Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. november 1984Nr. 106
Løgtingslóg um útbjóðing v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
§ 1. Henda lóg er galdandi fyri innheinting av boðum uppá arbeiðir og veitingar innan byggivirksemi, tó ikki skipabygging.
§ 2. 1) Sum útbjóðing eftir hesi lóg er at skilja, at arbeiðir ella veitingar verða bodnar út soleiðis, at fleiri innan somu tíðarfreist, og við sama útbjóðingartilfari sum grundarlag, kunnu geva bindandi skrivlig boð, og soleiðis at tað í útbjóðinigi verður upplýst, at eisini aðrir hava fingið høvi til at bjóða. Boð kunnu verða latin inn talgilt, uttan so, at útbjóðarin frammanundan hevur útihýst hesum. Útbjóðarin kann gera av, at boð skulu latast inn talgilt.
2. stk. Verður í útbjóðingartilfarinum biðið um broytingar-, frádráttar- og/ella sertilboð ella tílíkt, skal tað greitt í útbjóðingartifarinum vera sagt frá, hvørjar av hesum upphæddum tilsamans eru kappingargrundarlagið.
3. stk. Almenn útbjóðing verður lýst í bløðunum ella á líknandi hátt uttan nakra avmarking av, hvør ið kann bjóða.
4. stk. Er útbjóðingin bundin (ikki almenn) verður áheitan um at bjóða send beinleiðis og bert til teir, ið ein ynskir at fáa boð frá.
§ 2 a. 1) Útbjóðing og útbjóðingartilfar, herundir útbjóðingarskriv, verkætlan, frágreiðingar og tilboðslistar, skulu vera á føroyskum máli.
Stk. 2. Tó kunnu tilvísingarskjøl, so sum standardir, normar, geotekniskar kanningar, databløð og líknandi vera á øðrum máli enn føroyskum.
§ 3. 1) Boð í samband við útbjóðing skulu verða opnað ta frammanundan ásettu tíðina á útbjóðingarstaðnum. Tey, sum boðið hava, hava rætt til at vera hjástødd tá ið boðini verða latin upp og verða gjørd kunnug við boðsupphæddirnar og møgulig fyrivarni.
2. stk. Har umhugsni fyri undirarbeiðstakarum ger tað neyðugt, kann almannakunngerðing av tilboðum útsetast til aftaná høvuðstilboðini eru latin upp, um nevndu boð frá undirarbeiðstakarum eru partur av hesum
§ 4. Útbjóðarin hevur
1) tá ið útbjóðingin er almenn, rætt til at velja ímillum øll innkomnu boðini ella at havna tey øll,
2) tá ið útbjóðingin er bundin, skyldu til, um annað ikki skilliga er greitt frá í útbjóðingarskrivinum, at taka við lægsta boðið, ella at havna teimum øllum, og boða luttakarunum frá hesum.
2. stk. Tá ið útbjóðing fer fram, má eitt avhendað boð, sum er hægri enn eitt annað boð, ikki lækkast.
§ 5. Í sambandi við útbjóðing er bannað
1) frammanundan at javna boð,
2) at áseta treytir um upplating av boðum og
3) at taka boð burturúr.
2. stk. Avtalur og viðtøkur um skyldu til frammanundan at boða yrkisfeløgum frá boðum, ella um skyldu hjá bjóðandi til at tingast ella á annan hátt at samarbeiða áðrenn boðið verður, eru bannaðar.
3. stk. Áðrenn boðini skulu vera inni, mugu bjóðandi bert hava fundir um útbjóðingina fyri at tingast um útbjóðingartilfarið, herundir spurningar um fyrivarni av tekniskum orsøkum og bert um útbjóðarin fær áheitan um at møta og bæði bjóðandi, sum eru skipaðir og óskipaðir, hava sama møguleika at luttaka á fundinum.
§ 6. Loyvt er ikki at taka ímóti framíhjáboðum um so er, at ein áður uppá sama arbeiði ella somu veiting hevur fingið útbjóðingarboð ella meira enn eitt framíhjáboð og ikki eru lidnir í minsta lagi 6 mánaðir frá útbjóðingardegnum, ávikavist aftaná móttøkuna av seinasta framíhjáboðnum, ella tríggjar mánaðir aftaná afturtøku av útbjóðingini ella havnan av framíhjáboðunum.
2. stk. Útbjóðing av arbeiði ella veiting, sum áður er útboðin ella framíhjáboð útvegað, kann í fyrsta lagi fara fram, tá ið tann fyrra útbjóðingin er tikin aftur, ella móttikin framíhjáboð eru havnað.
3. stk. Afturtøka av útbjóðing skal skrivliga fráboðast øllum bjóðandi.
§ 7. Ásetingar í løgtingslóg um príseftirlit og løgtingslóg um vinnu verða framvegis galdandi fyri viðurskifti eftir hesi lóg.
§ 8. 2) Brot á §§ 3, 4, 5 og 6 verða revsað við bót ella fongsli í upp til 4 mánaðir um so er, at strangari revsing ikki er uppiborin eftir borgarligu revsilógini. Áðrenn ákæra verður reist, skal málið leggjast fyri prísráðið til ummælis.
2. stk. Verður brotið framt av einum partafelag, lutafelag, felagsskapi ella tílíkum, kann felagið sjálvt koma undir bót.
§ 9. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1985.