krøv til einstakan heilivág.
3. stk. Á navnaseðlum á farmaseutiskum sertilbúningum, smb. kap. IX, skal felagsnavnið á heilivágnum, ið skrásetingarráðið hevur góðkent, verða sett, so tað er skilligt at lesa, og stavirnir skulu vera ikki minni enn helvtin av teimum støvum, ið møguliga sernavnið á heilivágnum er prentað við.
§ 33. Landsapotekarin kann góðkenna, at ávísum heilivági verður givið serføroyskt navn.
§ 34. Landsstýrið kann forbjóða handli við og útflýgging av heilivági og gera av, at framleiðari ella innflytari skal taka aftur avlopsgoymslur av heilivági, sum
1) er frá virki, sum ikki hevur landsstýrisins loyvi eftir § 31, 1. stk., ella sum ikki vil samstarva við eftirlitið sbr. § 31, 2. stk.,
2) er ikki støðug í samanseting síni, inniheldur evni, sum stendur ikki mát til góðsku, ella sum annars er ikki nóg trygt framleiddur,
3) ikki samsvarar við tað, ið á navnaseðlinum ella í lýsingum o.ø.t. stendur,
4) hevur í sær onnur evni ella er til aðra nýtslu enn ta, sum uppgivin er,
5) við vanligari nýtslu hevur við sær hjáárin, ið er misjavnt við ætlaðu heiliráðiligu virkanina ella hevur við sær vanda av heilsuligum slagi,
6) kann strikast í skránni yvir farmaseutiskar sertilbúningar, sbr. § 38.
Kapittul IX
Farmaseutiskir sertilbúningar
§ 35. Farmaseutiskir sertilbúningar eru heilivágur, sum ætlaður er at reka handil við og útflýggja til nýtaran í upprunapakking framleiðarans undir tí navni, framleiðarin hevur kosið.
2. stk. Ikki er loyvt at flyta inn, reka handil við ella flýggja út farmaseutiskan sertilbúning uttan so, hann er upptikin í ta sertilbúningarskrá, ið skrásetingarráðið heldur.
3. stk. Uttan mun til ásetingina í 2. stk. kann landsapotekarin undir serligum umstøðum loyva innflyting, handli við og útflýgging av ávísum farmaseutiskum sertilbúningi, tá ið sertilbúningurin er góðkendur í einum av Norðurlondunum.
§ 36. 1) Landsstýrið setir eitt skrásetingarráð, sum ger av mál viðvíkjandi skráseting av farmaseutiskum sertilbúningum. Skrásetingarráðið kann áseta fylgistreytir, og kann landsstýrið áseta gjald fyri skráseting av farmaceutiskum sertilbúningi.
2. stk. Landsstýrið ásetir reglur um samansetingina av ráðnum og starvsskipan tess.
3. stk. Í sambandi við avgerð um farmaseutiskur sertilbúningur skal skrásetast, skal skrásetingarráðið meta um slag av sertilbúningi, samanseting, dygd, prísi og haldgóðsku. Farmaseutiskur sertilbúningur, sum er heiliráðiliga heimilaður og sum tørvur er á, eigur at verða skrásettur.
§ 37. Skrásetingarráðið kann góðtaka metingar, sum við sama endamáli hava verið gjørdar av samsvarandi myndugleika í øðrum landi ella av altjóða stovni, tá ið gerast skal av, um treytin fyri skráseting av farmaseutiskum sertilbúningi er lokin.
§ 38. Skrásetingarráðið kann taka farmaseutiskan tilbúning av skránni, um so er, at:
1) samansetingin ella útsjónd verður broytt uttan loyvi frá skrásetingarráðnum,
2) lógarinnar treytir fyri skráseting ella fylgistreytir samb. § 36, 1. stk., ikki verða hildnar,
3) sertilbúningurin verður handlaður, útflýggjaður, merktur ella lýstur ímóti reglunum í § 34 og við ásetingum fyriskipaðar við heimild eftir § 32, 2. stk.
§ 39. Ein og hvør kann hjá skrásetingarráðnum fáa at vita, hvørjir tilbúningar eru skrásettir.
Kapittul X
Heilsubótarlig rannsókn. Søla ella útflýgging av heilivági til serstøk endamál
§ 40. Heilsubótarlig rannsókn skal ikki byrja fyrr enn fráboðað er til landslæknan; er talan um dýr so til landsdjóralæknan, og tá ið landslæknin ávikavist landsdjóralæknin hevur latið kvittan fyri fráboðanina. Fráboðað verður bæði av tí lækna, tannlækna ella djóralækna, sum stílar fyri rannsóknini og av framleiðaranum av heiliváginum ella umboðsmanni hansara. Landsstýrið kann í serligum føri loyva, at fráboðað verður ikki av framleiðara ella umboðsmanni hansara.
