Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. mai 1954Nr. 13
Løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
§ 1. 1) Landsstýrismaðurin kann, tá ið eitt kommunustýri (býráð ella sóknarstýri) mælir til tess, góðkenna býarskipan fyri hesa kommunu ella ein part av henni.
Stk. 2. 1) Tórshavnar kommuna skal, áðrenn 3 ár eru liðin, aftaná at henda lóg er komin í gildi, hava fingið í lag eina býarskipan fyri Tórshavnar kommunu. Landsstýrismaðurin kann tó eftir áheitan frá Tórshavnar býráði, og um býarskipanarnevndin smb. 2. gr. játtar tí, leingja hesa tíðarfreist.
Stk. 3. 1) Tá ið annars hildið verður neyðugt at fáa gjørda býarskipan fyri eitt vist øki, kann landsstýrismaðurin, um býarskipanarnevndin tekur undir, fyriskipa tí ella teimum kommunustýrum at útvega eina býarskipan. Kortini kann ikki verða kravt, at kommunustýrið skal hava fingið býarskipan í lag við styttri enn 2 ára ávaring. Somu treytir galda, tá ið hildið verður neyðugt at broyta eina áður góðkenda býarskipan.
Stk. 4. 1) Til at ráðgerða um býarskipanir fyri eitt øki, ið umfatar fleiri kommunur, kunnu verða samskipaðar, kann landsstýrismaðurin seta nevnd, ið skal vera kommunustýrinum til hjálpar í arbeiðinum við at fáa býarskipan í lag fyri økið alt. Koma hesar kommunur ikki ásamt um vídd ella innihald býarskipanar, avger býarskipanarnevndin trætuna og ásetur á hvønn hátt, útreiðslurnar við samskipanini skulu verða býttar millum hesar kommunur.
Stk. 5. 1) Verður ikki gjørt eftir hesum skyldum og fyriskipanum, kann landsstýrismaðurin við undirtøku býarskiparnevndarinnar fáa til vega ella broyta eina býarskipan fyri ummælda øki. Kommunan, ella um so er kommunurnar, gjalda útreiðslurnar.
Stk. 6. 1) Til at útvega ella broyta eina býarskipan, samsvarandi stk. 5., hevur landsstýrismaðurin vald til at fremja øll mál, sum annars eftir hesi lóg og lóggávuni yvirhøvur liggja undir kommunustýrinum.
Býarskipanarnevndin
§ 2. 2) 3) 4) Í býarskipanarnevndini sita 5 limir, valdir soleiðis: Landsstýrismaðurin velur 3 limir í nevndina, harímillum formannin, sum skal vera løgfrøðingur. 2 limir skulu vera byggikønir, harav Føroya Kommunufelag velur 1 og Kommunusamskipan Føroya 1.
Stk. 2. 2) 4) Landsstýrismaðurin kann biðja býarskipanarnevndina um ummæli í sambandi við viðgerðina av uppskotum til býarskipanir og byggisamtyktir og broytingar í hesum. Landsstýrismaðurin ger starvsskipan fyri býarskipanarnevndina, har m.a. starvsøkið hjá nevndini verður nágreinað.
Stk. 3. Tiltaksmenn skulu verða valdir fyri formannin og hinar nevndarlimirnar.
Stk. 4. Allar avgerðir nevndarinnar verða tiknar við vanligum atkvøðumeirluta. Tann kommuna, sum serligan áhuga hevur fyri tí máli, ið nevndin hevur til viðgerðar, hevur rætt til at senda umboðsmann, ið persónliga kann greiða nevndini frá sjónarmiðum kommunnunar.
Stk. 5. 2) Nevndin situr í 4 ár. Nevndin skal verða sett so skjótt sum tilber, aftaná at henda lóg er komin í gildi.
Stk. 6. Landskassin ber allar útreiðslur nevndarinnar, haruppí roknað samsýning til serfrøðingarnar og skrivara nevndarinnar.
Innihald, broytan og víðkan býarskipana
§ 3. Í eini býarskipan skal verða greitt frá, hvussu økið, ið skipanin umfatar, er vorðið í løtuni, og hvussu tað er ætlað skipað og bygt.
