Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 23-02-1999
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. februar 1999Nr. 12

Løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Løgtingsmenn verða samsýntir samvarandi 34. lønarflokki í tænastumanna-lógini íroknað vanliga viðbót.

Stk. 2. Aftrat samsýningini eftir stk. 1 verður veitt tingmonnum árligt kostnaðarendurgjald, grundað á reglurnar um endurgjald til tænastu- og starvsmenn, soleiðis:

a.    Flutningskostnaður við egnum bili við Strandfaraskipum Landsins 100 ferðir aftur og fram árliga.

b.    Koyripeningur millum heimstað og Tórshavn 100 ferðir aftur og fram árliga.

c.    Tímapeningur fyri 10 tímar dagliga í 100 dagar, tó fyri suðuroyartingmenn fullur dagpeningur í 100 dagar.

d.   Tingmenn í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og Hvítanesi fáa ikki kostnaðarendurgjald.

Stk. 3. Tingmaður, sum er valdur í øðrum valdømi enn Suðurstreymoy, men býr ella kann haldast at hava fast tilhald í Tórshavnar Kommunu, fær sum endurgjald fyri eykaútreiðslur í hesum sambandi samsýning smb. § 1, stk. 2, pkt. a, b og  c 50 ferðir árliga, roknað eftir miðaltalinum millum Tórshavn og stytstu og longstu farleið til pláss í valdøminum, har hann er valdur. Løgtingsins formansskapur tekur avgerð í ivamálum.

Stk. 4. Sum endurgjald fyri útreiðslur, ið standast av arbeiðinum sum løgtingsmaður, verður veitt hvørjum tingmanni eitt kostnaðarískoyti uppá 2.000 kr. um mánaðin. Gjøldini samb. stk. 2-4 eru skattafrí.

Stk. 5. Næstformonnum tingsins og nevndarformonnum sambært §§ 24 og 25 í tingskipanini verður veitt samsýning, sum er kr. 30.000,- árliga. Um tingmaður røkir fleiri størv eftir 1. pkt., fær hann bert eina samsýning.

Stk. 6. Í sambandi við ferðing uttanlands í løgtingsørindum verður veitt ferðaendurgjald og dag- og tímapeningur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins.

Stk. 7. Fyri hvønn tingdag, tingmaður ikki møtir á løgtingsfundi, verður gjørdur frádráttur í kostnaðarendurgjaldinum, sum er 1/100 av kostnaðarendurgjaldinum. Løgtingsskrivstovan ger frádráttin  upp á hvørjum ári í juni mánaði.

§ 2. Samsýningarnar og kostnaðarendur-gjaldið eftir § 1 verða goldnar við 1/12 mánaðarliga frammanundan  frá 1. degi í mánaðinum aftaná, at løgtingið hevur góðkent valbrævið hjá viðkomandi løgtingsmanni, til endan á tí mánaði, løgtingsmaður leggur tingsessin frá sær.

Stk. 2. Verður løgtingsmaður ikki afturvaldur ella má leggja tingsessin frá sær vegna sjúku, fær hann samsýning sambært § 1, stk. 1, í  1 mánað fyri hvørt árið, hann hevur havt sess á tingi, tó í minsta lagi í 4 mánaðir og í mesta lagi 6 mánaðir. Doyr løgtingsmaður, fáa hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning eftir § 1, stk. 1, í 6 mánaðir.

Stk. 3. Løgtingsmaður, sum fær farloyvi úr tinginum vegna sjúku, ella tí hann hevur fingið farloyvi at fara uttanlands í løgtings- ella fólkatingsørindum, varðveitir rættin til samsýning og forvinnur sær  eftirlønaraldur.

Stk. 4. Løgtingsmenn hava rætt til farloyvi uttan frádrátt í samsýning eftir § 1, stk. 1 og eftirlønaraldri í sambandi við barnsburð ella ættleiðing eftir reglunum, sum eru galdandi fyri tænastumenn.

Stk. 5. Løgtingsmenn, sum fáa farloyvi í sambandi við at teir gerast landsstýrismenn ella av øðrum orsøkum enn teimum, sum eru nevndar í stk. 3-4, missa rættin til samsýning og forvinning av eftirlønaraldri frá tí degi, teir fáa farloyvi úr tinginum, til tann dagin, teir taka við aftur løgtingssessinum.

Stk. 6. Varalimur fyri løgtingsmann fær samsýning og forvinnur sær eftirlønaraldur frá tí degi, hann hevur fingið tingsins góðkenning, ella um hann tekur við seinni, so frá hesum degi, til hann fer frá. Fyri tíðarskeið, sum eru minni enn 30 dagar, verður samsýningin roknað sum 1/30 av samsýningini fyri hvønn dagin, hann hevur sæti á tingi. Varamaður, sum hevur tikið sæti á tingi av aðrari orsøk enn fyri løgtingsmann, sum er vorðin landsstýrismaður og fær farloyvi úr tinginum, hevur ikki rætt til samsýning og forvinnur sær ikki eftirlønaraldur í farloyvistíðarskeiðnum.