2. stk. Landslæknin ávikavist landsdjóralæknin kunnu eina og hvørja tíð geva boð um, at ein rannsókn verður broytt ella steðgað, ella um umstøðurnar rannsóknini viðvíkjandi.
3. stk. Læknin, tannlæknin ella djóralæknin, sum stílar fyri rannsóknini, skal beinanvegin boða landslæknanum ávikavist landsdjóralæknanum frá, um so er, at álvarsom hjáárin vísa seg, og tá ið rannsóknirnar eru endaðar, skal hann altíð senda úrslitini til landslæknan ávikavist landsdjóralæknan.
§ 41. Heilivágur kann seljast ella útflýggjast til heilsubótarliga rannsókn, sum er fráboðað sbr. § 40. Landslæknin ávikavist landsdjóralæknin sbr. § 40, 1. stk., kann forbjóða, at rannsóknir við heilivági, sum ikki er skrásettur, verða gjørdar fyri ávísan dag.
2. stk. Landsapotekarin kann í serligum førum loyva innflutningi, sølu ella útflýgging í avmarkaðari nøgd av heilivági, sum ikki er til sølu í Føroyum, til onnur endamál enn heilsubótarligar rannsóknir.
3. stk. Landsapotekarin kann loyva útflýgging uttan gjald av heilivági, sum er til sølu í Føroyum.
4. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um sølu ella útflýgging eftir 1.-3. stk. Landsapotekarin kann leggja serligar fylgistreytir við loyvinum eftir 2. og 3. stk.
Kapittul XI
Lýsing um heilivág o.a.m.
§ 42. Forboðið er beinleiðis ella óbeinleiðis at lýsa vørur, sum ikki eru heilivágur, at tær eru fyribyrgjandi, linnandi ella virknar móti sjúku ella sjúkaeyðkennum ella í lýsingum at nýta orðið apotek ella tilskilan, sum beinleiðis ella óbeinleiðis gevur fatan av heiliráðiligari ella heiliráðlívfrøðiligari virkan.
2. stk. Landsstýrið kann loyva slíka lýsing, tá ið serligar orsøkir eru til tess og kann áseta treytir hesum viðvíkjandi.
§ 43. Forboðið er at lýsa við heilivági, sum ikki er loyvt at reka handil við ella flýggja út her á landi.
§ 44. Forboðið er at lýsa við heilivági
1) í filmi,
2) í útvarpi og sjónvarpi,
3) úti á skeltum, uppsløgum, ljóslýsingum o.ø.t.,
4) í flutningsførum og
5) í almennum hølum, uttan apotekshølum.
§ 45. Landsstýrið kann í heilt serligum førum loyva undantak frá forboðnum í § 44 og kann áseta treytir fyri hesum.
§ 46. Lýsing, sum ikki kemur undir forboðið eftir § 44 ella av reglum í § 47, er bert loyvd, tá ið slagið av lýsing, uppseting og innihald er góðkend av landsstýrinum.
2. stk. Lýsingin skal vera hóvsom í orðum og ikki geva ov nógv avgjørda, ófullfíggjaða, reingjandi ella villleiðandi mynd av heilivágnum.
§ 47. Lýsing um heilivág og tær vørur, ið nevndar eru í § 42, er loyvd fyri farmaseutum, læknum, tannlæknum, djóralæknum og lesandi í hesum námsgreinum og í yrkisbløðum hjá hesum nevndu persónbólkum. Landsstýrið kann loyva at lýst verður í yrkisbløðum hjá øðrum, ið starvast hjá heilsuverkinum.
2. stk. Í lýsingum til persónbólkar, ið nevndir eru í 1. stk. skulu vera upplýsingar um navn og møguligt felagsnavn á heilivági á, soleiðis at felagsnavnið verður sett við somu støvum og á sama hátt sum møguligt sernavn á heiliváginum. Í lýsingum fyri blandingssertilbúningar, sum einki felagsnavn hava, skal skilliga vera upplýst um felagsnøvnini á øllum virknum evnum. Eftir reglum, sum ásettar eru av landsstýrinum, skulu í lýsingum um heilivág upplýsingar standa um heilivágsins góðkendu ábendingarøki, mótábendingarøki, hjáárin og vandamál, skamt, dispenseringarform, søluprís og reglur um tilskot. Prentlutir o.a.m. skulu vera skiliga dagfestir, og tá ið lýst verður við heilivági, sum er undir ávísum treytum viðvíkjandi sølu og útflýgging, skal vera greiniliga tilskilað.
