Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 1999Nr. 107
Løgtingslóg um áseting av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 19. desember 2023 1)
§ 1. 1) Henda lóg um áseting av almannaveitingum er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 og 7 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.
§ 2. 2) 3) 4) 5) 6) 7) 8) 9) 10) 11) 12) 1) Almannaveitingar sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjonistar v.fl., løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verða árliga javnaðar sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar. Tó verður frádráttarfría inntøkuupphæddin fyri fólkapensjónistar í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., ikki javnað..
§ 3. 4) 5) 13) 14) 15) 16) 8) 9) 10) 17) 18) 19) 11) 12) 20) 1) 21) Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, upphæddirnar til uppihaldshjálp, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru:
1) Løgtingslóg um almannapensjónir o.a.:
|
Byrjunarár |
Kr. árliga |
Grundupphædd til fólkapensjón – støk |
2021 |
50.028,00 |
Grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør |
2021 |
39.756,00 |
Grundupphædd til fyritíðarpensjón – støk |
2014 |
72.360,00 |
Grundupphædd til fyritíðarpensjón – gift hvør |
2014 |
57.492,00 |
Viðbót til fólkapensjón – støk – fødd áðrenn 1. januar 1953 |
2016 |
45.252,00 |
Viðbót til fólkapensjón – støk – fødd aftaná 31. desember 1952 |
2020 |
57.348,00 |
Viðbót til fólkapensjón – gift hvør – fødd áðrenn 1. januar 1953 |
2016 |
36.372,00 |
Viðbót til fólkapensjón – gift hvør – fødd aftaná 31. desember 1952 |
2020 |
42.444,00 |
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk |
2018 |
62.184,00 |
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - gift hvør |
2018 |
57.804,00 |
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk |
2018 |
31.332,00 |
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør |
2018 |
29.496,00 |
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk |
2018 |
30.540,00 |
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør |
2018 |
27.864,00 |
Eyka viðbót til lægstu fyritíðarpensjónistar |
2014 |
34.080,00 |
Hjálparviðbót |
2014 |
36.096,00 |
Røktarviðbót |
2014 |
72.060,00 |
Avlamisviðbót/avlamisveiting |
2014 |
33.768,00 |
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar |
2024 |
61.900,00 |
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar |
2014 |
92.900,00 |
2) Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.:
|
Byrjunarár |
Kr. árliga |
Upphædd |
2014 |
7.608,00 |
3) Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.:
|
Byrjunarár |
Kr. |
Barnagjald sbrt.. § 5 |
2014 |
12.996,00 (árliga) |
Gjald í sambandi við føðing eftir § 6, stk. 1 |
2014 |
750,91 (eingangsupphædd) |
Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing eftir § 6, stk. 1 |
2014 |
1.284,89 (mánaðarliga) |
Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2 |
2014 |
12.996,00 (árliga) |
Økt barnagjald sbrt. § 15, stk. 3 |
2014 |
25.992,00 (árliga) |
Barnaískoyti sbrt. § 19a |
2015 |
2.500,00 (um ársfj.) |
4) Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur:
|
Byrjunarár |
Kr. |
Hægsta uppihaldsveiting |
2021 |
18.552 (mánaðarliga) |
5) Løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk:
|
Byrjunarár |
Kr. |
Hægsta uppihaldsveiting |
2021 |
18.552 (mánaðarliga) |
§ 4. 2) 16) 1) Giftur pensjónistur, sum fær varandi bútilboð á stovni, góðkendur sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, fær pensjón samsvarandi við stakan pensjónist frá mánaðinum aftaná, at hann er fluttur inn.
Stk. 2. 1) Pensjónistur, hvørs hjúnafelagi fær varandi bútilboð á stovni, góðkendur sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, fær pensjón samsvarandi við stakan pensjónist frá mánaðinum aftaná, at hjúnafelagin er fluttur inn.
Stk. 3. 1) Giftur pensjónistur, sum hóast liðugt viðgjørdur, framhaldandi er innskrivaður á sálarsjúkrahúsi og er á visiteraðum bíðilista til varandi bútilboð á stovni, góðkendur sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, fær pensjón samsvarandi við stakan pensjónist frá mánaðinum aftaná, at pensjónisturin verður mettur at vera liðugt viðgjørdur.
Stk. 4. 1) Pensjónistur, hvørs hjúnafelagi er innskrivaður á sálarsjúkrahúsi hóast liðugt viðgjørdur og er á visiteraðum bíðilista til varandi bútilboð á stovni, góðkendur sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, fær pensjón samsvarandi við stakan pensjónist frá mánaðinum aftaná, at hjúnafelagin verður mettur at vera liðugt viðgjørdur.
§ 5. 4) 5) Javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, tó ikki samdøgursupphæddir og eingangsupphæddir. Frádráttarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100.
