Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2006Nr. 110
Løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum, sum broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 17. mai 2011
§ 1. 1) Landsstýrismaðurin setur kærunevnd í lendismálum við trimum nevndarlimum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur, hinir tveir skulu vera ávikavist byggikønur og landmálarakønur. Fyri formannin og hinar nevndarlimirnar verða valdir tiltakslimir við samsvarandi sakkunnleika. Starvstíðin hjá nevndarlimum og tiltakslimum er 4 ár. Nevndarlimur verður sitandi, til nýggjur limur er valdur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær skrivarahjálp frá almennum kærustovni.
Stk. 3. 1) Limirnir fáa fasta mánaðarliga samsýning, tó fáa innkallaðir tiltakslimir fundarsamsamsýning eftir reglum landsins um fundarpening. Ferðaútreiðslur verða goldnar eftir reglum landsins um ferðapening.
Stk. 4. Kærunevndin er viðtøkufør, tá allir limir eru møttir.
Stk. 5. 1) Nevndarformaðurin kann einsamallur taka avgerð um at játta ella sýta steðgandi virknað í kærumálum, tá slík avgerð ikki tolir at bíða. Nevndarformaðurin skal uttan drál kunna nevndina um slíka avgerð.
§ 2. Kæra til kærunevndina í lendismálum skal vera skrivlig.
Stk. 2. Er ikki annað ásett í serligum reglum, er kærufreistin 4 vikur frá tí, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Í serligum føri kann kærunevndin viðgera kærumál, ið eru latin inn eftir, at kærufreistin er farin.
Stk. 3. Avgerðir hjá kærunevndini í lendismálum kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.
§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.
§ 4. Kærur, sum verða móttiknar frá og við 1. januar 2007, verða viðgjørdar av kærunevndini í lendismálum.
Stk. 2. Kærur, sum landsstýrismaðurin hevur móttikið áðrenn 1. januar 2007, verða viðgjørdar og avgreiddar av landsstýrismanninum.
Tórshavn, 13. desember 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jacob Vestergaard (sign.)
Lm. nr. 30/2006