Stk. 2. Í býarskipan skal í minsta lagi verða greitt frá hesum her aftaru nevndu umstøðum so gjølla, sum neyðugt er til at vissa hóskandi og haldgóða skipan fyri byggi-, vega- og havnaviðurskiftum nú og í framtíðini:
1) Hvar ið vegir eru, leið og breidd teirra, byggilinjur, hvussu hornini eru sneidd, og hvussu og hvar vegir koma saman.
2) Hvar ið opin økir og annað tílíkt, ætlað almennari ferðslu, eru.
3) Hvar ið vatnveitingar, frárennsl, ravmagns- og telefonveitingar og tílíkt liggja.
4) Hvar ið almenn hús, torg, leikvøllir, spælipláss og annað havnaøki, viðalundir, kirkjugarðar eru.
5) Hvussu økið er bygt, hvørji húsasløgini eru, og hvussu økið er býtt teirra millum viðvíkjandi hædd og stødd, og um bygt er lágt ella høgt og trunkað og viðvíkjandi nýtslu, um húsini eru sethús, krambúðir, virkishús (neyst og fiskapláss uppítald) ella økið er dyrkilendi (traðir uppítaldar).
Stk. 3. Býarskipanir skulu fylgja øll neyðug kort og flattekningar, sum, har tað tørvar, skulu merktar verða við hæddarmátum.
Stk. 4. Góðkend býarskipan kann verða broytt ella víðkað eftir teim í § 1 ásettu reglum. Eitthvørt kommunustýri hevur í umsiting síni yvirhøvur skyldu at ganga fram eftir góðkendari býarskipan.
Byggisamtyktir
§ 4. 1) Tá ið eitt kommunustýri mælir til tess, kann landsstýrismaðurin góðkenna eina byggisamtykt fyri hesa kommunu ella part av henni.
Stk. 2. 1) Hevur ein kommuna samsvarandi § 1 fingið í lag býarskipan, skal hon í seinasta lagi 1 ár aftaná, at henda býarskipan er góðkend, senda landsstýrismanninum til samtyktar uppskot til byggisamtykt fyri tað øki, býarskipanin umfatar. Landsstýrismaðurin kann tó loyva, at byggisamtyktin bara skal umfata ein part av býarskipanini.
Stk. 3. 1) Allar kommunur skulu í seinasta lagi 31. desember 2010 hava sent landsstýrismanninum byggisamtykt til góðkenningar fyri allar bygdir í kommununi. Í kommunum við fleiri bygdum verður hvør bygd mett fyri seg í mun til tørv á byggilendi til tey ymisku endamálini, ið eru góðkend í byggisamtykt. Góðkendar byggisamtyktir skulu endurskoðast og sendast landsstýrimanninum til staðfestingar fimta hvørt ár.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann annars, um býarskipanarnevndin tekur undir við tí, áleggja eini kommunu at útvega byggisamtyktir fyri kommununa ella part av henni, við tí í § 5, stk. 2, 4 og 6 nevnda innihaldi. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis áleggja kommunu at broyta eina góðkenda byggisamtykt. Viðvíkjandi slíkum áleggingum og frama teirra galda reglurnar í § 1, stk. 3, 4, 5 og 6. Umframt kann landsstýrismaðurin seta tær við byggisamtykt umrøddu ætlanir í verk, so umfatandi sum neyðugt er, fyri kostnað kommununar.
Stk. 5. 5) 6) 1) Landsstýrismaðurin kann við gildi fyri allar kommunur í einari serligari byggireglugerð áseta almennar fyriskipanir viðvíkjandi teimum í § 5, stk. 4. nr. 1-5 a umrøddu viðurskiftum og almennar fyriskipanir um vegagerð (eisini við fyriliti til serliga tørvin hjá rørslutarnaðum), hvussu vegir skulu liggja, leið og breidd teirra, um størstu hæddir á bygningum, minstu stødd á grundstykkjum, hægsta byggistig og um hvussu langt skal verða ímillum bygningar.
Stk. 6. 6) 1) Vikið kann verða frá fyriskipanunum í teirri í stk. 5. nevndu reglugerð um annað verður fyriskipað í eini av bygdaráðnum samtyktari og av landsstýrismanninum góðkendari byggisamtykt.
Innihald byggisamtykta
§ 5. Er ein samsvarandi § 1 góðkend býarskipan til skjals, skulu reglurnar í byggisamtyktini verða gjørdar í samljóði við býarskipanina.
