Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 03-04-1970
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. apríl 1970Nr. 11

Løgtingslóg um eigaraíbúðir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 11. februar 2013

§ 1. Undir hesa lógina koma íbúðir sum hvør sær er egin ogn (eigaraíbúðir).

Stk. 2. Undir reglurnar um eigaraíbúðir koma eisini handlar, skrivstovur, goymslurúm, búrúm og onnur serliga avskilað húsarúm.

§ 2. 1) Eigari av íbúð hevur í felag við hinum eigarunum av íbúðum ognarrættin til grundina, lutir í felag og tilhoyr v.m. eftir býtistali, sum fyrisett er sum brotpartur. Er býtistal ikki fyrisett, eru allar íbúðirnar javnbjóðis um. Eigararíbúðir kunnu eftir somu reglum stovnast í eigindómum á leigaðum grundøki.

Stk. 2. Til íbúðina liggja rættindir og skyldur í sama mun hjá eigara sum luttikin er í felagsskapinum hjá øllum eigarunum (eigarafelagnum).

Stk. 3. Rættindini og skyldurnar eftir stk. 1 og 2 kunnu ikki loysast frá ognarrættinum til íbúðina.

§ 3. Eigaraíbúðir kunnu bert gerast í húsi, sum alt er lagt sundur til eigaraíbúðir.

§ 4. Hvør eigaraíbúðin er at skilja sum egin føst ogn.

Stk. 2. 2) Gjøllari reglur um tinglýsing av rættindum í eigaraíbúðum verða fyrisettar av landsstýrinum.

§ 5. Eigarafelagsskapurin kann fyriseta reglur um lag og skil í eini húsreglugerð.

Stk. 2. Eigari skal lata upp íbúð, tá ið tað er neyðugt, til eftirlit og umvæling.

§ 6. Felags útreiðslur, herí roknaðar útreiðslur viðvíkjandi grundini, gjøld til vegir og rennur, tryggingargjøld og útreiðslur til fyrisiting og viðlíkahald av felags lutum og tilhoyri, gjøld til møguligan stovngrunn o.t. verða at gjalda av eigaranum í sama lutfalli sum nevnt í § 2, stk. 1.

Stk. 2. Ger eigari tiltøk í íbúð síni, sum vaksa um tær útreiðslur, ið nevndar eru í stk. 1, skal hann gjalda eykakostnaðin.

§ 7. Greiniligari fyriskipan um leiðslu av eigarafelagnum, roknskaparførslu, grannskoðan v.m. verður ásett av landsstýrinum í normalkunngerð, sum er galdandi, um ikki annað er samtykt og tinglýst.

§ 8. Brýtur eigari grovliga ella ferð eftir ferð skyldur sínar móti eigarafelagnum ella einstøkum limi, kann felagið áleggja honum at flyta úr íbúð síni við hóskandi freist.

§ 9. Verður íbúð í húsum, sum eru í gerð, avhend, skal avhendarin, áðrenn avtala verður gjørd, gera hann, ið tekur við, kunnugan við kostnaðarætlan um byggingina, ætlan um ta endaligu fíggjanina av húsunum og íbúðini og rakstrarútreiðslurnar.

§ 10. Undir lógina koma bert íbúðir í húsum, sum grundað eru, eftir at lógin er komin í gildi og ætlað til tess at leggja sundur í eigaraíbúðir.

Stk. 2. 3) Øll sundurbýtismál skulu sendast avvarðandi kommunu til ummælis. Kommunan skal greitt tilskila, um eitt møguligt sundurbýti ikki er í samsvari við:

1)   lóggávuna um byggi- og brunaviðurskifti,

2)   eina góðkenda byggisamtykt ella býarskipan ella

3)   lóggávuna annars.

Stk. 3. 3 Verður tað í ummæli frá kommununi eftir stk. 2 ella á annan hátt upplýst, at tað við sundurbýtinum koma fram viðurskifti, sum ikki samsvara við reglurnar í teimum í stk. 2, nr. 1-3 nevndu viðurskiftum, verður sundurbýtið ikki góðkent uttan so, at avvarðandi myndugleiki hevur givið undantaksloyvi.

§ 11. 4) 5) Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan í avgerðum, sum sambært hesi lóg kunnu kærast til landsstýrismannin, til kærunevndina í lendismálum, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.

§ 12. 4) Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 26. mai 1988.

2) Sí kunngerð nr. 63 frá 11. desember 1962 um tinglýsing sum broytt við kunngerð nr. 82 frá 18. november 1970 § 10a-§10 e á bls. 752.

3) Broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 11. februar 2013.

4) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 25. mai 2009, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis verður danski lógarteksturin strikaður.”

5) Við kunngerð nr. 91 frá 22. juni 2009 er kærumyndugleikin lagdur til kærunevndina í lendismálum sbr. løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006.