§ 6. 2) 13) 16) Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð í seinasta lagi 1. desember á hvørjum ári javnaðu almannaveitingarnar fyri komandi ár.
§ 7. 2) Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2000, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum.
Stk. 2. Pensjónistur, sum er giftur við ikki-pensjónisti, sum áðrenn 1. januar 2000 fekk eina hægri grundupphædd, varðveitir rættin til hesa upphædd, soleingi sum hjúnafelagin ikki er pensjónistur. Munurin millum ta grundupphædd, pensjónisturin hevði rætt til sambært lóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum og hesi lóg, verður útgoldin sum persónlig viðbót. Tá talan er um fyritíðarpensjónistar, verður viðbótin inntøkujavnað samsvarandi reglunum í § 19 í lógini um almannapensjónir.
Tórshavn, 22. desember 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
1) Broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 12. desember 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2021.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 2001, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 10. mai 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 21. mars 2002, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri januar mánað 2002.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2002, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri januar mánað 2002.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 12. desember 2008, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar mánaði 2009.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 9. desember 2010, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar mánaði 2011.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 16. desember 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá útgjalding av veitingum fyri januar mánað 2012. Stk. 2. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, verður § 1, nr. 1 í løgtingslóg nr. 139 frá 6. oktober 2011 um broyting í áseting og javning av almannveitingum strikað.”
9) Broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 7. desember 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar mánaði 2013.”
10) Broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 18. desember 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar mánaði 2014.”
11) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 30. apríl 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2019 og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2020.”
12) Broytt við løgtingslóg nr. 145 frá 13. desember 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020. Stk. 2. Tó koma § 1, nr. 4 og 5 í gildi 1. desember 2020 og hava virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2021.”
13) Broytt við løgtingslóg nr. 113 frá 11. desember 2007, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008 og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar mánaði 2008.”
14) Broytt við løgtingslóg nr. 114 frá 11. desember 2007, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. § 1, nr. 1 í hesi lóg kemur í gildi 1. januar 2008. Stk. 2. § 1, nr. 2 verður frá 1. januar 2009 sett ístaðin fyri § 1, nr. 1.”
15) Broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 21. mai 2008, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2008.”
16) Broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 6. oktober 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.”
17) Broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 22. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við juli 2015.”
18) Broytt við løgtingslóg nr. 164 frá 24. desember 2015 har §§ 2 og 3 ljóða soleiðis: “§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við februar 2016. § 3, Stk. 1. Teir persónar, sum hava rætt til fólkapensjón, men sum ikki hava rætt til fult útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, fáa eina árliga viðbót svarandi til tað, ið viðkomandi missir orsakað av, at grundupphæddin í fólkapensjónini lækkar og at viðkomandi ikki hevur rætt til fult útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útrokning av viðbótini. Stk. 3. Rætturin til viðbót eftir stk. 1 er treytaður av, at viðkomandi hevur rætt til fólkapensjón, tá lógin kemur í gildi. Stk. 4. Er árliga viðbótin minni enn 1/40 av grundupphæddini í fólkapensjónini, fellur henda burtur. Stk. 5. Viðbótin verður útgoldin mánaðarliga samstundis, sum fólkapensjónin verður útgoldin. Stk. 6. § 3 fer úr gildi 31. desember 2016.”
19) Broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 20. desember 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við februar 2018. Stk. 2. Árligu veitingarupphæddirnar í § 1, nr. 1-6, verða við útgjald í 2018 býttar við 12 og faldaðar við 11. Stk. 3. Fyri stakan fyritíðarpensjónist, ið hevur fingið tillutaða hægstu fyritíðarpensjón, og sum er búsitandi í Danmark ella í Grønlandi sbrt. § 3, stk. 4 í almannapensjónslógini, tá lógin kemur í gildi, er árliga viðbótin kr. 71.928,00. Stk. 4. Fyri giftan fyritíðarpensjónist, ið hevur fingið tillutaða hægstu fyritíðarpensjón, og sum er búsitandi í Danmark ella í Grønlandi sbrt. § 3, stk. 4 í almannapensjónslógini, tá lógin kemur í gildi, er árliga viðbótin kr. 64.944,00. Stk. 5. Viðbøturnar í stk. 3 og 4 verða javnaðar sambært § 2 í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.” (Í løgtingslóg nr. 171 frá 20. desember 2017, § 1, nr. 6 stendur, at viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift - til hvønn at vera: kr. 17.668,00, meðan sama viðbót sambært løgtingslóg nr. 137 frá 18. desember 2013 § 3 er ásett at vera: kr. 17.688,00.)
20) Broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 5. desember 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2015.”
21) Broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 19. desember 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2024.”