Stk. 2. Ein byggisamtykt skal annars, so langt sum tær serligu sókna- og staðarumstøður gera tað ráðiligt, bera í sær reglur, ið roynst hava neyðugar at vissa hóskandi og haldgóða skipan fyri vega- og byggiviðurskiftum nú og í framtíðini.
Stk. 3. 1) Uppfylt ella turrlagt sjóøki, tunlar og onnur bygningsverk undir jørð skulu, áðrenn hesi verða gjørd, hava heimild í góðkendari byggisamtykt.
Stk. 4. 1) 5) Í byggisamtykt, ið býtt kann verða í tvær ella fleiri deildir, skulu við teimum í stk. 2 nevndu reglum í huga verða tiknar fyriskipanir um hesi mál:
1) Byggivaldið og virki tess.
2) Um revsing fyri at broyta reglur byggisamtyktarinnar, um hvussu sakarmál um slík reglubrot skulu fara fram í rættinum, um broytan av ólógligum standum, og um hjálp frá politivaldinum til tess smbr. § 22.
3) Um undantøkur og kærur viðvíkjandi avgerðum, ið byggivaldið hevur tikið.
4) Um eykagjald til byggivaldið fyri at viðgera byggimál og annað.
5) Um húsasmíð viðvíkjandi byggihátti og bruna- og heilsuumstøðum o. s. fr. har nevnt skal verða, um rúmini eru ætlað at vera í, at arbeiða í ella at búgva í o. s. fr.
5 a) Um bygging og innrætting av húsum og gerð av atkomuvegum og uttanumøkjum, túnum, parkeringsøkjum v.m., á ein tílíkan hátt, at byggingin kann nýtast av rørslutarnaðum. Tær fyriskipair, sum verða ásettar sambært hesum reglum, fevna ikki um støk hús til eina familju, ella hús, sum eru sambygd íbíðarhús (raðhús, dupulthús v.m. við loddrættum marki ímillum íbúðirnar). Í byggisamtyktini, ella í tí serligu reglugerðini, sum landsstýrismaðurin ger, kann fyriskipast, at eisini onnur bygging skal vera undantikin frá ásetingunum í síni heild ella frá einstøkum ásetingum.
6) Um hvar ið vegir skulu verða, leið teirra og breidd og annað, samanber § 3, stk. 2 nr. 1, bæði viðvíkjandi vegum yvirhøvur og viðvíkjandi einstøkum vegum.
7) Um hvar ið opin øki og annað skulu verða, samanber § 3, stk. 2 nr. 2.
8) Um hvar veitingar skulu verða, samanber § 3, stk. 2 nr. 3.
9) Um hvar ið almenn hús, torg og annað skulu verða, samanber § 3, stk. 2. nr. 4.
10) Um húsasløgini, hædd teirra og nýtslu og hvar á lendinum hvørt húsaslagið má verða bygt samanber § 3, stk. 2 nr. 5.
11) Um hvussu stór og hvørjum standi byggilendi skulu verða.
12) Um hvussu stórur partur av økinum nýttur og bygdur skal verða.
13) Um hvussu langt skal verða millum hús á sama byggilendi, hvussu langt skal verða frá húsum til vegir ella byggilinjur og til mark grannans.
Stk. 5. 1) Umframt tær í stk. 4 í hesi grein nevndu reglur kann í byggisamtykt verða fyriskipað:
14) Hvussu langt og breitt byggilendið skal verða.
15) Hvussu hús skulu standa á byggilendi og hvussu víða tey mega standa.
16) Hvussu húsini skulu síggja út viðvíkjandi samsvarandi hæddum, reisingum ella serligum klædningi og annað sovorðið.
17) Um og á hvørjum lendum bygt kann verða úr viði ella øðrum eldfimum tilfari.
18) Hvussu og við hvørjum gyrt skal verða og hvussu høg gyrðing eigur at vera.
19) Varðveitan av einum øki við teimum eyðkennum, tað higartil hevur havt annaðhvørt viðvíkjandi byggihátti ella viða- og/ella plantuvøkstri.
Stk. 6. 1) Saman við byggisamtykt skulu liggja øll neyðug kort og flattekningar, sum, har ið tað tørvar, eigur at verða merktar við hæddarmátum.
