Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mars 2004Nr. 11
Løgtingslóg um at verja havnir
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Henda lóg er galdandi fyri havnafasilitetir, sum avgreiða hesi skip í altjóða sigling:
1) Ferðafólkaskip
2) Farmaskip upp á 500 BT ella meira, ella
3) Offshore boripallar, sum sjálvstøðugt kunnu flyta seg.
§ 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð gera reglur um at verja havnafasilitetir, so sum krøv til váðametingar, verndarábyrgdarar, verndarætlanir, verndarstig, verndarfeløg, verndarváttanir, verndarráð, eftirlit, venjingar, goymslu og samskifti. Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi loyva privatum at røkja ávísar uppgávur í sambandi við verndina.
Stk. 2. Starvsfólk hjá landsstýrismanninum og onnur, ið sum ein liður í arbeiðinum fáa upplýsingar eftir teimum reglum, sum eru ásettar við heimild í stk. 1, hava undir ábyrgd sbr. §§ 152 og 152a-e í revsilógini skyldu til at halda upplýsingarnar loyniligar fyri óviðkomandi, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Upplýsingar, sum eru fevndar av stk. 2, kunnu tó verða latnar útlendskum myndugleikum og altjóða felagsskapum í tann mun, tað verður gjørt sum avleiðing av altjóða avtalum ella bindingum.
§ 3. Í reglum, sum eru ásettar við heimild í hesari lóg, kann verða ásett, at brot á reglurnar verður revsað við bót.
Stk. 2. Fyri brot, sum løgfrøðiligir persónar, eitt nú partafeløg, smápartafeløg, lutafeløg, íognarfeløg, felagsskapir, grunnar, kommunur og landið gera, kann verða álagt tí løgfrøðiliga persóninum sum slíkum sektarábyrgd.
§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 31. mars 2004
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 37/2003