7. desember 2012Nr. 119
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Skattseting av Húsalánsgrunninum og Búnaðargrunninum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 7. juni 2012, verður í § 5, stk. 3 “Føroya Realkreditstovn og Íleggingargrunnin fyri Føroyar” broytt til: “Føroya Realkreditstovn, Íleggingargrunnin fyri Føroyar, Húsalánsgrunnin og Búnaðargrunnin”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá inntøkuárinum 2013.
Tórshavn, 7. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 25/2012