Stk. 7. 1) Ein góðkend byggisamtykt kann verða broytt ella víðkað við nýggjum og greiniligari reglum viðvíkjandi teim í stk. 4 og 5 umrøddu viðurskiftum eftir reglunum, sum settar eru fyri nýggjar samtyktir.
Kunngerð og framløga byggisamtykta
§ 6. 1) Áðrenn uppskot um byggisamtykt verður sent landsstýrismanninum, skal tað verða lagt fram í minsta lagi 3 vikur til alment eftirlits á einum fólki atkomuligum staði. Kommunan skal frammanundan á vanligan hátt kunngera, at byggisamtyktin er framløgd til eftirlits, og kunngerðin skal skila til, hvørt økið tað er, ið uppskotið umfatar. Mótmæli móti uppskotinum, og broytingaruppskot mega verða send kommunustýrinum, áðrenn 6 vikur eru lidnir frá kunngerðardegnum.
Stk. 2. 1) Innkomið mótmæli og broytingaruppskot, sum kommunustýrið ikki tekur við, skulu fylgja við uppskotinum, tá ið hetta verður sent landsstýrismanninum til góðkenningar.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann, tá ið mett verður, at eitt uppskot eigur at verða broytt í einum ella fleiri førum, áðrenn tað kann verða góðkent, gera av, at kommunustýrið av nýggjum skal leggja uppskotið við teim ætlaðu broytingum fram til alment eftirlits aftaná kunngerð eftir reglunum í stk. 1.
Stk. 4. Somuleiðis kann kommunustýrið, tá ið tað, orsakað av innkomnum mótmælum ella broytingaruppskotum, hevur samtykt at broyta hitt upprunaliga uppskotið, fáa í lag, at uppskotið við hesum broytingum verður framlagt av nýggjum.
Stk. 5. 1) Viðvíkjandi uppskotum, ið viðgjørd verða eftir reglunum í § 4, stk. 4, avger landsstýrismaðurin, nær og hvussu hesi uppskot skulu verða framløgd til eftirlitið umrøtt í hesi grein.
Stk. 6. 7) Landsstýrismaðurin kann í heilt serligum førum, eftir áheitan frá kommunustýrinum, taka avgerð um at víkja frá ásettu freistum í stk. 1, soleiðis at framløgutíðin verður ásett til 1 viku og mótmælisfreistin til 1 viku frá kunngerðardegnum. Við áheitanini skal grundgevast fyri, hvørji týðandi samfelagslig og vinnulig atlit tala fyri, at umsóknin kann verða gingin á møti. Verður áheitanin gingin á møti, skal kommunan beinleiðis og persónligt kunna teir borgarar, ið beinleiðis verða ávirkaðir av broytingini, um hetta í seinasta lagi dagin eftir, at frávikið er givið.
Stk. 7. 7) Kærur sambært § 10 a um loyvir, ið eru givin við heimild í byggisamtykt, sum er fevnd av stk. 6, hava ikki steðgandi virknað.
Kunngerð og tinglestur byggisamtykta
§ 7. Beinan vegin byggisamtyktin er góðkend, skal kommunan fyri egnan kostnað kunngera hetta á vanligan hátt.
Stk. 2. Umfatar byggisamtyktin fyriskipanir, ið bara viðkoma einum einstakum húsi ella eftir áskoðan kommunustýrisins nøkrum fáum húsum, sammett annaðhvørt við talið á teimum, ið byggisamtyktin umfatar ella við talið á øllum húsum í kommununi ella sum fastleggur, hvar ið serstakur vegur skal verða, leið og breidd hansara og so frameftir, ella hvar ið byggilinjan skal verða, hvar ið almenn hús, torg og tílíkt skulu verða, skal byggisamtyktin, so skjótt sum tilber, aftaná at hon er góðkend, verða tinglisin fyri kostnað kommununar.
Stk. 3. 1) Vanligar reglur um, hvar ið vegir skulu verða, leið og breidd teirra o. s. fr., um býti av byggiháttum á einum øki, um hædd húsanna og annað, skulu vanliga ikki verða tinglisnar. Kommunustýrið kann kortini lata bæði hesar og aðrar reglur í byggisamtyktum tinglesa. Landsstýrismaðurin hevur rætt til fyri kostnað kommununar at lata tinglesa, tá ið stýrið heldur tað vera neyðugt eftir lógini ella gagnligt, tó at kommunustýrið ikki hevur tøkt tinglestur verða kravdan ella neyðugan.
§ 7 a. 1) Allar kommunalar byggisamtyktir verða skrásettar í eini lendisskrá, sum er atkomulig hjá almenninginum.
Stk. 2. 1) Tá byggisamtyktin er góðkend, hevur kommunan innan 4 vikur skyldu til at senda myndugleikanum, ið umsitur lendisskránna, eina teldutøka útgávu av byggisamtyktini.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, hvussu lendisskráin skal skipast, harundir nýtslugjøld og reglur fyri, hvussu kort og dátur skulu verða skikkað, tá tey verða send lendisskránni.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at uppskot um byggisamtyktir eftir § 6 skulu fráboðast lendisskránni.
Fyribils forboð
§ 8. 1) Tá ið eitt kommunustýri, ið hevur byggisamtykt í umbúnað, biður um tað, kann landsstýrismaðurin nokta fyri, at ein ogn, ið ætlandi kemur inn undir byggisamtykt, verður nýtt á slíkan hátt, ið hildin verður ósamsvarandi byggisamtyktini. Slíkt forboð má bara galda eitt ár og kann ikki, uttan býarskipanarnevndin samtykkir, verða sett meira enn hesa einu ferð.
Virkan av uppskoti til byggisamtyktar
§ 9. 1) Beinan vegin kunngerðin, ið umrødd er í § 6, stk. 1, er vorðin lýst, má fyribils einki øki, ið samtyktin umfatar, verða bygt ella á annan hátt nýtt í mótstríði við hana samanber § 10, uttan loyvi frá teirri yvirvøld, ið gjørt hevur hitt framlagda uppskoti. Sýtir kommunustýrið slíkum loyvi, kann málið verða lagt fyri landsstýrismannin.
Stk. 2. 1) Er byggisamtyktin ikki vorðin góðkend, áðrenn eitt ár er liðið frá kunngerðardegnum, fellur henda umrødda virkan av kunngerðini burtur. Landsstýrismaðurin kann leingja freistina, ið framman fyri er nevnd til 6 mánaðir tá ið hetta verður hildið ynskiligt til at fáa enda á viðgerðini av uppskotinum, ið liggur fyri.
Virkan av góðkendum byggisamtyktum
§ 10. Góðkenda byggisamtykt skulu virða ikki bara teir, ið ognina eiga og nýta, men eisini teir, sum í henni eiga veð og aðrar, sum rættindi í henni hava, uttan mark fyri, nær ið hesi rættindi eru fingin.
Stk. 2. Á einum øki, sum góðkend byggisamtykt umfatar, skal annars eingin ogn verða nýtt, verða bygd við nýggjum húsum ella verða umbygd ella sundurbýtt uttan samsvarandi byggisamtyktini.
Kæra 8)
§ 10 a. 9) Avgerðir, sum kommuna hevur tikið sambært hesi løgtingslóg ella sambært byggisamtykt, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. 9) (Strikað).
Byggilinjur við akvegir
§ 11. 1) Heldur landsstýrismaðurin tað verða neyðugt fyri almennaferðslu at vissað verður vegi størri breidd til víðkanar ella til at fáa betri útlit yvir slíkan veg, kann landsstýrismaðurin eftir teimum í §§ 6 og 7 fyrisettu reglum í eini samtykt gera av, hvussu byggilinjur fram við vegnum skulu vera.
Stk. 2. 1) Ein byggilinja, ið er samtykt, hevur somu ávirkan sum tær í § 10 nevndu byggisamtyktir, at allar byggingar, viðroknaðir septiktankar og annað, skulu verða hildnar í minsta lagi so langt frá vegi, sum byggisamtyktin tilskilar ella frá miðlinjum vegsins. Er ivamál um, hvar miðlinjan er, avger landsstýrismaðurin tað.
Stk. 3. 1) Á sama hátt verða §§ 12-14 nýttar, tá ið hesir vegir verða víðkaðir, og tá ið goldið skal verða endurgjald, orsakað av byggilinjukravi, tó soleiðis at í hesum gr. skal verða lisið landsstýrismaðurin í staðin fyri kommunustýrið.
Ognartøka o. a.