§ 3. Løgtingsmaður, sum er í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felagsskapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum. Løgtingsmaður, sum hevur starv hjá einum stovni eftir 1. pkt. ella hjá ríkinum, kann í mesta lagi starvast 50% av tíðini í hesum starvi, meðan hann er løgtingsmaður ella varamaður fyri løgtingsmann.

§ 4. Løgtingsmaður hevur rætt til egineftirløn, tá hann í einum ella fleiri tíðarskeiðum hevur havt sæti á tingi í minsta lagi í 1 ár tilsamans. Eftirlønin verður útgoldin frá 1. í mánaðinum eftir, at tingmaðurin er fyltur 67 ár, og útgjalding eftir § 1 er steðgað, jvb. tó 2. stk.

Stk. 2. Um aldurin á tingmanni og  tvær ferðir starvsaldurin  í tinginum og í landsstýrinum tilsamans geva í minsta lagi 95 ár,  fær tingmaðurin eftirløn frá 60 ára aldri eftir somu reglum, sum eru ásettar í stk. 1. Formansskapur løgtingsins kann veita tingmanni, sum er farin frá og er fyltur 60 ár, egineftirløn samb. 1. stk., um heilsu-, fíggjar-lig- ella onnur sosial viðurskifti tala fyri tí.

Stk. 3. Hægsta egineftirlønin, sum er 60% av eftirlønargevandi lønini í 34. lønarflokki, verður veitt, tá løgtingsmaður hevur havt sæti á tingi í 16 ár ella meira. Hvørt árið verður talt við í eftirlønaraldrinum soleiðis, at 1. til og við 8. árið telja 4,5% point og frá 9. ári og upp til meira enn 16 ár telja við 3% point.

Stk. 4. Til eftirløntar tingmenn, sum ikki eru fyltir 67 ár, verður veitt viðbót, sum fyri hvørt árið, tingmaðurin hevur havt sæti á tingi, er 1/16 av viðbótini í § 6, stk. 4, í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir.

Stk. 5. Eftirløntur tingmaður, sum aftur tekur sæti á tingi, fær ikki eftirløn í tí tíðarskeiði, hann fær samsýning eftir § 1.

§ 5. Eftirsitandi hjúnafelagi eftir løgtings-mann, sum hevur havt sæti á tingi í minsta lagi 1 ár, hevur, uttan mun til um løgtingsmaðurin hevði rætt til egineftirløn, tá hann doyði, og uttan mun til um hann var limur í løgtinginum, tá hann doyði, rætt til hjúnafelagaeftirløn, treytað av at tey vóru gift:

1.    áðrenn løgtingsmaðurin var fyltur 60 ár

2.    meðan løgtingsmaðurin enn hevði sæti á tingi

3.    ella vóru gift meira  enn 3 mánaðir innan løgtingsmaðurin doyði.

Stk. 1, nr. 3, er ikki galdandi, um orsøkin til deyðstilburðin stendst av skaðatilburði í røking av løgtingsstarvinum.

Stk. 2. Hjúnafelagaeftirlønin er 74% av egineftirlønini eftir § 4, 3. stk.

Stk. 3. Eftirløntum hjúnafeløgum, sum ikki eru fyltir 67 ár, verður veitt viðbót, sum er 1/16 av viðbótini í § 6, stk. 4, í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn.

Stk. 4. Um so er, at aldurin á deyða hjúna-felagnum við frádrátti av teimum árum, hjúnabandið hevur vart, fer upp um aldurin á longstlivandi hjúnafelagnum við meira enn 10 árum, verður hjúnafelagaeftirlønin lækkað eftir stk. 2 við 2% fyri hvørt ár, munurin fer upp um 10 ár.

Stk. 5. Rætturin til hjúnafelagaeftirløn verður ikki ávirkaður av sundurlesing. Hvat viðvíkir rættinum til hjúnafelagaeftirløn, um hjúnini eru skild, eru reglurnar, sum eru ásettar í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, galdandi.

Stk. 6. Um hjúnafelagi eftir løgtingsmann eftir omanfyristandandi reglum hevur rætt til fleiri eftirlønir frá tinginum, verður bert tann hægsta eftirlønin útgoldin.

§ 6. Reglurnar í lóg um tænastumannaeftir-lønir § 8, jvb. § 2 og § 12, 4. stk. er eisini galdandi fyri eftirlønir og hjúnafelagaeftirlønir eftir hesi lóg.

§ 7. Reglur í lóggávu ella viðtøku um, at ein tænastumaður ikki má hava annað starv, sum gevur rætt til eftirløn, er ikki til hindurs fyri, at tænastumaður kann varðveita tænastumannastarv sítt og forvinna eftirlønarrætt sum løgtingsmaður.

Stk. 2. Egineftirløn og hjúnafelagaeftirløn eftir hesi lóg verða útgoldnar við teim avmarkingum, sum eru ásettar í 3. og 4. stk., uttan mun til um viðkomandi annars fær løn ella eftirløn úr landskassanum, og hevur onga ávirkan á rættin til slíka løn ella eftirløn. Tað sama er galdandi, um viðkomandi fær løn ella eftirløn sum landsins tænastumaður,  statstænastu-maður, fólkatingsmaður, landsstýrismaður ella frá starvi í eini kommunu, konsessioneraðum felag, øðrum statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðrari tænastumannalíknandi eftirlønarskipan.

