3. oktober 1988Nr. 126
Løgtingslóg um nýtslu av freon
§ 1. Landsstýrinum er heimilað í kunngerð at áseta reglur um bann móti innflutningi, sølu og nýtslu av íløtum við freon sum drívmegi.
§ 2. Brot á reglur, ásettar við heimild í hesi lóg, verða revsað við sekt og hald verður lagt á ólógliga innflutt íløt.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.