§ 12. Grundir, hús, vøtn og áir, brúgvar og annað, sum eru privat ogn, og sum neyðug eru til tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk, vegir, torg, leikvøllir, spælipláss, kirkjugarðar og veitingar av ymsum slagi ella til at byggja á tey í samtyktini almennu hús og annað, ella til at útvega onnur byggilendi, ella sum tað annars hevur umráðandi týdning fyri hitt almenna at hava ræði til at seta reglur í verk samtyktarinnar, skulu, tá ið kommunustýrið krevur tað, verða latnar fyri endurgjøld eftir teimum fyriskipanum, sum henda lóg ásetir.
Stk. 2. Privatur servituttur ella nýtslurættindi, sum ikki verða hildin verða úr gildi eftir § 10, stk. 1 sum ósamsvarandi teimum í byggisamtyktini góðkendum reglum fyri, hvussu eitt øki skal verða bygt ella nýtt í framtíðini, men sum tað kortini hevur almiklan týdning fyri hitt almenna at ráða yvir til at kunna fremja eina byggisamtykt, kann kommunustýrið krevja latnar fyri endurgjald eftir reglunum í hesi lóg.
Stk. 3. 1) Tann, ið eigur slíkt øki, ella hevur rættindi til tess, kann leggja spurningin, um tað er neyðugt samsvarandi hesi grein at lata tað koma fyri landsstýrismaðurin, áðrenn 6 vikur aftaná almenna kunngerð, um avgerð kommunustýrisins. Umframt skulu, alt tað er gjørligt, ognarmaður ella hann, ið rættindi hevur, fáa beinleiðis boð um hesa avgerð.
§ 13. 1) Tá ið tað samsvarandi byggisamtykt verður kravdur ein partur av eini ogn ella av rættindum í samband við hana, og tann parturin av ognini, ið eftir er, aftaná ta kravdu avhending, eftir ætlan metingarnevndarinnar fær slíka stødd, sni, legu og umstøður annars, at hann ikki longur vil kunna verða nýttur sum sjálvstøðug ogn, soleiðis sum fyrr, kann ognarmaður, áðrenn 6 vikur eru lidnir, aftaná almenna kunngerð um avhending krevja, at kommunan tekur alla ognina fyri fult endurgjald. Henda sama rætt hevur ognarmaður, tá ið ognin hevur ligið saman við virkið, sum hon ikki eftir metingarnevndarinnar ætlan rættiliga kann verða nýtt saman við, aftaná ta kravdu avhending av einum parti av ognini ella av rættindum, knýttum til hennara.
Stk. 2. 1) Hevur ognarmaður kravt ogn avhendaða eftir hesum frammanfyri nevndu reglum, skal virðið við endurgjaldsútrokningini verða ásett eftir tí, ið ognin higartil hevur verið nýtt.
Endurgjald
§ 14. Tá ið eitt øki samsvarandi byggisamtykt er lagt av til almenn hús ella virki, ella er ætlað til vegir, torg ella annað sovorðið og ognarmaður tess eftir meti metingarnevndarinnar smbr. § 15 missir møguleikan at nýta teir fyrimunir, ið økið hevur á rímiligan og forsvarligan hátt sammett við, hvussu grannaøkini í roynd verða nýtt, kann ognarmaður krevja, at kommunan skal taka økið fyri endurgjald.
Stk. 2. Er økið bara ein partur av ognini, og vil avhendingin fáa tað í § 13 nevndu ávirkan á tann partin, ið eftir er, kann kravið um ognartøku kommununar umfata alt økið, sum tað er.
Stk. 3. Ognarmaður kann umframt krevja, at kommunan tekur ogn hansara fyri endurgjald, um so er, at tær í eini byggisamtykt umrøddu vega- ella byggilinjur valda, at tann parturin av einum higartil óbygdum byggilendi, ið bygt kann verða á, verður so lítil ella soleiðis vorðin, at metingarnevndin metir hann vera hóskandi til húsagrund. Sama rætt hevur hann, ið eigur eitt lendi, ið higartil hevur verið bygt á annaðhvørt aftaná at húsini eru niðurtikin, niðurbrend, ella á einhvønn hátt burturbeind, ella aftaná byggivaldið hevur avgjørt, at ein ætlað bygging á lendinum, tá ið hin núverandi bygging á lendinum er niðurbrotin, ikki kann verða framd samsvarandi reglunum í byggisamtyktini.
Stk. 4. Krav um ognartøku eftir stk. 1 kann verða sett fram nær sum helst. Krav um ognartøku eftir stk. 3 skal vegna uppskots til vega- og byggilinjur, tá ið tað viðvíkjur einum óbygdum lendi, verða sett fram, áðrenn freistina, ið avmarkað er í § 6. Viðvíkjur ognartøkan eina higartil bygda ogn, kann kravið eftir stk. 3 verða sett fram, tá ið tann verandi byggingin er burturbeind, ella tá ið uppskot um nýggja bygging á lendinum kann ikki verða sett í verk.
Stk. 5. Krav um ognartøku eftir teimum reglum, ið nevndar eru í stk. 1 og 3, skal verða sett fram fyri avvarðandi kommunustýri, sum so beinir málið til metingarnevndina.
Stk. 6. Metingarnevndin skal royna at bøta um tær ónáðir, ið standast av hesum við býtum samsvarandi § 20.
Stk. 7. Tekur kommunan eitt øki ella eina ogn eftir reglunum í stk. 1, 2 og 3, skal virði økisins ella ognarinnar verða sett í samband við tær umstøður, ið grunda kravið um ognartøkuna, uttan at farið verður eftir teirri í byggisamtykt ætlaðu nýtslu av økinum ella ognini.
Stk. 8. Kommuna fær sloppið sær undan skylduni til at yvirtaka lendi ella ogn móti endurgjaldi við – í seinasta lagi 6 vikur aftaná at hon er vorðin kunnug við avgerð metingarnevndarinnar – at gevast við kravinum um avvarðandi tilætlanir.
Vanligar reglur um endurgjald
§ 15. 1) Støddin av tí endurgjaldi, sum ognarmaður eftir §§ 12-14 eigur at fáa, verður, um semja ikki er fingin í lag, sett av eini metingarnevnd. Í hesi nevnd sita 2 manns, ið landsstýrismaðurin velur fyri 6 ár í senn, annar teirra skal verða formaður nevndarinnar og tveir málinum óviðkomandi menn, fyri hvørt serstakt mál at sær valdir av dómsvaldinum. Standa atkvøðurnar á jøvnum, kemur sýslumaðurin í teirri sýslu, sum málið viðvíkir í nevndina sum avgerðarmaður. Tiltaksmenn skulu verða kosnir fyri hvønn nevndarlim.
§ 16. 1) Nevndin skal í øllum endurgjaldsmálum, ið viðgjørd verða samsvarandi hesi lóg, taka afturat sær serkøna hjálp, ið skal verða við í øllum samráðingum, um tey endurgjaldsmál, ið liggja fyri og leiðbeina nevndina í øllum tekniskum spurningum, ið koma fyri í málinum, men atkvøðurætt eiga teir ongan. Landsstýrismaðurin skjýtur upp hesar serfrøðingar so nógvar, at nevndin hevur 4 serfrøðingar at velja ímillum.
§ 17. Nevndin skal avgera á hvønn hátt, útreiðslur fyri viðgerð málsins skulu verða goldnar, eisini samsýning til nevndarlimir og til serfrøðingar og kann krevja, at hann, ið reisti kærumálið, sum trygging frammanundan skal seta í veð vissa peninganøgd til hesar útreiðslur. Tær útreiðslur, ið nevndin ásetir, kunnu verða pantaðar.
§ 18. 1) Landsstýrismaðurin skrivar nevndini fyriskipan, hvussu útreiðslur fyri viðgerð av málum skulu verða greiddar, endurgjald útroknað o. s. fr.
Stk. 2. Í hesi fyriskipan kann verða tilskilað, at tá ið endurgjald verður ásett, skal virðisøkingin, sum ognin verður mett at fáa av teimum gjørdu tiltøkum, verða frádrigin. Av hesum kann endurgjald heilt falla burtur, tá ið tey gjørdu tiltøk mett verða at geva ognarmanni størri fyrimun enn virði av tí latna øki ella rættindum er.
§ 19. Endurgjald fyri veðbundna ogn verður, tá ið onnur avgerð er ikki gjørd, goldið millum veðeigararnar í teirri røð, ið bøkur sorinskrivarans vísa veðrættindi teirra, og so nógv sum neyðugt er til fullnaðargjald veðeigarans fyri ta virðislækkan av veðtrygging teirra, ið ognartøkan ella avhendingin voldu, meðan ognarmaður fær tað av endurgjaldinum ið loypir av, um so er.
Býti
§ 20. Metingarnevndin skal í teimum §§ 13 og 14 umrøddu viðurskiftum, tá ið tað er gjørligt, fáa í lag býti annaðhvørt við peningagjaldi ella við ognarbýti. Verður ikki semja um málið á vanligan hátt, kann metingarnevndin, tá ið staðarumstøðurnar tala fyri tí, krevja, at lendi, ið nevndin virðismetir til sama virði, skulu verða ognarbýtt.
Tiltøk, sum nema tvær ella fleiri kommunur
§ 21. Trætumál millum tvær ella fleiri kommunur um, hvør ella hvørjar, ið gjalda skulu endurgjald ella útreiðslur við at fremja tey í byggisamtykt fyriskipaðu tiltøk, avger býarskipanarnevndin.
Revsing, broyting o. a.
§ 22. 1) Í eini byggisamtykt kann verða tilskilað (sbr. § 5, stk. 4 nr. 2, at ólýdni móti reglum í hesi lóg og teimum í henni settu fyriskipanir og forboð verður revsað við bót frá 40 kr., og at tann, ið brýtur hesa lóg, hevur skyldu at bøta tann við lógarbrotinum íkomna stand, og soleiðis, at landsstýrismaðurin, tá ið serligar umstøður loyva tí, aftaná at hava fingið ummæli frá kommunustýrinum, kann gera undantak frá hesum, og at kommunustýrið kann krevja hjálp frá politivaldinum til at fremja tey boð, ið givin verða samsvarandi fyriskipanum í hesi lóg.
Sakarmál
§ 23. Sakarmál viðvíkjandi einum um nýtslu lógarinnar reistum spurningi, sum umsitingarvaldið ikki eigur at avgera endiliga sjálvt, skal verða reist áðrenn 6 vikur eru lidnar, aftaná at kærumaðurin hevur fingið frásøgn um ta avgerð, ið ynskt verður roynd.
Atgongd til máting
§ 24. 1) Ein og hvør ognarmaður hevur skyldu, aftaná í minsta lagi viku ávaring at geva landsstýrismanninum ella kommununi atgongd til at útinna tey arbeiði, ið neyðug eru til at útvega ella endurkanna býarskipanir og byggisamtyktir, og at lata tey undir slíkum arbeiðum sett merki verða órørd.
Stk. 2. Skulu hesi merki ikki bara standa heilt stutta tíð, skulu tey verða sett á girðing, hús ella nærhendis teimum ella niður í svørðin, soleiðis at tey ikki forða fyri, at ognin kann verða nýtt sum vant.
Gildi lógarinnar
§ 25. Henda lóg kemur í gildi tann 1. oktober 1954.
Avtøka av øðrum fyriskipanum
§ 26. 6) 1) Landsstýrismaðurin fær vald til í hvørjum einstøkum føri, tá ið byggisamtykt er góðkend, aftaná at hava fingið viðmæli frá tí kommunustýri, byggisamtyktin viðvíkjur, at avgera, hvussu umfatandi eldri byggilógir, fyriskipanir o. a. skulu verða í gildi saman við byggisamtyktini. Eisini hevur landsstýrismaðurin heimild at gera av hvussu umfatandi frammanfyri nevndu lógir og fyriskipanir skulu verða í gildi, tá ein byggireglugerð sum umrødd er í § 4, stk. 5, verður sett í gildi.
Stk. 2. Har tað í lóggávuni orðið “býarskipan“ hevur verið nýtt, skal orðið “byggisamtykt“ verða nýtt í staðin fyri ella javnbjóðis tí, tá ið lóggávan ikki skilliga tilskilar annað.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 5. juni 1984.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 13. juni 1995. §§ 2 og 3 í hesi løgtingslóg eru soljóðandi: “§ 2. Løgtingslóg nr. 75 frá 9. juni 1988 um kommunalan lánigrunn verður avtikin. § 3. Henda lóg fær gildi ólavsøkudag 1995. Stk. 2. Nýval av býarskipanarnevndini eftir § 1 fer fram aftaná, at lógin hevur fingið gildi og í seinasta lagi 1. oktober 1995.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 30. apríl 2007.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. juni 1997. § 2 í hesi lóg er soljóðandi: “Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi danski lógarteksturin í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 24. mai 1974.
7) Broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18 mars 2013.
8) Broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006.
9) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”