3. stk. Hevur skrásetingarráðið góðkent ávíst ábendingarøki fyri farmaseutiskum tilbúningi, er bert loyvt at lýsa við hesum øki.
4. stk. Landsstýrið kann krevja at framleiðarar og innflytarar í skrivum, prentlutum ella í lýsingum, boða frá rættingum og uppískoytum til upplýsingar í lýsingartilfari. Landsstýrið kann gera av, hvussu rættingar og uppískoyti skulu vera til form og innihald.
Partur C
Felagsásetingar
Kapittul XII
Áseting um eftirlit o.a.m.
§ 48. Landsstýrið kann við kunngerð leggja sínar heimildir eftir lógini til landsapotekaran.
2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um klagu um avgerðir, heruppií reglur um klagufreistir.
§ 49. Tá ið útlendsk virki sum framleiða heilivág eru undir eftirliti av myndugleika í øðrum landi, kann skrásetingarráðið góðtaka hetta eftirlit, sum var tað útint her á landi.
§ 50. Landsapotekarin hevur eftirlit við, at lógin og ásetingarnar við heimild í lógini verða hildnar.
Kapittul XIII
Revsiásetingar
§ 51. 1) Um ikki størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóg, kann tann revsast við sekt sum:
1) ger brot móti § 2, 1. og 2. stk., § 4, § 29, § 32, 3. stk., § 35, 2. stk., § 40, 1. og 3. stk., § 42, § 43, § 44, § 46, 2. stk., og § 47, 2. og 3. stk.,
2) fjónar treytir sum liggja við sum loyvi ella góðkenning sambært lógarinnar § 4, 2. stk., § 17, 2. stk., § 19, 2. stk., § 21, 3. stk., § 29, 3. stk., § 31, 1. stk. 2. pkt., § 41, 4. stk. 2. pkt., § 42, 2. stk. ella § 45, ella sambært fyriskipanum, sum ásettar eru við heimild í lógini,
3) lýður ikki banni ella boðum fyriskipað eftir lógarinnar § 34, § 40, 2. stk., § 41, 1. stk., 2. pkt. ella § 47, 4. stk.
2. stk. Sekt kann verða givin sum revsing fyri brot móti fyriskipanum, sum ásettar eru við heimild í lógarinnar § 9, 1. stk., § 17, § 18, § 20, § 28, § 30, § 31, 2. stk., § 32, 2. stk., § 41, 4. stk., 1 pkt. og § 47, 2. stk., 3. pkt.
3. stk. Fyri brot sum gjørd eru av partafeløgum, smápartafeløgum, lutafeløgum e.t. kann felagið sum slíkt koma undir sektarábyrgd. Er brotið framt av kommunu ella kommunufelagsskapi kann sektarábyrgdin verða løgd á kommununa ella kommunala felagsskapin.
Kapittul XIV
Gildiskoma og umskiftisásetingar
§ 52. Lógin kemur í gildi 1. januar 1989.
2. stk. Samstundis fara úr gildi:
1) Lov nr. 121 frá 29. apríl 1913 om apotekervæsenet på Færøerne,
2) løgtingslóg nr. 14 frá 28. mars 1949 um apotek,
3) løgtingslóg nr. 60 frá 2. desember 1949 um ognartøku av grundum og byggningum til apotek o.a. og
4) løgtingslóg nr. 63 frá 16. desember 1949 um apotekaragrunn o.a.
§ 53. Kunngerðir við heimild í lógarinnar § 9, § 13, § 17, § 18, § 20, § 26, § 27, § 28, § 30, § 31, 2. stk., § 32, 2. stk., § 41, 4. stk., 1. pkt. og § 47, 2. stk., 3. pkt. kunnu áseta, at kunngerðir fyriskipaðar ávísandi til donsku apotekara- og heiliváglógirnar verða settar í gildi í Føroyum við broytingum ella uttan.
§ 54. Til skrásetingarráðið hevur stovnsett ta tilbúningaskrá, ið nevnd er í § 35, 2. stk., er tað loyvt í Føroyum at handla við farmaseutiskum tilbúningum, sum eru upptikin í tilbúningarskránni hjá danska heilsustýrinum.
2. stk. Landsstýrið ásetir við kunngerð, nær tann tilbúningarskrá, ið er førd av skrásetingarráðnum, skal verða stovnsett.