Stk. 3. Um so er, at løgtingsmaður hevur rætt til egineftirløn sum løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður, borgarstjóri, tænastumaður landsins, statstænastumaður, frá statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumanna- líknandi eftirløn, kann samlaða egineftir- lønin ikki fara upp um hægstu egin-eftirlønina, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, og egineftirlønin frá løgtinginum verður í slíkum førum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn henda. Um eftirløntur løgtingsmaður hevur lønarinntøku í einum starvi, sum gevur rætt til eftirløn, sum ásett í 1. pkt., kann samlaða lønin og eftirlønin ikki fara upp um hægstu eftirlønargevandi tænastumannaløn, og eftirlønin frá løgtinginum verður í tí føri sett niður, sum ásett í 1. pkt.

Stk. 4. Um eftirlivandi hjúnafelagi eftir løgtingsmann hevur rætt til hjúnafelaga-eftirløn, sum stavar frá, at hjúnafelagin fær eftirløn, tí løgtingsmaðurin hevur verið landsstýrismaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, tænastumaður landsins, statstænastumaður ella statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumanna-líknandi eftirløn, kann samlaða hjúnafelagaeftirlønin ikki fara upp um hægstu hjúna-felagaeftirløn sambært lógini um tænastumenn landsins, og verður eftirlønin frá tinginum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn hendan.

§ 8. Løgtingsformaðurin verður samsýntur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri løgmann.

§ 9. Tá løgtingsformaðurin fer frá, fær hann ta skattskyldugu samsýningina eftir § 8 í 6 mánaðir. Um fráfarni løgtingsformaðurin framvegis er tingmaður, fær hann bert ta hægru samsýningina.

Stk. 2. Doyr løgtingsformaðurin, meðan hann er í starvi, fær eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning eftir stk.1 í 6 mánaðir.

Stk. 3. Reglurnar í § 2, 1., 3. og 4. stk., og § 3, 1. pkt., eru eisini galdandi fyri samsýningina hjá løgtingsformanninum.

§ 10. Hægsta egineftirlønin hjá løgtings-formanninum, sum  er 60% av eftirlønar-gevandi løninini í lønarflokkinum, hann er samsýntur í, verður veitt, tá løgtingsfor-maðurin hevur verið formaður í 8 ár ella meira. Hvørt árið verður talt í eftirlønaraldrinum soleiðis, at 1. til og við 4. árið telja 9% point og frá 5. til og við 8. árið 6% point.

Stk. 2. Reglurnar í § 4, stk. 1, stk. 2, stk. 4 og stk. 5, § 6 og § 7 eru eisini galdandi fyri eftirløn hjá løgtingsformanninum.

§ 11. Hevur løgtingsformaðurin, tá hann tekur við, størv í almennari tænastu ella privatum virkjum, samtøkum ella stovnum, skal hann  vanliga siga tey frá sær. Tó kann hann í hendinga førum við samtykki frá floksfor-monnunum á tingi halda tílíkum størvum, um formaðurin ikki heldur, at tey kunnu hava við sær trupulleikar í røkjanini av embætisskyldu hansara. Floksformenninir á tingi skulu í seinasta lagi 14 dagar eftir, teir hava fingið umsókn formansins, svara honum, og boðar formaðurin síðan tinginum frá, hvørji størv hann hevur fingið loyvi at hava.

Stk. 2. Løgtingsformaðurin má ikki taka móti nøkrum av teim í stk. 1 nevndu størvum, meðan hann situr sum løgtingsformaður.

§ 12. Reglurnar í kapittul 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir um barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót eru  galdandi. Barna-eftirløn og barnaeftirlønarviðbót verður tó ikki goldin, um hesar verða goldnar eftir tænastumannalógini v.m., lógini um samsýning landsstýrismanna ella fólktingsvallógini.

§ 13. Ásetingarnar um javning av eftirlønum og eftirsitilønum í § 26 í lóg um tænastu-mannaeftirlønir er eisini galdandi fyri javning av eftirlønum eftir hesi lóg. Samsýningin eftir § 1., 3. stk., verður javnað við somu viðbótum sum tænastumenn fáa.

§ 14. Henda lóg kemur í gildi 1. mars 1999 og er galdandi fyri tingmenn, sum fingu sæti á tingi 12. mai 1998 ella fáa sæti á tingi eftir henda dag. Reglan í § 3 kemur tó í gildi 1. august 1999. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 11. frá 8. januar 1993.

Stk. 2. Løgtingslóg nr. 11 frá 8. januar 1993 er framvegis galdandi fyri eftirløntar tingmenn og fyri fyrrverandi tingmenn, sum hava krav uppá eftirløn, innan henda lóg kemur í gildi. Reglurnar í tænastumannalógini § 37 eru galdandi fyri hesar eftirlønir.

 

 

Tórshavn, 18. februar 1999

 

Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður